Kirkjuligt Missiónsblað

Relaterede dokumenter
Kirkjuligt Missiónsblað

Ein livandi Kristus til ein doyggjandi heim

Kirkjuligt Missiónsblað

Kirkjuligt Missiónsblað

Kirkjuligt Missiónsblað

Kirkjuligt Missiónsblað

DANSK Danskt sum 1., 2. og 3. mál. Olly Poulsen, Sarita Eriksen og Solveig Debess

Kirkjuligt Missiónsblað

Kirkjuligt Missiónsblað

Enok maðurin, sum gekk við Gudi

Jesus biður fyri okkum Joh. 17, 20-26

Kirkjuligt Missiónsblað

Kirkjuligt Missiónsblað

Kirkjuligt Missiónsblað

Kirkjuligt Missiónsblað

Kirkjuligt Missiónsblað

Kirkjuligt Missiónsblað

Kirkjuligt Missiónsblað

Kirkjuligt Missiónsblað

Kirkjuligt Missiónsblað

Ríki maður og Lázarus Luk. 16,

Hvussu kunnu vit liva sum trúgvandi í dag?

Kirkjuligt Missiónsblað

Nr. 1 Februar árið

- Webundersøgelse, Fólkaskúlaráðið, oktober Fólkaskúlaráðið. Undersøgelse om læreres og skolelederes syn på

HEVUR JESUS NAKRAN TÝDNING

Kvinnan við Sikarsbrunn Partur II Joh. 4, 1-43

Kirkjuligt Missiónsblað

Kirkjuligt Missiónsblað

Men størstur av teimum er kærleikin

TÁ IÐ TIT... Kirkjuligt Missiónsblað. Nr juni árið

Søgan um "Vesturhavið Blíða"

Kirkjuligt Missiónsblað

Brúdleypið hjá kongssoninum. Matt. 22, 1-14.

Fólkaheilsukanning Hvussu hevur tú tað 2015

DANSK Danskt sum 1., 2. og 3. mál

Kvinnurnar við grøvina

Kirkjuligt Missiónsblað

Nr mai árg. Lívsins orð

Kirkjuligt Missiónsblað

Færøerne for så vidt angår danskerne Kanning um hvat danir vita og halda um Føroyar og føroyingar

Sagsøgeren har påstået sagsøgte dømt til at betale kr. med procesrente fra den 26. juni 2003, subsidiært procesrente fra den 22. april 2008.

Til minnis um Elsa Jacobsen, kristniboðara

EFTIR TÍNUM ORÐI! Kirkjuligt Missiónsblað. Nr februar árið. Jákup Olsen skrivar. Fiskiveiða Pæturs, Luk

Kirkjuligt Missiónsblað

Sigurd fekk medalju fyri sigling í krígstíð í Íslandi

Kirkjuligt Missiónsblað

Minni um teir, sum sigldu og teir, sum doyðu undir krígnum Ferðin hjá "Johannu" eitt rimmar tiltak.

Inklusión, Relatiónir og Felagsskapurin. Rógvi Thomsen, cand.ped., pedagogiskur ráðgevi Hósdagur 16. januar 2014

Børn og doyving Kunning til foreldur

Tryggingartreytir fyri Bólkalívstrygging

Kirkjuligt Missiónsblað

Kirkjuligt Missiónsblað

forbindelse med både ansættelse, ændring i ansættelsesforhold og ved afslutning af ansættelsen.

Út á Fagranes, har 7 fiskimenn mistu lívið í 1927

Marius smíðar bát í Íslandi. ALS 10 ár. Stór frásøgn frá hátíðarhaldinum. Bjarni Djurholm má steðgast og fiskimonnum má vera tryggjað rættindi.

Svenskur elitusvimjivenjari

Námsferð 25. mai 5. juni 2017

samstarva At veita eina um skjóta hettar og tilboðið: goða viðgerð til kvinnur við burðartunglyndi.


Skiparin sum virkaði sum tannlækni

Nám. Í læraravegleiðingini er eisini eyka tilfar, sum nýtast kann, um tíð er til tess og uppgávur eru á

Klagan til TV2. Hvat kann gerast. Upplivdi illveðrið í 1932, ið beindi fyri formanni í FF. Livravirkið á Eiði. Frásøgn hjá Andrew Godtfred:

ATLANTIC AIRWAYS KAPPINGIN H71 - NEISTIN. Sunnudagin 28. september kl Hoyvíkshøllin

Vegleiðing at dagføra GPS-kort. Tillukku við tínum keypi av GPS-korti. Kortið fevnir um Føroyar.

Fakturablanketten virk.dk. 1 At senda elektroniskar rokningar við fakturablanketten

Lívsins salt. Vit hava verið í Ibiza og hugt eftir saltframleiðslu. Neptun og Nólsoy

Mest støðuga fiskavirkið er í Vági

Orðið eigur í føroyskari felagsverklóg 1

Nýggj stjórnarskipan má fyrst og fremst verja borgaran

Givið út 30. mai 2017

Viðvíkjandi klagu um hækking av gjaldi fyri løggilding av elinnleggjarum

Strongdkanning av limum hjá Starvsmannafelagnum. Gjørd av Fegin Ábyrgdari: Niclas Heri Jákupsson

Nr. 321 Hósdagur 8. juli ,- Síða 17 Baksíðan Síða 9 Síða 3 Síða 14

Verkið liðugt hjá Líggjasi

Mikudagin TANN 15. apríl verður ráðstevna á Hotel Føroyum um multiresistentar bakteriur og antibiotikaresistens

Føroyskur saltfiskur væl umtóktur

Aftaná eitt misálit Tað hjálpir einki bert at seta nýggjan landsstýrismann. Tað, sum ræður um, er ein fullkomilig umskipan av fiskimálaráðnum.

HAVNAR KLUBBI oktober Endurgerð av minnisriti Havnar Klubba, tá hann fylti 160 ár.

Leiðarans leiklutur og samskifti í broytingum

Fiskimaðurin sum gjørdist dýnukongur

Bjørn kann ikki nokta fiskimonnum at kryvja við maskinu

ICES viðurkennir. Bjargingarroynd í Vágsbotni. Fiskaren vitjar FF. Bernhard 5. partur. Løgtingsins umboðsmaður setir kærarar í gapistokk.

Hvat hendi við russarunum?

Kann søgukritiska háttalagið brúkast til bíbliugransking?

Advokatskrivstovan Fr. Petersensgøta

Málsgongd Við skrivi, dagfest 12. desember 2008, sendi Mentamálaráðið soljóðandi uppsøgn til klagaran:

Skipari kláraði tað, sum læknar ikki kundu! Læknarnar vildi taka beinið av Palla, men hann noktaði.

FF-blaðið í Frankaríki Vit vóru bæði á fiskivinnuvitjan og til fótbólt. Drúgv og øðrvísi frásøgn

Bekendtgørelse om arbejdsløshedsforsikring ved arbejde mv.m.v. inden for EØS, Færøerne og i det øvrige udland

Ársins studentur. Áhugaverd frásøgn frá meslingagrindini, sum var í Gøtu í Vit hava myndir frá grindini, sum ikki fyrr hava verið alment kendar.

Frágreiðing frá Skipaeftirlitinum um arbeiðsvanlukku umborð á Túgvusteini hin

Dreymurin um at sleppa við júst

9.1 Windows Vista Windows Windows XP Privatkundar sum fáa trupulleika við sperring av Netbanka... 12

Fiskimaðurin Andrias í Tarti. Vit ynskja honum tillukku og hava 5. part av hansara lívssøgu. M.a. eru vit í barsil hjá Georg L. Samuelsen í 1911.

Tine Færch Jørgensen. Til Trafik- og Byggestyrelsen

Heilsan hjá langfarafiskimonnum

Løgmaður um fiskivinnuna

Føddur undir Hitler, vaksin upp undir Stalin

Framleiðsla av salti

Transkript:

Nr. 4 juni. 2011 64. árið Kirkjuligt Missiónsblað SAMKOMAN Í EFESUS Brævið til Efesus (Opb. 2,1-8) Eingin samkoma er fullkomin her á jørð. Jú, í trúnni eru vit fullkomin fyri Gudi, men her á jørð eru vit syndarar, og samkoman er sett saman av syndarum, sum falla og synda aftur og aftur. Vit hava trupulleikar og vranglæru at berjast við. So nógv vil taka fokus frá Jesusi. So nógv vil taka æru frá Jesusi. Vit hava ein fígginda, sum ger alt, hvat hann er mentur, fyri at vit skulu missa álitið á Jesusi og festa okkara álit á okkum sjálvi, styrkina í okkara samkomu, okkara egnu evnir til at gera tingini rætt ja, ymiskt sum fær okkum burtur frá tí einfaldu trúnni á Jesus. Sátan kann ganga runt sum ein ýlandi leyva (1. Pæt. 5,8) ella taka á seg mynd sum ein ljóseingil (2. Kor 11,14). Hann kann sostatt nýta øgiligan ágang móti teimum kristnu fyri at fáa tey at falla frá, ella hann kann nýta øll møgulig tiltøk, sum síggja góð og kristilig út, fyri at fáa okkum at flyta fokus frá Kristusi til samkomuna, arbeiðshættir, tiltøk, sum skulu fáa fólk at koma á møti og so framvegis. Um okkara álit verður flutt frá Jesusi til tað, sum vit sjálvi megna, so hevur Sátan sigrað. Tað, sum ger samkomubrøvini til nakað heilt serligt í okkara bíbliu, er tað, at Jesus sjálvur metir um hesar samkomur. Hann sum er alvitandi og almáttugur, tað er hansara meting av samkomunum, sum vit hava fyri okkum. Tað vil siga, at metingarnar eru rættar. Og tess týdningarmiklari er tað, at vit taka hesi orðini til okkum og spegla okkara egna lív og okkara samkomur í tí, sum Jesus hevur at siga við hesar samkomurnar. Jesus hyggur ikki eftir, hvussu samkomurnar síggja út í heimsins eygum. Hann fer aftur um tað, sum fyri eygað sær gott og flott út. Hann metir samkomurnar eftir, um tær hava varðveitt orðið - trúnna á evangeliið, álitið Jesusi. 1) Einglinum hjá kirkjuliðinum í Efesus skalt tú skriva: Hetta sigur tann, sum heldur hinum sjey stjørnunum í høgru hond síni, tann sum gongur millum hinar sjey gullljósastakarnar. Samkoman í Efesus var stovnað av Paulusi á hansara triðju missiónsferð einaferð í 50 unum eftir Kristus. Tá Opinberingin varð givin, var samkoman sosatt millum 30 og 50 ára gomul. Hetta er ikki í so máta ein nýggj samkoma, men ein rótfest samkoma, har nógv eru vaksin upp í samkomuni. Fyrst skulu vit leggja til merkis, at Jóhannis fær at vita, at hann skal skriva. Í gudfrøðini verður tosað um verbalinspiratión. Hetta er læran um, at skriftin er gudinnblást (2. Tim. 3,16). Gud hevur ikki dikterað hvørt orð í Bíbliuni, men hvørt orð er innblást ella inspirerað av Gudi. Hetta er grundleggjandi í okkara trúgv, at Bíblian er Guds orð. Men m.a. her í Opinberingini lesa vit, at Jóhannes skrivar av. Her dikterar Jesus beinleiðis, hvat Jóhannes skal skriva. Brævið er ætlað einglinum hjá kirkjuliðnum í Efesus. Eingilin, tala í myndum, er tann andaligi leiðarin í samkomuni, elsti ella prestur - tann sum

er Guds sendiboð. Elstin er sendiboð Guds, og tann sum hoyir, hann hoyrir Kristus, tí hann boðar orð Krists. Hann, sum hevur tær sjey stjørnurnar í síni høgru hond og gongur millum hinar sjey ljósastakarnar, er hin dýrdargjørdi Kristus. Tað vita vit frá 1. kap., og í 1,20 fáa vit at vita, at sendiboðini, elstarnir og einglarnir eru hinar sjey stjørnurnar, og Kristus heldur teimum í síni høgru hond. Gud verjir síni sendiboð. Guds høgra hond vísir á Guds styrki, og hann nýtir sína styrki til at verja síni sendiboð. Hann gongur millum hinar sjey ljósastakarnar. Í 1,20 síggja vit, at hetta eru hini sjey kirkjuliðini, sum brøvini eisini eru stílað til. Jesus er hjá samkomuni, ja, har sum tvey ella trý koma saman í hansara navni, er hann mitt millum teirra (Matt. 18,20). 2-3) Eg veit um gerningar tínar og arbeiði títt og tolmóð tína, og at tú ikki kanst torga vondar menn; og tú hevur roynt teir, sum siga seg sjálvar vera ápostlar, og eru tað ikki, og tú hevur komist eftir, at teir eru lygnarar; og tú hevur tolmóð, og tú hevur havt nógv at bera fyri navns míns skuld, og ert ikki vorðin troyttur. Her lýsir Jesus tær ytru umstøðurnar í samkomuni. Hann kennir gerningarnar. Samkoman hevur arbeitt, hevur borið nógv, men er ikki vorðin troytt. Hesi orðini uttan at troyttast vísir, at samkoman hevur gjørt hesar gerningar, hóast tað hevur verið hart og trupult. Hon hevur gjørt nógv, fyri at kanna fólk og átala vranglæru. Og hon hevur borið tunga byrðu fyri Jesu navns skuld. Hetta sær Jesus. Samkoman hevur ikki avnoktað Jesus. Hon hevur játtað hansara navn fyri heiminum, og tað hevur ført hart stríð við sær. Ja, hon hevur funnið seg í tungum byrðum, men ikki funnið seg í, at óndir menn eru komnir við vranglæru. Tað hevur hon gjørt upp við. Hon hevur gjørt, sum Jóhannis hevur mint teir um: Elskaðu tit, trúgvið ikki einum ANDAKT Hvat virkar dópurin? Statt upp og lat teg verða doyptan, og syndir tínar verða avtváaðar. Áps. 22,16.... frelsti hann (t.e. Jesus) okkum... við baði endurføðingar og endurnýggjanar í heilagum anda. (Titus 3,5) Sjálvt um vit ofta hava hoyrt og lisið hesi skriftstøð, hugsa vit so veruliga um, hvat ið tað er, sum hendir, tá ið eitt menniskja verður doypt til Krists, at hetta menniskja verður íklætt Kristus, og at alt ónt tá má flýggja? Í L.M.F.-blaðnum stóð eitt stykki um dópin, sum Kirsten og Lindvig Osmundsen hava skrivað. Tey eru trúboðarar í Etiopiu og eru útsend av Luthersk Missionsforening: Undir einum akasiutræi á einum fjallatindi her í Etiopia stóð ein prestur stutt síðani og las dópsritualið fyri einum bólki av dópskandidatum. Brádliga fer ein teirra at ristast og smáhoppar á staðnum. Høvdið skakast frá síðu til síðu, muðurin talar, men eyguni vísa týðiliga, at konan er ikki við sítt fulla skil. Nú er tíð mín komin, nú má eg flýggja, nú glatist eg, síðsti dagur mín er komin, sigur ein rødd úr munni hennara. Konan skal doypast at tilhoyra hinum krossfesta og upprisna Jesusi Kristi; men hon var sett av illum andum, sum higartil høvdu fjalt seg í henni. Men nú - áðrenn dópsins vatn skuldi seyra niður yvir svarta hár hennara - beint áðrenn navn hennara skuldi nevnast saman við tí tríeiniga Guds navni - júst tá, noyddist hin óndi at flýggja, fara úr kroppi hennara, av tí at hon nú við kroppi og sál skuldi tilhoyra Jesusi. Tí at tit, so mong sum eru doypt til Krists, tit hava íklæðst Krist. (Gal. 3,27) Effie Campbell umsetti. 2 Nr. 4 juni. 2011 64. árið

og hvørjum anda, men roynið andarnar, um teir eru av Guði; tí at mangir svikaprofetar eru farnir út í heimin (1. Jóh. 4,1). Og at royna andarnar er at gera sum menninir í Berøa - teir rannsakaðu skriftirnar fyri at vita, um tað var samsvar millum tær og tað, sum prædikað varð. Hetta hevði samkoman í Efesus gjørt, og tað sama skulu vit gera í dag. Vit skulu kanna lærarar, prædikumenn og prestar fyri at vita, um teir prædika í samsvar við Guds orð. 4) Men tað havi eg móti tær, at tú hevur givið upp tín fyrra kærleika. Hóast alt hetta hevur Jesus nakað grundleggjandi at finnast at samkomuni. Teir hava givið upp teirra fyrra kærleika. Hetta kann eisini umsetast: Tit hava mist tann kærleikan, tit høvdu fyrst (ella í fyrstuni). Menniskjan er fødd við bakinum vent móti Gudi. Vit eru fødd sum fíggindar Guds. Vit hata Gud vegna hansara krøv og lógir. Og lógin, Guds boð, kann ongantíð fáa okkum at elska Gud. Vit kunnu bara elska Gud, tí hann elskaði okkum fyrst. Og hann vísti okkum sín kærleika við at lata Jesus vera bót fyri okkara syndir (1. Jóh 4,19 og 10). Evangeliið, boðskapurin um, at Jesus er bót fyri okkara syndir, og at vit í trúnni á hann, eiga syndanna fyrigeving og eru fullkomin fyri lógini, skapar kærleika til Gud í okkum. Rættlætiskravið er uppfylt hjá okkum (Róm 8,4). Krøv lógarinnar eru uppfylt í okkum. Paulus sigur tað soleiðis í Róm 6,5-7: Tí at eru vit vorðin samgrógvin við hann í líkingini við deyða hansara, tá skulu vit eisini verða tað í líkingini við uppreisn hansara, við tað at vit vita hetta, at okkara gamla menniskja er krossfest við honum, fyri at syndalikamið skuldi verða til einkis, so at vit ikki longur skulu tæna syndini; tí at tann, sum deyður er, er rættvísgjørdur frá syndini. Vit hava fingið tillutað Kristi rættvísa lív. Hann livdi eitt fullkomið lív, og tað lívið er okkara í trúnni. Vit eru samgrógvin við Jesusi og eru deyð frá syndini. Jesus strikaði út skuldabrævið, sum kom okkum við, og var skrivað við boðorðunum, tað sum var okkum ímót, og hann beindi fyri tí, við tað at hann negldi tað á krossin (Kol. 2,14). Tá menniskju koma til trúgv á Jesus, at hann hevur tikið alla synd á seg, so skapar tað kærleika til Gud í okkum. Men tað hendir so lætt, at evangeliið verður ein sjálvfylgja. Vit hava hoyrt tað so ofta: Vit mugu koma longri í okkara kristinlívi. Okkurt nýtt skal henda í okkara samkomu. Nú mugu vit virka fyri Gud. Nú mugu vit til næsta stig. Nú mugu vit víðari. Og spakuliga kemur samkoman, okkara gerningar, tað vit skulu virka fyri Gud í fokus, fram um Jesus. Hetta var hent í Efesus. Tann fyrsti kærleikin til Jesus var horvin. Tey høvdu gloymt, hvussu stóra gávu tey høvdu fingið í Jesusi. Tey vóru so upptikin av øllum teimum avbjóðingunum, sum samkoman stóð í, at tey høvdu gloymt Jesus. Evangeliið hevði fingið minni og minni týdning og avbjóðingarnar, sum samkoman hevði, hevur tikið tað plássið í samkomuni, sum Jesus átti at hava. Ja, tey hava mist hin fyrsta kærleikan. Tey eru fallin frá. Tí trúgv er treyst ella álit á Jesus. Eitt álit á, at hann veruliga hevur tikið alla okkara synd á seg. At hann hevur gjørt alt sum skal til, fyri at vit skulu blíva frelst. Eitt av tveimum kann vera hent i samkomuni: 1) Bardagin móti vranglæru og tað at líða fyri sína trúgv eru vorðin lógarkrøv fyri at blíva frelst. Kanska teir hava sagt, at tú skalt líða hetta og hetta fyri at vera trúgvandi? Bara um tú hevur upplivað hetta ella hatta, so ert tú ein sannur trúgvandi? So er álitið flutt frá Jesus til tín sjálvan og trúgvin er deyð. 2) Fokus er flutt frá Jesus til samkomuna og tað kristna lívið. Krossurin hevur minni at týða. Tað týdningarmiklasta er, hvussu eg livi, vitni og tæni Gudi. Eg seti mítt álit á, at eg og vit í samkomuni duga væl at fáa fólk at koma. Vit leggja tað soleiðis til rættis, at fólk dáma at koma, og mítt álit hevur flutt seg frá Jesusi til fruktina av mínum gerðum. Í øllum førum síggja vit tað sera álvarsama, at ein samkoma sum tykist fyrimyndarlig við tað at hon líðir fyri navn Jesusar og berjist móti vranglæru, hon er fallin frá trúnni. Hon hevur ikki bara lítla trúgv - hon hevur svikið sín fyrsta kærleika - hon hevur mist sjálva trúnna á Jesus og er at rokna sum fráfallin. Framhald í næsta blaðið. Silas K.K. Olofson 3

Fællesbrev nr. 73 Sumbawanga d. 7/5-2011 Anne-Lene og Peter Olofson skriva Kære alle Containeren i baghaven, som de danske missionærer i årenes løb har brugt til værksted og opmagasinering, var ved at være overfyldt, så det skulle der gøres noget ved. Da Peter dette semester ikke har undervisning om fredagen, blev gårsdagen dagen, hvor der skulle ryddes op og sorteres ud. Og så spekulerer man over: Hvem har bragt en stang til et badeforhæng fra Østergades Farvehandel v. J. Neumann Andersen, Maribo, til Sumbawanga? Den ligger stadig i indpakningen. Der bliver den liggende til der er brug for den. Syv rotteunger måtte lade livet under oprydningen. Giften tager ikke alle. Da der også er brug for, at der bliver ryddet op og sorteret ud i vores eget liv, så har vi glædet os over, at kunne fejre påske sammen. Godt, når Jesus rydder op i vores liv. Skærtorsdag havde vi for første gang, mens vi har været i Sumbawanga en dansksproget altergangsgudstjeneste og selvom vi kun var fire, så er påskeunderet ikke mindre. Bagefter fik vi så gedesteg. Langfredag efter gudstjenesten var vi begge på tur 4 Nr. 4 juni. 2011 64. árið

med Jeanette og Heidi og pigerne, der bor på børnehjemmet Bethania. Pigerne nød at komme ud at se skoven og lege og vi andre nød at lege med dem. Livet er fyldt af overraskelser og påskedag over middag, dukkede Lennart og Merethe fra Frejlev på Lolland op. Så det blev meget hjemligt for Peter, der som barn boede på Lolland. For 19 år siden havde de cyklet rundt et år i Tanzania og nærliggende lande, og nu ville de rejse tre måneder (uden cykler) for at vise deres 15årige datter Tanzania. Vores navne og adresse havde de fundet på internettet. Påskedag blev det til en tur til gudebjergene og hulerne uden for Sumbawanga. 2. påskedag til skovtur om eftermiddagen. 4. påskedag drog Peter så til Kasanga med dem sammen med de 7 danske volontører fra Sumbawanga og Kipili. Det er ikke hver dag, at vi får samlet en skare på 11 danskere. De fire piger fra Kipili skulle med bussen hjem dagen efter og fredag aften skulle gæsterne fra Lolland med den gamle tyske færge Liemba til Kigoma. Men vi fik set Kalambo Falls, solgt bøger ved den gamle kirke i Kasanga og i fiskerlandsbyen Muzi, holdt fælles andagter, sunget af hjertens lyst fra den danske sangskat herunder Den blå anemone (der blev hentet fra Lolland) af Kaj Munk, spillet, badet, holdt bålaften, m.v. Lørdag gik så turen mod Sumbawanga igen, da Bibelskolen skulle åbne igen efter påskeferien den dag. Selvom vi var færre, der skulle hjem, så fik vi hurtigt fyldt bilen med tomlere og så nogle sække trækul på taget. De tre volontører fra Sumbawanga blev så og overnattede hos os til søndag, og gik i kirke sammen med os på Bibelskolen. Anne- Lene nød så at være hjemme lidt for sig selv, og fik lyttet til den ene prædiken efter den anden bl.a. fra frimenigheden i Hillerød og hun fik også syet 12 nye gardiner til de kvindelige studerendes værelser. Vi har nu fået ny forstander, men da den menighed, han har været præst for, ikke ønskede den nye præst, som kirkens ledelse havde foreslået, fortsætter han som præst et stykke tid endnu samtidig med forstanderjobbet, indtil en anden præst er kommet på plads. Så han er endnu ikke flyttet ud på Bibelskolen sammen med sin familie. Det er ikke optimalt, men hvis det kun bliver for dette semester, håber vi det går. Da vores præst på Bibelskolen er blevet generalsekretær, har vi fået en ny lærer i stedet for ham, men da den nye lærer samtidig skal lede projekt afdelingen på stiftes hovedkontor, så kan han heller ikke være her 100%. Der er præstemangel i provinsen. Mandagen blev dagen med et 5 timers langt stabsmøde, hvor vi skulle have gjort status og planlægge en ny begyndelse under den nye forstander, og så fire timers hjælp med kørsel m.v. til kollegaernes flytninger. Det bragte minderne tilbage om tiden, da jeg arbejdede for flyttemanden på Torvet i Nakskov. Semestret er begyndt og efter en uge er vi oppe på, at 26 af 48 studerende er ankommet. Tænk, hvis vi kunne ændre mødekulturen, så alle kom til tiden, men det kan vi nok ikke sådan lige. De kommer pø om pø. Nogle studerende har høns med hjemmefra, som de sælger til os, så de har noget at købe lærebøger for. Men denne gang har vi også købt to får af en studerende, så nu håber vi på lammesteg en gang med tiden. Peter havde også i denne ferie bedt nogle studerende fra forskellige stammer om at købe en lille træskammel med til ham fra deres område, så hans samling af de lokale skamler i mange forskellige udgaver, som traditionen nu er, vokser efter hver ferie. Skamlerne er i øvrigt gode at have, når vi har mange gæster. Kærlig hilsen og Guds fred Anne-Lene og Peter 5

Emmauslegan í myndum 6 Nr. 4 juni. 2011 64. árið

7

Guds unga manning Sum ørvar í hond hins veldiga, so eru ungdóms synir. Sálm. 127,4 (gomul umseting) Tú, sum veitst, at tú ert eitt Guds barn, tú veitst kanska ikki, hví tú bleivst tað. Tú bleivst tað ikki fyri bert sjálvur at verða frelstur og glaður og eydnusælur, ei heldur bara fyri at koma í himmalin. Nei, tú bleivst tað eisini, av tí at Gudi tørvar teg! Hoyr nú, hvat ið er ætlanin við lívi tínum: Sum ørvar í hond hins veldiga, so eru ungdóms synir. Tú ert ætlaður at vera ein ørv í Guds hond. Gud hevur nevniliga mangar fíggindar, og teir vil hann skjóta í hjartað, og tí nýtist honum ørvar. Hoyr: Ørvar tínar hvestar eru, fólkasløg tær til fóta falla, kongsins fíggindar verða raktir í hjartað. (Sálm. 45,6) Tú ert ætlaður at vera ein sovorðin ørv. Vilt tú tað? Pætur ápostul var ein slík ørv. Gud legði hana á strongin, og 3.000 av kongsins fíggindum vórðu raktir so mitt í hjartað (Áps. 2,37). Ørvin hevði rakt, tey fingu síni banasár øll somul, tey vórðu gjørd til einkis. Eingin av hesum fíggindunum var eftir. Nú kundi tú gingið gjøgnum hetta raðið við hesum 3.000 fólkunum uttan at funnið ein einasta fígginda hjá Gudi teirra millum. Hevur tú hug at verða ein sovorðin ørv, sum Gud kann brúka at raka fíggindar sínar í hjartað, so tað pínir har inni, og tey spyrja: Hvat skulu vit gera fyri at verða frelst? Einki í verðini er so undurfult sum at verða ein sovorðin ørv. Ynskir tú ikki at verða tað? Leingist tær ikki eftir at verða ein sálarvinnari? So er bert at gera av, hvussu tað skal henda. Hin fyrsta treytin er, at Gud má hava fult ræði á tær. Tú mást geva honum loyvi at gera við teg fullkomiliga, sum hann vil. Hin fyrsta treytin, fyri at ein ørv kann brúkast, er, at hon liggur púra still og viljaleys í hond bogaskjúttarans. Um vit høvdu kunnað hugsað okkum, at ein ørv, sum varð skotin av stronginum, sjálv vildi hava okkurt at siga um leiðina, hon skuldi halda, tá vildi ein slík ørv verið púra ónýtilig. Um bogaskjúttarin siktaði aldri so væl, kundi hann kortini ongantíð litið á, at ørvin rakti beint í miðdepilin. Vilt tú fegin verða ein ørv í Harrans hond? O, tað eru sovorðin ung, Gud leitar eftir, ung, sum eru fús at sleppa øllum egnum ynskjum og ætlanum fyri framtíðini, allari æru í verðini, øllum mannatokka og frama, allari sjálvgóðsku og sjálvsøkni fyri at verða hetta eina undurfulla: ein ørv í Guds hond og vera við til at oyða fíggindar Guds og broyta teir til vinir. Men har er okkurt afturat, sum kongur skal hava gjørt við ørvina, fyri at hann kann brúka hana, sum hann vil. Hann má hava gjørt hana blanka! Rustaðar ørvar vil kongur ikki brúka. Hoyr: Til blanka ørv hann gjørdi meg, goymdi meg í sínum ørvahúsa. Jes. 49,2 (gomul umseting). Orsøkin til, at kongur higartil bert hevur brúkt teg so lítið, er helst hon, at enn er so nógvur rustur á ørvini. Tað eru so nógvar leivdir av tínum egna eg. Har er kanska enn nakað av sjálvgóðsku, so tú hugsar meira um at fáa góða løn, eitt gott kamar, nógva frítíð og bert lítið at gera, enn tú hugsar um at gera tað so gott, sum tú kanst fyri tey, tú arbeiðir hjá. Tú verður kanska enn ótolin og í ringum skørum, tá ið alt ikki gongur, sum tú vilt. Tú verður kanska eisini skjarrligur og firtin, tá ið onkur ger tær órætt. Kanska verður tú beiskur, ja, beinleiðis øvundsjúkur, tá ið onnur hava tað betri og verða tikin fram um teg. Eg vil kortini treyðugt trúgva um teg, at tú lønar aftur á sama hátt, tá ið onkur háðar og deilir teg, tí tú kennir jú orðið: Gjaldið ikki ilt fyri ilt ella deilan fyri deilan; men tvørtur ímóti, vælsignið heldur. (1. Pæt. 3,9) Treyðugt vil eg eisini trúgva, at tú, fyri at sleppa undan toygginum, bjargar tær við einum hálvum sannleika, og eg kvíði meg fyri at trúgva, at tú brúkar tína dýrabaru frítíð at lesa skaldsøgur og soleiðis stjelur frá Gudi ta tíð, tú skuldi brúkt til Bíbliu tína. Eitt sindur av errinskapi er kanska eisini 8 Nr. 4 juni. 2011 64. árið

eftir, so tú brúkar meiri pengar at keypa tær klæði fyri, enn hægst neyðugt og hóskandi er fyri eitt Guds barn. Allur hesin rusturin misprýðir ørvina og ger hana ónýtiliga. Hann má burtur. Tú hevur roynt at fingið hann burtur. Tú hevur gníggjað ørvina dúgliga, og viðhvørt helt tú, hon var um at verða blonk; men rusturin kom fram aftur. Tú hevur kanska grátið um tað, tú hevur biðið og givið Gudi lyfti; men tað segði tað sama. Tú fekst ikki henda ljóta rustin burtur, og tú fært hann ongantíð burtur á tann hátt! Tí hatta er nevniliga gravrustur, og tað manst tú vita, at tann eginleikin kemur altíð fram aftur. Kortini, fell ikki í fátt, tú, sum syrgir um støðu tína og av sonnum ynskir at verða ein blonk ørv. Latið okkum lesa orðið enn eina ferð: Til blankan ørv hann gjørdi meg... Tað, tú ongantíð kanst gera, tað megnar hann! Hann hevur nevniliga eitt, sum kann taka gravrustin burtur av sálini, so hann ongantíð kemur aftur - tað er blóðið frá Golgata, tað dýra blóðið, sum reinsar frá allari synd. Játta so ærliga syndir tínar og tað, at tú einki ert førur fyri sjálvur, boyggj teg við krossin - undrið hendir í lívi tínum, tí orðið stendur fast: Um vit játta syndum okkara, tá er hann trúfastur og rættvísur, so at hann fyrigevur okkum syndirnar og reinsar okkum frá allari órættvísi. (1. Jóh. 1,9) Vil hann so brúka meg, tá ið hann hevur reinsað meg? Ja, bíða eitt sindur! Tað er enn nakað, sum tú mást læra. Til blankan ørv hann gjørdi meg, goymdi meg í sínum ørvahúsa. Tú skalt læra at vera stillur og ikki renna sjálvur! Hevur hann reinsað teg, so goymir hann teg í sínum ørvahúsa, og har mást tú liggja stillur og kanska læra ta torførastu læruna fyri okkara óróligu natúr: at bíða eftir Harranum, at bíða púra stillur, til hann tekur teg fram og leggur teg á strongin. Tað er ringt at liggja stillur og bíða, tá ið tú heldur, tað er so nógv, sum gerast skal; men fjáltur og ófriður avrika einki her. Ein og hvør ørv, sum Harrin skal kunna brúka, má læra tann týdningarmesta setning at liggja púra still, goymd í ørvahúsanum, til hann tekur hana fram. Sául kongur lærdi ongantíð tann setningin, og tí misti hann sítt kongaríki. Mong eru vorðin andaliga ónýtilig, av tí at tey ikki hava lært at bíða eftir Harranum. Tað er bert, tá ið ørvin verður skotin út av Guds hond, at hon røkkur máli sínum og útinnir tað, sum hann vil. Gud kemur ongantíð ov seint, og ein ørv, sum er skotin av honum, avrikar meir enn 100 ørvar, sum runnu sjálvar uttan at bíða eftir Guds tíma. Men nú eru tað vist summi, sum drýpa høvur og hugsa: Hvat eri eg, at eg skal kunna avrika okkurt fyri Harran? Eg havi ongar gávur, ongan dugnaskap, einki dirvi - men lurta nú: Tað er jú ikki ørvin, sum avger, hvat hon skal gera, men hondin, sum skjýtur ørvina avstað. Er tann hondin sterk, so kann sjálvt hin veikasta ørvin avrika undurverk. Latið okkum lesa orðið rætt! Tað stendur ikki: Sum veldigar ørvar í hond Guds, so eru ungdóms synir, man harafturímóti: Sum ørvar í hond hins veldiga... Sum tað er signað fyri tann, sum leingist eftir at verða ein sovorðin ørv, men kennir seg so ódugnaligan. Hvussu vóru lærisveinarnir? Ólærdir, einfaldir fiskimenn - men lagdir í Guds hond blivu teir ørvar, sum flugu út um heimin og løgdu fíggindar í túsundatali fyri Guds føtur og gera tað dagin í dag. Tá ið Hudson Taylor varð spurdur, hvussu tað bar til, at hann kundi avrika so stór verk í Kina, svaraði hann: Gud leit seg um eftir einum manni, sum var nóg neyðarsligur, so hann fekk brúkt hann í Kina, og hann fann meg. Tað er ikki ein einasti, sum lesur hesar reglur, sum Gud ikki kann og vil brúka sum eina ørv í sínari tænastu, um bert tú vilt lúka treytirnar: leggja teg fult og heilt í Harrans hond, lata hann reinsa teg frá syndarinnar gravrusti, liggja kvirrur í ørvahúsanum, til hann tekur teg fram, og ongantíð rokna við egnari megi og dugnaskapi, men bert við tí veldigu hondini, sum skjýtur teg avstað. Gud skal geva tær kraft til at virka fyri hann, so tú, sum ert hin allarveikasti og ússaligasti, vilt blíva tað, sum hjarta tínum leingist eftir: ein sálarvinnari fyri Jesus, ein blonk ørv í hond hins veldiga! Effie Campbell umsetti. 9

Tá ið vespan stakk mammu Ein prestur spurdi einaferð ein drong, hvussu leingi hann hevði trúð á Jesus, og um hann var vísur í, at Jesus hevði fyrigivið honum allar syndirnar. Tað var ein torførur spurningur at seta einum dreingi, men drongurin var kortini skjótur at svara. Hann segði, at hann við vissu visti, at allar hansara syndir vóru fyrigivnar, og at hann væl var førur fyri at siga prestinum, hvussu leingi hann hevði trúð á Jesus. Hesir spurningar helt hann vera nógv tengdar at hvørjum øðrum og fortaldi, at hesa vissu fekk hann, tá ið vespan stakk mammu hansara. Presturin, sum einki skilti, vildi vita, hvat drongurin meinti við. Drongurin greiddi síðani frá, at mamma hansara, frá tí at hann var lítil, hevði sagt honum frá Jesusi, men at tað var eitt, sum hann alla tíðina hevði ilt við at skilja, og tað var, at Jesus vildi doyggja í hansara stað. Sjálvt um mamma hansara hevði gjørt sær stóran ómak fyri at fáa hann at líta á hetta, so var tað, sum at hann ikki skilti, hví Jesus var deyður fyri hansara syndir. Síðani segði hann prestinum frá einum summarkvøldi, tá ið hann sat í garðinum heima hjá teimum og spældi. Knappliga kom ein vespa flúgvandi yvir ímóti honum og surraði rundan um hann. Hann royndi at sita stillur, sjálvt um hann var sera ótryggur, men tá ið hon ikki fleyg avstað aftur av sær sjálvum, royndi hann at sláa eftir henni. Vespan gjørdist bara naskari og naskari, og hann gjørdist so bangin, at hann rann yvir til mammuna, sum stóð í durunum og fylgdi við honum, og goymdi seg undir hennara fyriklæði. Hann greiddi prestinum frá, at mamman var sera rólig, at hon tók um hann og segði, at hann ikki skuldi vera bangin, tí hjá henni kundi hann kenna seg púra tryggan. Meðan hann goymdi seg undir fyriklæðnum, føldi hann eitt rykk í mammuni og visti tí, at hon nú var vorðin stungin og hevði fingið ilt. Mamman gramdi seg ikki, men bað hann bara koma fram aftur, tí nú var eingin vandi á ferð longur. Vespan hevði stungið hana ístaðin fyri hann. Tá hann sá vespuna á arminum hjá mammuni, var hon ein heilt onnur, enn hon hevði verið. Nú tyktist hon so dølsk, og øll megin var farin úr henni. Mamman greiddi honum frá, at av tí at hon hevði stungið seg, hevði hon mist broddin og kundi ikki stinga longur. Hann føldi tað sum ein lætta, at vandin var av, men samstundis tók hann synd í mammuni, sum hevði fingið ilt. Mamman dugdi væl at síggja, at hann var keddur um, at hon var stungin ístaðin fyri hann, og tí segði hon, at tað skuldi hann ikki hugsa um. Síðani fortaldi drongurin presturin, at tað var eftir hesa hending, at hann veruliga skilti, hvat ið lá í tí, sum mamman so ofta hevði greitt honum frá. Mamman hevði sagt, at Jesus doyði fyri hansara syndir, soleiðis at hann skuldi verða fríur, og tað var júst tað, sum mamman eisini hevði gjørt nú, hon hevði lovað vespuni at stinga seg, so at hann skuldi sleppa undan at verða stungin. Tá hann sá ta veiku vespuna ganga á gólvinum uttan brodd, skilti hann, at við tað at Jesus doyði fyri hann, so hevði deyðin mist sína megi. Tí segði hann við prestin, at tá ið mamman varð stungin, skilti hann alt. Tá skilti hann og fekk vissu um, at Jesus av kærleika til hansara var deyður fyri allar hansara syndir. Presturin var bilsin um at hoyra eina sovorðna prædiku frá einum drongi og klappaði honum á herðarnar. Hann var glaður um, at hann hevði sett álit sítt á Jesus og ynskti at liva saman við honum. Leysliga umsett, Petra Gregersen. 10 Nr. 4 juni. 2011 64. árið

Ein Jesus-veking inni í islam Henda frásøgn varð fyrst prentað í missiónsblaðnum Mission Frontiers. Blaðstjórin Rick Brown sigur, at hon er grundað á vitnisburðin hjá Jákupi Bróður og einum útlendskum trúboðara, og fleiri kristnir leiðarar vátta, at hetta er satt. Sufisma er ein meir enn túsund ára gomul rørsla innan islam. - Tað var ein heilagur maður, ein sufimeistari, sum vit her vilja kalla Ísak. Hann búði í einum fjarskotnum parti av landinum, har tey hildu fast við gamla siðvenju, og her hevði hann nógvar stuðlar og viðhaldsfólk. Fleiri túsund menniskju litu á hann. Tey bóðu um andaliga leiðslu, tey bóðu um signing yvir grøðina, tey vildu hava forbøn fyri góða heilsu, og mest av øllum vildu tey hava forbøn, so tey kundu fáa ævigt lív. Men Ísakur Meistari var stúrin um egnu frelsu sína, og tað plágaði hann, at viðhaldsfólk hansara í túsundatali trúðu, at hann kundi frelsa tey á dómadegi. So fór hann undir at biðja so inniliga, at Gud mátti vísa sær sirat mustaqim, hin sanna vegin til frelsu. Eitt kvøldið í 2002, meðan Ísakur bað, at hann skuldi finna sanna vegin til frelsu, vísti Kristus seg fyri honum í einum lýsandi hvítum kyrtli. Jesus segði, at hann skuldi fara til tann og tann býin og tosa við ein heilagan mann frá tí og tí bygdini, og hvørs abbi var so og so. Jesus vísti honum vegin til húsini í einari sjón. Ísakur var tá varur við, at abbi henda mannin hevði verið egni Sufimeistari hansara, og hetta gleddi hann almikið. Húsini hjá Jákupi Sjálvt um tað enn var tíðliga á morgni, og tað regnaði og stormaði, svór Ísakur, at hann hvørki skuldi eta ella drekka, til hann hevði møtt tí Guds manni, sum Jesus hevði víst honum, og til hann hevði funnið vegin til frelsu. So hann fór til gongu í hesum ódnarveðrinum yvir til bussstøðina og fór við einari rutu, sum koyrdi árla á morgni. Hann koyrdi 60 km til býin. Klokkan var næstan seks á morgni, tá ið Ísakur kom til staðið, sum Jesus hevði víst honum í sjónini. Tá ið hann bankaði á dyrnar, gjørdist hann bilsin, tí hann sá ein mann í vanligum klæðum staðin fyri í kappa, sum ein Sufimeistari vanliga gongur í. Hetta var Jákup Bróður, sum er leiðari hjá einum bólki av Jesus-trúgvandi muslimum. Tá ið Ísakur spurdi Jákup um pápa hansara, abba hansara og bygdina, haðani hann kom, gekk tað brádliga upp fyri honum, at hetta var maðurin, sum Jesus hevði sagt, at hann skuldi tosa við. So segði hann Jákupi frá sjónini og bað hann siga sær vegin til frelsu. Guds ætlan Bróðir Jákup las vers upp úr Koranini og Bíbliuni, og á henda hátt greiddi hann frá, hvussu Gud skapaði verðina til eitt gott stað. Hann segði frá Ádami og Evu og djevlinum, sum freistaði tey, og hvussu tey vóru ólýðin móti Gudi. So segði hann, at vegna synd teirra vórðu Ádam og Eva víst burtur og sluppu ikki at vera í nánd av Gudi, og tey gjørdust trælir undir myrkrinum, syndini og deyðanum. Hvussu kundi so sambandið við Gud endurnýggjast? Hvussu kundu tey koma aftur til Edens urtagarð? Bróðir Jákup helt áfram at tosa um Káin og Ábel, hvussu syndin kom inn í heimin, og hvussu Nóa og hansara familja vórðu bjargað. Hann greiddi frá Ábrahami, hvussu Gud kallaði hann at fara út úr Bábylon. Hann tosaði um ættina hjá Ábrahami, um Dávid, um ólýdnið hjá soni hansara Sálomoni, og um eftirkomarar hansara, til hin sanni Dávids-sonurin kom, hin sanni arvingin til lyfti Ábrahams, hin annar Ádam, Jesus, sum eisini var fyrsta menniskjað í veraldarsøguni, sum fullkomiliga gav seg undir Guds vilja. Hann boðaði frá, at tað var Guds vilji, at Jesus skuldi krossfestast, so hann fekk frelst mannaættina, og at Gud reisti hann upp aftur frá teimum deyðu. Gud setti Jesus við sína høgru síðu sum heimsins Harra og Frelsara. 11

Sirat Mustaqim Bróðir Jákup segði, at Harrin Jesus hevði eisini opinberað seg fyri sær í 1969, og at hann hevði víst sær, at hann var vegurin til frelsu. Hann las í evangeliinum, har Jesus sigur: Eg eri vegurin og sannleikin og lívið. (Jóh. 14,6) Jesus, greiddi hann frá, var sjálvur sirat mustaqim. Ísakur Meistari segði har og tá, at hann trúði á Jesus og var til reiðar at tæna honum, og at hann vildi verða doyptur beinanvegin. Men Bróðir Jákup ráddi honum til at bíða við dópinum. Hann segði: Gud hevur gjørt teg til ein stóran leiðara, og hann vil, at allir, ið fylgja tær, skulu koma at kenna Jesus sum Messias, og at hann er einasti vegurin til frelsu. Far nú heim og sig fyrst konu tínari og børnum tínum, at Jesus er Harri og Frelsari og sig tað síðani fyri teimum lærisveinunum, sum eru næst tær. Ísakur var samdur í hesum, og teir avtalaðu ein dag, tá ið Jákup skuldi koma at luta tey góðu tíðindini. 200 lærisveinar Einar tvær vikur seinni, til avtalaðu tíðina, kom Jákup til eitt møti, har yvir 200 av teimum leiðandi lærisveinunum hjá Ísaki vóru. Sufimeistarin fór undir at siga søguna um sína egnu bøn og sjónina, hann hevði fingið frá Gudi. Hann greiddi frá, hvussu hann hevði ferðast gjøgnum stormin fyri at spyrja Bróður Jákup, hvussu loyndarfulli vegurin til frelsu var. Síðani bað hann Bróður Jákup siga teimum, hvat ið hann hevði sagt. Bróðir Jákup segði so alla søguna umaftur, har hann byrjaði við Koranini og endaði við Bíbliuni. Hann segði teimum frá skapanini, syndafallinum og frá eftirkomarum Ábrahams niður til Jesus Messias. Hann segði, at teir skuldu trúgva á Jesus sum teirra Harra og Frelsara. Allir leiðararnir vóru samdir, men teir søgdu, at teir fyrst máttu luta hesi nýggju tíðindi við sínar konur og børn. Sufimeistarin og 250 av teimum leiðandi lærisveinum hansara vóru til reiðar at lata seg doypa. Bróðir Jákup doypti Ísak og konur hansara og synir, síðani bað hann konur Ísaks doypa egnu døtur sínar. So gav hann Ísaki leiðbeining og bað hann doypa teir 250 leiðararnar í hansara bólki, og so sendi hann teir heim, so teir kundu doypa konur og børn síni og luta orðið víðari við onnur og doypa tey, sum komu til trúgv. Henda dagin vóru fleiri túsund menniskju doypt inn í Guds ríki. Soleiðis byrjaði ein trúarrørsla við Kristusi inni í einum muslimskum samfelagi. Bíblia á egnum máli Bróðir Jákup hevði tikið tríggjar eskjur við Nýggja Testamenti við sær. Tær gav hann Ísaki Meistara og bað hann býta tær út. Men longu tríggjar dagar seinni kom Ísakur aftur við eskjunum og segði, at tær heilt vist ikki vóru fyri fólk hansara, tí tær vóru ikki á teirra máli, ið hvussu er ikki soleiðis, sum tey vóru von at tosa. Har vóru alt ov nógv útlendsk og háfloygd orð í og tilvísingar til ein annan tjóðarbólk, sum tey einki skilti av. Bróðir Jákup hevði arbeitt við einari skaldsligari útgávu av Nýggja Testamenti við vanligum og kendum orðum, og hann gav Ísaki hana í staðin. Ísakur helt, at henda bókin var heilt einastandandi, og hann tók eina rúgva av hesari bókini við sær aftur til síni viðhaldsfólk. Í tí løtuni skilti Jákup, at hesir nýggju lærisveinarnir høvdu tørv á einari Bíbliu, sum var skrivað á einum máli, tey skiltu og kundu gera seg til eitt við, so hann fór undir at umseta Bíbliuna av nýggjum, og hann byrjaði við Markusarevangeliinum. Ísakur Meistari er nú deyður, men vekingin heldur áfram gjøgnum synir hansara. Teir eru sannførdir um, at av tí at tað var Harrin Jesus Kristus, sum sjálvur vísti teimum vegin til Bróður Jákups, fer Jesus eisini at leiða og verja tey í trúnni framyvir. Effie Campbell umsetti. Rúgvismikil dópur Nakrar fáar vikur seinni sendi Ísakur Meistari boð eftir Bróður Jákup, at hann skuldi koma aftur. Tá ið Bróðir Jákup kom, hoyrdi hann, at 12 Nr. 4 juni. 2011 64. árið

Summarstevnan 30. juni - 3. juli 2011 Í Emmaus í Klaksvík Hóskvøldið Kl. 20.00 Fríggjadagur Kl. 16.00 Kl. 20.00 Leygardagur Kl. 9.30 Kl. 10.30 Kl. 16.00 Kl. 20.00 Sunnudagur Kl. 11.00 Kl.18.00 Tala: Atli Rasmussen Sangur: Kórið í Emmaus Kaffi Bíbliutími v/egil Joensen Nátturði Tala: Christian Lund Sangur: Askham-systkini Kaffi Kaffi og rundstykki Bíbliutími v/silas Olofson Døgurði Tala: Jústinus S Poulsen Nátturði Tala: Jóhan Henriksen Sangur: Petur Hans Hansen Kaffi Gudstænasta Døgurði Tala: Christian Lund Sangur: Manskórið í Sandoynni Nátturði Komið higar til mín øll tit, sum arbeiða og ganga undir tungum byrðum, og eg vil veita tykkum hvílu. Matt. 11,28 Vælkomin Stýrið 13

BARNASÍÐAN Koparormurin Petra Gregersen Úr Hor fór ísraelsfólk aftur suðureftir. Ferðin gekk nú til Kánansland, men tey máttu fara allan henda umvegin, tí edómittar ikki lovaðu teimum at fara ígjøgnum teirra land. Tey steðgaðu á vegnum í Punon, har náttúran var sera kørg, og aftur fór fólkið at gremja seg um, at har hvørki var breyð ella vatn, og at tey vóru troytt av at eta tað sama dag út og dag inn. Av tí at fólkið var so ónøgt og vantrúgvandi, sendi Guð eiturormar ímillum teirra. Nógv vórðu bitin og fingu ein pínufullan deyða. Fólkið bað tá Móses biðja Guð fyrigeva teimum, og tá ið hann fór fram fyri Guð, bað Guð hann seta eina stong upp og heingja ein koparorm upp á hana. Tað gjørdi Móses, og tá tey, ið vórðu bitin av ormunum, hugdu upp á koparormin, vórðu tey grødd. Eiturormarnir í oyðimørkinini eru eisini ein mynd upp á djevulin. Øll eru vit bitin av honum. Men koparormurin er hinvegin ein mynd upp á Jesus, og eins og ísraelsfólk vórðu grødd av eiturbitinum við at hyggja upp á ormin, verða menniskju frelst frá allari synd við at hyggja upp á Jesus, trúgva á hann. 14 Nr. 4 juni. 2011 64. árið

BARNASÍÐAN 15

Umbróting: Brandur Petersen Prent: Estra Ábyrgd: Silas K.K. Olofson Útgevari: Kirkjuliga Missiónsfelagið Undir Klakki 39 FO-700 Klaksvík Tlf.: 286968 T-postur: kmf@kmf.fo Heimasíða: www.kmf.fo Konta: 9181-495.337.3 Kirkjuligt Missiónsblað kemur út 8 ferðir um árið ( feb, mar, mai, jun, aug, sep, nov, og des) Haldaragjald: kr. 150,- 16 Nr. 4 juni. 2011 64. árið