FLOKSSETT Í NÁMI AUGUST 2013 FLOKSSETT 1

Relaterede dokumenter
DANSK Danskt sum 1., 2. og 3. mál. Olly Poulsen, Sarita Eriksen og Solveig Debess

FLOKSSETT Í NÁMI JUNI 2015 FLOKSSETT 1

DANSK Danskt sum 1., 2. og 3. mál

- Webundersøgelse, Fólkaskúlaráðið, oktober Fólkaskúlaráðið. Undersøgelse om læreres og skolelederes syn på

Inklusión, Relatiónir og Felagsskapurin. Rógvi Thomsen, cand.ped., pedagogiskur ráðgevi Hósdagur 16. januar 2014

Vegleiðing at dagføra GPS-kort. Tillukku við tínum keypi av GPS-korti. Kortið fevnir um Føroyar.

Færøerne for så vidt angår danskerne Kanning um hvat danir vita og halda um Føroyar og føroyingar

Børn og doyving Kunning til foreldur

Søgan um "Vesturhavið Blíða"

forbindelse med både ansættelse, ændring i ansættelsesforhold og ved afslutning af ansættelsen.

MENNINGARÆTLAN FYRI DAGSTOVNIN Í ØKSNAGERÐI

Tryggingartreytir fyri Bólkalívstrygging

Námsferð 25. mai 5. juni 2017

Kirkjuligt Missiónsblað

Sagsøgeren har påstået sagsøgte dømt til at betale kr. med procesrente fra den 26. juni 2003, subsidiært procesrente fra den 22. april 2008.

Ein livandi Kristus til ein doyggjandi heim

Fólkaheilsukanning Hvussu hevur tú tað 2015

Minni um teir, sum sigldu og teir, sum doyðu undir krígnum Ferðin hjá "Johannu" eitt rimmar tiltak.

Kirkjuligt Missiónsblað

Marius smíðar bát í Íslandi. ALS 10 ár. Stór frásøgn frá hátíðarhaldinum. Bjarni Djurholm má steðgast og fiskimonnum má vera tryggjað rættindi.

samstarva At veita eina um skjóta hettar og tilboðið: goða viðgerð til kvinnur við burðartunglyndi.

Strongdkanning av limum hjá Starvsmannafelagnum. Gjørd av Fegin Ábyrgdari: Niclas Heri Jákupsson

Kirkjuligt Missiónsblað

Tøl um royking í Føroyum

Mikudagin TANN 15. apríl verður ráðstevna á Hotel Føroyum um multiresistentar bakteriur og antibiotikaresistens

Sigurd fekk medalju fyri sigling í krígstíð í Íslandi

hægri útbúgvingartilboð í Føroyum er tað møguligt? Hannes Gislason, Prof., PhD., deildarleiðari, Náttúruvísindadeildin

Bekendtgørelse om arbejdsløshedsforsikring ved arbejde mv.m.v. inden for EØS, Færøerne og i det øvrige udland


Heilsu- og innlendismálaráðið

Klagan til TV2. Hvat kann gerast. Upplivdi illveðrið í 1932, ið beindi fyri formanni í FF. Livravirkið á Eiði. Frásøgn hjá Andrew Godtfred:

Under arbejdet med kunngerðini er jeg blevet opmærksom på 3 områder i loven, jeg mener vi lige må tænke over en ekstra gang.

HUGSKOTSKATALOG NORÐURLENDSKA BÓKASAVNSVIKA

ATLANTIC AIRWAYS KAPPINGIN H71 - NEISTIN. Sunnudagin 28. september kl Hoyvíkshøllin

Enok maðurin, sum gekk við Gudi

Leiðarans leiklutur og samskifti í broytingum

Bakstøði Ynski var: - At lýsa teir møguleikar og tær treytir eldri fólk í Føroyum hava fyri einum góðum lívi í eldri árum - At lýsa hvørji átøk kunnu

Liðugfráboðan til eftirlits av Brunaávaringarskipan

Kirkjuligt Missiónsblað

Aftaná eitt misálit Tað hjálpir einki bert at seta nýggjan landsstýrismann. Tað, sum ræður um, er ein fullkomilig umskipan av fiskimálaráðnum.

Út á Fagranes, har 7 fiskimenn mistu lívið í 1927

Gott at vita við útskriving & heimavitjan

Ríki maður og Lázarus Luk. 16,

Nr. 1 Februar árið

Givið út 30. mai 2017

Kirkjuligt Missiónsblað

Heilsu- og innlendismálaráðið

Lívsins salt. Vit hava verið í Ibiza og hugt eftir saltframleiðslu. Neptun og Nólsoy

HEVUR JESUS NAKRAN TÝDNING

Gamlar myndir úr Norðuroyggjum

Føroyskur saltfiskur væl umtóktur

Magni Laksáfoss. Magni Laksáfoss, Fróðskaparsetur Føroya

Jesus biður fyri okkum Joh. 17, 20-26

Konference om affald på havet

Kvinnurnar við grøvina

Kvinnan við Sikarsbrunn Partur II Joh. 4, 1-43

HAPPING Í FÓLKASKÚLANUM

Innihald INNGANGUR UM KANNINGINA UM BMI-KANNINGAR AV BØRNUM KANNING AV BMI HJÁ BØRNUM Í 1. FLOKKI...11

Nr mai árg. Lívsins orð

Frágreiðing frá Skipaeftirlitinum um arbeiðsvanlukku umborð á Túgvusteini hin

Kirkjuligt Missiónsblað

Almannastovan. Almannastovan. Skjal 11. Dagur J. nr I. Almanna- & Heilsumálastýrið Fyrisitingardeildin Eirargarður Tórshavn

Kirkjuligt Missiónsblað

Blákrossheimið Ársfrágreiðing 2017

Viðvíkjandi klagu um hækking av gjaldi fyri løggilding av elinnleggjarum

Kirkjuligt Missiónsblað

Ferðafra søgn. Í Íslandi og Danmark januar 2015

HAVNAR KLUBBI oktober Endurgerð av minnisriti Havnar Klubba, tá hann fylti 160 ár.

Orðið eigur í føroyskari felagsverklóg 1

Fakturablanketten virk.dk. 1 At senda elektroniskar rokningar við fakturablanketten

SSP lítur aftur um bak

YVIRLIT. Anne Malmström Hilde Mugaas Sara Lundberg Martin Mohr Olsen, Jacob Mellåker

Hvussu kunnu vit liva sum trúgvandi í dag?

Tine Færch Jørgensen. Til Trafik- og Byggestyrelsen

Síða 1 av 7. Inngangur

Mette stange Lena Jacobsen týddi OG FLOKSLEIÐSLA

MÁL OG MIÐ ALMENN FYRIBYRGING Í SSP

Kirkjuligt Missiónsblað

Kirkjuligt Missiónsblað

Vælkomin til Byggivirkið KBH Sp/f

Um sjónleikir og sjónleikarar á Strondum og eina forkunnuga vitjan í Heygsstøð í 1959

Fiskimaðurin Andrias í Tarti. Vit ynskja honum tillukku og hava 5. part av hansara lívssøgu. M.a. eru vit í barsil hjá Georg L. Samuelsen í 1911.

Svenskur elitusvimjivenjari

Kirkjuligt Missiónsblað

Skiparin sum virkaði sum tannlækni

Kirkjuligt Missiónsblað

Men størstur av teimum er kærleikin

Ársins studentur. Áhugaverd frásøgn frá meslingagrindini, sum var í Gøtu í Vit hava myndir frá grindini, sum ikki fyrr hava verið alment kendar.

Kirkjuligt Missiónsblað

Nýggj stjórnarskipan má fyrst og fremst verja borgaran

Hugburður til føroysk yrkisorð

Løgmaður um fiskivinnuna

SAMNORDISK PENSIONÄRSKULTUR Tórshavn, Føroyar 3-10 august 2014

Kirkjuligt Missiónsblað

Fiskimaðurin sum gjørdist dýnukongur

U l m æruna hjá Darwini í undirvísin i gi i

Uppskot til. ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar partar av broytingum í hjúnabandslógini og rættarvirknaðarlógini

Kann søgukritiska háttalagið brúkast til bíbliugransking?

Kirkjuligt Missiónsblað

Prát um rúsdrekka. Undirvísingartilfar um ung og rúsdrekka

Transkript:

FLOKSSETT Í NÁMI AUGUST 2013 FLOKSSETT 1

2 FLOKSSETT

Fororð Hesin faldari er gjørdur í sambandi við eitt átak hjá Námi. Vit hava keypt nógv nýggj flokssett og hava lagt afturat teimum verandi, so at útboð okkara nú er munandi ment, umframt at vit eiga enn fleiri eintøk av hvørjum flokssetti serliga á føroyskum. Fyri at gera vart við hetta og við júst hesa tænastu okkara verður hesin faldari latin øllum skúlum. Í hesum faldara eru víst 244 flokssett við bókum útgivnar eftir ár 2000. Í Námi eru samanlagt yvir 800 flokssett til láns bæði føroyskar, danskar, enskar og týskar fagurbókmentir umframt nakað av yrkisbókmentum. Málið er at keypa so nógvar nýggjar bókmentir, sum til ber, og vit taka eisini fegin ímóti tilmælum frá okkara brúkarum, sum so støða verður tikin til. Av flestu bókunum er ognin hjá Námi uml. 30 eintøk, men í størri og størri mun verða nú keypt umleið 60 eintøk til hvørt flokssett fyri eisini at nøkta tørvin hjá skúlum við stórum flokkum. Eyðsæð er, at ein slíkur faldari bert er tíðarbærur tann dag, hann verður prentaður. Tí eru ráðini til lænaran at halda seg dagførdan í Dantek Booking-skipanini hjá Námi, har nýtt tilfar verður skrásett so hvørt (sí niðanfyri). Vegleðing um lán frá Námi Goymsla av flokssettum Goymsla av flokssettum eins og lesi- og evnakøssum er ikki longur í avgreiðsluni í Námi. Gevið tí gæt ur, at um ein ynskir at heinta eitt flokssett í avgreiðsluni hjá Námi, er neyðugt at bíleggja tað í seinasta lagi dagin fyri. Tað kann gerast umvegis bókasavnsskipanina, teldupost nam@nam.fo ella við at ringja tlf. 755 150. Tó er eitt eintak av hvørj ari bók í flokssetti altíð til taks í bókaframsýningini. Tænastan FAST SAMBAND er mánadag, týsdag og mikudag, tá tilfar umvegis Posta verður sent skúlunum. Posta heintar tilfarið aftur eftir nærri avtalu við skúlan. Í framsýningini í Námi kunnu filmar, ljóðbøkur, kunn ingartilfar og handbøkur framvegis lænast við disk in uttan bílegging frammanundan. Kunning á netinum Viðskiftafólk hjá Námi kunnu leita eftir tilfari og bíleggja umvegis okkara netskipan, Dantek Booking ein grunnur við øllum tí tilfari, sum er í Námi. Slóð til skipanina er niðast á Námheimasíðuni. Á forsíðuni til skipanina er vegleiðing um, hvussu leitast kann t.d. eftir evni, floks stigi, máli o.s.fr.. Fyri at kunna bíleggja umvegis Dantek Booking krevst lænaranummar og pinkota, ið fæst við at venda tær til Nám á tlf 755 150 ella teldupost oyvor@nam.fo. Lánsreglur Skúlar, barnagarðar, frítíðarskúlar og líknandi stovnar innan undirvísing og ansing kunnu læna frá Námi og lán eru ókeypis. Tilfar, sum fær skaða ella verður burtur, kemur undir reglurnar viðv. endur gjaldi, ið er grundað á prísin fyri burturmista tilfarið. Skúlin ella stovn urin, sum lænarin er knýttur at, ber endurgjaldsskylduna. Lænitíðir: Kunningartilfar og handbøkur 4 vikur Filmar 2 vikur Flokssett og ljóðbøkur 6 vikur Er tilfarið ikki umbiðið av øðrum lænara, ber til at leingja lánstíðina. Haldið tíðarfreistina næsti lænari er ein starvsfelagi! FLOKSSETT 3

FLOKSSETT Í NÁMI Útgáva: Nám Nám - august 2013 4 FLOKSSETT

Føroysk flokssett FLOKSSETT 5

Føroysk flokssett - 1-3 Lindgren, Astrid, Søgur úr Dundurdali Útgevari: Føroya Lærarafelags, 2007 Síðutal: 80 Floksstig: 0-3 Lýsing: Søgur fyri børn. Í Dundurdali búgva sjey børn. Tey spæla næstan altíð, og ikki gongur tað altíð so friðarliga fyri seg. Widmark, Martin Blaðgátan Útgevari: BFL Síðutal: 93 Floksstig: 0-3 Lýsing: Krimisøga til børn. Alt er ein hurluvasi í Válavík: Skúlastjórin snýtir í skúlanum, Muhammed Karat brúkar falskar gimsteinar og løgregluovastin stjelur súrepli! Lassi og Maia trúgva ikki sínum egnu eygum, tá tey lesa tað, sum stendur í Válavíkarblaðnum, men maðurin í kioskini er glaður, tí blaðið selur sum ísur um summarið. Lassi og Maia gera av at fara undir at loysa gáturnar, tí hetta kann ikki vera rætt, og haraftrat er so sum so við stavingini í blaðnum, so her ruggar alt ikki rætt. Andreassen, Sólgerð, Knassi og Rokkarin Útgevari: Sansan, 2008 Síðutal: 70 Floksstig: 1-3 Lýsing: Søga fyri børn. Heimalambið Knassi verður sett í fjósið saman við tí garvilla frísuta Rokkaranum. Hetta gongur ikki væl, men tá ringast stendur til hjá KnaWssa, kemur ein vættur at ugga hann og at siga frá søgum. Bross, Helena, Sterkastur í flokkinum Útgevari: Føroya lærarafelag, 2009 Síðutal: 56 Floksstig: 1-3 Lýsing: Edvin skal byrja í fyrsta flokki, og hann gleðir seg sjálvandi. Hann fær gamla ryggsekkin hjá pápanum at brúka sum skúlatasku, men øll vita, hvussu týdningarmikið tað er at hava røttu taskuna. Eriksson, Amanda, Mítt ljósareyða lív Útgevari: Føroya Lærarafelag, 2005 Síðutal: 26 Floksstig: 1-3 Lýsing: Myndabók. Tað er gott, at abbi dugir at finna uppá. Hann hjálpir gent uni, sum knappliga vil hava eitt ljósareytt lív. Hon eigur ongar pengar, og mamman hevur ikki tíð. 6 FLOKSSETT

Føroysk flokssett - 1-3 Fuglø, Edward, Vampýrella Útgevari: Føroya lærarafelag, 2011 Síðutal: 31 Floksstig: 1-3 Lýsing: Myndabók fyri børn. Um teir báðar beiggjarnar Karl og Knút, sum eru farnir at ivast í, um systirin Ella er sum onnur, ella um hon er ein vampýrur. Knappliga fer Ella at broytast, og beiggjarnir fylgja við í hesi ørkymlandi broytingini, sum fær teir at ógvast við. Gaard, Guðrun, Um gentur og tunnuflakar og ein ommuprikkutan kjóla Útgevari: Føroya Lærarafelag, 2005 Síðutal: 26 Floksstig: 1-3 Lýsing: Søga fyri børn. Gentur eiga ikki at dálka seg, men tað leggur henda gentan einki í, tí tað er so stuttligt at sigla í tunnuflaka, eisini um kjólin er spildurnýggjur. Haugaard, Ilse M., Karl K. - einligur sonur Útgevari. Føroya Lærarafelag, 2005 Síðutal: 46 Floksstig: 1-3 Lýsing: Søga fyri børn. Karl K. er átta ár, hann sigur seg vera einligur sonur, tí so er hann í øllum føri okkurt. Og tað er ikki so galið at vera einligur sonur. Karl K. hugsar nógv, tá ið hann ikki er saman við besta vini sínum Kristini. King-Smith, Dick, Hennara hátign Sleikisneis Útgevari: BFL Síðutal: 120 Floksstig: 1-3 Lýsing: Søga um prinsessuna Petronellu sum ynskir sær ein grís. Og hann fær hon,tí at øll vita at hon verður í øðini um hon ikki fær sín vilja. Men grísurin er ikki ein vanligur grísur... Hole, Stian, Summarið hjá Gudmundi Útgevari: Føroya lærarafelag, 2011 Síðutal: 44 Floksstig: 1-3 Lýsing: Myndabók. Seks ára gamli Gudmundur stendur við eitt vegamót. Hann skal í skúla, og hann stúrir eitt sindur fyri tí. Men tíbetur hevur Gudmundur bæði foreldur og ommur, sum duga at tosa við hann. Huainigg, Franz-Joseph, Føtur mínir eru koyristólurin Útgevari: Føroya lærarafelag, 2005 Síðutal: 26 Floksstig: 1-3 Lýsing: Myndabók. Margit ber brek, men heldur tað vera púra natúrligt at hava koyri stól sum føtur, eins og onnur halda tað vera at hava føtur. FLOKSSETT 7

Føroysk flokssett - 1-3 Johansen, Oddvør, Vinni vespa Útgevari: Føroya lærarafelag, 2009 Síðutal: 28 Floksstig: 1-3 Lýsing: Myndabók. Ein lítil vespa hevur sovið allan veturin í einum urtapotti, men tá várið kemur, vaknar hon og fer til verka. Men í býnum eru øll ikki líka glað fyri henda nýggja gest, ið komin er. Kunnas, Mauri, Víkingarnir koma! Útgevarar: Føroya lærarafelag, 2007 Síðutal: 51 Floksstig: 1-3 Lýsing: Myndabók. Átta nýmótans víkingasøgur. Vit hitta eina ørgrynnum av hetjum, m.a: Gunnar Geitafjørð, Búa Berserk, ungu víkingagentuna Køtlu og eina reyða kúgv. Madonna, Ensku rósurnar Útgevarar: Føroya lærarafelag, 2003 Síðutal: 46 Floksstig: 1-3 Lýsing: Fýra vinkonur eru øvundsjúkar inn á Binu og vilja ikki vera saman við henni. Men ein álva vísir teimum, at Bina er bæði einsamøll og móðurleys. Michelsen, Sólrún, Vár Útgevari: Føroya Skúlabókagrunnur, 2004 Síðutal: 26 Floksstøði: 1-3 Torleikastig: Fæst bæði sum løtt og miðal Lýsing: Søga um Hervør og Høgna, og um várið, tjøldur, maðkar og starar. Michelsen, Sólrún, Abbi og apan Útgevari: Føroya skúlabókagrunnur, 2005 Síðutal: 24 Floksstig: 1-3 Torleikastig: Fæst bæði sum løtt og miðal Lýsing: Søga um Hervør og Høgna, og um abba teirra, ið tekur eina apu heim við úr Afrika. Michelsen, Sólrún, Jólagávur Útgevari: Føroya skúlabókagrunnur, 2005 Síðutal: 31 Floksstig: 1-3 Torleikastig: Fæst bæði sum løtt og miðal Lýsing: Hervør og Høgni finna upp á ráð, tá tey skulu geva mammu og pápa jólagávur. Tá er gott at eiga eina ommu í nánd, og tað er ikki altíð neyðugt at fara til handils at finna røttu jólagávurnar. 8 FLOKSSETT

Lívfrøði til tey elstu! 9 HANNIS 311936 FLOKSSETT gjølligar royndarvegleiðingar. Við teimum hava lærarar og næmingar høvi at gera spennandi royndir, sum kunnu geva eina betri kenslu av, hvat lívfrøði er. Í arbeiðsbókunum eru eisini Minnist tú? spurningar og Hevur tú skilt? spurningar umframt uppgávur. Við lærarabókunum hava lærarar høvi at fáa hent ráð og størri innlit í ávís evni. Har eru eisini listar við uppgávusvarum umframt støðuroyndir at margfalda til næmingarnar. HANNIS 311836 Lívfrøðibókarøðin, sum er ætlað 7., 8. og 9. flokki, fevnir um næmingabók, arbeiðsbók og lærarabók til hvønn árgangin. Higartil eru allar bøkurnar útgivnar uttan ein lærarabókin til Lívfrøði 3, sum er ávegis. Tað er Magnus Gaard, studentaskúlalærari, sum hevur skrivað. Hannis Egholm hevur umbrotið bøkurnar og teknað til tær. Føroyaprent hevur tikið sær av prentingini. Bøkurnar viðgera ein hóp av spennandi lívfrøðiligum evnum, sí nærri lýsing á SNAR. Í arbeiðsbókunum eru

Føroysk flokssett - 1-3 Michelsen, Sólrún, Morgun Útgevari: Føroya Skúlabókagrunnur, 2003 Síðutal: 26 Floksstig: 1-3 Torleikastig: Fæst bæði sum løtt og miðal Lýsing: Søga um Hervør og Høgna, um at skula upp um morgunin, í skúla og um at blíva ov seinur. Mueller, Dagmar H., Heystið hjá ommu Útgevari. Føroya lærarafelag, 2006 Síðutal: 26 Floksstig: 1-3 Lýsing: Myndabók. Omma Paulu, sum eitur Anna, er ikki akkurát soleiðis, sum aðrar ommur eru. Hon hevur Alzheimersjúkuna. Paula fortelur, hvussu tað er at búgva saman við Annu ommu, hvussu tey royna at stuðla henni, og um alt tað, sum Anna omma dugir best av øllum. Oskarsson, Bárður, Stríðið um tað góða grasið Útgevari: Føroya lærarafelag, 2012 Síðutal: 33 Floksstig: 1-3 Lýsing: Myndabók. Kaninirnar renna, hoppa og spæla sær í tí besta, bleytasta og grønasta grasinum í landinum. Tað er bara tað, at tær ikki fáa frið fyri hundinum, sum jagstra kaninirnar, tí hundar jagstra alt, og so pissa og kukka teir eisni í tað góða grasið. Simon, Francesca, Herviligi Henry og trølladaddan Útgevari: Føroya lærarafelag, 2009 Síðutal: 96 Floksstig: 1-3 Lýsing: Søga fyri børn um herviliga Henry, sum øll elska at hata. Simon, Francesca, Herviligi Henry Útgevari: Føroya lærarafelag, 2007 Síðutal: 96 Floksstig: 1-3 Lýsing: Søga fyri børn um herviliga Henry sum øll elska at hata. Widmark, Martin, Gimsteinagátan Útgevari. Føroya lærarafelag, 2006 Síðutal: 72 Floksstig: 1-3 Lýsing: Krimisøga. Onkur hevur stolið gimsteinar frá gullsmiðinum. Mangt bendir á, at eitt av starvsfólkunum í handlinum er tjóvurin. Løgreglan stendur á berum, so nú mugu Lassi og Maia taka sær av málinum. 10 FLOKSSETT

Føroysk fl okssett - 1-3 / 1-4 / 2-4 / 4-6 Widmark, Martin, Gistingarhúsgátan Útgevari: Føroya lærarafelag, 2006 Síðutal: 72 Floksstig: 1-3 Lýsing: Krimisøga. Sjálvan jólaaftan fer hin fína familjan Åkerø á gistingarhús. Starvsfólkið fyrireikar eina stóra jólaveitslu, men so verða trupulleikar, og Lassi og Maia mugu enn eina ferð til at loysa eitt sera torført mál. Widmark, Martin, Skúlagátan Útgevari: Føroya lærarafelag, 2009 Síðutal: 88 Floksstig: 1-3 Lýsing: Krimisøga til børn. Í Válavík floymir tað yvir við følskum pengaseðlum. Sporini føra Lassa og Maiu til teirra enga skúla. Men fyri at avdúka tann seka mugu tey sita á varðhaldi um náttina og duga væl við amboðunum, tá ið fingramerki skulu savnast inn. Ein halastjørna er komin Útgevari: BFL Síðutal: 110 + 1 fløga Floksstig: 1-4 Lýsing: Yrkingar eftir: Lotta Olsson Anderberg, Thórarinn Eldjárn, Kirsten Hammann, Hannele Huovi, Eva Jensen, Alexandur Kristiansen, Hanne Kvist, Barbro Lindgren, Tittamari Marttinen, Finn Øglænd. Lindgren, Astrid, Emil og Ida í Lønnibergi Útgevari: Føroya lærarafelag, 2009 Síðutal: 120 Floksstig: 1-4 Lýsing: 3 myndabøkur um Emil og Idu og teirra skálkabrøgd. Í Kattholti í Lønnibergi er hugnaligt, tað halda øll. Eisini á verkstaðnum er hugnaligt; har situr Emil mangan og hugsar um síni skálkabrøgd. Ida lítla vil hava Emil at læra seg at gera skálkabrøgd. Men tað ber ikki til, sigur Emil, tí skálgabrøgd tey bara koma! Lidbeck, Petter, Gandakeppurin Útgevari: Føroya lærarafelag, 2009 Síðutal: 115 Floksstig: 2-4 Lýsing: Søga fyru børn. Tá ið Mustaf, býttlingurin í flokkinum, fær fatur á einum gandakeppi, vendist lív hansara fullkomiliga á høvdið. Knappliga dugir hann at svar øllum spurningum, og eftir einum degi verður hann kendur í sjónvarpi. Men framgogdin hevur sín prís. Fuglø, Edward, Apollonia Útgevari: Føroya lærarafelag, 2007 Síðutal: 33 Floksstig: 4-6 Lýsing: Myndabók fyri børn. Um seymikonuna Apolloniu, sum arbeiðir í leikhúsinum og sum altíð hevur ynskt at verið sjónleikari. FLOKSSETT 11

Føroysk flokssett - 4-6 Fuglø, Edward, Poetikus Útgevari: Føroya lærarafelag, 2012 Síðutal: 30 Floksstig: 4-6 Lýsing: Myndabók fyri børn. Poetikus hevur klaffa fyri eygað og gongur í síðum, svørtum regnfrakka og gummistivlum. Á høvdinum hevur hann ein útsynning. Poetik us sigst vera ein løgin stavnur. Fuglø, Edward, Vampýrella Útgevari: Føroya lærarafelag, 2011 Síðutal: 31 Floksstig: 4-6 Lýsing: Myndabók fyri børn. Um teir báðar beiggjarnar Karl og Knút, sum eru farnir at ivast í, um systirin Ella er sum onnur, ella um hon er ein vampýrur. Knappliga fer Ella at broytast, og beiggjarnir fylgja við í hesi ørkymlandi broytingini, sum fær teir at ógvast við. Kirkegaard, Ole Lund, Lítli Virgar Útgevari: Føroya Lærarafelag, 2003 Síðutal: 93 Floksstig: 4-6 Lýsing: Søga um tríggjar dreingir og ein stork, eina føðingardagsveitslu, ein skatt, ein dreka við átta beinum og ein keypmann, sum etur kaspars-frø Tilhoyr: Filmurin Lille Virgil & Orla Frøsnapper er til bókina. Kirkegaard, Ole Lund, Gummi-Tarzan Útgevari: Føroya lærarafelag, 2003 Síðutal: 78 Floksstig: 4-6 Lýsing: Ivan Olsen verður ein rættur Tarzan í ein dag við hjálp frá eini rættiligari gandakelling. Lewis, C. S., Leyvan, gívurin og klædnaskápið Útgevari: Føroya Lærarafelag, 2005 Síðutal: 150 Floksstig: 4-6 Lýsing: Narnia... eitt land har ævigur vetur valdar... eitt land, sum bíðar eftir at verða frælst. Fýra ævintýrarar fara ígjøgnum eina hurð í einum klædnaskápi og koma til landið Narnia - eitt land, har hvíta gívurin hevur valdið. Men tá ið alt tykist vónleyst, ber afturkoman hjá stóru leyvuni Aslan boð um stórar broytingar... og stór offur. Lund, Naja, Fríkorter Útgevari: Føroya lærarafelag, 2007 Síðutal: 38 Floksstig: 4-6 Lýsing: Søga fyri børn. Um gentuna Mari, sum hevur hjartasorg og um drongin Kunuk, hvørs foreldur eru skild. Tá ið Kunuk frá sær sjálvum av sorg ætlar at forgera sær, má Mari royna at koma honum til hjálpar. 12 FLOKSSETT

Mortensen, Elin, Barn undir krígnum Útgevari: Føroya lærarafelag, 2010 Síðutal: 123 Floksstig 4-6 Lýsing: Søgan fer fram undir 2. heimsbardaga og er um eina familju, sum býr á Tvøroyri. Børnini Lisa, Mia og Jákup uppliva nógv spennandi og óhugnaligt. Bretar herseta Føroyar, og børnini gerast vinir við hermannin Jack. Føroysk flokssett - 4-6 Nilsson-Brännström, Moni, Salmiakk og Spøki Føroya lærarafelag, 2008 Síðutal: 209 Floksstig: 4-6 Lýsing: Søga fyri børn. Salmiakk leingist eftir at fáa ein vin. Tíbetur kemur Spøki at vitja, og hann dugir ordiliga væl at gerast ósjónligur. Hóskar væl til upplsetur. Rasmussen, Bergur, Sigursteinurin Útgevari: BFL Síðutal: 147 Floksstig: 4-6 Lýsing: Søga fyri børn. Um gentuna Erlu og hálvgamla vætturin Sópikinn, sum skulu leita eftir sigursteininum Rasmussen, Oddfríður M., Innantanna Anna og Túsundbeinið Súni Útgevari: Føroya lærarafelag, 2008 Síðutal: 60 Floksstig: 4-6 Lýsing: Søga fyri børn. Um puddilhundin Annu, sum altíð hevur verið tigandi, og um túsundbeinið Súna, sum er alt annað enn tigandi og melur runt í bókini við sínum túsund beinum, ella var tað hundrað og ein og hálvfjerðs, sum Anna vil vera við. Rógvi, Elin á, Mánalýsi Útgevari: Føroya lærarafelag, 2007 Síðutal: 93 síður Floksstig: 4-6 Lýsing: Krimisøga fyri børn. Um tvey systkin, tveir vinmenn og ein málning, sum verður stolin úr Smi ðjuni í Lítluvík. Sokki, Risten, Mítt løgna lív Útgevari. Føroya lærarafelag, 2008 Síðutal: 48 Floksstig: 4-6 Lýsing: Hugsa tær at ræðast reindjór, tá ið pápi tín er reindjóraalari! Tað ger Niillas. Niillas eigur eina lítlasystur við serligum evnum og eina vinkonu, sum heldur ikki er heilt vanlig. Og tá ið tey trý eru saman er ikki at vera fyri. FLOKSSETT 13

Føroysk flokssett - 4-6 / 5-6 Steinsdóttir, Kristin, Eingil í vesturbýnum Útgevari: BFL Síðutal: 110 Floksstig: 4-6 Lýsing: Søga fyri børn. Í einum íbúðablokki í vesturbýnum býr Askur saman við mammu síni. Fólk flest halda, at har búgva bara vanlig fólk, men Askur veit betur. Har býr ein varúlvur og Pippi Smokkuleggur og ein veiðimaður og ein silvurfiskur. Jú og so eisini eingilin... Trenter, Laura, Myndabókin Útgevari: Føroya lærarafelag, 2009 Síðuatal: 223 Floksstig: 4-6 Lýsing: Krimisøga. Okkurt løgið er uppi á ovastalofti. Gilbert hevur altíð vitað tað. Líka síðani pápin doyði, hevur tað bæði lokkað og rætt hann. Hann kennir á sær, at um tað er nakrastaðni, hann hevur møguleika at fáa meira at vita um pápan, so er tað har. Trenter, Laura, Eldur í! Útgevari: Føroya Lærarafelag, 2003 Síðutal: 143 Floksstig: 4-6 Lýsing: Eldur er í Oyðigarðinum. Frida og Isabella hyggja ræðsluslignar at, meðan garðurin stendur í ljósum loga - og tær hava skyldina ella...? Tær svørja, at tær ongan tíð á ævini skulu siga nøkrum frá, hvat tær vita. Trenter, Laura, Útgevari: Føroya lærarafelag, 2012 Síðutal: 256 Floksstig: 4-6 Lýsing: Krimisøga. Okkurt løgið er við Mick. Gilbert hevur altíð vitað tað. Ikki bara tað, at fyrra kona Mick doyði undir løgnum umstøðum, ella at hann fær løgnar uppgávur - sum til dømis at sigla skip til Vesturindia. Okkurt annað er eisini løgið. Okkurt, sum Gilbert ikki reiðiliga fær sett fingurin á. Trenter, Laura, Puman Útgevari: Føroya lærarafelag, 2008 Síðutal: 192 Floksstig: 4-6 Lýsing: Knappliga byrjar at henda so nógv løgið. Ein puma kemur at ganga í gøtunum í býnum og hjálpir teimum hjálparleysu. Samstundis byrjar Sanna at vakna á løgnum støðum og minnist ikki, hvat er hent. Johansen, Helle Thede, Vinurin Útgevari: Føroya lærarafelag, 2011 Síðutal: 69 Floksstig: 5-6 Lýsing: Anna hevur ein kjattvin á netinum og ger av at hitta hann. Einasta, sum veit um hetta, er vinkonan Barbara, sum ikki er heilt álvulig við tankan um, at Anna skal hitta ein, hon ikki kennir. 14 FLOKSSETT

tava- Bóks bók ð og ljó HANNIS 311836 FJØLBROYTT SÚLUTILFAR Aftur í ár kunnu vit bjóða nýtt tilfar til Súluna afturat øllum tí, sum er komið undanfarnu 5 árini. Stavilsiskríggj og Fiska og onnur kortspøl eru spennandi og mennandi spøl, sum eru ætlað til at stimbra børnum í at læra bókstavirnar og tilhoyrandi ljóð. Kortini eru væl 15 HANNIS 311936 FLOKSSETT egnað at nýta í fyrstu lesiinnlæringini í skúla, barnagarði og heima. Nú eru fýra súlubøkur við lixi: Eg dugi at lesa kom út í 2011, fyrr í ár komu Dia fer á flog og Hundurin hjá Annu, og nú til skúlabyrjan kemur Ein lítil mús.

Føroysk flokssett - 5-6 / 5-7 / 7-9 Johansen, Helle Thede, Vikarurin Útgevari: Føroya lærarafelag, 2010 Síðutal: 67 Floksstig: 5-6 Lýsing: Flokkurin fær ein danskan vikar, sum hevur verið hermaður í Mjørkadali. Men okkurt undarligt er við honum. Hví roynir hann at fjala okkurt og hví møta tey honum á løgnum støðum? þórarinn Leifsson, Loyndarmálið hjá pápa Útgevari: Føroya lærarafelag, 2011 Síðutal 120 Floksstig: 5-7 Lýsing: Søga fyri børn. Loyndarmálið hjá pápa er verri enn nakað loyndarmál hjá nøkrum øðrum húskjum, og so nógvar ferðir verri. Colfer, Eoin, Flogmaður Útgevari: Føroya lærarafelag, 2009 Síðutal: 392 Lýsing: Conor Broekhart var føddur til at flúgva. Ella rættari sagt, so var hann føddur á flogi. Tað kann tí valla undra, at hann gjørdist tann, hann gjørdist. Eina myrka nátt á stóru Saltoy var lív hansara lagt í oyði og eydnan tikin frá honum av eini ónd sinnaðari og vælskipaðari svikagerð. Fyri at bjarga familju sínari og at rætta ein ræðulig an skeivleika noyðist Conor at verða fyrstur at røkka dreyminum at flúgva. Colfer, Eoin, Artemis Fowl Útgevari: Føroya lærarafelag, 2004 Síðutal: 270 Lýsing: Ævintýrsøga. 12 ára gamli Artemis Fowl er eitt kriminelt flogvit. Men hóast tað kann Artemis ikki vita, hvussu endin verður, tá ið hann skipar fyri at ræna álvin, Holly Short, sum er kapteynur í HULdeildini. Fathallah, Judith, At temja apuna Útgevari: Føroya lærarafelag, 2008 Síðutal: 237 Flokssett: 7-9 Lýsing: Søga fyri ung. Um 13 ára gomlu Jessicu og hennara stríð við sjúkuna anorexia nervosa. Gaarder, Jostein, Appilsingentan Útgevari: Føroya Lærarafelag, 2004 Síðutal: 153 Lýsing: Skaldsøga fyri ung. Georg er 15 ár. Ein dagin finnur hann eitt bræv frá deyða pápa sínum. Í brævinum skrivar pápin um kærleikan til lívið, um leitanina eftir tí gátuføru appilsingentuni, og um áhuga sín fyri alheiminum og stjørnufrøði. 16 FLOKSSETT

Føroysk flokssett - 7-9 Hagerup, Hilde, Einkabarnið Útgevari: BFL Síðutal: 171 Lýsing: Søga fyri ung. Um Elisu, sum fer aftur til barnaheimið at leita eftir sporum av lívinum og svarinum uppá, hví hon einki minnist. Hoydal, Rannvá Næs, 7 dagar í helviti Útgevari: Føroya Lærarafelags, 2009 Síðutal: 50 Lýsing: Søga fyri ung. Ræðusøga um ein føroyskan vampýr. Kaaberbøl, Lene, Skammarakríggið Útgevari: Føroya Lærarafelag, 2005 Síðutal: 396 Lýsing: Ævintýrsøga fyri børn. Skal Drakan steðgast, skal tað verða nú. Men Dina heldur, at ætlanin hjá Nico er vandamikil og ikki skilagóð og stríðið móti drekaherinum er ikki eitt kríggj, sum kann verða vunnið bert við at nýta svørð. Kaaberbøl, Lene, Dóttir skammarans Útgevari: Føroya Lærarafelag, 2004 Síðutal: 213 Lýsing: Tað er ikki við góðum vilja, at Dina er stødd í Drekagarðinum í Dunark. Hon er ræðslusligin, og hægsta ynski hennara er at vera ein heilt vanlig genta, sum hevur heilt vanligar vinkonur. Men soleiðis er ikki, tá ið tú ert dóttir Skammarans, og eingin torir at hyggja inn í eygu tíni. Kaaberbøl, Lene, Skammarateknið Útgevari: Føroya Lærarafelag, 2004 Síðutal: 289 Lýsing: Familjan Tonerre er flýggjað niðan í Hálendið, men tann hevndarhugaði Drakan og drekaherur hansara fáa alsamt meira vald, og Skammarin og børn hennara finna ongan tryggleika nakrastaðni. Kadefors, Sara, Sandor/Ida Útgevari: Føroya lærarafelag, 2006 Síðutal: 275 Lýsing: Søga fyri ung. Ida býr í Stokkhólmi og Sandor í Gøtuborg. Bæði kenna seg einsamøll og sakna onkran at tosa við. Á netinum finna tey hvørt annað og gerast sálarvinir. FLOKSSETT 17

Føroysk flokssett - 7-9 Küchen, Maria, Sangur til ein firvald Útgevari: Føroya Lærarafelag, 2003 Síðutal: 143 Lýsing: 9. b er ein góður flokkur. Men tá Magdalena ikki orkar einsemi í flokkinum meira, syndrast tann fullkomna fyrimyndin, og øll falla. Küchen, Maria, Eg síggi meg sjálva í einum stolnum spegli Útgevari: BFL Síðutal: 163 Lýsing: Søga fyri ung. Um ektaðan kærleika og sonn og følsk vinaløg. Um deyðar mammur og livandi pápar. Um tann tú ert nú, og tann tú vart áðrenn - um tú nú veitst, hvør tú ert. Riiana veit tað so ikki. Men hon ætlar at fáa greiðu á tí Lind, Mecka, Anselmo Útgevari: Føroya lærarafelag, 2007 Síðutal: 191 Lýsing: Søga fyri ung. Borgarakríggið í Mosambique nærskast bygdini, har 10 ára gamli Anselmo og 8 ára gamla systirin Lucinda búgva. Eftir eitt blóðbað noyðast systkini at flýggja, men verða tikin av geriljahermonnum. Lind, Mecka, Anja Útgevari: Føroya lærarafelag, 2006 Síðutal: 273 Lýsing: Søga fyri ung. Anja býr úti á bygd hjá ommu sínari. Ein dagin verður hon burturflutt og seld til Moskva sum biddaratrælur. Lindell, Unni, Barnið hjá Annu Útgevari. Nýlendi, 2003 Síðutal: 148 Lýsing: Skaldsøga um at búnast frá barni og gerast vaksin. Um kærleika og kynsliga vakning. Um broytingar, sum endavenda øllum, og sum eru ein avbjóðing, ikki bara hjá einum sjálvum, men eisini hjá húsfólki og vinum. Mankell, Henning, Eldsins gáta Útgevari: Føroya lærarafelag, 2008 Síðutal: 205 Lýsing: Søga fyri ung. Sofía er nú 15 ár. Onnur systir hennar, Rósa, er komin aftur úr Suðurafrika, og hon er álvarsliga sjúk. Sofía roynir at skilja, hvat er áfatt, men hon skilir ikki reiðiliga, bara hetta, at eldurin roynir at siga frá einari stórari vanlukku. 18 FLOKSSETT

Føroysk flokssett - 7-9 Mankell, Henning, Eldsins loyndarmál Útgevari: Føroya lærarafelag, 2008 Síðutal: 109 Lýsing: Søga fyri ung. Sofía er12 ára gomul og býr í Mosambik. Hon missur bæði bein ini og systurin doyr, tá tær av óvart traðka á eina av mongu minunum, sum liggja grivnar ymsa staðni í jørðini. Hóast hetta letur Sofía seg ikki kúga. Nichols, Sally, At liva í allar ævir Útgevari: BFL Síðutal: 196 Lýsing: Søga fyri ung. 11 ára gamli Sam hevur blóðkrabba. Hann vil vita alt og hava svar upp á spurningar, ið eingin vil svara Paver, Michelle, Úlvsbróðir Útgevari: Føroya Lærarafelag, 2005 Síðutal: 273 Lýsing: Ævintýrsøga. Landið er ein stórur skógur, har úlvar, bjarnir og illir andar búleikast. Millum teskandi granntrø er ræðuligur óndskapur - ein illur andi í kroppinum á eini stórari bjørn. 12 ára gamli Torak er einsamallur - særdur, ræðslusligin og hann flýggjar. Hann veit, at fyrr ella seinni skal hann møta andanum. Philipps, Carolin, Dreymar búgva allastaðni Útgevari: Føroya lærarafelag, 2008 Síðutal: 152 Lýsing: Søga fyri ung. Sandala er fimtan og býr í kloakkskipanini undir jørð í býnum Bukarest. Hon biddar á tokstøðini um dagin og leitar alla tíðina eftir onkrum at sniffa til tess at sleppa burtur úr líðing og longsli sínum. Men so hittir hon hjálparfólkið Martin, og saman gerast tey greið yvir, at dreymar veruliga eru allastaðni. Pullman, Philip, Ravkikarin Útgevari: Føroya Lærarafelag, 2005 Síðutal: 511 Lýsing: Tvey stór heimsveldi gera seg til reiðar at kríggjast, og Will má finna Lyru, tí saman skulu tey í stríð, eina ósvitaliga ferð líka í heim teirra deyðu. Pullman, Philip, Norðlýsi Útgevari: Føroya Lærarafelag, 2004 Síðutal: 391 Lýsing: Lyra, sum er 11 ár, verður drigin inn í ókend og óhugnalig mál, tá fleiri børn hvørva. Loysnin er kanska at finna á Svalbarð, har pansarabjarnir og flúgvandi heksir ráða. FLOKSSETT 19

Føroysk flokssett - 7-9 Pullman, Philip, Tann tvíeggjaði knívurin Útgevari: Føroya Lærarafelag, 2004 Síðutal: 324 Lýsing: Will er tólv ára gamal og hevur dripið ein mann. Einsamallur í verðini ætlar hann at finna sannleikan um, hví pápi hansara er horvin. Hann kemur í ein annan heim, og har hittir hann Lyru. Ragnheiður Gestsdóttir, Svørðberin Útgevari: Føroya lærarafelag, 2007 Síðutal: 222 Lýsing: Søga fyri ung. Signý liggur í koma, og eingin veit, um hon fer at vakna aftur. Men innaní Signý stríðist Leda svørðberin fyri at bjarga øllum undan banning. Ragnheiður Gestsdóttir, Leikur í talvi Útgevari: Føroya lærarafelag, 2006 Síðutal: 92 Lýsing: Søga fyri ung. Sóley er ein klók og sjálvstøðug genta. Í skúlanum er hon sera dugnalig, men floksfelagar hennara standa saman um at gera henni lívið torført. Spøkilsið sum flenti Útgevari: Føroya lærarafelag, 2006 Síðutal: 264 Lýsing: Stuttsøgusavn við 15 spøkilsissøgum úr øllum Norðurlondum. Innihald: Heddi Böckman: Danditræið. Kristín Helga Gunnarsdóttir: Koyggjan. Atle Hansen: Kolerakirkjugarðurin. Issát Sámmol Heatta: Fremmandi reindýrahirðin. Ragnar Hovland: Tann nýggi drongurin. Sámal Kristian Jacobsen: Ver ikki bangin. Lene Kaaberbøl: Gentan í eldinum. Gerður Kristný: Bara Sara. Sólrún Michelsen: Óvitar. Rauna Paadar-Leivo: Spøkilsisnesið. Sari Peltoniemi: Pekka sonur bøin. Juaanna Platou: Qivittoq. Dorte Roholte: Tá ið myrkrið kemur. Ebbe Schön: Spøkilsi um borð. Ritva Toivola: Spøkilsið sum flenti. Svartideyði og aðrar spøkilsissøgur Útgevari: Føroya lærarafelag, 2006 Síðutal: 98 Lýsing: Stuttsøgusavn við 10 spøkilsissøgum fyri ung Innihald: Gitte Klein: Endursjónin. Øssur Winthereig: Strikur. Arnbjørn Ó. Dalsgarð: Toftin hinumegin. Dánial Hoydal: Eygað. Steintór Rasmussen: Svartideyði. Rakel Helmsdal: Fimm mans til eina kvartett. Vónbjørt V. Solmunde: Lívsleið. Edmund Joensen: Boð. Firouz Gaini: Blinda-Maja og tvíburarnir. Valdemar á Løgmansbø: Kirkjugarðsoyggin. 20 FLOKSSETT

Føroysk flokssett - 7-9 / 7-10 Thor, Annika, Eldfuglurin Útgevari: Føroya Lærarafelag, 2005 Síðutal: 127 Lýsing: Søga fyri ung úr miðøld um samleika og búning, eitt brennandi fyrsta forelsk ilsi og ræðuligu avleiðingarnar av einum sviki. Thydell, Johanna, Ein terningur manglar Útgevari: Føroya lærarafelag, 2010 Síðutal: 210 Lýsing: Hetta er søgan um gentuna Puck, sum er so bangin og roynir at gera alt fyri ikki at missa stýringina við tilveruni. Puck er bangin fyri illsintum røddum, bangin fyri at fólk skulu hvørva. Hetta er ein søga um svik og vreiði, men eisini um vinalag, kærleika og kanska sáttargerð. Østby, Anne Ch., 13 í longsli Útgevari: Føroya lærarafelag, 2007 Síðutal: 191 Lýsing: Søga fyri ung. 14 ára gamla Astrid upplivir, at yngri beiggin Mortan tekur lívið av sær. Astrid er ein klók og kenslusom genta. Hon er eygleiðari, hevur evni at skriva og fær kunnleika um meira, enn eitt fjúrtan ára gamalt hevur brúk fyri at vita. Zak, Monica, Alex Dogboy Útgevari: BFL Síðutal: 229 Lýsing: Søga fyri ung. Tá Alex er fýra ára gamal, rýmir mamman frá teimum. Seinni letur pápin hann upp í hendurnar á fastrini og flytir aftaná mammuni til USA. Fastirin er góð við hann, men Alex kennir seg ikki heima har, og tí ger hann av at flyta út á gøtuna, har hann er fyri nógvum ræðuligum hendingum. Hann svøltar, verður rændur av einum útlendingi og verður illa viðfarin. Men lívið hjá Alexi broytist, tá hann tekur sær av einum hálvdeyðum hundahvølpi, ið verður besti vinur hansara. Haller, Bent, Børn á markinum Útgevari: BFL Síðutal: 58 Floksstig: 7-10 Lýsing: Stuttar søgur um børn, ið eru á markinum til eitthvørt og ikki altíð av egnum ávum. Og stendur tú á markinum, hevur tú eitt val: hvønn veg fert tú? FLOKSSETT 21

Føroysk flokssett - 7-10 / 8-9 / 8-10 Kennen, Ally, Dýrið Útgevari: Føroya lærarafelag, 2009 Síðutal: 230 Floksstig: 7-10 Lýsing: Søga fyri ung. Stephen er ein drongur við einum vandamiklum loynidómi. Í fýra ár hevur hann hildið einum ræðuligum skapningi innilæstum á einum fjarløgdum goymistaði. Nú er ránsdjórið stórt og nóg svangt at bróta seg út úr einum rustaðum búri. Philipps, Carolin, Hvítar blómur í Gulu ánni Útgevari: Føroya lærarafelag, 2007 Síðutal: 140 Floksstig: 8-9 Lýsing: Søga fyri ung. Lea er ættleidd av týskum foreldrum. Tá hon ein dagin hoyrir um kinesiska eitt-barns familjupolitikkin, verður hon so forfard, at hon ger av at fara til Kina og finna mammu sína. Engombe, Lucia, Barn nr. 95 Útgevari. Føroya lærarafelag, 2009 Síðutal: 323 Floksstig: 8-10 Lýsing: 7 ára gomul verður Lucia flutt úr frumskóginum í Afrika til DDR. Í sosialistiska Týsklandi skal hon, saman við 79 øðrum namibiskum børnum, læra at gerast partur av nýggju elituni í einum sjálvstøðugum Namibia. Ellivu ár seinni verður 18 ára gamla Lucia, saman við hinum DDR børnunum, flogin aftur til fullkomiliga fremm anda heimland sítt. Philipps, Carolin, Made in Vietnam Útgevari: Føroya lærarafelag, 2011 Síðutal: 136 Floksstig: 8-10 Lýsing: Søga fyri ung. 14 ára gamla Lan stríðist undir ómenniskjaligum viðurskift um í einari verksmiðju í Vietnam, sum ger nýmótans ítróttarskógvar til ung í vesturheim inum. Lan noyðist at halda út, tí lønin tryggjar familjuni heima mat í munnin. Men so fær hon óvæntaða hjálp. Philipps, Carolin, Tá ið tú ikki eigur orð Útgevari: Føroya lærarafelag, 2013 Síðutal: 112 Floksstig: 8-10 Lýsing: Søga fyri ung. Kristian livir í einari at síggja til normalari familju, men hann hevur leingi havt eina nívandi pínu í búkinum. Tað er hetta við, at pápi hansara noyð ir hann at spæla mannfólkaspøl, og at hann ikki torir at siga nøkrum frá hesum. Hann letur bara tann ræðuliga loynidómin koma til sjóndar á tekniblokkinum. 22 FLOKSSETT

Hópin av tilfari til byrjanarundirvísingina í føroyskum KÚLVURNAR KÚLVURNAR nú eisini til annan flokk Børnini kenna kúlvurnar frá Hervør og Høgni lesibók til fyrsta. Kúlvurnar eru stuttligar verur, sum liva í einum tykisheimi og kunnu tí gera, sum tað passar teimum. KÚLVUBØKUR eru ískoytisbøkur til Hervør, Høgni og hini lesibók til annan flokk. Dagdvøljur og annað eru fremst og aftast í øllum kúlvubókunum! læra r og leiku MÁLSPØL Málspøl: Nám kemur við nýggjari útgávu í mál og lesimenning hesaferð venda vit okkum fyri fyrstu ferð til børnini, sum ganga í skúlabólki og forskúla. Ígjøgnum FLOKSSETT spæl mennast børnini málsliga, og læra bókstavir, ljóð og ganga soleiðis fyrstu stigini inn í ein nýggjan heim lesiheimin, har nógv nýtt og spennandi bíðar teimum. 23

Føroysk flokssett - 8-10 / 8-miðnám / 9-miðnám Teller, Janne, Onki Útgevari: BFL Síðutal: 161 Floksstig: 8-10 Lýsing: Tað er vegna meiningsloysi, at Pierre Anthon, sum gongur í sjeynda flokki, fer upp í eitt træ at seta seg og at tveita blommur eftir floksfeløgunum og eisini at tveita uppáhald niður yvir tey um, at einki hevur týdning. Tá ið Pierre Anthon reisir seg upp í flokkinum og fer, letur hann hurðina standa á gloppi, og harvið hevur hann boðið hinum av. Beint ígjøgnum hjartað Útgevari: Sprotin, 2010 Síðutal: 85 Floksstig: 8-miðnám Lýsing: Kjarnin í bókini er Káta hornið hjá Teiti Lassen. Tilfarið er í 4 tættum. Mál, mentan og meiningar tekur upp málsligar, mentanarligar og samfelagsspurningar í ymsum løgum í tekstunum. Eksistentialisma viðger tilveruspurningar í tekstunum. Leikritið leiðir okkum á eina ferð gjøgnum tekstirnar við einrøðum saman við sangunum. Videolagið er at meta serstakt, tí at tað ikki beinleiðis hoyrir til fløguútgávuna. Tó eru fleiri og ótroyttir møguleikar at arbeiða við føroyskum videoløgum. Tættirnir eggja næmingunum at viðgera sangtekstirnar ymiskliga og síggja ymsu løgini, ið sangtekstur kann hava í sær, eisini hóast hann er bæði stuttur og gerandisligur. DVD er innií við videolagnum Ongir pengar. Viðmerking: Læraravegleiðing fæst. Joensen, Martin, Skuggagestir Útgevari: Sprotin, 2009 Síðutal: 65 Floksstig: 8-miðnám Lýsing: Sjónleikur, sangleikur og dansileikur um eitt føroyskt ballingarkvøld seinast í 80 unum. Vit fylgja nøkrum ungdómum við ymsum meiningum og við ymiskari sosialari bakgrund, teirra práti, skemti, kenslum og vónum. Elskar elskar ikki Útgevari: Føroya lærarafelag, 2010 Síðutal: 200 Floksstig: 9-miðnám Lýsing: Stuttsøgusavn við 10 stuttsøgum, ið er úrslit av samstarvi millum øll Norðurlond. Søgurnar eru um kærleika. Lukkuligur og ólukkuligur kærleiki, um at vera samkyndur og forelskaður, um at verða forfylgd av einum, sum heldur seg elska teg, men sum í grundini bara vil hava tamarhald á tær, um umstøður, sum gera, at tú meira enn nakrantíð hevur kærleika fyri neyðini. Nielsen, Jóanes, Glansbílætasamlararnir Útgevari: Mentunargrunnur Studentafelagsins, 2005 Síðutal: 276 Floksstig: 9-miðnám Lýsing: Søga um fimm lagnur úr sama flokki, fimm dreingir í Sankta Frans skúla í Havn, sum doyggja á ungum árum. 24 FLOKSSETT

Føroysk flokssett - 9-miðnám / 10-miðnám Svingen, Arne, Dagar eg havi gloymt Útgevari: Føroya lærarafelag, 2010 Síðutal: 190 Floksstig: 9-miðnám Lýsing: Dagar eg havi gloymt er um dagar, tú átti at minst. Og nakrar dagar, tú ikki vilt minnast. Um Dávið, sum er forelskaður í Lisu, og besta vinmannin Tomm. Um summarið, tá ið alt tað besta og tað ringasta hendir í senn. Brúð, Heðin, Men lívið lær Útgevari: Føroya Skúlabókagrunnur, 2001 Síðutal: 416 Floksstig: 10-miðnám Lýsing: Útgáva fyrst og fremst ætlað miðnámskúlunum og framhaldsdeild fólka skúlans. Saman við tekstinum standa orðafrágreiðingar, og við summar av teimum er tilvísing til Móðurmálsorðabókina (M). Eftir hvørt kappittul eru ávegis spurningar, og aftast eru seks meira umfatandi uppgávur, sumt.d. kunna vera bólkauppgávur, eis ini eru nøkur uppskot til skrivlig verkevni. Útgávan er ognað skúlaungdómi okkara á 100 ára degnum, at Heðin Brú varð føddur. Haddon, Mark, Gátuføra málið um hundin í náttini Útgevari: BFL Síðutal: 246 Floksstig: 10-miðnám Lýsing: Søga fyri ung. Fimtan ára gamli Kristoffur er autist. Hann hevur skil fyri støddfrøði og náttúruvísindi. Tað hann ikki skilir, eru onnur menniskju. Tá ið hann ein dagin finnur hundin hjá grannanum dripnan, ger hann av at fara undir at skriva eina søgu um morðgátuna. Heinesen, William, Móðir Sjeystjørna Útgevari: Sprotin Síðutal: 165 Floksstig: 10-miðnám Lýsing: Søga úr Havnini fyrst í farnu øld. Antonia fær ein son, Jákup, uttan fyri hjúnalag, men hon doyr, og gamla gentan Trina, sum er vónbrotin og beisk, tekur sær av dronginum. Jákup livir í eini verð, sum er fólkað við undarligum verum, men eisini menniskjum, sum eru góð við hann. Isaksen, Jógvan, Deydningar dansa á sandi Útgevari: Mentunargrunnur studentafelagsins, 2011 Síðutal: 372 Floksstig: 10-miðnám Lýsing: Krimisøga. Ein maður verður funnin deyður niðri í fjøruni í Føgrulíð á Borðoynni. Hann er leinkjaður ímillum tveir steinar í sjóvarmálanum. Hannis Martinsson ørminnist, at hann hevur hoyrt um onkran sum var festur upp á hendan mátan áður, men hevur í fyrstani ilt við at koma í tankar um hvar. Skjótt fer kortini ein deyðadansur fram, sum fevnir úr Kunoy til Sumbiar, og træðrir eru nógv ár aftur í tíðina. FLOKSSETT 25

Føroysk flokssett - 10-miðnám Isaksen, Jógvan, Norska Løva Útgevarar: Mentunargrunnur studentafelagsins, 2010 Síðutal: 268 Floksstig: 10-miðnám Lýsing: Krimisøga. Færøernes Mellem- og Realskole er ein dagin í mai 1935 á útferð í Lamba fyri at síggja og hoyra um útgrevsturin eftir Norsku Løvu, sum fór á land nýggj ársaftan 1707. Á útferðini hvørvur ein fjúrtan ára gamal drongur, og 75 ár seinni biður beiggi drongin Hannis Martinsson um at hjálpa sær við at fáa greiðu á málinum. Isaksen, Jógvan, Norðlýsi Útgevari: Mentunargrunnur studentafelagsins, 2009 Síðutal: 290 Floksstig: 10-miðnám Lýsing: Krimisøga. Føroya nývaldi kvinnuligi løgmaður verður skotin, tá ið hon skal tendra jólatræið á Vaglinum. Stutt seinni verða tvey fólk brend inni umborð á einum báti á Vestaruvág. Hannis Martinsson arbeiðir aftur á Blaðnum og fer undir at kanna, um tað er ein samanhangur, og um illvilji ímóti samkyndum hevur nakran leiklut. Isaksen, Jógvan, Metusalem Útgevari. Mentunargrunnur studentafelagsins, 2008 Síðutal: 316 Floksstig: 10-miðnám Lýsing: Krimisøga. Ein dagin verður Hannis Martinsson ringdur upp av einum sandingi, sum sigur, at tann deyði maðurin, sum er funnin, er beiggi hansara. Frá hesum degi verður Hannis fløktur inn í eina røð av hendingum, sum hava træðrir aftur til skotska trolaran Red Crusader og hernaðarstøðina í Mjørkadali. Isaksen, Jógvan, Adventus Domini Útgevari: Mentunargrunnur studentafelagsins, 2007 Síðutal: 253 Floksstig: 10-miðnám Lýsing: Krimisøga. Stutt fyri jól ringir ein umboðsmaður fyri stórmeistaran í Maltesara ordaninum til Hannis Martinsson og biður hann vera fyri sær á Farstøðini, tá ið hann kemur til Havnar. Frá tí løtu maltesarin er komin til Føroyar og til jóla, fara bæði løgnar og harðligar hendingar fram ymsastaðni í landinum. Isaksen, Jógvan, Krossmessa Útgevari. Mentunargrunnur Studentafelagsins, 2005 Síðutal: 289 Floksstig: 10-miðnám Lýsing: Krimisøga. Tá tvey ung bretsk umhvørvisfólk verða funnin deyð millum hval irnar á oljukaiini í Havn, fær tað felagsskapir um allan heim at fara í hernað móti Føroyum. Um somu tíð fær Hannis Martinsson vitjan og verður biðin um at finna út av, hvør ið hevur dripið tey ungu. 26 FLOKSSETT

Føroysk flokssett - 10-miðnám Jacobsen, Jørgen-Frantz, Barba og harra Pál Útgevari: Sprotin, 2011 Síðutal: 323 Floksstig: 10-miðnám Lýsing: Um ungu, vøkru og dárandi prestaeinkjuna Barbu. Tá sorinskrivarin sigur nýggja danska prestinum, sum skal hava starvið hjá fyrra manni hennara, at ein einkja er á kallinum, er prestur ikki hugaður at gifta seg við henni, sum vanligt var tá í tíðini. Men tá hevur hann ikki enn sæð Barbu. Jensen, Carl Jóhan, Ó- Útgevari: Sprotin, 2005 Síðutal: 786 Floksstig: 10-miðnám Lýsing: Søgur um vampýrar, trúboðar og annað valafólk. Um djevulskap, sum fer víða um í tíð og rúmi. Frá trýss-árunum aftur í nítjandu øld. Úr tí avbyrgda Dalinum vesturi í Vágunum og suður á evropeiska meginlandið, heilt at Svartahavstrondum. Joensen, Dagny, Hvirlan Útgevari: Mentunargrunnur Studentafelagsins, 2005 Síðutal: 174 Floksstig: 10-miðnám Lýsing: Søga um kvinnulagnur í føroyska samfelagnum frá undan seinna heimsbardaga og til í dag. Joensen, Martin, Fiskimenn Útgevai: Føroya skúlabókagrunnur, 2003 Síðutal: 440 Floksstig: 10-miðnám Lýsing: Ein samfelagslýsing um gerandislig viðurskifti fyrst í 20. øld og hvørja ávirkan, hesi viðurskifti hava havt á menniskjuni. Skúlaútgáva við inngangi, frágreiðingum og uppgávum eftir Ann Ellefsen og Kristinbjørg Høgnesen. Johansen, Oddvør, Sebastians hús Útgevari: Mentunargrunnur Studentafelagsins, 2004 Síðutal: 128 Floksstig: 10-miðnám Lýsing: Sebastians hús fevnir frá 1890 unum til 1950 ini og sigur frá lív og lagnu hjá teimum, sum eru knýtt at húsunum á Skálatrøð. Johansen, Oddvør, Tá ið eg havi málað summarhúsið Útgevari: Mentunargrunnur Studentafelagsins, 2001 Síðutal: 116 Floksstig: 10-miðnám Lýsing: Fer fram í Havnini í 90 árunum. Samfelagskreppa og rúsevni gera tað ikki lætt fyri tann hálvvaksna Pedda at fóta sær í samfelagnum, men eisini hjá honum er vón fyri framman. FLOKSSETT 27

Føroysk flokssett - 10-miðnám Kjelnes, Marjun Syderbø Ein farri av kolvetni Útgevari: BFL Síðutal: 156 Floksstig: 10-miðnám Lýsing: Stuttsøgur: Lykilin ; Ísakur og Ísmael ; Yndis ; Rekadreki ; Ein farri av kolvetni ; Kavaeingil ; Gráar hurðar ; Tigandi vitni ; Leinkjan Kjelnes, Marjun Syderbø, Skriva í sandin Útgevari: Bókadeild Føroya Lærarafelags, 2010 Síðutal: 153 Floksstig: 10-miðnám Lýsing: Stuttsøgusavn til ung. Innihald: Erla kongsdóttir ; P-bollar og garnatálg ; Fjáltraða frælsið ; Uppibornin ; Halgimenni ; Innan eldin ; Skriva í sandin ; Hitman ; Deyðin og lívið og úlvurin og bjørnin og fuglarnir ; Kjólin. Líð, Regin í, Glámlýsi Útgevari: Føroya skúlabókagrunnur, 2003 Síðutal: 147 Floksstig: 10-miðnám Lýsing: Tríggjar søgur umframt verkevni av ymiskum slagi. Til hvørja søgu eru verkevni, sum eru knýtt at sjálvum tekstinum, og størri og meira umfatandi verkevni, ið eru ætlað til at seta søgurnar í rúmari høpi bókmentaliga, mentanarliga og bókmentasøguliga. Eisini eru frí verkevni, sum bjóða tí skapandi hugflognum av. Michelsen, Sólrún, Tema við slankum Útgevari: Mentunargrunnur studentafelagsins, 2007 Síðutal: 118 Floksstig: 10-miðnám Lýsing: Tema við slankum er samansett av søgum, sum snara uttan um gentuna og kvinnuna, sum alt lívið situr handan rimar. Murakami, Haruki, Sunnan fyri markið Útgevari: Ítriv, 2007 Síðutal: 150 Floksstig: 10-miðnám Lýsing: Hajime elskar bæði konu og døtur, og tað gongst honum væl sum barreigari. Alt sær út til at vera so sára gott. Tá barndómsvinkonan Shimamoto brádliga aftur trínur inn í lívið hjá Hajime, verður hon ímyndin av tí tómrúmi og longsli, sum hann hevur kent øll árini. 28 FLOKSSETT

Føroysk flokssett - 10-miðnám Nielsen, Jóanes, Brahmadellarnir Útgevari: Mentunargrunnur studentafelagsins, 2011 Síðutal: 364 Floksstig: 10-miðnám Lýsing: Søgan byrjar í Havnini í 1846. Hon er um teir tríggjar brahmadellarnar Gamla Tóvó, Tóvó og Bettu. Um norska korpurálin Nils Tvíbur, læknan Napoleon Nolsøe og hansara tilstundandi frú Henriettu Løbner, og um onnur hampafólk sum livdu tey árini tá so nógv broyttist í Føroyum. Ein umleið 150 ára long søga, lýst gjøgn um eygu Eigil Tvíburs, sum kom at gerast ein av frægu høvundum Føroya. Petterson, Per, Út at stjala ross Útgevari: Nýlendi, 2006 Síðutal: 251 Floksstig: 10-miðnám Lýsing: Tróndur flytur til eina fjarlagda, lítla smáttu. Her roynir hann at skapa sær eina nýggja tilveru, langt burtur frá lívinum sum býarbúgvi. Men tankar hansara leita til summarið 1948, og hann fer so smátt at plágast av teimum. Riordan, James, Sniðskjúttin Útgevari: BFL Síðutal: 220 Floksstig:10-miðnám Lýsing: Søga um ein tannáring, ið gjørdist sniðskjútti í 1942. Hansara uppgáva var at skjóta so nógvar týskar hermenn sum gjørligt. Í byrjanini kennist tað sera torført at skjóta, men so við og við gerst tað lættari. Sjón Skugga-Baldur Útgevari: Nýlendi, 2006 Síðutal: 127 Floksstig: 10-miðnám Lýsing: Eitt stórt farmaskip fer á land í Íslandi veturin 1868. Umborð er gentan Abba, sum hevur Downs syndrom. Plantufrøðingurin Fríðrikur tekur gentuna til sín, tí honum tykir synd í henni. Skála, Annfinnur í, Heimurin forni Hjá dvørgum í Niðafjøllu (fyrra bókin) Útgevari: Sprotin, 2000 Síðutal: 267 Floksstig: 10-miðnám Lýsing: Fyrri partur av søguni um Heimin Forna. Kjartan og Hallbera eru tvey 18 ára gomul ungfólk, sum enda í eini fornari tíð, tey verða tikin av dvørgum og send eina sera vandamikla ferð. Endamálið er at bjarga heiminum undan rangaroki. Umframt dvørgaheim, vitja tey eisini álvaheim og tann ræðuliga staðin Xalar í vargmannalandi. FLOKSSETT 29

Føroysk flokssett - 10-miðnám Skála, Annfinnur í, Heimurin forni Ferðin til Zambora (seinna bókin) Útgevari: Sprotin, 2000 Síðutal: 264 Floksstig: 10-miðnám Lýsing: Seinna bókin í tveybindsverkinum hjá Annfinni í Skála Heimurin forni. Temaið í skaldsøguni er: at vera við í einum ævintýri, filmi ella telduspæli. At lesa ævintýr er eitt, men sjálvur at vera við í einum ævintýri... Smith, William, Gagnligt lív Útgevari: Støplum, 2009 Síðutal: 423 Floksstig: 10-miðnám Lýsing: Krimisøga. Gamla Hvalastøðin við Áir er vorðin umbygd til eitt altjóða privat hospital, har eirindaleysur handil við lívgøgnum fer fram í tí dulda. Børn verða rænd úr tilafturskomnum londum í fjareysturi. Gøgnini verða tikin úr teimum og seld múgvandi fólki, ið hava tørv á nýggjari lívgøgn. Svingen, Arne, Svart fílabein Útgevari: Føroya lærarafelag, 2008 Síðutal: 182 Floksstig: 10-miðnám Lýsing: Ein ungur norðmaður fer saman við vinmanninum Sam til Fílabeinsstrondina eitt land í borgarakríggi at leita eftir mammu Sam. Vinalagið verður trároynt, og óvæntaðar hendingar eru verri, enn nakar kann ímynda sær. Tan, Amy, Eydnufelagið Útgevari: Sprotin, 2000 Síðutal: 316 Floksstig: 10-miðnám Lýsing: Jing-mei, sum umboðar høvundin, veksur upp í tveimum mentanum, amerikanskari og kinesisk-ari. Hon tekur í fyrsta umfari ta amerikonsku framum, men sleppur ikki frá hinari síðuni av sær sjálvari.tá ið hon er vaksin, kennir hon tørvin á at vita meira um sínar kinesisku røtur. Kunnleikin, hon fær, gevur henni alstóra virðing fyri siðum og lívshátti hjá móðurini. Bókin er forkunnug lýsing av sambandi millum móður og dóttur, hvussu tað er at liva fjart frá sínum upphavligu rótum, og hvussu tað kenst at fáa nýggjar røtur at festa seg. 30 FLOKSSETT

Donsk flokssett FLOKSSETT 31

Donsk flokssett - 3 / 3-4 Hansen, Hans Chr., Leif sender SMS er Útevari: Alrune, 2008 Síðutal: 35 Floksstig: 3 Lix: 8 Lýsing: Eingin sendir Leifi sms. Lygiboðini um eina óhepna mynd av læraranum gevur honum brádliga stóran sms-áhuga. Bjargar hann støðuni? Jú, fyrst mugu hann og Julius strika aðrar óndsinnaðar telefonmyndir. Nielsen, Bent B., Fra Aske til ild Alrune, 2007 Síðutal: 47 Floksstig: 3 Lix: 7 Lýsing: Aske verður argaður av teimum stóru og trívist ikki so væl saman við sínum stjúkpápa. Ein dagin brennur hús teirra, og tað endar heilt galið. Man Aske hava skyldina? Faurby, Bent, Tom spiller fodbold Útgevari: Gyldendal, 2000 Síðutal: 78 Floksstig: 3-4 Lix: 9 Lýsing: Tom skal spæla bólt viðeinum liði. Tom vónar at sleppa á liðið næstu ferð, tað leikar dyst. Lætt lesilig. Lauridsen, Irma, Kærlighed og hip-hop Útgevari: Gyldendal, 2006 Síðutal: 60 Floksstig: 3-4 Lix: 10 Lýsing: Laura fær vinkonu sína við sær til dans. Har eru teir pretnu og treystu dreing irnir, og har er tann feiti drongurin á liðinum. Tá ið Sørin brádliga ein dagin kemur, gerst kapping ímillum tær báðar um, hvørjari av teimum hann skal dansa við. Leth, Hanne, Den kloge krage og andre eventyr fra Viet Nam Útgevari: Gyldendal, 2002 Síðutal: 94 Floksstig: 3-4 Lýsing: Trý ævintýr úr Vietnam. 32 FLOKSSETT

Lindgren, Astrid, Søndeneng Útgevari: Gyldendal, 2003 Síðutal: 44 Floksstig: 3-4 Lýsing: Myndabók. Fyri langari tíð síðani í døgunum stórari fátækt gerast tvey syst k- in einsamøll í verðini. Tí koma Anna og Mattias til bónan í Kæret at vera. Her mugu tey arbeiða hart fyri føðina og sleppa ongantíð at spæla. Ein dagin á miðum køldum vetri síggja tey ein lítlan glógvandi fugl, og tey fara aftaná honum til Søndeneng. Donsk flokssett - 3-4 / 3-5 / 4-5 Vinther Madsen, Martin, Jonas og dragens blod Útgevari: Gyldendal, 2005 Síðutal: 72 Floksstig: 3-4 Lix: 7 Lýsing: Jonas er lamin og fær ikki gingið. Meðan omman og abbin sova, finnur hann eina undarliga bók, ið dregur hann inn í seg. Í bókini fær Jonas føreikan aftur, og her er hann nakað heilt serligt nevniliga tann, ið skal bjarga kongsdóttrini. Karrebæk, Dorte, Emmely M Útgevari: Dansklærerforeningen, 2008 Síðutal: 54 Floksstig: 3-5 Lýsing: Óskikkiliga Emmely er ein trupulleiki hjá teimum, ið eru kring hana. Mam ma hennara gevur henni eina postalínsdukku, tí hon vónar, at Emmely fer at taka annað skinn um bak. So við og við yvirtekur dukkan samleikan hjá Emmely. Andersen, H. C., Hille den! Útgevari: Special-pædagogisk forlag, 2001 Síðutal: 79 Floksstig: 4-5 Innihald: Klods Hans ; Hvad fatter gør er altid det rigtige ; Prinsessen på ærten ; Den standhaftige tinsoldat ; Fyrtøjet ; Den lille pige med svovlstikkerne ; Svinedrengen ; Nattergalen. Helledie, Lise, I himlen går mænd med kjoler Útgevari: Høst, 2002 Síðutal: 77 Floksstig: 4-5 Lýsing: 7 ára gamli Asger og abbin eru ógvuliga væl. Tá abbin so doyr, broytist heim urin hjá Asger brádliga. Í bókini greiðir hann frá, hvussu hann upplivir deyða, jarðarferð og sorg, og tað ger hann skemtiliga og syrgiliga alt í einum. Kirkegaard, Ole Lund, Gummi-Tarzan Útgevari: Gyldendal, 2003 Síðutal: 78 Floksstig: 4-5 Lýsing: Ivan Olsen verður ein rættur Tarzan í ein dag við hjálp frá einari rættiligari gandakelling. FLOKSSETT 33

Donsk flokssett - 4-5 / 4-6 Reuter, Bjarne, Busters verden Útgevari: Branner og Korch, 2004 Síðutal: 135 Floksstig: 4-5 Lix: 29 Lýsing: Buser, ein glaður og góðsintur drongur, er sonur ein arbeiðsleysan gandakall. Hann dugir væl at gera gandabrøgd og loysir við hegni manga trupla og pínliga støðu. Hoyra saman: Busters verden ; Kys stjernerne ; Hvor regnbuen ender. Schmidt, Aase, Pigen i træet Útgevari: Alrune, 2005 Síðutal: 99 Floksstig: 4-5 Lýsing: Tá Selma byrjar í einum nýggjum skúla, verður hon illa happað. Grannkonan Stella hjálpir henni og gevur henni styrki at siga til, tá ið tað gerst henni ov meint. Andersen, Trine, Sprint Útgevari: Dansklærerforeningen, 2009 Síðutal: 50 Floksstig: 4-6 Lýsing: 10 ára gamla Anna er óførur kapprennari, og renna, tað ger hon í øllum førum, tá hon brádliga skal fara eftir hjálp til Baldur. Hann er bæð rýmdur heimani og hevur fingið snudd. Bredsdorff, Bodil, Pigen med den gule hund Útgevari: Høst & Søn, 2005 Síðutal: 117 Floksstig: 4-6 Lýsing: Asta, ið er 11 ára gomul, má búgva hjá ommu sínari, meðan mamman er innløgd á viðgerðarheim fyri nervaveik. Tíbetur hevur mammubeiggi hennara havt hana við á forvitnisligar veiðiferðir. Ein dagin leggja tey merki til ein sniðskjútta á ferð í skóginum. Bukdahl, Lars, Mars er for tabere Útgevari: Dansklærerforeningen, 2004 Síðutal: 51 Floksstig: 4-6 Lýsing: Sum bert 12 ára gamal fær rúmdarfarðanæmingurin Billy Bob uppgávuna at bjarga okkara gongustjørnu frá einum kosmiskum kettuódjóri. Fer tað at eydnast? Og hví verður eitt ovurstórt verjuhøli bygt á Mars? Guldager, Katrine Marie, Kevins hus Útgevari: Dansklærerforeningen, 2004 Síðutal: 47 Floksstig: 4-6 Lýsing: Tá Aleksander vitjar húsini hjá Kevin, møta honum mangar snarur og ódjór, men eingin trýr honum, tá hann sigur frá tí. 34 FLOKSSETT