Avslutta kontakt Avsluttaður til ambulanta uppfylgjan Avsluttaður til innleggjan SMS áminningarskipan... 21

Relaterede dokumenter
forbindelse med både ansættelse, ændring i ansættelsesforhold og ved afslutning af ansættelsen.

Vegleiðing at dagføra GPS-kort. Tillukku við tínum keypi av GPS-korti. Kortið fevnir um Føroyar.

9.1 Windows Vista Windows Windows XP Privatkundar sum fáa trupulleika við sperring av Netbanka... 12

Fakturablanketten virk.dk. 1 At senda elektroniskar rokningar við fakturablanketten

Liðugfráboðan til eftirlits av Brunaávaringarskipan

Sagsøgeren har påstået sagsøgte dømt til at betale kr. med procesrente fra den 26. juni 2003, subsidiært procesrente fra den 22. april 2008.

Vaktætlan Vegleiðing í arbeiðsætlan

Konference om affald på havet

Givið út 30. mai 2017

Tryggingartreytir fyri Bólkalívstrygging

- Webundersøgelse, Fólkaskúlaráðið, oktober Fólkaskúlaráðið. Undersøgelse om læreres og skolelederes syn på

HEILSU- OG INNLENDISMÁLARÁÐIÐ

Viðvíkjandi klagu um hækking av gjaldi fyri løggilding av elinnleggjarum

Akademiútbúgvingin. Próvtøkan juni Føroya Handilsskúli

Løgtingið. Tórshavn, tann 24. februar 2009 Vmr J.Nr.:

hægri útbúgvingartilboð í Føroyum er tað møguligt? Hannes Gislason, Prof., PhD., deildarleiðari, Náttúruvísindadeildin

11. december (Indsendelsesbekendtgørelsen) Kapitel 1 Anvendelsesområde

INNIHALDSYVIRLIT. INNGANGUR... 4 Arbeiðssetningur...4 Arbeiðsgongdin...4 Arbeiðsbólkar...5

Heilsu- og innlendismálaráðið

Færøerne for så vidt angår danskerne Kanning um hvat danir vita og halda um Føroyar og føroyingar

Bekendtgørelse om arbejdsløshedsforsikring ved arbejde mv.m.v. inden for EØS, Færøerne og i det øvrige udland

DANSK Danskt sum 1., 2. og 3. mál. Olly Poulsen, Sarita Eriksen og Solveig Debess

Heilsu- og innlendismálaráðið

Doyving Tú skalt fasta fyri skurðviðgerð Fyri skurðviðgerð 3. Á skurðdeildini Full doyving Lokal doyving Rygg doyving..4

Børn og doyving Kunning til foreldur

Skrá. Vælkomin Malan Johansen, orðstýrari. Talgildar Tænastur Durita Tausen, varastjóri á Gjaldstovuni

Frágreiðing frá Skipaeftirlitinum um arbeiðsvanlukku umborð á Túgvusteini hin

Námsferð 25. mai 5. juni 2017

DANSK Danskt sum 1., 2. og 3. mál

Orðið eigur í føroyskari felagsverklóg 1

Fólkaheilsukanning Hvussu hevur tú tað 2015

Læknavaktin Mannagongd 2014

Leiðreglur fyri bílegging av kanningum frá Røntgendeildini á Diagnostiska Deplinum

Tine Færch Jørgensen. Til Trafik- og Byggestyrelsen

Landsstýrismálanevndin hevur viðgjørt málið á fundum 30. oktober 2012, 22. januar, 21. mars og 11. apríl 2013.

Bakstøði Ynski var: - At lýsa teir møguleikar og tær treytir eldri fólk í Føroyum hava fyri einum góðum lívi í eldri árum - At lýsa hvørji átøk kunnu

Leiðbeining til e-umsóknarblað um upptøku á Fróðskaparsetri Føroya 2017

Klagan til TV2. Hvat kann gerast. Upplivdi illveðrið í 1932, ið beindi fyri formanni í FF. Livravirkið á Eiði. Frásøgn hjá Andrew Godtfred:

Inklusión, Relatiónir og Felagsskapurin. Rógvi Thomsen, cand.ped., pedagogiskur ráðgevi Hósdagur 16. januar 2014

OVERENSKOMST FÍGGJARMÁLARÁÐIÐ FARMAKONOMFORENINGEN MELLEM

Havnar Arbeiðsmannafelag Føroya Arbeiðarafelag Felagslívstrygging. Havnar Arbeiðsmannafelag Føroya Arbeiðarafelag Felagslívstrygging

Blákrossheimið Ársfrágreiðing 2017

Álit. viðvíkjandi. víðkan av føroysku útbúgvingarstuðulsskipanini til allar lesandi føroyingar uttanlands

SÁTTMÁLI MILLUM FARMAKONOMFORENINGEN OG FÍGGJARMÁLARÁÐIÐ

Felagslívstrygging. fyri limir í Føroya Fiskimannafelag. Havnar Arbeiðsmannafelag Føroya Arbeiðarafelag. Felagslívstrygging

Løgmansskrivstovan. Løgtingið Dagfesting: 11. november 2016 Mál nr.: /16 Málsviðgjørt: GJ

Sigurd fekk medalju fyri sigling í krígstíð í Íslandi

Føroya Arbeiðarafelag Felagslívstrygging

VIRKISÆTLAN. Frágreiðing og tilmæli um framtíðar elorkuskipanina í Føroyum

Ledelses- information og sundhedsinformatik

Frágreiðing frá arbeiðsbólki, ið skal lýsa hvørji átøk kunnu gerast til tess at fyribyrgja at borgarar enda uttanfyri arbeiðsmarknaðin

LØG M A N S S K R I V S T O V A N. P r i m e M i n i s t e r s O f f i c e

HEILSUMÁLARÁÐIÐ. Til: hoyringspartar

OVERENSKOMST 2011 til 2015

Løgtingið Tórshavn, tann 9.juni 2015 J.nr.: 12/ Løgtingsmál nr. / 2015: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar søloven

DOM. Under denne sag, der er anlagt den 16. august 2010, har sagsøgerne, A, B, C, D, E, F, H, I, J og K, nedlagt påstand om:

Alternativur flogvøllur í Føroyum.

Uppskot. til. Mælt verður ríkismyndugleikunum til at seta í gildi fyri Føroyar soljóðandi lóg:

Advokatskrivstovan Fr. Petersensgøta

samstarva At veita eina um skjóta hettar og tilboðið: goða viðgerð til kvinnur við burðartunglyndi.

Uppskot. til. Mælt verður ríkismyndugleikunum til at seta soljóðandi uppskot til kongliga fyriskipan í gildi fyri Føroyar:

1. FORORÐ...2 ARBEIÐSSETNINGUR...2 LIMIR Í ARBEIÐSBÓLKINUM INNGANGUR...3

Gamlar myndir úr Norðuroyggjum

Marius smíðar bát í Íslandi. ALS 10 ár. Stór frásøgn frá hátíðarhaldinum. Bjarni Djurholm má steðgast og fiskimonnum má vera tryggjað rættindi.

Løgtingsmál nr. xx/2008: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tænastumenn landsins. Uppskot. til

LØGTINGSINS UMBOÐSMAÐUR

Goymslutreytir. 1. Alment

Uppskot til. ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar partar av broytingum í hjúnabandslógini og rættarvirknaðarlógini

Avtala millum Føroya Læknafelag og Almannamálaráðið

Søgan um "Vesturhavið Blíða"

Løgtingið Argir, 29. februar Løgtingsmál nr. 70/2015: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tollsatsir.

Álit Viðvíkjandi klagu um vantandi fráboðan, grundgeving og kæruvegleiðing í avgerðum hjá TAKS

DOM. De sagsøgte har nedlagt påstand om frifindelse, således at Skatte- og afgiftkærenævnets afgørelse af 9. november 2016 stadfæstes.

Løgtingsmál nr. 28/2005: Uppskot til samtyktar um norðurlendskan sáttmála um fólkayvirlit. Uppskot. til. samtyktar

Løgtingsmál nr. 51/2008: Uppskot til løgtingslóg um at høvuðsumvæla, útbyggja og nútíðargera Landssjúkrahúsið. Uppskot. til

Under arbejdet med kunngerðini er jeg blevet opmærksom på 3 områder i loven, jeg mener vi lige må tænke over en ekstra gang.

Vegleiðing til hoyrnarlykkjur


Kirkjuligt Missiónsblað

Enok maðurin, sum gekk við Gudi

Kanning av Eik Grunninum og grunnaeftirlitinum

Fíggjarmálaráðið. Løgtingið Dagfesting: 7. februar 2018 Mál nr.: 17/ Málsviðgjørt: JEK

Blað Føroysku Sjúkrarøktarfrøðinga Nr TEMA: Psykiatriski depilin

Høringssvar fra Adoption & Samfund vedrørende udkast til bekendtgørelse for Færøerne om godkendelsen som adoptant.

Síða 1 av 7. Inngangur

LeiðbeiniNg. til sjúklingar, ið fara uttanlands til kanningar og viðgerð

Rentuyvirlit Føroyar Galdandi frá 11. januar 2018

Spurningar og svør frá aðalfundinum í 2014

Bárður S. Nielsen Edmund Joensen Kaj Leo Holm Johannesen Magnus Rasmussen Bjørn Kalsø. vegna Sambandsflokkin. Løgtingið

Føroya Arbeiðarafelag. Havnar Arbeiðsmannafelag. Felagslívstrygging. Havnar Arbeiðsmannafelag. Føroya Arbeiðarafelag. Felagslívstrygging

Aftaná eitt misálit Tað hjálpir einki bert at seta nýggjan landsstýrismann. Tað, sum ræður um, er ein fullkomilig umskipan av fiskimálaráðnum.

Skelting Nátt- og tvátthús Dvalarvikar Tjalding. Ferðaráð Føroya August 2001

Almennar tryggingartreytir fyri P/F Tryggingarfelagið Lív

Givið út 25. oktober 2018

Almannastovan. Almannastovan. Skjal 11. Dagur J. nr I. Almanna- & Heilsumálastýrið Fyrisitingardeildin Eirargarður Tórshavn

Grannskoðaraeftirlitið. Grannskoðaraeftirlitið. Ársfrágreiðing. Almannakunngjørd 23. juni 2017

Mikudagin TANN 15. apríl verður ráðstevna á Hotel Føroyum um multiresistentar bakteriur og antibiotikaresistens

Ársfundur hjá Landsneti

Skatta- og avgjaldsmál avgerðir

BORNE- OG SOCIALMINISTERIET HEILSU- OG INNLENDISMÅLARÅDID. Felags yvirlysing i sambandi vid yvirtøku av målsøkinum "persons-, husf61ka- og arvarætti"

Transkript:

1 Innihald Nýtt í samband við uppgradering av skipanini frá 7.5 til 8.0... 2 Ávísing... 2 Visitera og acceptera ávísing og ger filtur... 2 Udskriftshåndtering... 4 Send avísing til annað sjúkrahús / sergrein... 5 Afdelingsoversigt... 6 Innbakki... 7 Planleggja innleggjan... 8 Indlæggelsesregistrering... 9 Assistance... 10 Uppdateringar í diagnosu- og prosedurulyklaorðinum... 11 Skamtluting - Dosisdispensering... 13 Svar på undersøgelser og svar på henvisninger... 14 Innstilling og kautión... 15 Upprætta innstilling og kautión... 15 Send ávísing... 15 Útfyll teigarnar... 15 Arbeiðsgongd á Uttanlandstænastuni... 17 Serligt fyri skaðastovuna... 18 Skráset kontaktir á skaðastovuni... 18 Skráset ankomst... 18 Skráset behandler... 19... 19... 19 Avslutta kontakt... 19 Avsluttaður til ambulanta uppfylgjan... 19 Avsluttaður til innleggjan... 20 SMS áminningarskipan... 21

2 Nýtt í samband við uppgradering av skipanini frá 7.5 til 8.0 Ávísing Serligi partur sum er broytt í 8.0 er Ávísingarparturin. Nú liggur Henvisning sum egið skiljiblað á menulinjuni, lá fyrr undir Rekvisition og svar. 8.0 7.5 Ávísingarskermmyndirnar eru eisini broyttar. Sjá niðanfyri. Visitera og acceptera ávísing og ger filtur Fyri at gera filtur er neyðugt at trýsta á pílin á høgru síðu - sjá mynd. Vel úrval sum passa til tín og vel > Gem som filter > Navngev og Gem. Er ávísingin Akutt er linjan reyð og feltið er aktivt. Ávísingar við status > Hastar eru frámerktar við píli

3 Móttikin ávísing kann leggjast til ávísan móttakara (klinikara). Markera ávísing, vel > åbn. Á vinstru síðu niðast vel > Intern omvisitering > Modtager. Vel klinikara. Tá ávísing verður accepterað og sjúklingurin ikki hevur eitt aktivt forløb í gongd, sær boksin soleiðis út. Hevur sjúklingurin eitt aktivt forløb er møguligt at knýta forløb og nýggju ávísingina saman við tí verandi.

4 Tá ávísingin er acceptera kann bræv við váttan um móttøku av ávísing sendast til sjúkling.vel > Print niðast í høgra horni. Hendan skermmyndin kemur fram. Tú kanst velja at printa beinanvegin - markera > Udskriv nu, ella leggja brævið klárt at útskriva > Send til Udskriftshåndtering. Udskriftshåndtering Udskriftshåndtering kann brúkast til print í sambandi við ávísing, til dømis, print av ávísingini, visitatiónini, svarinum og váttan um móttøku til sjúkling. Ístaðin fyri at velja > Udskriv nu, so ber til at velja > Send til Udskriftshåndtering. Kann brúkast til at samla tað ein ynskir at printa og so printa alt samstundis Far í menu ini > Henvisning > Udskriftshåndtering. Finn fram tað sum skal printast við > Søg. Vel > Print niðast til høgru.

5 Send avísing til annað sjúkrahús / sergrein Vel henvisning -> send henvisning Ávísingarskabelónin, ið kemur fram til høgru, tá móttakandi eind er vald, skal útfyllast. Har * stendur við er neyðugt at skriva, annars ber ikki til at senda ávísingina. Tá tú hevur ávísingina frammi ber eisini til at fara beinleiðis á journal, ordinatiónir og blóðroyndarsvar. Ávísingin til psykiatriska depilin, sum í COSMIC 7.5 er ein blankett er skift út við at vera eitt trúnaðarstemplað journalnotat. Hetta merkir at bert móttakandi journaleind og rekvirerandi journaleind síggja notatið. Vel móttakandi eind > Psykiatriskur depil. Vel > journaler. Vel > Nyt notat niðast í høgra horni. Vel ímillum journalskabelón > Ávísing til psykiatriska depilin Vaksin ella > Ávísing til psykiatriska depilin Børn og Ung. Útfyll og Signera ella legg notati Klar til signering. Vel síðani > Tilføj link sum kemur fram niðast í høgra horni Leinkja til notatið liggur nú í ávísingini. Vel > Signer og send. Ávísingin til Uttanlandstænastuna verður eisisi gjørd við at knýta journalnotat Innstilling og kautión til ávísingina. Sjá vegleiðing her

6 Afdelingsoversigt Í Afdelingsoversigt fæst eitt skjótt yvirblik yvir hvussu nógvar Ikke godkendte eru á eindini (Enheden) Tað verður skilt ímillum Asendte/Gemte henvisninger, Usignerede og Ikke godkendte Nýggj symbol á hesi yvirlitsmynd eru: Hevur staðið sum á listanum longur enn 10 dagar Um tað er nøkur akut ávísing sum liggur

Innbakki Áður var neyðugt at klikkja á frá dato to til dato. Nú verður datointervallið rætta til av sær sjálvum. 7

8 Planleggja innleggjan Broyting er í skermmyndini tá planlegging av nær sjúklingurin skal innleggjast. Fyrr kallaðist knøtturin Belægning, nú eitur knøtturin Book indlæggelse Niðanfyri síggjast 2 skermyndir, 1. skermynd frá versión 7.5 2. skermynd frá versión 8.0 Nýggj vísing og onkur nýggjur funktionalitetur við at leita fram eftir nýggjum tíðum

9 Indlæggelsesregistrering Tá ein planløgd innleggjan verður skrásett, er skermmyndin eitt sindur broytt. Tvs. at fyrr stóð Forløb sum nú kemur at eita Henvinging sjá niðanfyri. Broytingin hevur við sær at ávísing nú er meira tann stýrandi enn forløbið. Tvs. at nú skulu allar ávísingar accepterast og knýtast til rætta forløb. Sjálvandi um einki forløb finst frammanundan skal nýtt forløb upprætast. Í feltinum Må der oplyses om indl.? verður ein valmøguleiki afturat, - Patienten er ikk spurgt. Eisini verður møguligt at skriva kommentar tá Nei verður valt. Hesi ikon verða at síggja í innleggingaryvirlitinum: Sjúklingurin er ikki spurdur. Kunnast má ikki um innlegging sjúklingsins. Kunnast má ikki um innlegging sjúklingsins, kommentarur finst. Lítil broyting í Indlæggelsesregistrering viðv Værdigenstande Feltið stendur niðast í skemrmyndini. Ber ikki til at aktivera feltið fyrr enn kontaktin er goymd. Lítil broyting í Indlæggelsesregistrering viðv Værdigenstande Feltið stendur niðast í skemrmyndini. Ber ikki til at aktivera feltið fyrr enn kontaktin er goymd.

10 Assistance Tá prikkur undir henvisningstype er settur í Assistance verður møguleiki at velja Skabelón Innanhýsis ávísing ella Tilsýn Fyrr var hetta gjørt sum eitt bookinggrundarlag, men nú verður tað ein Henvinsing Assistance Tá tú velur Assistance verður møguleiki at velja millum Innanhýsis ávísing og Tilsýn Munur á Innanhýsis ávísing og Tilsýn í skipanini Innanhýsis ávísing = Verður bíløgd tá sjúklingur er innlagdur og viðgerð frá øðrum klinikara sum ikki er á deildini er viðgerari. Sum td. Ergoterapeutur, Fysioterapeutur, Kostráðgevi Tilsýn = Verður bílagt tá tørvur er á lækna frá aðrari sergrein enn sjúklingur er innlagdur við til at gera eina meting av sjúklinginum. Umbøn um psykiatriskt tilsýn verður gjørt við at velja > Assistansu > Umbøn um læknaligt tilsýn og annars verða somu journalskabelónir nýttar sum tá man sendur ávísing. Sjá vegleiðing undir Send avísing til annað sjúkrahús / sergrein.

11 Uppdateringar í diagnosu- og prosedurulyklaorðinum Lyklaorðið Diagnosu- og proseduruskráseting er broytt eitt lítið sindur. Í søkifeltinum kann søkjast upp á part av bæði kodu ella navn og ikki sum fyrr tá vóru fleiri felt Fyrsta diagnosan er høvuðsdiagnosa (aktionsdiagnose). Bidiagnosur skrásetast á sama niveau sum høvuðsdiagnosan, meðan ískoytiskodurnar (tillægskoder) verða lagdar inn undir koduna sum tær vísa til. Framyvir skulu kroniskar diagnosur markerast serligt í Cosmic. Høgraklikk á diagnosuna, vel > Angiv som kronisk. Sama er galdandi fyri Deyðsorsøk. Í søkifeltinum prosedura, kann søkjast eftir parti av proseduruni bæði kodu ella navni. Minst til at seta rætt tíðspunkt á nær proseduran varð framd.

12 Tilber at seta hvør klinikari hevur framt eina proseduru. Undir > Personale > Ret niðast til høgru. Vel síðani klinikara og rollu (t.d. Skurðlækni, assisterandi skurðlækni v.m.) NB! Sæst ikki í journalini í Cosmic, men verður brúkt til at taka úr COSMIC til heilsuhagtalsskipanina

13 Skamtluting - Dosisdispensering Arbeiðsgongdin er talgildað og Ordinatiónslistin er Skamtanarforskrift. Ein eyka kolonna sæst í ordinatiónslistanum við yvirskriftini Dosisdispensering. Flugubein skal setast í Patienten er i dosisdispensering. Tá ordinatiónslistin er uppdateraður av einum lækna kunnu onnur klinisk starvsfólk senda boð til apotekið via messenger. Sjá vegleiðingina Dosisdispensering.

Svar på undersøgelser og svar på henvisninger Svar på undersøgelser eitur nú Radiologisvar og svar på henvisninger liggur fyri seg sjálvt undir menulinjuni Svar på henvisning. 14

15 Innstilling og kautión í COSMIC R8.0 verður skrásetingin í skipanini broytt eitt sindur. Upplýsingar til innstillingina skulu framyvir ikki skrásetast í ávísing men upprættast sum ein journalskabelón. Upprætta innstilling og kautión Vel skabelónina Innstilling og Kautión. Hon inniheldur upplýsingar bæði til kautión og til innstilling. Útfyll lyklaorðini. Úfyll síðani resterandi upplýsingar í kautión. Skriva síðani innstillingina í word. Í word er møguligt at brúka autotekst og annars tillaga útsjóndina eftir ynski. Legg notatið Klar til signering. Printa skjølini og legg til undirskrift og send sum vanligt. Ger síðani ávísing til Uttanlandstænastuna. Send ávísing Far í menu ina > Send henvisning. Legg tilmerkis at kontaktin er tann rætta. Útfyll teigarnar Rekvirerende enhed: tann sergreinin sum sendir ávísingina Rekvirent: Læknin sum ávísur Henvisningstype: Henvisning Modtagende enhed: Uttanlandstænastan Í notatinum stendur Sjá viðfest journalnotat Innstilling/Kautión

16 Far í skiljiblaðið > journal Markerað notatið sum skal viðheftast. Vel tilføj link niðast til høgru. Tað ber til at viðhefta fleiri notat við at endurtaka hetta stigið. Vel > Signer og send

17 Arbeiðsgongd á Uttanlandstænastuni Í menu ini > Henvising > Visiter / Planlæg / Afslut henvisninger síggjast ávísingarnar til uttanlandstænastuna Her ber til at velja um man ynskir at síggja øll ella filtrera Markera ávísingina sum tú skalt lata upp. Vel > Åbn niðast til høgru Í nýggju myndini sært tú upplýsingar um hvør hevur sent ávísingina. Trýst ein leinkjuna og les viðhefta notatið. Til høgru á myndini er visitatiónsupplýsingarnir. Vel > Visitatión Uttanlandstænastan og útfyll relevant lyklaorð Ávísingin hevur nú status > Visitation i gang Restin av arbeiðsgongdunum er hin sama.

18 Serligt fyri skaðastovuna Skráset kontaktir á skaðastovuni Eftir uppstigan av COSMIC til R8.0 verður funktiónin Enhedsoversigt tikin í nýtslu á skaðastovuni. Tá brúkarin loggar á Skaðastovuna letur Enhedsoversigten upp automatiskt. Annars liggur menu in undir > Oversigter. Enhedsoversigten verður brúkt til at skráseta allar kontaktir á skaðastovuni. Tá sjúklingurin fer av deildini, antin heim ella til víðari innleggjan verður kontaktin avsluttað beinanvegin. Skrásetingarnar á skaðastovuni verða altíð gjørdar í menu ini Enhedsoversigten sum liggur undir > Oversigter > Enhedsoversigten. Skráset ankomst Sjúklingur kann koma á skaðastovuna við ávísing í COSMIC frá vaktlækna, kommunulækna ella serlækna. Ávísandi lækni eigur at upprætta eina ávísing og skal hon tá brúkast. Ávísingin er beinanvegin sjónlig í teiginum Henvisning tá hon er upprættað. Ikki er neyðugt at visitera akuttar ávísingar. Hevur ávísandi lækni ikki upprættað ávísing, so skal Henvendelse uden henvisning upprættast í sama teigi Henvisning. Skráset Tíðspunkt, ankomstmåde og henvendelsesårsag. Ankomstmåde er umráðandi í mun til hagtølini. Vel rætta ávísing smbrt omanfyristandandi upprætta forløb og skráset hvar sjúklingurin er (stovu ella gongd).

19 Vel > Gem og Luk Sjúklingurin stendur nú á listanum. Skráset behandler Tá lækni og / ella sjúkrarøktarfrøðingur sær sjúklingin skal hetta tíðspunkti skrásetast. Vel klinikara í listanum, ávíkavist > Læge og / ella > Sygeplejerske. Legg til merkis um tíðspunktið er rætt. Spyr sjúklingin um upplýsingar um at hann er har kann útleverast og í fall, til hvønn. Skráset møguliga innleggjan Avslutta kontakt Sjúklingur kann avsluttast frá skaðastovuni upp á fleiri mátar: til innleggjan, til ambulanta uppfylgjan, til kommunulækna osv. Vel í > Afslutningsmåde. Avsluttaður til ambulanta uppfylgjan Verður sjúklingur avsluttaður til ambulanta uppfylgjan kann veljast hvat ambulatorium talan skal vera um. Vel > Gem og luk og kontaktin er avsluttað á skaðastovuni. Sjúklingurin verður eftirfylgjandi bookaður í ambulatorium kalendara ella bookinggrundarlag verður gjørt.

20 Avsluttaður til innleggjan Tá sjúklingar verða avsluttaðir til innleggjan skal lækni ella tann sum skrásetur eftirfylgjandi fara inn í > Indlæggelsesregistrering og innleggja sjúklingin á deildini. Kontaktin á skaðastovuni verður avsluttað automatiskt. Legg sjúkling inn á deildina Tá kontaktin er avsluttað til innleggjan skal tann sum skrásetur fara inn í > Indlæggelsesregistrering og skráseta innleggjanina. Vel somu ávísing (henvisning ella henvendelse uden henvisning) sum var brúkt á skaðastovuni. Vel í > indlagt fra enhed: Skaðastovan Lat prikkin standa í ja í > Akut Vel í > Beh. enhed deildina har sjúklingurin skal innleggjast og vel sergrein i > Med. ansv.enhed. Vel > aktivitet. Vel > Registrer indlæggelse

21 SMS áminningarskipan Í COSMIC er ein innbygd SMS áminningarskipan. Hendan kann senda boð við áminning um tíð til sjúklingar og/ella avvarðandi. Útbreiðsla Útbreiðsla byrjar eftir uppstiganina av COSMIC til 8.0 og væntast at vera komin í brúk á LS í fyrru helvt av 2017.