Kirkjuligt Missiónsblað



Relaterede dokumenter
Kirkjuligt Missiónsblað

DANSK Danskt sum 1., 2. og 3. mál. Olly Poulsen, Sarita Eriksen og Solveig Debess

Kirkjuligt Missiónsblað

Kirkjuligt Missiónsblað

Kirkjuligt Missiónsblað

Ein livandi Kristus til ein doyggjandi heim

Kirkjuligt Missiónsblað

Kirkjuligt Missiónsblað

Enok maðurin, sum gekk við Gudi

Kirkjuligt Missiónsblað

Kirkjuligt Missiónsblað

Kirkjuligt Missiónsblað

DANSK Danskt sum 1., 2. og 3. mál

Hvussu kunnu vit liva sum trúgvandi í dag?

Kirkjuligt Missiónsblað

Kirkjuligt Missiónsblað

Kirkjuligt Missiónsblað

Jesus biður fyri okkum Joh. 17, 20-26

Nr. 1 Februar árið

Kirkjuligt Missiónsblað

Kirkjuligt Missiónsblað

Kirkjuligt Missiónsblað

Kirkjuligt Missiónsblað

Kirkjuligt Missiónsblað

Kirkjuligt Missiónsblað

Ríki maður og Lázarus Luk. 16,

Kirkjuligt Missiónsblað

Inklusión, Relatiónir og Felagsskapurin. Rógvi Thomsen, cand.ped., pedagogiskur ráðgevi Hósdagur 16. januar 2014

Kirkjuligt Missiónsblað

Kirkjuligt Missiónsblað

Kirkjuligt Missiónsblað

Færøerne for så vidt angår danskerne Kanning um hvat danir vita og halda um Føroyar og føroyingar

Kvinnurnar við grøvina

- Webundersøgelse, Fólkaskúlaráðið, oktober Fólkaskúlaráðið. Undersøgelse om læreres og skolelederes syn på

Sigurd fekk medalju fyri sigling í krígstíð í Íslandi

HEVUR JESUS NAKRAN TÝDNING

Kirkjuligt Missiónsblað

Brúdleypið hjá kongssoninum. Matt. 22, 1-14.

Kirkjuligt Missiónsblað

Kvinnan við Sikarsbrunn Partur II Joh. 4, 1-43

Nr mai árg. Lívsins orð

Minni um teir, sum sigldu og teir, sum doyðu undir krígnum Ferðin hjá "Johannu" eitt rimmar tiltak.

TÁ IÐ TIT... Kirkjuligt Missiónsblað. Nr juni árið

forbindelse med både ansættelse, ændring i ansættelsesforhold og ved afslutning af ansættelsen.

Kirkjuligt Missiónsblað

Søgan um "Vesturhavið Blíða"

Men størstur av teimum er kærleikin

Sagsøgeren har påstået sagsøgte dømt til at betale kr. med procesrente fra den 26. juni 2003, subsidiært procesrente fra den 22. april 2008.

Út á Fagranes, har 7 fiskimenn mistu lívið í 1927

Fólkaheilsukanning Hvussu hevur tú tað 2015

Kirkjuligt Missiónsblað

EFTIR TÍNUM ORÐI! Kirkjuligt Missiónsblað. Nr februar árið. Jákup Olsen skrivar. Fiskiveiða Pæturs, Luk

Námsferð 25. mai 5. juni 2017

Marius smíðar bát í Íslandi. ALS 10 ár. Stór frásøgn frá hátíðarhaldinum. Bjarni Djurholm má steðgast og fiskimonnum má vera tryggjað rættindi.

Tryggingartreytir fyri Bólkalívstrygging

Aftaná eitt misálit Tað hjálpir einki bert at seta nýggjan landsstýrismann. Tað, sum ræður um, er ein fullkomilig umskipan av fiskimálaráðnum.


Svenskur elitusvimjivenjari

Børn og doyving Kunning til foreldur

Til minnis um Elsa Jacobsen, kristniboðara

Viðvíkjandi klagu um hækking av gjaldi fyri løggilding av elinnleggjarum

Vegleiðing at dagføra GPS-kort. Tillukku við tínum keypi av GPS-korti. Kortið fevnir um Føroyar.

FÓLKASKÚLIN FØROYSKT 9. FLOKKUR

Klagan til TV2. Hvat kann gerast. Upplivdi illveðrið í 1932, ið beindi fyri formanni í FF. Livravirkið á Eiði. Frásøgn hjá Andrew Godtfred:

Skiparin sum virkaði sum tannlækni

Leiðarans leiklutur og samskifti í broytingum

Bekendtgørelse om arbejdsløshedsforsikring ved arbejde mv.m.v. inden for EØS, Færøerne og i det øvrige udland

Lívsins salt. Vit hava verið í Ibiza og hugt eftir saltframleiðslu. Neptun og Nólsoy

Føddur undir Hitler, vaksin upp undir Stalin

Frágreiðing frá Skipaeftirlitinum um arbeiðsvanlukku umborð á Túgvusteini hin

Givið út 30. mai 2017

Fakturablanketten virk.dk. 1 At senda elektroniskar rokningar við fakturablanketten

samstarva At veita eina um skjóta hettar og tilboðið: goða viðgerð til kvinnur við burðartunglyndi.

Føroyskur saltfiskur væl umtóktur

LØGTINGSINS UMBOÐSMAÐUR

Tine Færch Jørgensen. Til Trafik- og Byggestyrelsen

Gamlar myndir úr Norðuroyggjum

Nýggj stjórnarskipan má fyrst og fremst verja borgaran

Nám. Í læraravegleiðingini er eisini eyka tilfar, sum nýtast kann, um tíð er til tess og uppgávur eru á

Dreymurin um at sleppa við júst

Nýggj skip. 70 ár síðan Nólsoy gekk burtur Søgan um ringin sum kom aftur. Svenskari vitjað í Føroyum í 56 ár

Ársins studentur. Áhugaverd frásøgn frá meslingagrindini, sum var í Gøtu í Vit hava myndir frá grindini, sum ikki fyrr hava verið alment kendar.

FF-blaðið í Frankaríki Vit vóru bæði á fiskivinnuvitjan og til fótbólt. Drúgv og øðrvísi frásøgn

Mest støðuga fiskavirkið er í Vági

Strongdkanning av limum hjá Starvsmannafelagnum. Gjørd av Fegin Ábyrgdari: Niclas Heri Jákupsson

Smiðjan á Skipanesi Brot úr okkara smiðjusøgu. Okkara maður í Nambia. Er prískappingin í vanda? Børn á Sanatoriinum

Orðið eigur í føroyskari felagsverklóg 1

ICES viðurkennir. Bjargingarroynd í Vágsbotni. Fiskaren vitjar FF. Bernhard 5. partur. Løgtingsins umboðsmaður setir kærarar í gapistokk.

Jarðarferðin hjá Morning Star

Fiskimaðurin sum gjørdist dýnukongur

Bakstøði Ynski var: - At lýsa teir møguleikar og tær treytir eldri fólk í Føroyum hava fyri einum góðum lívi í eldri árum - At lýsa hvørji átøk kunnu

MENNINGARÆTLAN FYRI DAGSTOVNIN Í ØKSNAGERÐI

ATLANTIC AIRWAYS KAPPINGIN H71 - NEISTIN. Sunnudagin 28. september kl Hoyvíkshøllin

Skipari kláraði tað, sum læknar ikki kundu! Læknarnar vildi taka beinið av Palla, men hann noktaði.

Hvat hendi við russarunum?

"Okkara maður" í Sandoynni fyllir runt. Sigmund verður 75. Vit dokumentera, at sjónvarpstíðindini vóru fupp. Úr Syðrugøtu til Aberdeen

Nr. 321 Hósdagur 8. juli ,- Síða 17 Baksíðan Síða 9 Síða 3 Síða 14

9.1 Windows Vista Windows Windows XP Privatkundar sum fáa trupulleika við sperring av Netbanka... 12

Sólskinssøga á heilsuøkinum

Verkið liðugt hjá Líggjasi

Transkript:

Nr. 6 sep. 2012 65. árið Kirkjuligt Missiónsblað SAMFELAG VIÐ GUD 1. Jóh.1,6-10: Um vit siga, at vit hava samfelag við hann, og ganga í myrkrinum, tá ljúgva vit og gera ikki sannleikan. Men um vit ganga í ljósinum, eins og hann er sjálvur í ljósinum, tá hava vit samfelag hvør við annan, og blóð Jesu, sonar hansara, reinsar okkum frá allari synd. Um vit siga, at vit ikki hava synd, tá svíkja vit okkum sjálv, og sannleikin er ikki í okkum. Um vit játta syndum okkara, tá er hann trúfastur og rættvísur, so at hann fyrigevur okkum syndirnar og reinsar okkum frá allari órættvísi. Um vit siga, at vit ikki hava syndað, tá gera vit hann til lygnara, og orð hansara eru ikki í okkum. At hava samfelag við Gud er at ganga í ljósinum. At ganga í ljósinum er at liva eftir Guds orði. Dávid sigur í Sálmi. 119,105: Títt orð er ein lykt fyri fóti mínum, eitt ljós á gøtu míni. Guðs orð, Bíblian, vísir okkum leiðina, og hvussu vit ganga í ljósinum. At hava samfelag við Gud broytir okkum. Gud er ljós, og hansara ljós vísir okkum myrkrið í okkum. Sæð í Guds heilagleika, eru vit full av synd. Sjálvt ikki mín besta gerð kemur nær námind

at vera rættvís. Alt eg eri og geri er dálkað av synd. Hetta vísir Guds ljós mær. Men samstundis síggi eg, at ein annar hevur tikið alla mína synd á seg. Eg eri keyptur fríur við blóði Jesusar. Hansara rættvísa lív, hansara deyði og uppreisn, verða mítt rættvísa lív, mín deyði og mín uppreisn. Og mín synd og mínar óndu gerðir verða hansara. Hetta hendi, tá ið hann doyði á Golgata. Í Jesusi gevur Gud okkum júst tað, hann sjálvur krevur av okkum. Sjálvt ikki í himli verður tú meira syndafríur fyri Gudi, enn tú ert beint nú, um tú trýrt á Jesus. Tú ert fullkomin í hansara eygum. Liva vit í samfelag við Gudi, í hansara ljósi, so ynskja vit at liva eftir hansara vilja her á jørð. Tá vit hava sæð hansara kærleika til okkara í Jesusi, so ynskja vit eisini at elska og æra hann. Hetta hevur avleiðingar fyri okkara lív í dag. Jesus sigur í Jóh. 8,12: Tann, sum fylgir mær, skal ikki ganga í myrkrinum, men hava lívsins ljós. Vit skulu liva í ljósinum eftir Guds vilja og Guds boðum. Hetta merkir tó ikki, at tann trúgvandi ikki kann uppliva myrkur. Tað er himmalvíður munur á at ganga í myrkrinum og uppliva myrkur. At ganga í myrkrinum er at trívast í tí. Tann trúgvandi kann uppliva andaligt myrkur, men ynskir at koma burtur úr tí. Tekur tú ein grís úr runudíkinum, vaskar honum og sleppur honum aftur, so fer hann beina kós aftur í runudíkið, óansæð hvussu væl tú vaskaði hann. Grísurin hoyrir til í runudýkinum og trívist har. Tekur tú hinvegin eitt lamb, vaskar tí og sleppur tí, so roynir tað at halda seg reint og ikki dálka seg. Lambið trívist, tá ið tað er reint. Tann trúgvandi trívist, tá hann livir í ljósinum. Hann hoyrir til í ljósinum. Um vit falla, so mugu vit biðja um fyrigeving og gera upp við syndina og byrja av nýggjum. Vit kunnu ikki liva í synd. 2 Nr. 6 sep. 2012 65. árið

V7 Men um vit ganga í ljósinum, eins og hann er sjálvur í ljósinum, tá hava vit samfelag hvør við annan, og blóð Jesu, sonar hansara, reinsar okkum frá allari synd. Tá ið vit ganga og liva í ljósinum síggja vit okkum í sannleikans ljósi. Ljósið skínur inn í hjørtu okkara og vit síggja, at vit í okkum sjálvum eru sjálvsøkin og full av synd. Men vit fáa samstundis høvi at játta okkara synd. Gera vit tað, hava vit Guðs lyfti um, at vit fáa fyrigeving, óansæð hvussu syndafull vit eru. Hetta er grundarlagið fyri tí kristna samfelagnum. Vit kunnu byrja av nýggjum, tá tað, vit gera, miseydnast. Vit kunnu biðja Gud og menniskju um fyrigeving. Í Faðir Vár biðja vit: Fyrigev okkum syndir okkara so sum vit eisini fyrigeva teimum, sum móti okkum synda. Hetta er einasta bøn sum hevur eina treyt. Vit mugu vera til reiðar at fyrigeva øðrum, tá ið vit sjálvi hava fingið fyrigeving. Eitt annað, vit skulu leggja til merkis, er, at tey, sum ganga í ljósinum, hava samfelag við hvør annan. Tey trúgvandi hava ikki brúk fyri at fara til fótbóltsdyst ella bindiklubb fyri at hava okkurt at vera saman um. Tey trúgvandi hava samfelag hvør við annan. Vit hava sama Faðir í himli, sama bróður í Jesusi og sama Heilaga Anda í okkum. V8 Um vit siga, at vit ikki hava synd, tá svíkja vit okkum sjálv, og sannleikin er ikki í okkum. At hava synd vísir á tann veruleika, at vit hava syndina búgvandi í okkum. So leingi vit liva her á jørð, so er syndin ein partur av okkum. Líka so lítið sum vit kunnu gevast við at vera menniskju, líka so lítið kunnu vit gevast at vera syndarar. Eg falli í synd, og eg hati tað. Tá ið tað gongur væl, kann eg lættliga hugsa, at tað gongur væl við at liva sum kristin, í hvussu er, tá ið eg samanberi meg við onnur í samkomuni. Eg fái spakuliga hægri og hægri tankar um meg sjálvan. Og so alt fyri eitt síggi eg, at eisini hesin mátin at hugsa er synd eg geri meg betri enn hini. Og gongur tað illa við at lesa í Bíbliuni, og eri eg fallin í somu synd aftur og aftur, so kann eg gerast mótleysur. Syndini sleppi eg ongantíð frá, so leingi eg livi her á fold. V9 Um vit játta syndum okkara, tá er hann trúfastur og rættvísur, so at hann fyrigevur okkum syndirnar og reinsar okkum frá allari órættvísi. V10 Um vit siga, at vit ikki hava syndað, tá gera vit hann til lygnara, og orð hansara eru ikki í okkum. Her hava vit kelduna til gleði, vón og styrki í okkara trúarlívið. Vit játta okkara synd fyri Gudi og so er hansara lyfti, at hann fyrigevur. Hóast eg ferð eftir ferð má ásanna, at syndin býr í mær, so trúgvi eg, at fyri Gudi eri eg reinur sum kavi, tí Gud í Jesusi gevur mær júst tað, sum hann sjálvur krevur av mær - eitt lív uttan synd! S 3

Anne-Lene og Peter skriva Nærkontaktbrev nr. 32 Sumbawanga d. 01.08.2012 Projekternes tid Forår og sommer har været præget af projekter, og hver gang man når til vejs ende med ét, kan man jo altid begynde på et nyt. Der rumler mange projekter rundt i hovedet. Men et lidt større projekt er afsluttet, så derfor dette nærkontaktbrev, hvis nogen er interesseret i at læse med. 1) I foråret har jeg haft et undervisningsforløb om konfessionskundskab (de forskellige kirkesamfund). De 6 studerende har i den forbindelse skullet undersøge hver sit kirkesamfund både læremæssigt og historisk. Det har været spændende også at få disse kirkesamfunds lokale historie i Rukwa området med, og det giver os en større forståelse af det kirkelige liv i Rukwa. I den forbindelse blev de bedt om at skrive deres oplæg på computer og det var måske den største udfordring så vi bagefter kunne samle alle seks beskrivelser i en lille folder. Det lykkedes, og alle lærerne og kirkens ledelse og biblioteket har fået et eller flere eksemplarer. Det kommer også senere studerende til nytte. Projektet færdigt. Men kan dog fortsættes med nye studerende, der undersøger andre kirkesamfund. 2) På et tidspunkt bad jeg en pensioneret præst/ lærer (der havde undervist på bibelskolen) om at skrive en selvbiografi om sit arbejde som præst indenfor Brødrekirken. Vi har nemlig meget lidt skriftligt materiale tilgængeligt. Han blev udstyret med kladdehæfter og kuglepenne og efter et stykke tid, kom han tilbage med tre fyldte kladdehæfter. Det var så ikke en selvbiografi, men en gennemarbejdet udgave af hans undervisningsnotater om hele kirkens historie. Det blev så noget andet, end der var tænkt på. Vi ansatte en dame til at skrive det ind på computer og siden en lærer til at rette det igennem. Materialet kunne blive til nytte i biblioteket for de studerende som en oversigt over kirkens historie. Materialet er nu her i juli kopieret og indbundet i 20 eksemplarer. Projektet færdigt. 3) Nodesamlingen er allerede nævnt i sidste nærkontaktbrev, og den blev kopieret og sat i mapper til de andre bibelskoler/seminarier, og et eksemplarer til Brødrekirkens ledelse på landsplan, da det forhåbentlig vil være en rimelig stor hjælp, når sangbogen skal gennemrettes. Det blev til 532 sider med noder og historiske oplysninger i 6 eksemplarer. Projektet færdigt, i hvert fald den del vi kan gøre nu herfra. Nogle bøger fra Tyskland er dog bestilt, som måske kan hjælpe os lidt videre. 4) Ham, vi har hyret til at skrive biskoppens bog om Rukwa stift, har været i Tabora for at få dokumenter (Rukwa blev jo udskilt fra Tabora stift i 1986) og siden på vejen hjem, informationer om Inyonga og Mpanda (altså de menigheder nordpå, der kom til at blive en del af Rukwa stift). Han har arbejdet med projektet i april, maj og juli. Den del af projektet, vi havde lovet at tage ansvar for, er færdigt. 4 Nr. 6 sep. 2012 65. árið

5) Jeg har skrevet en del gange om dele af den undersøgelse, jeg var i gang med om gudstjenesten indenfor Brødrekirken. Nu foreligger resultatet på dansk og engelsk, så dem der har interesse i det, kan læse det og kan vælge, hvilket sprog de ønsker at læse det på. Og tak til sognepræst Bruce Steuer, Flade-Gærum, der også denne gang påtog sig arbejdet med at læse korrektur på min engelske oversættelse. Og som oversætteren har skrevet i den bog, jeg lige er blevet færdig med at læse: A Collection of Sermons from Zinzendorf s Pennsylvania Journey : I of course assume sole responsibility for any mistakes or misinterpretations in this translation. Og en tak til familien, der altid må stå for skud, når det gælder danske udgaver. Så langt er projektet færdigt. Hvis nogen af jer, der har lyst til at læse det, har rettelser, så skal de være velkomne. Én udfordring skal der nemlig følges op på. Ingen forstår dansk her (ud over at nogle kan sige goddag, goddag ) og de fleste forstår ikke engelsk. Derfor fortsætter projektet med henblik på at få oversat de tre undersøgelser om a) de omgivelser vi arbejder i og de studerendes religiøse baggrund (fra 2010), b) ægteskabet (fra 2011) og c) gudstjenesten (fra 2012) til swahili og trykt dem som en bog, så de kan blive til større nytte i kirken og de lokale menigheder. Kærlig hilsen og Guds fred Peter 5

Nærkontaktbrev nr. 2 d. 24.08.2012 Vit hava nú verið her í landinum í nakrar vikur. Okkara ferð gekk væl og vit komu fram í øllum góðum. Vit høvdu ikki funnið eitt stað at búgva, áðrenn vit komu. Tíbetur hava vit vinir her, sum taka sær okkum. Í løtuni búgva vit hjá einum amerikonskum hjúnum, til vit finna okkara egnu íbúð. Tað hevur víst seg, at tað ikki er heilt einfalt at finna eitt stað at búgva. Vit hava tó hugt eftir eini íbúð, sum vit vónandi kunnu leiga innan alt ov leingi. Tað hevur skund. Ikki tí vit ikki hava tað gott hjá teimum, ið vit búgva hjá í løtuni, men fyri at fáa uppihaldsloyvi, skulu vit hava okkara egnu íbúð. At fáa uppihaldsloyvi hevur sjálvandi stóran týdning - eisini tí at okkara ting, sum skulu sendast við skipi úr Danmark, ikki kunnu sendast áðrenn vit hava uppihaldsloyvi. Annars er ein volontør eisini komin fyri nøkrum døgum síðani. Hon skal ansa eftir okkara yngstu dóttir, meðan vit lesa á universitetinum. Hon skal verða her í tríggjar mánaðar og hjálpa okkara yngstu í gongd í barnagarðinum. Tann 27. august var fyrsti skúladagur hjá okkara elsta dóttir. Hon gongur á einum altjóða skúla. Vit eru sera glað og spent hennara vegna, men tað er torført at senda hana í ein skúla, har hon ikki skilir málið. Skúlin hevur tó lærarar, ið hava drúgvar royndir við at arbeiða við børnum, ið ikki tala sama mál sum tey. So vit kenna okkum í tryggum hondum, hóast tað helst verður torført í fyrstuni. Tey løgdu hart út við einum fullum degi fyrsta skúladag. Tað vil siga, at næmingarnir vóru í skúla frá 8.30 til 15.00. Hetta var ein stór avbjóðing fyri elstu dóttir okkara. Aftaná skúlatíð koyra fleiri av næmingunum við skúlabussi heim, millum teirra dóttir okkara. Eg, J, fekk loyvi til at koyra saman við henni, tí at hetta var fyrstu ferð hon skuldi koyra við bussinum. Tað var ein drúgvur túrur, grunda av at hetta jú var fyrsti dagur. Eisini høvdu tey fingið nýggjan bussførara og nýggjar næmingar. Framyvir verður tað vónandi ikki ein so drúgvur túrur. Dagurin var ikki heilt, sum vit høvdu vænta, men dóttir okkara hevur ikki heilt mist móti, tíbetur. At fara til eitt nýtt land og skula finna seg til rættis er soleiðis ikki heilt einfalt. Og til tíðir kundu vit hugsa okkum, at tað var eitt sindur lættari til dømis at finna eina íbúð, fáa uppihaldsloyvi, fáa sínar ognir tollavgreiddar, fáa skjøl umsett úr føroyskum til staðbundna málið og nógv annað. Men tá ið alt ikki gongur so skjótt og lætt sum ein kundi hugsað sær, so er gott at minnast til versini fra Sálma. 37,7a: Ver tú fyri Harranum stillur og honum bíða. Heldur enn at falla í fátt so mugu vit lýta á, at Harrin sjálvur er við okkum. Vit kunnu venda okkum til hansara og bíða eftir honum. Tí Hann skal nokk vísa sína loysn uppá okkara avbjóðingar, tá ið tíðin er búgvin til tess. Ímeðan kunnu vit vera still fyri Honum. Vit kunnu lýta á, at Hann, ið hevur skapað himmal og jørð eisini heldur sítt lyfti um, at Hann er við okkum allar dagar - alt til veraldar enda. Við ynski um Guds ríku signing J og S 6 Nr. 6 sep. 2012 65. árið

Skjótt kemur Merkið eisini at veittra millum hinar tjóðirnar, sum eru umboðaðar á skúlanum, har okkara elsta dóttir skal ganga. Sólin setur yvir býnum! 7

Anne-Lene og Peter skriva Fællesbrev nr. 89 Sumbawanga d. 23.08.2012 Erik Nielsen tryller 43 % af kirkens medlemmer er børn, og det er vigtigt, at der bliver taget særligt hånd om dem. Sidste torsdag kom Erik Nielsen (medarbejder i LM) og 3 unge, Morten og Signe Damm og Elisabeth Nissen, og i går drog de afsted til Mebya. Huset blev fyldt op og Anne-Lene fik en ekstra udfordring med madlavning, da Emma først begyndte i mandags efter to fantastiske måneder i Danmark. Tak til alle der har givet hende en oplevelse for livet. Først havde gæsterne kursus for alle de studerende på bibelskolen i to dage, og Erik prædikede så også ved søndagens gudstjeneste, og siden havde de et mindre kursus for 7 nye BDM volontører, der dels skal arbejde i Kipili og dels i Sumbawanga. Der blev tryllet, måbet, leet, suget til sig og evangeliet blev forkyndt på nye måder, som de studerende ikke var vant til. At de så også fik en masse materiale med, som de kan bruge i deres menigheder, gjorde det jo ikke dårligere. Peter nåede så en skovtur med gæsterne søndag eftermiddag og en tur til bjergene og hulerne om mandagen. Vi takker alle fire for deres undervisning og inspiration til vores studerende (og lærerne). Anne-Lene kom tilbage til Sumbawanga d. 8 Nr. 6 sep. 2012 65. árið

6/8. Hun var til forskellige hjerteundersøgelser i DK og skal have fulgt op på det, når vi skal til missionærkonference i Dar es Salaam i oktober. På Færøerne var hun med til S og J indsættelse og i Danmark nåede hun blandt andet at være med til Nyt Liv s bibellejr og Lærernes Missionsforenings sommerstævne. Peter holdt så skansen i Sumbawanga, fik tid til at tage på bogtur, skrive, læse, være til bryllup, flere begravelser, barselsbesøg, kørt syge og være på tur med Anette og Lea (de to volontører på Bethania) og deres gæster, og en del andet. Og så nåede vi at få besøg af Sophie og Helene, to tidligere volontører, der nu studerer medicin, og som skulle lave undersøgelser i landsbyer omkring Tanganyika-søen en måneds tid. At der så falder en bærbar computer og et kamera af til brug her, siger vi tak for. D. 11/8 begyndte det nye semester. To nye lærere er kommet til, da én skulle til videre studier og en anden skulle være præst og lærer på Brødrekirkens secondary skole, så der skulle også lige køres nogle ture for at hjælpe til med flytning. Riget fattes penge, så der var blevet givet besked om, at der ikke skulle optages så mange studerende i år. Dvs. at der kun er 4 studerende på certificat uddannelsen (3 år) og de ankom alle før undervisningen skulle begynde, mens der kun er 8 på evangelistuddannelsen. Indtil dags dato er kun tre af de evangeliststuderende kommet. Det er lidt lidt. Hvor fornuftigt det så er at bruge rimeligt mange penge på lærerelønninger, og så begrænse antallet af studerende til blot 12, hvis alle kommer, hvad de nok ikke gør, det kan man jo så overveje. Men det er godt at være i gang igen med undervisningen, og det er et privilegium at kunne begynde et nyt undervisningsår med at forære de nye studerende et lille bibliotek til brug i deres studier (en gave fra LM), og siden til glæde og gavn i deres landsbyer. Kærlig hilsen og Guds fred Anne-Lene og Peter Erik Nielsen og volontørerne underviser En tur til bjergene 9

Ov seint Týski presturin Wilhelm Busch er føddur í 1897. Hann las gudfrøði í Tübinger og var prestur í Bielfeld. Síðani varð hann prestur millum námsarbeiðarar og loksins ungdómsprestur í Essen í mong ár. Wilhelm Busch doyði í 1966 á veg heim av møtum í Sassnits í Rügen. Hann skrivaði eisini nógvar bøkur. Her sigur hann frá einari hending: Hetta hendi fyri mongum árum síðani. Eg var bert ein ungur hjálparprestur í einum býi í Westfalen. Sjálvt um eg havi havt nógvar upplivingar gjøgnum lívið, fari eg ongantíð at gloyma hesa hending, sum eg her skal greiða frá. Í mínari kirkjusókn var ein maður um miðalaldur, sum altíð var úti eftir at vanvirða kristindómin, kirkjuna og meg við. Hetta gjørdi hann á ein sera óvirðiligan og illavorðnan hátt. Tá eg hoyrdi hetta, gjørdi eg av at fara at vitja hann. Sjáldan havi eg kent, at ein vitjan hevur verið so miseydnað. Eg royndi at sannføra hann út frá Guds orði, men uttan úrslit. Hann flenti bara, hugdi upp á meg og segði: Tygum nýtast ikki at møða tygum fyri mína skuld. Eg havi langt síðani funnið útav, at tað, tit fáast við, er berur heilaspuni. Annaðhvørt eru tað 10 Nr. 6 sep. 2012 65. árið

tit prestar sjálvir, sum eru býttir, ella eru tit í minsta lagi í tænastu hjá ávísum maktum fyri at gera onnur býtt. Gud livir! segði eg. Ein dagin skulu tygum sjálvur standa framman fyri honum. Tá brast hann í skellilátur: Eg haldi, at tit skemta, tá ið tit royna at ræða fólk við tí, sum kemur aftan á deyðan. Deyðin er ikki at skemta við, svaraði eg. Kanska skilja tygum tað, tann dagin tygum skulu doyggja. Tá gjørdist hann knappliga hátíðarligur og segði: Lurta nú eftir, hvat eg sigi. Ongantíð, eg sigi umaftur, ongantíð fari eg at hava brúk fyri tygum. Eg eri ikki eitt av hesum neyðardýrunum, sum brádliga rópa eftir Gudi, tá tey skulu doyggja. At doyggja, er tað mest natúrliga í hesi verð. Hvør lítil planta følnar til endans. Tað er júst tað sama við menniskjanum. Tit vilja gera tað til nakað yvirnatúrligt, og hetta billa tit fólki inn, tá ið tey skulu doyggja. Eg fór. Hesin maðurin hevði tikið eina avgerð. Hann vildi liva og doyggja uttan Gud. Her kundi eg einki gera. hann á ongan hátt ynskir at síggja meg. Konan skalv á málinum og rópti: Tygum mugu koma! Hann hevur sjálvur sent meg eftir tygum. Hann rópar aftur og aftur: Presturin hevði kortini rætt! Presturin hevði kortini rætt! Eg gjørdi meg kláran og skundaði mær avstað, men eg kom ov seint. Maðurin lá við ongum viti, og hann kom ongantíð aftur til sín sjálvs. Eg royndi sjálvsagt at treingja gjøgnum myrkrið við nøkrum orðum úr Bíbliuni um, at Krists Guds sonar blóð reinsar frá allari synd, men eg hevði varhugan av, at hann einki skilti av hesum. So doyði hann. Tað var ikki kuldin í rúminum, sum gjørdi at eg skalv. Eg var bæði sinnisrørdur og sorgarbundin. Tá kom mær í huga, máttmiklu bønina hjá gudsmanninum Mósesi: At telja várar dagar tú okkum læri, at vit mega vísdóm í hjartanum fáa. Sálmur 90,12. Lea Juul týddi. Men har mistók eg meg. Umleið eitt ár gekk. Eina náttina bankar harðliga á hurðina. Uttanfyri stóð kona henda mannin. Hon bað meg koma heim við sær beinanvegin. Maðurin hevði verið sjúkur eina tíð. Nú høvdu læknarnir mist alla vón. Hann hevði stutta tíð eftir at liva og lá nú til tað síðsta. Men kæra frúa, mótmælti eg. Maður tygara hevur so staðiliga sagt mær, at hann ikki vildi síggja meg, tá hann lá á deyðastrá. Ta ferðina hevði eg ikki varhugan av, at tað so skjótt kundi verða ein spurningur um hetta. Men eg kann ikki koma við tygum, tá ið Wilhelm Busch 11

Í staðin fyri... Ein summardag fór ein mamma niðan í hagan við tveimum døtrum at henta ber. Genturnar vóru seks og eitt ára gamlar. Tær itu Margit og Ása. Meðan mamman fór longur niðaná at henta fleiri ber, lovaði Margit, at hon skuldi ansa eftir Ásu, sum lá og svav í barnavogninum, og mamman, sum ikki fór so langt, bað Margit rópa og siga sær frá, um Ása vaknaði. Margit hevði tikið dukkuna og kaninina við, og so setti hon seg at spæla við dukkuna, meðan kaninin hoppaði runt í haganum. Tá ið kaninin hevði hoppað eina løtu, varð hon móð og legði seg at sova í føvninginum á Margit. Margit tók eisini dukkuna í føvningin og var um at sovna, men so hvakk hon við, tí henni kom til hugs, at hon mátti ansa eftir Ásu og kaninini, sum lógu og svóvu. Hon kundi eisini hugsað sær at sloppið niðan til mammuna at henta ber, tí har uppi vóru nógv fleiri ber enn har niðri, men júst tá kom mamman oman til hennara at vita, hvussu stóð til, og tá ið hon sá, at alt gekk væl, fór hon ein túr niðan aftur. Meðan Margit sat og keddi seg og longdist eftir, at mamman skuldi koma aftur, sat hon og hugdi upp í luftina. Knappliga helt hon seg síggja ein eingil koma flúgvandi ímóti henni, men tá hann kom nærri, sá hon at tað als ikki var ein eingil, men ein ørn. Hon hevði hoyrt um eina ørn, sum ein dagin hevði tikið eitt barn og flogið upp í reiðrið hjá sær, har hon hevði etið barnið. Hetta mátti ikki henda Ásu, so Margit kastaði kaninina frá sær og legði seg oman á vognin, meðan hon rópti á ørnina, at hon ikki mátti taka Ásu, men í staðin fyri kundi taka kaninina. Ørnin fleyg avstað við kaninini, og Margit varð sera kedd, tá ið hon sá ørnina fara avstað við tí sprellandi og hvínandi kaninini, sum hon var so góð við, og hon legði seg niður at gráta. Mamman hevði eisini sæð ørnina, og at hon hevði okkurt í klørnum, tá ið hon fleyg framvið. Hon rann oman til døturnar og var sera takksom, tá ið hon sá, at tað ikki var Ásu, sum ørnin var farin avstað við. Hon tók Margit upp í fangið og uggaði hana, meðan Margit aftur og aftur grátandi segði upp í saman : Ørnin tók kaninina ístaðin fyri Ásu. 12 Nr. 6 sep. 2012 65. árið

Mamman fekk fatur í hjálp, og Margit var borin til hús, meðan mamman trillaði Ásu heim. Margit var púrasta fyri ongum og mátti beinleiðis í song, tá ið hon kom aftur. Hon sovnaði við dukkuni í føvninginum. Tá ið hon vaknaði seinni, sat ein kona, sum hon kendi sera væl, við song hennara. Hon fór aftur at gráta um kaninina, men konan spurdi hana, um hon ikki helt tað vera betri, at ørnin tók kaninina ístaðin fyri Ásu. Jú tí var Margit samd í, hon helt eisini, at tað var frægari, at kaninin doyði ístaðin fyri Ásu. So spurdi konan Margit, um hon nakrantíð hevði hoyrt um ein persón, sum var deyður fyri nógv onnur. Um hon visti, at tað var ein persónur, sum einaferð doyði, fyri at hon skuldi sleppa at liva. Margit skilti hetta ikki og spurdi, um ein ørn einaferð hevði tikið ein annan ístaðin fyri seg. Konan royndi so at greiða henni frá, at øll menniskju hava ein fígginda, sum eitur illimaður, og at hann liggur altíð og lúrir eftir menniskjunum fyri at fáa tey at gera tað ónda, sum hann ynskir. Men so hava menniskju eisini ein sera góðan vin, sum ynskir at gera tað besta fyri øll menniskju. Tá legði Margit aftrat, at hann kendi hon væl, og at hann æt Jesus. Hon visti eisini, at hann var hongdur á ein kross og doyði. Tá svaraði konan, at hann doyði ístaðin fyri seg, Margit og øll menniskju, so at tey skuldu sleppa at liva. Tá Margit hevði hoyrt hetta, segði hon, at hon ikki longur fór at gráta um kaninina, men heldur at gleðast um, at hon doyði ístaðin fyri Ásu. Nakrar dagar seinni kom konan aftur at vitja Margit, og tá hevði hon teknað eina mynd til Margit. Á myndina hevði hon teknað eina ørn, sum stóð á einum kletti við eini deyðari kanin í klørnum. Undir myndini varð skrivað: Ístaðin fyri... Myndin varð hongd upp á veggin uppi yvir songini hjá Margit. Leysliga umsett Petra Gregersen Nýggir haldarar Eg ynski at halda Kirkjuligt Missiónsblað. Navn: Bústaður: Postnr. og bygd/býur: Undirskrift: At senda til: Kirkjuligt Missiónsblað, Undir Klakki 39, FO-700 Klaksvík 13

BARNASÍÐAN Petra Gregersen Sámuel Eftir at foreldrini hjá Sámuel høvdu latið hann upp í hendurnar á Eli, sum var prestur í halgidóminum í Silo, brúkti Sámuel lív sítt til at tæna Eli og Guði. Eitt kvøldið Sámuel var farin til songar, hoyrdi hann onkran rópa á seg. Hann helt tað vera Eli og rann inn til hansara at vita, hvat ið hann vildi, men Eli bað hann bara leggja seg aftur, tí at hann hevði ikki rópt á hann. Tríggjar ferðir rópti onkur á Sámuel, og tríggjar ferðir rann hann inn til Eli, men triðju ferð visti Eli, at tað var Guð, sum kallaði á Sámuel og segði við hann, at næstu ferð hann hoyrdi røddina, skuldi hann svara: Tala, Harri, tí at tænari tín hoyrir. Tá røddin kallaði á Sámuel einaferð aftrat, lurtaði hann, og Guð segði við Sámuel, at hann skuldi siga við Eli, at Guð var ónøgdur við hann, tí hann ikki nóg harðliga hevði átalað synir sínar, sum vóru prestar, sjálvt um hann visti av, at teir vanvirdu Guð. Afturfyri vildi Guð døma ætt hansara í ævir. Sámuel tordi illa at fara til Eli og siga honum, hvat ið Guð hevði sagt, men tá Eli sá hann, bað hann Samuel siga sær alt. Tá ið Sámuel hevði sagt honum frá tí, sum Guð hevði talað, suffaði hann og segði, at Guð mátti gera tað, sum hann helt vera best, og at hann ikki ætlaði at seta seg upp ímóti Guði. Guð vælsignaði Sámuel og gav honum profetisk orð, sum hann uppfylti, og ísraelsfólk fataðu hann sum ein sannan profet. Guð helt eisini á at opinbera seg fyri Sámuel, og Sámuel gav opinberingarnar víðari til fólkið. Á henda hátt náddi Guðs orð út til alt ísraelsfólk, sum í eina tíð ikki hevði hoyrt Guðs orð verið talað. 14 Nr. 6 sep. 2012 65. árið

BARNASÍÐAN 15

Tess vegna, mínir elskaðu brøður, verið fastir, óvikiligir, altíð framtøknir í Harrans verki, við tað at tit vita, at arbeiði tykkara ikki er burturspilt í Harranum. 1.kor.15,58 Er Harrin við í arbeiði okkara, so er tað ikki burturspilt, stendur týðuliga og greitt í hesum ørindinum. Tað er ræðandi at hugsa um, hvat hendir, um vit ikki hava Harran við í okkara arbeiði. Sum trúgvandi hava vit ofta ymiskar uppgávur í okkara samkomu, og viðhvørt hava vit nógv at hugsa um, og tá kann vandi vera fyri, at vit gloyma at hava Harran við okkum í tí, sum vit gera. Tí er tað álvarsamt at lesa hetta ørindið. Er okkara arbeiðið tá burturspilt???? Ið hvussu so er, fáa vit tað lyftið, at um vit hava Harran við, so er arbeiðið okkara ikki burturspilt. Í Johs 6, 5-13 lesa vit um undrið, tá ið Jesus gav 5000 menniskjum mat. Smádrongurin hevði fimm breyð og tveir fiskar, og eins og lærusveinurin Andrias hugsaði, soleiðis høvdu vit óivað eisini havt hugsað. Tað røkkur ikki langt. Men tað, sum vit kunnu læra av hesum undrinum, er, at uttan Guðs signing røkkur tað, sum vit hvør einstakur ger, ikki langt. Um drongurin bara sjálvur uttan Guds signing hevði býtt breyðið og fiskarnar út, so hevði tað bara verið nóg mikið til drongin og nøkur fá aftrat. Uttan Guðs signing hevði tað í hesum førinum heldur ikki hjálpt, um onkur hevði væl meira av mati. Filippus segði eisini við Jesus, at teir høvdu 200 denarar, men at teir verri enn so kundu fáa breyð og fiskar til 5000 fólk fyri tað. Tað, sum vit síggja í hesum undrinum er, at heilt lítið við Guðs signing verður til ov nógv. Tað leyp av. Tað lítla, sum var, var lagt í Jesu hendur, vælsignað av honum, og so varð tað ov nógv. Tí skulu vit kveistra allar sovorðnar hugsanir burtur, at tað, sum vit gera, munar so lítið, men ístaðin leggja alt í Guðs hendur og lata hann vælsigna okkara gerning, so hava vit lyfti frá Gudi um, at arbeiði okkara ikki er burturspilt. Petra Gregersen Umbróting: Brandur Petersen Prent: Estra Ábyrgd: Jóhan Henriksen Útgevari: Kirkjuliga Missiónsfelagið Undir Hálsi 14 FO-700 Klaksvík Tlf.: 457795 T-postur: kmf@kmf.fo Heimasíða: www.kmf.fo Konta: 9181-495.337.3 Kirkjuligt Missiónsblað kemur út 8 ferðir um árið ( feb, mar, mai, jun, aug, sep, nov, og des) Haldaragjald: kr. 150,- Tað er ókeypis restina av 2012 16 Nr. 6 sep. 2012 65. árið