ÁRSFRÁGREIÐING.

Relaterede dokumenter
Síða 1 av 7. Inngangur

TILRÁÐING UM SKÚLAGONGDINA INNAN HANDILSYRKIÐ. Tilevnað av arbeiðsbólki settur av Yrkisútbúgvingarráðnum

Givið út 30. mai 2017

Viðvíkjandi klagu um hækking av gjaldi fyri løggilding av elinnleggjarum

Under arbejdet med kunngerðini er jeg blevet opmærksom på 3 områder i loven, jeg mener vi lige må tænke over en ekstra gang.

Sagsøgeren har påstået sagsøgte dømt til at betale kr. med procesrente fra den 26. juni 2003, subsidiært procesrente fra den 22. april 2008.

Landsstýrismálanevndin hevur viðgjørt málið á fundum 30. oktober 2012, 22. januar, 21. mars og 11. apríl 2013.

forbindelse med både ansættelse, ændring i ansættelsesforhold og ved afslutning af ansættelsen.

Konference om affald på havet

11. december (Indsendelsesbekendtgørelsen) Kapitel 1 Anvendelsesområde

Gamlar myndir úr Norðuroyggjum

Fíggjarmálaráðið. Løgtingið Dagfesting: 7. februar 2018 Mál nr.: 17/ Málsviðgjørt: JEK

Løgtingið. Tórshavn, tann 24. februar 2009 Vmr J.Nr.:

Tryggingartreytir fyri Bólkalívstrygging

Løgtingsmál nr. 84/2010: Uppskot tilríkislógartilmæli um gildiskomu í Føroyum av lóg um Fólkatingsumboðsmann. U p p s k o t. til

- Webundersøgelse, Fólkaskúlaráðið, oktober Fólkaskúlaráðið. Undersøgelse om læreres og skolelederes syn på

Grannskoðaraeftirlitið. Grannskoðaraeftirlitið. Ársfrágreiðing. Almannakunngjørd 23. juni 2017

Færøerne for så vidt angår danskerne Kanning um hvat danir vita og halda um Føroyar og føroyingar

Løgtingsmál nr. xx/2008: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tænastumenn landsins. Uppskot. til

Løgtingsmál nr. 59/2014: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar

Sáttmáli millum Føroya Tekniska Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið um arbeiðstíð og yvirtíð

Løgtingið Argir, 29. februar Løgtingsmál nr. 70/2015: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tollsatsir.

HEILSUMÁLARÁÐIÐ. Til: hoyringspartar

Uppskot. til. Mælt verður ríkismyndugleikunum til at seta í gildi fyri Føroyar soljóðandi lóg:

Løgtingið Tórshavn, tann 9.juni 2015 J.nr.: 12/ Løgtingsmál nr. / 2015: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar søloven

Vegleiðing um krøv í løgtingslóg um tryggingarvirksemi til nevndarlimir og stjórnarlimir um førleika og heiðursemi (fit & proper)

V I N N U M Á L A R Á Ð I Ð

Børn og doyving Kunning til foreldur

Uppskot. til. løgtingslóg um semingsstovn

Grannskoðaraeftirlitið. fghjklæøzxcvbnmqwertyuiopåasdfghj. Ársfrágreiðing og 2010

Heilsu- og innlendismálaráðið

Fólkaheilsukanning Hvussu hevur tú tað 2015

Kanning av Eik Grunninum og grunnaeftirlitinum

DOM. Under denne sag, der er anlagt den 16. august 2010, har sagsøgerne, A, B, C, D, E, F, H, I, J og K, nedlagt påstand om:

Álit. viðvíkjandi klagu um manglandi svar upp á innlitsumbøn

Álit. viðvíkjandi. víðkan av føroysku útbúgvingarstuðulsskipanini til allar lesandi føroyingar uttanlands

Alternativur flogvøllur í Føroyum.

Heilsu- og innlendismálaráðið

Álit um stýrisskipanarviðurskifti Føroya

DANSK Danskt sum 1., 2. og 3. mál

Løgmansskrivstovan. Løgtingið Dagfesting: 11. november 2016 Mál nr.: /16 Málsviðgjørt: GJ

Kunngerð. grannskoðaraváttanir v.m.

Løgtingsmál nr. 28/2005: Uppskot til samtyktar um norðurlendskan sáttmála um fólkayvirlit. Uppskot. til. samtyktar

Løgtingið Tórshavn, tann 7. mars 2016 J.nr.: 15/00233

Nevndir og Ráð við ymiskum upplýsingum

Málsgongd Við skrivi, dagfest 12. desember 2008, sendi Mentamálaráðið soljóðandi uppsøgn til klagaran:

BORNE- OG SOCIALMINISTERIET HEILSU- OG INNLENDISMÅLARÅDID. Felags yvirlysing i sambandi vid yvirtøku av målsøkinum "persons-, husf61ka- og arvarætti"

Blákrossheimið Ársfrágreiðing 2017

ES-fyriskipanin um persónsdátuvernd

Referat fra bestyrelsesmøde d. 26. september 2017

2. ÁRSFJÓRÐINGUR 2004 BLAÐ NR. 11 HAVNAR HANDVERKARAFELAG

Løgmansskrivstovan. Løgtingið Dagfesting: 21. desember 2016 Mál: 16/

Álit um stýrisskipanarviðurskifti Føroya

Innkomin ummæli til uppskotið til løgtingslóg um semingsstovn og viðmerkingar til innkomnu ummælini

Skatta- og avgjaldsmál avgerðir

Løglisti * Partur II F RÁGREIÐING LØGMANS Á ÓLAVSØKU 2009

Heilsu- og innlendismálaráðið

Løgtingsmál nr. 19/1998. Uppskot til ríkislógartilmæli um lov om videnskabsetisk komitésystem og behandling af biomedicinske forskningsprojekter

Dátueftirlitið Tinganes - Postboks Tórshavn Telefonnr:

Viðvíkjandi: P/f Tryggingarfelag Føroyar yvitekur virkisøkið frá P/f Trygd

Liðugfráboðan til eftirlits av Brunaávaringarskipan

V I N N U M Á L A R Á Ð I Ð. Løgtingið Tórshavn, tann 1. desember 2014 Vmr. J.Nr.: 14/

LØGMANSSKRIVSTOVAN LØGDEILDIN

Heilsulýsing Landslæknans

Lærarafundur 8 sept. 2015

Akademiútbúgvingin. Próvtøkan juni Føroya Handilsskúli

Námsferð 25. mai 5. juni 2017

Bygnaðarbroytingar, tænastumenn og grundgevingar

Erhard Jacobsen. Stríð leikar á. Føroya Handverkarafelag 60 ár

Klagan til TV2. Hvat kann gerast. Upplivdi illveðrið í 1932, ið beindi fyri formanni í FF. Livravirkið á Eiði. Frásøgn hjá Andrew Godtfred:

Kunngerð um stuðul til hoyritól, sum seinast broytt við kunngerð nr. 21 frá 3. apríl 2013

V I N N U M Á L A R Á Ð I Ð

Uppskot. til. løgtingslóg um rættindi løntakaranna í sambandi við, at landsstýrið yvirtekur mál og málsøki frá ríkismyndugleikunum

INNANHÝSIS. Uppskot til. Ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Anordning om ikrafttræden for Færøerne af ændringslove til lov om luftfart

Frágreiðing frá arbeiðsbólki, ið skal lýsa hvørji átøk kunnu gerast til tess at fyribyrgja at borgarar enda uttanfyri arbeiðsmarknaðin

Løgtingið Tórshavn, tann 3. mars 2015 VMR j.nr.: 15/00009 Viðgjørt: SPS

23 Uppskot til løgtingslóg um umskipan av Føroya Lívstrygging Skjal 0. Frágreiðing um umskipan av Føroya Lívstrygging til partafelag

Løgtingsmál nr. 126/2007: Uppskot til løgtingslóg um havnir. Uppskot. til. løgtingslóg um havnir

DANSK Danskt sum 1., 2. og 3. mál. Olly Poulsen, Sarita Eriksen og Solveig Debess

Frágreiðing um grundlógararbeiði

LANDSGRANNSKOÐANIN. Frágreiðing. um umskipanina av Føroyagrunninum frá 1971 til ein sjálvsognargrunn. latin løgtingsgrannskoðarunum

Tilmæli frá nevnd sett at kanna um Sjúkrasystraskúli Føroya eigur at flyta yvir í Undirvísingar- og Mentamálastýrið, sum málsøki ella ikki.

Álit viðvíkjandi klagum um starvssetanir í Suðuroyar musikkskúla. Við skrivi, dagfest 16. februar 2014 sendi A umboðsmanninum soljóðandi klagu:

Uppskot. til. Mælt verður ríkismyndugleikunum til at seta soljóðandi uppskot til kongliga fyriskipan í gildi fyri Føroyar:

Uppskot til. ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar partar av broytingum í hjúnabandslógini og rættarvirknaðarlógini

23 Uppskot til løgtingslóg um umskipan av Føroya Lívstrygging Skjal 2

ENDURSKOÐAN AV YRKISÚTBÚGVINGUNUM

Suðuroyar Sparikassi P/F

Bekendtgørelse af overenskomst af 2. februar 2007 med Island om den maritime afgrænsning mellem Færøerne og Island

hægri útbúgvingartilboð í Føroyum er tað møguligt? Hannes Gislason, Prof., PhD., deildarleiðari, Náttúruvísindadeildin

HEILSU- OG INNLENDISMÁLARÁÐIÐ

Felagslívstrygging. fyri limir í Føroya Fiskimannafelag. Havnar Arbeiðsmannafelag Føroya Arbeiðarafelag. Felagslívstrygging

ALMANNA- OG HEILSUMÁLARÁÐIÐ

Frágreiðing frá Skipaeftirlitinum um arbeiðsvanlukku umborð á Túgvusteini hin

Løgtingsmál nr. xx/2017: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um dagstovnar og dagrøkt (dagstovnaráð og avtøka av kærurætti) Uppskot

LØG M A N S S K R I V S T O V A N. P r i m e M i n i s t e r s O f f i c e

Orðið eigur í føroyskari felagsverklóg 1

Tine Færch Jørgensen. Til Trafik- og Byggestyrelsen

Heilivágsgjøgnumgongd

Álit. viðvíkjandi klagu um handfaringina hjá Hvalbiar kommunu av eini innlitsáheitan

Transkript:

ÁRSFRÁGREIÐING www.yrkisdepilin.fo Ráðssetan 2003/2004

Ársfrágreiðing Ráðssetan 2003/2004 bls. 1 Ársfrágreiðing ráðssetan 2003/2004 hjá Yrkisútbúgvingarráðnum, yrkisnevndunum og Yrkisdeplinum Innihald Ársfrágreiðingin fyri ráðssetuna 2003/2004, ritstjórnað av Yrkisdeplinum og ráðsformanninum, verður við hesum løgd fram. Frágreiðingin er ætlað sum ein skjalfesting og kunning og skipað soleiðis: Virksemið hjá ráðnum Virksemið hjá yrkisnevndunum Virksemið í Yrkisdeplinum Yvirlit yvir ráðslimir, varalimir og skúlaumboð Yvirlit yvir yrkisnevndir og yrkisnevndalimir Bólkingin av yrkisútbúgvingunum Lærlingatilgongdin 2003

Ársfrágreiðing Ráðssetan 2003/2004 bls. 2 Virksemið hjá ráðnum Yrkisútbúgvingarráðið hevur heimild í 4, stk. 2 og 19, stk. 1 í løgtingslóg nr. 94 frá 29. desember 1998 um yrkisútbúgvingar við seinni broytingum. Ráðið hevur í ráðssetuni 2003/2004 havt 5 fundir. Í yvirlitinum niðanfyri eru tey mál, ið ráðið hevur havt til viðgerðar í ráðssetuni 2003/2004. Viðmerkjast skal, at fleiri mál hava fingið 2. og 3. viðgerð, men eru í yvirlitinum bert nevnd ta einu ferðina. Eisini skal viðmerkjast, at kunningarmál o.l., eins og mál undir ymiskum, og sum ikki verða mett at hava almennan áhuga, ikki eru tikin við í yvirlitinum. Við at fara á heimasíðuna hjá Yrkisdeplinum (www.yrkisdepilin.fo) undir Yrkisútbúgvingarráðið og síðani undir Fundarfrágreiðingar ber til at lesa um málini bæði í fundarfrágreiðingini og í formansfrágreiðingini. Fyri hvørt mál niðanfyri er nevnt, hvørja fundar- ella formansfrágreiðing talan er um. Tað ber eisini til at lesa ella heinta tær tilráðingar, ið nevndar eru í málunum. Hesar eru lagdar á heimasíðuna undir Álit og ársfrágreiðingar. Ráðið viðgjørdi hesi tilmælismál í ráðssetuni 2003/2004: 1. Tilmæli av yrkisútbúgving innan fiskireiðskap - serliga trol og nót. Fundarfrágreiðing 26. mai 2004 og 23. juni 2004. Ein tilráðingin varð gjørd av einari fyribilsnevnd. Hetta tilmæli liggur á heimasíðuni hjá Yrkisdeplinum undir Álit og ársfrágreiðingar. 2. Tilmæli av yrkisútbúgving innan køksarbeiði og matgerð. Fundarfrágreiðing 31. mars 2004, 26. mai 2004 og 23. juni 2004. Ein tilráðingin varð gjørd av einari fyribilsnevnd. Hetta tilmæli liggur á heimasíðuni hjá Yrkisdeplinum undir Álit og ársfrágreiðingar. 3. Tilmæli av kunngerð um felags reglur fyri yrkisútbúgvingar. Fundarfrágreiðing 26. mai 2004. 4. Tilmæli av kunngerð um elektrikaraútbúgving. Fundarfrágreiðing 31. mars 2004, 26. mai 2004 og 23. juni 2004. 5. Tilmæli av kunngerð um bilsmiðútbúgving. Fundarfrágreiðing 26. mai 2004 og 23. juni 2004. 6. Tilmæli av kunngerð um hárfríðkaraútbúgving. Fundarfrágreiðing 26. mai 2004 og 23. juni 2004. 7. Tilmæli av kunngerð um fiskavirkara- og alaraútbúgving. Fundarfrágreiðing 26. mai 2004. 8. Tilmæli av kunngerð um yrkisskeið. Fundarfrágreiðing 23. juni 2004. Ein tilráðingin varð gjørd av einari fyribilsnevnd. Hetta tilmæli liggur á heimasíðuni hjá Yrkisdeplinum undir Álit og ársfrágreiðingar.

Ársfrágreiðing Ráðssetan 2003/2004 bls. 3 Ráðið viðgjørdi hesi ummælismál í ráðssetuni 2003/2004: 9. Ummæli av kunngerð um próvtøku á SIT og HT. Fundarfrágreiðing 31. mars 2004. 10. Ummæli av kunngerð um støðisútbúgvingina innan tøkni (SIT). Fundarfrágreiðing 23. juni 2004. 11. Ummæli av kunngerð um støðisútbúgvingina innan fyrisitingar-, handils- og skrivstovuyrkið (FHS). Fundarfrágreiðing 31. mars 2004. Ráðið hevði orðaskifti um hesi mál í ráðssetuni 2003/2004: 12. Orðaskifti um løn, yvirtíð, avspáking e.a., tá ið lærlingur við studentsútbúgving tekur ávísar lærugreinir á kvøldskúla. Fundarfrágreiðing 31. mars 2004. 13. Orðaskifti um skúlagongdina innan handilsyrkið og innan skrivstovuyrkið hjá lærlingum, sum hava eina gymnasiala útbúgving, og skúlagongdin innan handilsyrkið, sum fer fram í donskum skúla heldur enn í føroyskum. Fundarfrágreiðing 23. juni 2004. Annað til kunningar: a) Ráðið hevur samtykt at seta ein arbeiðsbólk til at koma við uppskoti um, hvussu yrkisnevndaskipanin kann mennast og harvið gerast meira hóskandi og nøktandi. Sí fundarfrágreiðingina frá 31. mars 2004 og 26. mai 2004. b) Broytingar í lógini um yrkisútbúgvingar vóru samtyktar av Løgtingunum í apríl mánaði 2004 - løgtingslóg nr. 17 frá 20. apríl 2004. Broytingarnar snúgva seg í høvuðsheitum um tey fyriskipanarligu og fyrisitingarligu viðurskiftini í ráðsskipanini ( 19 og 20). c) Løgtingið samtykti í mai mánaði 2004 lógina um yrkisskeið løgtingslóg nr. 22 frá 17. mai 2004 um yrkisskeið. Sambært 7 í lógini er ásett, at yrkisnevndin fyri avvarðandi yrkisskeið viðger og ger tilmæli um tey ávísu skeiðini (stk. 1), og at Yrkisútbúgvingarráðið góðkennir tey yrkisskeið, sum avvarðandi yrkisnevnd hevur tilmælt (stk. 2). Hetta ber við sær, at Yrkisútbúgvingarráðið og yrkisnevndirnar umframt at viðgera mál innan yrkisútbúgvingar í framtíðini eisini koma at viðgera yrkisskeið.

Ársfrágreiðing Ráðssetan 2003/2004 bls. 4 Virksemið hjá yrkisnevndunum Yrkisnevndirnar hava heimild í 4, stk. 3 og 22, stk. 1 í løgtingslóg nr. 94 frá 29. desember 1998 um yrkisútbúgvingar við seinni broytingum. Nevndirnar, sum eru 10 í tali, hava í ráðssetuna 2003/2004 havt tilsamans umleið 60 yrkisnevndarfundir, t.v.s. umleið 6 fundir í miðal fyri hvørja yrkisnevnd. Høvuðsuppgávurnar hjá yrkisnevndunum eru: - at gera/samtykkja útbúgvingarreglurnar fyri tær einstøku útbúgvingarnar - at góðkenna og gera lesiætlanir í samstarvi við yrkisskúlarnar við støði í omanfyri nevndu útbúgvingarreglum - at góðkenna lærupláss - at skipa fyri yrkis- og sveinaroyndum - at taka støðu til sáttmálaviðurskifti millum lærupláss og lærling - at royna semju, tá ið ósemjur taka seg upp millum sáttmálapartarnar Niðanfyri er í stuttum arbeiðið umrøtt hjá teimum yrkisnevndum, har størsta virksemið hevur verið farna árið. Flutningsyrkið Yrkisnevndin hevur tilevnað og samtykt uppskot til kunngerð um bilsmiðútbúgving. Sí fundar- og formansfrágreiðingarnar frá 26. mai 2004 og 23. juni 2004. El- og samskiftisyrkið Yrkisnevndin hevur tilevnað og samtykt uppskot til kunngerð um elektrikaraútbúgving. Arbeiðið við lesiætlanini er byrjað, men er ikki liðugt enn. Skipað hevur verið fyri skeiði fyri metingardómarum. Sí fundar- og formansfrágreiðingarnar frá 31. mars 2004, 26. mai 2004 og 23. juni 2004. Tænastu- og tilvirkisyrkið Yrkisnevndin hevur tilevnað og samtykt uppskot til kunngerð um hárfríðkaraútbúgving. Skipað hevur verið fyri skeiði fyri metingardómarum, sum Anette Brahms frá Frisørfagets Fællesudvalg stóð fyri. Sí fundar- og formansfrágreiðingarnar frá 26. mai 2004 og 23. juni 2004. Byggiyrkið Nýggjar ástøðiligar uppgávur til sveinaroyndir hjá húsasmiðum eru gjørdar. Yrkisnevndin er í ferð við at dagføra bygningssnikkaraútbúgvingina. Fundir hava verið millum skúla og yrkisnevndina. Yrkisnevndin, metingardómararnir og umboð fyri lærararnar hava verið í Danmark og fylgt við, hvussu ein sveinaroynd fer fram har. Sí fundar- og formansfrágreiðingarnar frá 26. mai 2004 og 23. juni 2004.

Ársfrágreiðing Ráðssetan 2003/2004 bls. 5 Virksemið hjá Yrkisdeplinum Í sambandi við broytingarnar í apríl í ár av yrkisútbúgvingarlógini, sum í høvuðsheitum snúgvaðu seg um fyriskipanarligu viðurskiftini hjá fyrisitingini av yrkisútbúgvingunum, sum higartil hevur verið heldur ógreið. Samtykt er nú soleiðis: Yrkisdepilin verður skipaður sum undirdeild undir Vinnu- og miðnámsskúladeildini. Depilin, við fyrisitingarleiðara samsvarandi 19, stk. 3 í yrkisútbúgvingarlógini, virkar sum ein deild við ábyrgd av egnum málsøki, sum samsvarandi nevndu lógargrein er at fyrisita ráðsskipanina eftir kapittul 5. Nýggi bygnaðurin hjá Yrkisdeplinum væntast at verða galdandi frá byrjanini av komandi ráðssetu, t.v.s. frá 1. juli í ár. Yrkisdepilin umsitur arbeiðsmarknaðar- (nú yrkisskeið) og yrkisútbúgvingarmál og er fyrisiting hjá ráðnum og øllum yrkisnevndunum. Sum er, umsitur Yrkisdepilin eisini aðrar uppgávur, sum varða av yrkisútbúgvingarmálum, herundir - Lønarendurgjøld til lærupláss, t.v.s. at landskassin endurrindar læruplássunum 75% av lønini, sum lærlingar fáa, meðan teir taka tey ymsu skúlaskeiðini undir útbúgvingini. Sambært roknskapinum fyri 2003 vóru uml. 13,6 mió kr. útgoldnar í lønarendurgjøldum. - Ferðagjøld til lærupláss, t.v.s. endurrindar læruplássunum eina fasta upphædd, tá ið lærlingar mugu taka skúlaskeiðini í donskum skúla. Endurgjaldið er kr. 3.500 fyri hvørt skúlaskeið. Sambært roknskapinum fyri 2003, vóru uml. 1,3 mió kr. útgoldnar í ferðagjøldum. - Stuðul til eftirútbúgving av yrkislærdum er eisini ein av uppgávunum hjá Yrkisdeplinum. Sambært roknskapinum fyri 2003, vóru uml. 200 tús. kr. útgoldnar sum stuðul. Yrkisfundurin 2004 Yrkisdepilin skipaði í mars mánaði í ár fyri árliga Yrkisfundinum, sum varð hildin við luttøku av ráðslimunum, øllum yrkisnevndalimunum og øðrum innbodnum. - Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður, setti fundin. - Alfred Petersen, ráðsformaður, greiddi frá ráðsarbeiðnum farna árið. - Peter Kay Mortensen, formaður í Danmarks Erhvervsskoleforening, røddi um evnið: Udviklingstendenserne i arbejdsmarkeds- og erhvervsuddannelserne - set fra DE's synspunkt. - Pauli Hofgaard, stjóri á LM-electric, røddi um evnið: Yrkisútbúgvingarnar og tað at hava lærlingar í læru sæð frá einum vinnusjónarhorni. - Rúni Heinesen, skúlastjóri á Tekniska Skúla í Klaksvík, røddi um evnið: Yrkisútbúgvingarnar og tað at hava skúlagongd fyri lærlingum sæð frá einum skúlasjónarhorni. Frágreiðing frá Yrkisfundinum 2004 liggur á heimasíðuni hjá Yrkisdeplinum.

Ársfrágreiðing Ráðssetan 2003/2004 bls. 6 Yrkisfelagsfundurin 2004 Yrkisdepilin skipaði í mars mánaði fyri einum fundi við tey feløg, sum eru partar av yrkisútbúgvingarskipanini. Fundurin vardi heilan fyrrapart, og varð semja um, at tað er mennandi fyri arbeiðið, at partarnir tosa um tey viðurskifti, sum feløgini og Yrkisdepilin varða av. Frágreiðing frá Yrkisfelagsfundinum 2004 liggur á heimasíðuni hjá Yrkisdeplinum undir Yrkisdepilin og síðani Tíðindi. Yrkisskúlafundur 2004 Avgjørt er eisini at skipa fyri fundi við skúlarnar, sum varða av skipanini, t.v.s. teknisku skúlarnar, handilsskúlarnar og Fiskivinnuskúlan. Fyrsti yrkisskúlafundurin verður ætlandi komandi heyst. Skeiðsvirksemi Yrkisdepilin hevur seinasta árið skipað fyri skeiðum fyri yrkisnevndalimum og metingardómarum. Meira er greitt frá hesum í frágreiðingini um arbeiðið hjá yrkisnevndunum. Heimasíðan Á heimasíðini hjá Yrkisdeplinum liggja allar formligar avgerðir, so sum lógir, kunngerðir, lesiætlanir o.l., og somuleiðis fundar- og formansfrágreiðingar frá ráðsfundunum. Eisini verður lærlingatilgongdin løgd á heimasíðuna mánað fyri mánað umframt tilgongdin undanfarin ár býtt út á tey ymsu yrkini o.m.a. Kunningarritið Yrkisdepilin gevur út eitt kunningarrit. Ritið verður sent til øll læruplássini, yrkisfeløgini, allar yrkisskúlarnar, yrkisnevndalimirnar og ráðslimirnar o.o. Kunnað verður um ymisk viðurskifti sum til dømis tá ið lógarbroytingar eru gjørdar ella nýggjar kunngerðir verða settar í gildi. Eisini verður av og á heitt á onkran, sum hevur við yrkisútbúgvingarnar at gera, um at skriva eina grein. Í ráðssetuni 2003/2004 vóru útgivin 3 kunningarrit seinasta um miðjan juni 2004. Roknskapur og játtan Sambært roknskapin fyri fíggjarárið 2003, vóru samlaðu rakstrarútreiðslurnar hjá Yrkisdeplinum 2.158 tús. kr. Hesar kunnu greinast soleiðis: a) Lønir/samsýningar/ferðaútr. til starvsfólk, nevndir og arbeiðsbólkar, 1.583 tús. b) Keyp av vørum og tænastum, 475 tús. c) Keyp av útbúnaði, 30 tús. d) Gjald til felagsútreiðslur hjá Mentamálaráðnum, 70 tús. Útreiðslurnar vóru fíggjaðar við játtan frá Mentamálaráðnum við 1.290 tús. kr. og við umsitingargjaldinum frá vinnuni við 869 tús. kr. Býtið av útreiðslunum hjá Yrkisdeplinum í 2003 millum vinnu og landskassa var sostatt ávikavist 40% og 60%.

Ársfrágreiðing Ráðssetan 2003/2004 bls. 7 Góðkenning og skráseting av lærlingum Tilsamans 278 lærusáttmálar vóru góðkendir og skrásettir í 2003. Í aftasta skjalinum er yvirlit yvir tilgongdina av lærlingum býtt út á yrki. Í mun til árið frammanundan, varð talan um eina afturgongd í tilgongdini upp á uml. 11%. Galdandi reglur á yrkisútbúgvingarøkinum Yvirlitið yvir galdandi reglur á yrkisútbúgvingarøkinum liggur eisini á heimasíðuni hjá Yrkisdeplinum. Í tí yvirlitinum eru harumframt reglur, sum á ein ella annan hátt hava eitthvørt við yrkisskúlarnar ella útbúgvingarnar á hesum skúlum at gera. - Løgtingslóg um yrkisútbúgvingar - Løgtingslóg um yrkisskúlar - Kunngerð um skiftisreglur - Felags reglur um yrkisútbúgvingar - Kunngerð um næmingaráð - Kunngerð um lærararáð - Kunngerð um gjald vinnunar - Kunngerð um lønarendurgjald og ferðagjald til lærupláss - Kunngerð um møtiskyldu - Kunngerð um undirvísingarførleika í yrkisskúlum - Kunngerð um próvtøkur í yrkislærugreinum og fremjingarreglur fyri yrkis- og sveinaroyndir - Kunngerð um broyting í kunngerð um próvtalsstiga og aðra døming (próvtalskunngerðin) - Kunngerð um lærusáttmálar - Kunngerð um kærunevnd um góðkenning av virkjum sum lærupláss - Kunngerð um sáttmálanevnd (í trætum millum lærupláss og lærling) - Kunngerð um próvtøku í grundútbúgvingini innan fyrisitingar-, handils- og skrivstovuøkið (FHS) og innan hægri handilspróvtøku (HH) - Kunngerð um sernámsfrøðiligan stuðul - Kunngerð um sáttmálaskylduga útbúgving, upptøku í skúla, floksbýtistal og skúlasamstarv - Kunngerð um lesiætlanir (samtykt uppskot) - Kunngerð um yrkisútbúgving innan fiskavirking og aling - Kunngerð um yrkisútbúgving innan landbúnað (samtykt uppskot) - Kunngerð um yrkisútbúgving innan KT-fyrisiting Verða málini á seinasta fundinum í ráðssetuni samtykt, verða fylgjandi reglur harumframt lagdar á heimasíðuna í næstum: - Kunngerð um elektrikaraútbúgving - Kunngerð um hárfríðkaraútbúgving - Kunngerð um bilsmiðútbúgving - Kunngerð um yrkisskeið

Ársfrágreiðing Ráðssetan 2003/2004 bls. 8 Yvirlit yvir ráðslimir, varalimir og skúlaumboð * Valskeið frá 1. apríl 1999 til 30. juni 2005 ** Valskeið frá 1. juli 2003 til 30. juni 2007 Formaður Ráðslimir ** Alfred Petersen, valdur av landsstýrismanninum Varalimir Arbeiðsgevaraumboð ** Bjørgfríð Ludvig, vald av Føroya Handverksmeistarafelag Jákup í Gerðinum * Jan Mortensen, valdur av Føroya Arbeiðsgevarafelag Leivur D. Michelsen * Vilbjørg Eikhólm, vald av Føroya Arbeiðsgevarafelag Tummas Hanus Dam ** Durita Tausen, vald av landsstýrismanninum Ingibjørg Berg Løntakaraumboð ** Harald Østerø, valdur av Føroya Handverkarafelag Suni Simonsen ** Anna Johannesen, vald av Starvsmannafelagnum Selma Ellingsgaard * Jóhanna Debes Vang, vald av S&K-felagnum Anita av Vollanum * Karla Einarsson, vald av Føroya Arbeiðarafelag Margretha Rasmussen Skúlaumboð Lógin ásetir eisini, at eitt umboð fyri hvønn góðkendan yrkisskúla kann møta á ráðsfundum. Hesi umboð hava talurætt, men ikki atkvøðurætt. Í ráðsviðtøkunum er ásett, at skúlaumboðini verða vald fyri 1 skúlaár. Skúlaumboðini í ráðssetuni 2003/2004 hava verið: - Atli Feilberg Hansen fyri tekniska skúlan í Klaksvík - Arni Clementsen fyri tekniska skúlan í Tórshavn - Sonja Oyrabø Petersen fyri handilsskúlan í Tórshavn - Páll Isholm fyri handilsskúlan á Kambsdali - Jákup Andreassen fyri fiskivinnuskúlan í Vestmanna

Ársfrágreiðing Ráðssetan 2003/2004 bls. 9 Yvirlit yvir yrkisnevndir og nevndarlimir: Yrkisnevndir Feløg Nevndarlimir Byggiyrkið El- & samskiftisyrkið Fiskídnað- & havbúnaðaryrkið Flutningsyrkið Grafiska- & miðlayrkið Handilsyrkið Matvøruyrkið Metallyrkið Skrivstovuyrkið Tænastu- & tilvirkisyrkið FHMF FHMF FAG FA FHMF PSF FP FAG S&K FHMF FHMF FAG FMR S&K SMF FHMF Sjúrður Holm og Per Lava Birgir Joensen og Petur Abrahamsen Pauli Hofgaard og Jákup Trondheim Fríbjørn Poulsen og Kristmund Johannesen Ragnar Joensen og Jens Pauli Petersen Poul Øregaard Óli Johannesen Anthonius Dalsgaard og Heðin Hansen Poul Øregaard og Torleif Isaksen Jon Hestoy og Eyðun Húsgarð Hanna M. Michelsen og Ólavur Niels Debes Hans Anton Thomsen og Tummas H. Dam Arnstein Davidsen og Hallur Lisberg Per Poulsen og Jørgen Jørgensen Magnus í Hjøllum og Sofus Hansen Mourits Mohr og Torbjørn Hansen Henry Olsen og Áslakkur Johannesen Elsebeth Joensen Birgit Hansen Oluf P. Joensen og Vígdis Skaale Eimi Fossdalsá og Karin Elisa Niclasen Maria Olsen og Thórunn Lohse Elsa Falkenberg og Rannvør Petersen Styttingar: FHMF: Føroya Handverksmeistarafelag : Føroya Handverkarafelag FAG: Føroya Arbeiðsgevarafelag FA: Føroya Arbeiðarafelag SMF: Starvsmannafelagið S&K: S&K-felagið PSF: Prentsmiðjufelagið FP: Føroya Prentarafelag FMR: Fíggjarmálaráðið

Ársfrágreiðing Ráðssetan 2003/2004 bls. 10 Bólkingin av yrkisútbúgvingunum Byggiyrkið: Bygningsmálari Bygningssnikkari Gartnari Glarsmiður Gólváleggjari Gróthøggari Maskinsnikkari Møbilsnikkari Múrari Skipssnikkari Timburmaður Træskipasmiður Urgubyggjari El- & samskiftisyrkið: Automatikktøkningur Datamekanikari Elektrikari Elektrotøkningur Elektronikktøkningur IT-supportari Miðlatøkningur Miðlaatstøðari Radio- og sjónvarpstólatøkningur Fiskaídnaðar- & havbúnaðaryrkið: Alari Fiskavirkari Flutningsyrkið: Bilelektromekanikari Bilmálari Bilmekanikari Bilplátusmiður Entreprenørmaskinumekanikari Flogmekanikari Lastbilamekanikari Súkklu-/motorsúkklumekanikari Grafiska- & miðlayrkið: Bókbindari Fotografur Miðlagrafikari Prentari Serigrafur Skeltimálari Handilsyrkið: Handilsbreyt v/sergrein Smásølubreyt Smásølubreyt v/sergreinini blómuprýði Smásølubreyt v/sergreinini húsbúni & tilgerð Smásøluatstøðari Matvøruyrkið: Bakari Kokkur Kondittari Køksatstøðari Matstovuatstøðari Meiaristur Reseptiónistur Slaktari Tænari Viðskerafrúgv Metallyrkið: Edilmálmasmiður HVS-smiður/montørur Ídnaðartøkningur Kølimontørur Maskinsmiður Metallsmiður Plastbátasmiður Plátu- og konstruktiónssmiður Rustfastur kleinsmiður Rørsmiður Stálskipasmiður Tænastu- & tilvirkisyrkið: Hárfríðkari Klædnavirkari Kosmetikari Optikari Ortopædistur Skósmiður Skorsteinssópari Tannklinikkatstøðari Tanntøkningur Ursmiður Veterinærheilsurøktari Skrivstovuyrkið: Advokatskrivari Almenn fyrisiting Ferðavinna Fyrisiting KT-fyrisiting Læknaskrivari Roknskap/grannskoðan Speditión/shipping Trygging

Ársfrágreiðing Ráðssetan 2003/2004 bls. 11 Lærlingatilgongdin 2003 Maskinsmiður 43 Lendisgartnari 2 Rørsmiður 3 Hárfríðkari 11 Advokatskrivari 1 Klædnavirkari 1 Plátu- & Konstruktiónssmiður 2 Bakari 9 Bygningssnikkari 8 Kokkur 5 Maskinsnikkari 1 Kondittari 4 Múrari 1 Reseptionistur 3 Timburmaður 32 Tænari 5 Bygningsmálari 2 Almenn fyrisiting 2 Bilmálari 1 Ferðavinna 5 Bilmekanikari 10 Kunningartøkni 3 Bilplátusmiður 3 Roknskap/grannskoðan 2 Entreprenørmaskinumekanikari 1 Heilsøla 10 Flogfarsmekanikari 1 Smásøla 20 Lastbilamekanikari 1 Blómuprýði 3 Datamekanikari 1 Automatikktøkningur 1 Elektrikari 16 Fyrisiting 22 Elektrotøkningur 1 Fiskavirkari 4 IT-Supportari 1 Alari 2 Radiomekanikari 1 Rustfastur kleinsmiður 3 Fotografur 1 Handilsbreyt 12 Miðlagrafikari 5 Smásøluatstøðari 5 Miðlatøkningur 4 Prentari 1 HVS-montørur 1 Stálskipasmiður 1 Tilsamans 278