Men størstur av teimum er kærleikin

Størrelse: px
Starte visningen fra side:

Download "Men størstur av teimum er kærleikin"

Transkript

1 Nr september árg. Men størstur av teimum er kærleikin 1. Kor.13,13. Vitið góðtekur ikki altíð arbeiðsháttin hjá kærleikanum, og lívið hevði verið fátækt, um tað var soleiðis. Meðan vitið hugsar seg um, er kærleikin longu farin til verka. Meðan vitið enn stendur uppi í fjøruni og metir um viðurskiftini, er kærleikin longu staddur úti á dýpinum og roynir at bjarga tí, sum bjargast kann. Meðan vitið leggur ætlanir, er kærleikin í holt við at seta orð á takksemið, viðhvørt enntá á ein hátt, sum stríðir móti øllum viti og skili. Kærleikin gevur. Aðaltátturin, sum stýrir honum, er Jesu orð: Sælari er at geva enn at taka. Hví vilja vit ikki trúgva honum? Hví kann kærleikin ikki fáa valdið á viðurskiftunum okkara millum. Les Hásong Kærleikans í 1. Kor. 13! Síggj teg í speglinum, og tú góðtekur ikki bara, at tað er vakurt og satt, sum sagt verður, men eisini mást tú viðganga, at soleiðis ert tú júst ikki! Kærleikin er langmóðigur, hann er góðviljaður; kærleikin øvundar ikki, søkir ikki sítt egna, hann tolir alt, trýr øllum, vónar alt, ber alt. Kærleikin fellur ongantíð burtur. Nei, soleiðis eri eg ikki! Men sum Guds jørð hevði verið eitt gott stað at búð, um kærleikin hevði alt valdið. Kærleikin er fyrst og fremst virksamur í smáu hendingunum í gerandisdegnum. Hann kann fremja hetjubrøgd. Men gerandis lívið í tí smáa er stóri akurin, og har verður ongin

2 roknskapur førdur yvir, hvat ið givið varð; vinstra hond veit ikki, hvat høgra ger. Hvussu læri eg tað? Í Nýggja Testamenti stendur, at kærleikin er frukt Heilaga Andans, og Heilagi Andin verður givin teimum, sum biðja og eru lýðin. Manst tú ikki skula gera álvara av at biðja um, at Guds kærleiki má verða útheltur í hjarta tínum við Heilaga Andanum? ÓTTI FRIÐUR Men tá ið komið var at kvøldi henda sama fyrsta dagin í vikuni, og meðan dyrnar, har sum lærusveinarnir vóru, vóru læstar av ótta fyri jødunum, kom Jesus og stóð mitt ímillum teirra og sigur við teir: Friður veri við tykkum. Jóh. 20, Tað er so nógvur ótti á okkum. Í hjartadýpinum er ótti, sum ger okkum órólig og ótrygg. Vit royna sum oftast at fjala hesi viður skifti bæði fyri okkum sjálvum og øðrum, og onkuntíð eydnast tað. Men fyri Gudi kunnu vit ikki dylja, at vit innast inni eru óttafull. Bíblian kennir menniskjað til fulnar og kennir ótta okkara. Tí standa ofta hesi orðini: Óttist ikki! Sagt verður, at henda orðingin stendur 365 ferðir í Hini Heilagu Skriftini. Einaferð til hvønn dag alt árið. Men ótti og friður eru mótsetningar og henda friðin kann bara Gud geva okkum. Tá ið lærusveinarnir páskaaftan vóru komnir saman, og dyrnar vóru læstar av ótta fyri jødunum, kom Jesus um læstar dyr, stóð ímillum teirra og vælsignaði teir við friði sínum. Teir óttafullu lærusveinarnir upplivdu hitt undursama, at ótti og órógv viku fyri Jesu Kristi djúpa, stilla, sterka friði tí Guds friði, sum gjørdi teir tryggar og glaðar. Eisini til okkara kemur Jesus við sínum friði, sum hann vann okkum, og lýsir hann inn í hjørtu okkara við orðunum: Friður veri við tykkum! t. týddi. Sel ikki tín reinleika fyri eina stutta syndanjóting. Vend tær frá syndini, sum stjelur tína eydnu og framtíð. Vend tær til Jesus, sum lekir tíni sár. e.c. ums.

3 Eyka olja Vit eru mong, sum kunnu siga við sálmaskaldinum: Løður várar mega fullar verða og geva av øllum sløgum... Sálm. 144,13. Hjallar og frystiboksir eru full, so likaminum tørvar einki. Tað er eisini neyðugt, ja, álvarsliga neyðugt, at vit hvør einstakur sær til, at vit liva so, at okkara innara løða ella spísikamar støðugt er fult av Guds góðu orðum, Anda, fruktum og gávum og eyka olju. Í Matteusi kapittul 25 hoyra vit boðskapin um tær tíggju brúðarmoyggjarnar. Á ein hátt er tað ein frásøgn, sum eg kundi ynskt, ikki stóð í Orðinum, av tí at hon er bonsk. Fimm sluppu inn fimm sluppu ikki inn. Men tá ið Jesus hevur valt at siga okkum hesa frásøgnina, so er tað tí, at vit sjálvandi hava brúk fyri at hoyra hana. Allar tíggju gjørdust linar og svøvntungar; men fimm teirra høvdu í góðari tíð syrgt fyri at fáa sær ta eyka oljuna, sum gjørdist so avgerandi: Dagliga at liva við Gudi, dagliga at lesa orð hansara og liva í teimum gerningum, hann hevur lagt til okkara, dagliga at siga: Jesus, mær tørvar teg, fyll meg við Anda tínum! Ger tað so, at mín løða, mítt spískamar fyllist, eisini við eyka olju! Um eg harafturímóti mest sum eri ein kristin av navni, men annars havi úr at gera og eri púra burtur í hesi verð og nógvu tilboðum og sýslum hennara, men sjálvandi fari til eitt kristiligt møti soleiðis eina ferð uppímillum fyri at halda kristnu fasaduna pussaða, ja, so savni eg mær ikki eyka olju. Men dagurin kemur, tá ið ógvislig kreppa rakar, ella upp aftur verri, tá ið Jesus kemur aftur. Tá verður tað ikki tann moyggjarliga fasadan, sum hevur týdning, men tá er spurningurin, um eg havi eyka olju. Harri, eg biði teg um náði at vera ein partur av tí bólkinum, sum ikki bara hevur eina kristiliga fasadu, men sum hevur ríkiligt av olju til lívið her og eisini nóg mikið at røkka alla leiðina heim til tín. Amen Effie Campbell umsetti. Gud hevur eina skraddaraseymaða ætlan, sum bara passar tær. Leita eftir henni, finn hana og liv hana fult út. e.c. ums.

4 Klokkan á bróstinum Ein vøkur, gomul klokka hugnaði um stovuna við sínum vakra ljóði hvønn fulla tíma. Men so ein dagin steðgaði hon og varð send til umvælingar. Síðani gekk hon sum áður. Men tímasløgini høvdu fingið eitt løgið, málmkent ljóð. Og tað var als ikki vakurt. So aftur til ursmiðin við klokkuni. Hann fann brekið. Eitt evarska lítið petti av einari fjøður var dottið niður á eitt týdningarmikið stað, og tí var harmoniski tónin oyðilagdur. Men fyrsta metalpettið var tikið burtur, ljóðaði klokkan líka vakurt sum áður. Er eitt misljóð komið inn í lív títt? Tað kann t. d. bara vera ein lítil sak, sum oyðileggur tónan. Kanska varnast tú ikki sjálvur hetta, men onnur. Annaðhvørt hetta er lítið ella stórt, kanst tú biðja um eina samrøðu við himmalsins stóra ursmið, Jesus Kristus. Dávid kongur bað í Sálmi 51: Skapa Gud mær hjarta reint, gev mær av nýggjum fastan anda mær í brósti! Koyr meg ei burtur frá ásjón tíni, tak ei tín Heilaga Anda mær frá! Veit mær aftur gleði um frelsu tína, halt mær uppi við einum reystum anda! Rætting til síðstu tríggjar reglurna í stykkinum Sjúka í sálini á 4. síðu á NR.17: Hann varð særdur vára synda vegna og sundurbrotin vára misgerða vegna; okkum til friðar kom revsingin niður á hann, og av sárum hans fingu vit heilsubót. (Jes. 53,5). SUNNUDAGSSKÚLIN 17. sept. Tekstur: 1.Mós. 12,1-5;18,1-15 bíbliuorð: Sálm.143,8b 24. sept. Tekstur: 1.Mós.21,1-5; 22,1-19 bíbliuorð: Ják. 2,23 Útgevari: Hin kirkjuliga heimamissiónin í Føroyum. Blaðstjóri: Karl N. Hansen, Torvheyggur 19, Tvøroyri. Repro & prent: Prenta,

5 Nr oktober árg. Minst til at liva meðan tú livir Sjúti ár er æviskeið várt, og um mikil er megin, áttati ár, og teirra dýrd er bert sút og møði, tí tíðin rennur, og vit flúgva avstað. Sálmur 90,10. Orðini í yvirskriftini eigur danski rithøvundurin Piet Hein, og hóast hann ikki var ein trúboðari soleiðis sum vit skilja tað út frá Bíbliuni, so vaktu tey kortini okkurt í mær, tá ið eg las tey. Tí tey tala bæði um lívið, sum bara varar eina tíð, og um at nýta tað rætt. Vit hava annars lyndi at halda, at tíðin er okkara egna, og at vit kunnu nýta hana sum okkum lystir. Eg skyldi ongum roknskap fyri lív mítt, er mangan at hoyra. Men Bíblian sigur nakað annað. Høvundurin, sum hevur yrkt vakra 90. sálmin í Gamla Testa menti, talar fyrst um, at lívið endar einaferð. Og víst kunnu ár tykjast at vera óendaliga long tíð hjá tí unga, men hjá okkum, sum eru komin upp ímóti teimum, hava tey verið stutt. Skjótt renna tey, og vit flúgva avstað, sigur sálmaskaldið eisini í ørindinum her omanfyri. Ja, og um eg hyggi aftur á mongu árini, eg havi livað, er tað serliga eitt, sum slær meg: Onki av øllum tí, tú gjørdi, gerst umaftur. Tað er galdandi fyri alt tað skeiva, tú gjørdi, og alt tað, tú ikki fekst gjørt. Tí vil eg fegin siga við meg sjálvan og tykkum, sum hava

6 lívið framman fyri tykkum: Latið okkum, meðan vit hava møguleikan til tess, gera væl. Og hvat skulu vit so gera? Ja, vit skulu fyrst og fremst bera okkum rætt at móti hvørøðrum í gerandisdegnum. Tað hevur so nógv at týða. Og hvat vit annars skulu gera, fer Harrin at vísa okkum, um vit, tá ið saman um kemur, eru sinnað til tess. Honum tørvar okkum. Tað eru ikki einglar, sum útinna gerning hansara her á fold. Tað eru tænarar, sum vilja ganga ørindi hansara. Klokkan slær, tíðin fer. Ævin endaleys fyri er. Latum oss tí nýta hvørja stund, Harranum tæna av hjartans grund, so finna vegin vit heim. Kastið tí ikki frá tykkum treyst tykkara! Kastið tí ikki frá tykkum treyst tykkara, sum hevur stóra løn. Tí at tykkum er tørvur á úthaldni, fyri at tit, tá ið tit hava gjørt Guds vilja, kunnu ognast fyrijáttanina. Hebr.10, Sum vit eldast, er so mangt, sum vit kasta fyri borð. Lívið gerst einfaldari eins og gudfrøðin. Tað er eisini okkurt, sum bara tyngir og ger lívsferðina truplari. Men eitt er, sum eitt kristið menniskja ikki kann kasta frá sær tað er treystið. Treystið hevur stóra løn, sigur høvundurin, ið skrivað hevur Hebrearabrævið. Treystið mugu vit ikki missa, tað tekur ov nógv burturav, tá ið lívsroknskapurin einaferð skal verða gjørdur upp. Men halda vit fast við treystið, so er tað sum at hava pening á rentu í hinum himmalska bankanum. Treystið gevur góða rentu, tað gevur stóra løn.tað er treystlig og góð framkoma. Tað er hitt brosandi og nøgda vitnið, sum, bara tað er nærstatt, boðar boðskapin um kraftina í gleðiboðskapinum. Tørvur er altíð á djørvum vitnum.

7 Hetta skilti hitt fyrsta kirkjuliðið í Jerúsalem. Tí bóðu tey soleiðis fyri ápostlunum: Gev tænarum tínum við øllum dirvi at tala orð títt. Og tá ið tey høvdu biðið, ristist staðurin, har sum tey vóru samankomin, og tey fyltust øll av Heilagum Anda, og tey talaðu Guds orð við dirvi. (Áps. 4,30-31). t. týddi. Hann fekk hjálp í kirkjuni Vit vóru farin til føstugudstænastu í Vesturkirkjuni. Prestur talaði um Jesus í Getsemane urtagarði, og so kom hann inn á Judas. Tað er ringt at verða svikin av tínum vini, segði hann. Tað er næstan so, at tú heldur vilt hava eitt spýtt beint í andlitið frá tínum fígginda, enn hetta sleiska upp í eyguni. Tú heldur, at viðkomandi er tín vinur, og so hevur hann eina loyniliga dagsskrá við sínum smikursøta atburði. Eg hugsi, at vit fata ikki heilt, hvussu vónsvikin Jesus var av vini sínum. Teir høvdu jú fylgst í trý ár, og nú sveik Judas menniskjusonin við einum kossi. So fór prestur at siga frá einum tilburði úr egnum lívi. Tá ið eg las niðri í Keypmannahavn, arbeiddi eg eisini sum sjálvboðin í Mariukirkjuni á Vesturbrúgv. Henda kirkjan verður eisini kallað Narkokirkjan, av tí at nógvir rúsevnismisbrúkarar koma hagar. Teir fáa heit og góð klæðir, eina máltíð og eitt prát, og tað eru júst hesi tingini, teir treingja til. Ein annar maður arbeiddi saman við mær. Tað sást týðiliga, at hesin maður sjálvur hevði verið misbrúkari fyrr. Ein dagin komu vit í prát, tá segði hann: Eg havi ongantíð í lívinum fingið nakra viðurkenning. Sum blaðungur drongur rendu foreldur míni meg út. So gjørdist eg heimleysur. Tá byrjaði eg at taka rúsevnir. Eg bleiv kortini giftur og fekk tvey børn; men so rendi konan meg út. Hon orkaði ikki hetta lívið, og børnini vildu einki samband hava við pápa sín. Tey skammaðust. Men so kom eg inn higar í Mariukirkjuna, og her fekk eg viðurkenning og bleiv góðtikin sum tann, eg var, og tað gav mær kraft at sleppa burtur úr rúsevnismisbrúkinum, og nú havi eg fingið gott samband aftur við børnini og konuna, og nú hjálpi eg øðrum, sum eru í somu støðu, sum eg var í, endaði maðurin. Effie Campbell umsetti.

8 Ongin orsøk at óttast Kom við til eitt av fátækastu økjunum í Chicago. Høvundurin Alex Kotlowitz, fortelur í bókini Her eru ongi børn, um dreingir, sum vaksa upp í hesum trupla grannalagnum. Stundum fara teir oman til jarnbreytina, tí har kunnu teir bera eyga við slangur, sum sóla sær á heitu lunnunum. Tá ið tokið kemur, krógva dreingirnir seg, tí teir stúra fyri, at onkur í tokinum fer at skjóta eftir teimum. Og fólk, sum ferðast við tok inum, ringja seg saman, tí tey bera ótta fyri, at onkur fer at steina eftir tokinum. Báðir partar eru veruliga bangnir. Men hvørgin hevur eina veruliga orsøk at óttast. Soleiðis er tað í mongum viðurskiftum. Vit stúra fyri tí, sum okkum ikki nýtist at stúra fyri. Gud biður okkum leita okkum trygd hjá sær. Profeturin Jeremia ber í tíð síni fram hesa áheitan á fólkið: Óttast teir ikki, tí at eg eri við tær til tess at frelsa teg, sigur Harrin. (Jer. 1,8). Ein elduvíksdrongur, sum varð fermdur, fekk einki Nýggja Testamenti. So keypti mamman honum eitt, og á fremsta blaði skrivaði hon hetta versið: Vær stærk på livets lange vej, en mægtig hjælper følger dig hen over livets bølge, i Jesu navn ske al din færd, så falder vejen aldrig svær, så har du ham i følge. e.c. ums. 1. okt. Tekstur: 1.Mós.24,1-67 bíbliuorð: Matt.7,7 8. okt. Tekstur: SUNNUDAGSSKÚLIN 1.Mós.25,24-34; 27, Útgevari: Hin kirkjuliga heimamissiónin í Føroyum. Blaðstjóri: Karl N. Hansen, Torvheyggur 19, Tvøroyri. Repro & prent: Prenta, bíbliuorð: 2. Mós. 20,15

DANSK Danskt sum 1., 2. og 3. mál. Olly Poulsen, Sarita Eriksen og Solveig Debess

DANSK Danskt sum 1., 2. og 3. mál. Olly Poulsen, Sarita Eriksen og Solveig Debess DANSK 1-2-3 Danskt sum 1., 2. og 3. mál Olly Poulsen, Sarita Eriksen og Solveig Debess Hvat halda næmingar um danskt og undirvísing í donskum / Hvad synes eleverne om dansk og danskundervisningen? Spørgeskemaundersøgelse

Læs mere

Kirkjuligt Missiónsblað

Kirkjuligt Missiónsblað Nr. 3 mai. 2010 63. árið Kirkjuligt Missiónsblað KALLIÐ Legg tú á Harran tínar leiðir, og lít tú á hann, hann man tað útinna. Sálm. 37,5. Kallið, til at arbeiða í Guds ríki, er Guds gáva til hvørt einstakt

Læs mere

Kirkjuligt Missiónsblað

Kirkjuligt Missiónsblað Nr. 3 mai. 2012 65. árið Kirkjuligt Missiónsblað BÍBLIAN - KELDA TIL LJÓS OG FATAN Tá ið Sun Yat-sen, sum var ein politiskur oddamaður í Kina í 1912, einaferð varð spurdur, nær stóra vekingin í Kina byrjaði,

Læs mere

Ein livandi Kristus til ein doyggjandi heim

Ein livandi Kristus til ein doyggjandi heim Ein livandi Kristus til ein doyggjandi heim John Drane prestur segði frá lívssøgu síni í God Channel. Hann kom ikki úr einum kristnum heimi. John var nógv hjá abba sínum, sum heldur ikki var trúgvandi.

Læs mere

Kirkjuligt Missiónsblað

Kirkjuligt Missiónsblað Nr. 6 sep. 2011 64. árið Kirkjuligt Missiónsblað BØNARLÍV Í Jóh. 2,1-11 læra vit nógv av Mariu um bøn. Maria fer beina leið til Jesus við síni bøn. Hon sigur Jesusi frá, hvat vertsfamiljuni tørvar. Bøn

Læs mere

Kirkjuligt Missiónsblað

Kirkjuligt Missiónsblað Nr. 7 nov. 2012 65. árið Kirkjuligt Missiónsblað VIT MUGU HAVA HEILAGA ANDAN. Uttan halgan skal eingin síggja Harran! (Heb.12,14) Tað er ein sannleiki, sum nógv kenna, men sum fá veruliga hugsa um. Hvussu

Læs mere

Nr. 1 Februar árið

Nr. 1 Februar árið Fællesbrev nr. 126 Arusha 20/1 2016 1 Når vi det? Julebrevet blev skrevet, men sidste fællesbrev har et stykke tid på bagen. I december tog vi endnu en tur til YMCA i Moshi, hvor vi tog en uges ferie.

Læs mere

Nr mai árg. Lívsins orð

Nr mai árg. Lívsins orð Nr. 9 4. mai 2014 74. árg. Lívsins orð Farið og stígið fram og talið í halgidóminum øll hesi lívsins orð til fólkið! Áps. 5,20. Lívsins orð styttri kann tað ikki sigast, hvat ið kristindómur er. Lívsins

Læs mere

Jesus biður fyri okkum Joh. 17, 20-26

Jesus biður fyri okkum Joh. 17, 20-26 Jesus biður fyri okkum Joh. 17, 20-26 Joh. 17, 20-26 er endin á høvuðsprestabønini, sum Jesus bað áðrenn hann var tikin til fanga. Her biður Jesus fyri øllum komandi trúgvandi, teimum sum skulu koma til

Læs mere

Kirkjuligt Missiónsblað

Kirkjuligt Missiónsblað Nr. 7 nov. 2008 61. árið Kirkjuligt Missiónsblað JESU FANGI Tá ið Jesus varð tikin uttanfyri Getsemane urtagarð, varð hann førdur til Kaifas, høvuðsprestin, har hann varð avhoyrdur og sat fangi nakrar

Læs mere

- Webundersøgelse, Fólkaskúlaráðið, oktober 2013. Fólkaskúlaráðið. Undersøgelse om læreres og skolelederes syn på

- Webundersøgelse, Fólkaskúlaráðið, oktober 2013. Fólkaskúlaráðið. Undersøgelse om læreres og skolelederes syn på Fólkaskúlaráðið Undersøgelse om læreres og skolelederes syn på og erfaringer med ressourcentre på skolerne 2013 Udarbejdet af Scharling Research for bestyrelsen i Fólkaskúlaráðið, oktober 2013 Scharling.dk

Læs mere

HEVUR JESUS NAKRAN TÝDNING

HEVUR JESUS NAKRAN TÝDNING HEVUR JESUS NAKRAN TÝDNING - nú talan um synd og frelsu er avoldað? Missiónsvika á Argjum 13. februar 2016 Alt hevur hann gjørt lagaligt til sína tíð, eisini ævina hevur hann lagt í hjørtu teirra, men

Læs mere

Kirkjuligt Missiónsblað

Kirkjuligt Missiónsblað Nr. 7 nov. 2009 62. árið Kirkjuligt Missiónsblað VIT BOÐA KRIST KROSSFESTAN 1. Kor. 1,19-25: Tí at skrivað stendur:»eg vil týna vísdóm vísmanna, og vitsku vitra manna vil eg gera til einkis.«hvar er vísmaður?

Læs mere

Ríki maður og Lázarus Luk. 16,

Ríki maður og Lázarus Luk. 16, Ríki maður og Lázarus Luk. 16, 19-31. Úr bókini Sæden er Guds ord Øivind Andersen Hetta líknilsið er av øðrum slag, enn tað vit hava sæð í Matteus Evangeliinum. Her snýr tað seg ikki um myndatalu ella

Læs mere

Kirkjuligt Missiónsblað

Kirkjuligt Missiónsblað Nr. 2 mar. 2014 67. árið Kirkjuligt Missiónsblað 1. PÆTURS BRÆV 1,17-23 Tað er verulig styrki í guds orði. Tað eru ikki bara tómir bókstavir á einum pappíri. Tað er livandi og skal vara í ævir og tað hevur

Læs mere

Kirkjuligt Missiónsblað

Kirkjuligt Missiónsblað Nr. 2 15. mars 2008 61. árið Kirkjuligt Missiónsblað TAÐ ER FULLGJØRT Jákup Olsen skrivar Øðrum hevur hann hjálpt, men sær sjálvum er hann ikki mentur at hjálpa! - Matt. 27,42 a. Tit leita eftir Jesusi

Læs mere

Kvinnan við Sikarsbrunn Partur II Joh. 4, 1-43

Kvinnan við Sikarsbrunn Partur II Joh. 4, 1-43 Kvinnan við Sikarsbrunn Partur II Joh. 4, 1-43 1 Óuppiborðin felagsskapur við Jesus Jesus kennir trupulleikarnar hjá hesi kvinnu, men hann veit eisini, hvør loysnin er. Hann veit altíð, hvør loysnin er.

Læs mere

Kirkjuligt Missiónsblað

Kirkjuligt Missiónsblað Nr. 7 nov. 2010 63. árið Kirkjuligt Missiónsblað BJARGING FYRI ØLL! Men alt er frá Guði, sum gjørdi okkum sáttar við seg við Kristi og gav okkum sáttargerðartænastuna, við tað at tað var Guð, sum í Kristi

Læs mere

Kirkjuligt Missiónsblað

Kirkjuligt Missiónsblað Nr. 3 mai. 2011 64. árið Kirkjuligt Missiónsblað SAMKOMAN Í EFESUS OKKARA SAMKOMA Eingin samkoma er fullkomin her á jørð. Jú, í trúnni eru vit fullkomin fyri Gudi, men her á jørð eru vit syndarar og samkoman

Læs mere

Kirkjuligt Missiónsblað

Kirkjuligt Missiónsblað Nr. 5 aug. 2011 64. árið Kirkjuligt Missiónsblað BØN Seinastu tíðina havi eg hugsa nógv um bøn. Tað eru fleiri orsøkir til tess. Vit hava júst verið í einum muslimskum landi í góðar tríggjar mánaðir fyri

Læs mere

Kirkjuligt Missiónsblað

Kirkjuligt Missiónsblað Nr. 2 mar. 2011 64. árið Kirkjuligt Missiónsblað KRISTUS Í MÆR Kristus býr í teimum, sum trúgva á hann. Tað er at undrast yvir, at Gud og frelsari okkara vil búgva í so óreinum kerum. Men soleiðis talar

Læs mere

Kirkjuligt Missiónsblað

Kirkjuligt Missiónsblað Nr. 4 juni. 2012 65. árið Kirkjuligt Missiónsblað GLEÐIÐ TYKKUM Í HARRANUM ALTÍÐ! Í 1. Jóh. 1,4-5 lesa vit: v4 Gleðið tykkum í Harranum altíð! Eg sigi uppaftur: Gleðið tykkum! v5 Spaklyndi tykkara verði

Læs mere

Sagsøgeren har påstået sagsøgte dømt til at betale 42.400 kr. med procesrente fra den 26. juni 2003, subsidiært procesrente fra den 22. april 2008.

Sagsøgeren har påstået sagsøgte dømt til at betale 42.400 kr. med procesrente fra den 26. juni 2003, subsidiært procesrente fra den 22. april 2008. DOM Afsagt af retten på Færøeme den 22. december 2009 IBS-sagnr. 619/2008 Skatteyderi mod TAKS Samandráttur: Málið snýr seg partvís um saksøkjarin, skattagjaldari, skal rinda mvg av skrásetingaravgjaldinum

Læs mere

Hvussu kunnu vit liva sum trúgvandi í dag?

Hvussu kunnu vit liva sum trúgvandi í dag? Hvussu kunnu vit liva sum trúgvandi í dag? Titus 2, 11-15 Haldi tað er eitt sindur ymiskt, hvat hugtekur okkum mest, tá ið tað kemur til evni í sambandi við okkara kristinlív. Summum dáma væl bíbliusøgurnar

Læs mere

Enok maðurin, sum gekk við Gudi

Enok maðurin, sum gekk við Gudi Enok maðurin, sum gekk við Gudi Les ið: 1. Mós. 5,21-23; Hebr. 11,5-6 og Judas v. 1-1 UMSKIFTIÐ. Bíbliulesarar kenna helst Enok sum mannin, sum gekk saman við Gudi. Eitt umskifti kom í lívi Enoks, tá ið

Læs mere

TÁ IÐ TIT... Kirkjuligt Missiónsblað. Nr juni árið

TÁ IÐ TIT... Kirkjuligt Missiónsblað. Nr juni árið Nr. 4 15. juni 2007 60. árið Kirkjuligt Missiónsblað TÁ IÐ TIT... Í byrjanini av januar mánaði í ár viðger, Bibelnøglen ein part av Matteusar evangelium. Bibelnøglen er ein bíbliulesiætlan, givin út av

Læs mere

Kvinnurnar við grøvina

Kvinnurnar við grøvina Nr. 2 Mars 2017 70. árið Kvinnurnar við grøvina Luk. 24,1-12. Alvhild Vassel Eide, Noreg - Effie Campbell Hendingin fer fram í lýsingini fyrsta dagin í vikuni ta páskahøgtíðina, tá ið Jesus varð krossfestur,

Læs mere

Kirkjuligt Missiónsblað

Kirkjuligt Missiónsblað Nr. 6 sep. 2009 62. árið Kirkjuligt Missiónsblað DÁRSKAPUR OG VISDÓMUR 1. Kor. 1: v18 Tí at væl er orð krossins dárskapur fyri teimum, sum glatast, men fyri okkum, sum verða frelstir, er tað Guðs kraft.

Læs mere

Færøerne for så vidt angår danskerne Kanning um hvat danir vita og halda um Føroyar og føroyingar

Færøerne for så vidt angår danskerne Kanning um hvat danir vita og halda um Føroyar og føroyingar Færøerne for så vidt angår danskerne Kanning um hvat danir vita og halda um Føroyar og føroyingar OLE WICH 2013 Javnaðarflokkurin á Fólkatingi Færøerne for så vidt angår danskerne Kanning um hvat danir

Læs mere

Kirkjuligt Missiónsblað

Kirkjuligt Missiónsblað Nr. 3 mai. 2009 62. árið Kirkjuligt Missiónsblað BRYNJA RÆTTLÆTISINS Verið klæddir í brynju rættlætisins Í Ef. 6,14 lesa vit um brynju rættlætisins. Hesi bæði smáu orðini hava nógv at siga okkum. Bæði

Læs mere

Fólkaheilsukanning Hvussu hevur tú tað 2015

Fólkaheilsukanning Hvussu hevur tú tað 2015 Fólkaheilsukanning 2015 - Hvussu hevur tú tað 2015 Fólkaheilsuráðið juni 2016 Sálarheilsa Sálarheilsa Perceived Stress Scale Í hesi kanningini verður PSS (Perceived Stress Scale) nýtt fyri at meta um sálarheilsuna

Læs mere

Kirkjuligt Missiónsblað

Kirkjuligt Missiónsblað Nr. 4 juni. 2011 64. árið Kirkjuligt Missiónsblað SAMKOMAN Í EFESUS Brævið til Efesus (Opb. 2,1-8) Eingin samkoma er fullkomin her á jørð. Jú, í trúnni eru vit fullkomin fyri Gudi, men her á jørð eru vit

Læs mere

Kirkjuligt Missiónsblað

Kirkjuligt Missiónsblað Nr. 1 feb. 2011 64. árið Kirkjuligt Missiónsblað KIRGISISTAN Tað eru nógvir møguleikar at dríva missión, og ymiskt er, hvussu menniskju hava hoyrt gleðiboðskapin og komin til trúgv. Men tó er eitt felags

Læs mere

Kirkjuligt Missiónsblað

Kirkjuligt Missiónsblað Kirkjuligt Missiónsblað JESUS-KONGURIN Hetta er søgan um ein kong. Vit skulu lesa úr Jóhannesar evangelium 18. kapittul, frá 33. versi: Pilatus fór tá inn aftur í borgina, og hann kallaði Jesus til sín

Læs mere

Kirkjuligt Missiónsblað

Kirkjuligt Missiónsblað Nr. 8 des. 2011 64. árið Kirkjuligt Missiónsblað BARN ER OKKUM FØTT! Tí at barn er okkum føtt, sonur okkum givin, og á herðum hans skal høvdingadømið hvíla; navn hans skal verða kallað undur, rágevi, veldigur

Læs mere

Kirkjuligt Missiónsblað

Kirkjuligt Missiónsblað Nr. 8 des. 2010 63. árið Kirkjuligt Missiónsblað JESUS OG JÓLAMAÐURIN Ert tú veruliga til reiðar at halda jól? Um hesa tiðina er so nógv um at vera, at vit nærum ikki hava stundir til at hugsa um hví vit

Læs mere

Brúdleypið hjá kongssoninum. Matt. 22, 1-14.

Brúdleypið hjá kongssoninum. Matt. 22, 1-14. Brúdleypið hjá kongssoninum. Matt. 22, 1-14. Úr bókini sæden er Guds ord Tað, sum hetta líknilsi varpar ljós á, er at finna í ørindi 14: "Tí at mong eru kallað, men fá eru útvald." Tað fyrsta, vit tá mega

Læs mere

Kirkjuligt Missiónsblað

Kirkjuligt Missiónsblað Nr. 6 sep. 2012 65. árið Kirkjuligt Missiónsblað SAMFELAG VIÐ GUD 1. Jóh.1,6-10: Um vit siga, at vit hava samfelag við hann, og ganga í myrkrinum, tá ljúgva vit og gera ikki sannleikan. Men um vit ganga

Læs mere

DANSK Danskt sum 1., 2. og 3. mál

DANSK Danskt sum 1., 2. og 3. mál DANSK 1-2-3 Danskt sum 1., 2. og 3. mál Olly Poulsen, Sarita Eriksen og Solveig Debess Hvat halda føroyskir lærarar um danskt og undirvísing í donskum / Hvad synes færøske lærere om dansk og danskundervisningen?

Læs mere

Sigurd fekk medalju fyri sigling í krígstíð í Íslandi

Sigurd fekk medalju fyri sigling í krígstíð í Íslandi Síða 4 Ættarliðsskifti í Realinum Nr. 344 Hósdagur 9. juni 2005 12,- Mynd: Kristian M. Petersen Síða 9 Sigurd fekk medalju fyri sigling í krígstíð í Íslandi Sigurd Joensen sum umboðar FF við Johannu, fekk

Læs mere

Til minnis um Elsa Jacobsen, kristniboðara

Til minnis um Elsa Jacobsen, kristniboðara Til minnis um Elsa Jacobsen, kristniboðara Í 32 ár virkaði Elsa Jacobsen úr Norðagøtu sum trúboðari í Etiopia. Í hesi útgávuni av Kirkjuliga Missiónsblaðnum ynskir Kirkjuliga Missiónsfelagið at minnast

Læs mere

Kirkjuligt Missiónsblað

Kirkjuligt Missiónsblað Nr. 8 15. desember 2007 60. árið Kirkjuligt Missiónsblað JESUS, FRELSARI OKKARA Hvat ynskir tú tær til jóla? Hetta er ein sera vanligur spurningur, ið vit fáa settan hesa tíð av árinum. Tað verður bara

Læs mere

Tryggingartreytir fyri Bólkalívstrygging

Tryggingartreytir fyri Bólkalívstrygging Tryggingartreytir fyri Bólkalívstrygging Galdandi frá 1. januar 2016 1. Tryggingaravtalan Stk. 1. Tryggingaravtalan fevnir um bólkalívsavtaluna og niðanfyristandandi tryggingartreytir. Stk. 2. Frávik til

Læs mere

Givið út 30. mai 2017

Givið út 30. mai 2017 Givið út 30. mai 2017 Nr. 78 29. mai 2017 Løgtingslóg um broyting í ymiskum lógum á málsøkinum persóns-, húsfólka- og arvarætti (Myndugleikaflyting vegna yvirtøku av málsøkinum) Samsvarandi samtykt Løgtingsins

Læs mere

Marius smíðar bát í Íslandi. ALS 10 ár. Stór frásøgn frá hátíðarhaldinum. Bjarni Djurholm má steðgast og fiskimonnum má vera tryggjað rættindi.

Marius smíðar bát í Íslandi. ALS 10 ár. Stór frásøgn frá hátíðarhaldinum. Bjarni Djurholm má steðgast og fiskimonnum má vera tryggjað rættindi. Síða 13 Nr. 282 Hósdagur 5. desember 2002 10,- Marius smíðar bát í Íslandi Sigurd Simonsen, seinasti partur. Síða 25 Fiskivunnuráðið: Noktað er fiskimanni sjúkraviðbót hóast lógarheimild Rættarstøðan hjá

Læs mere

Svenskur elitusvimjivenjari

Svenskur elitusvimjivenjari Síða 26 Nr. 275 Hósdagur 15. august 2002 10,- Svenskur elitusvimjivenjari til Føroya Svenski Mats fann kærleikan í Føroyum So nú liggur fyri hjá okkara svimjarum Fiskiskapur: Meira av tungu og størri upsi

Læs mere

Kirkjuligt Missiónsblað

Kirkjuligt Missiónsblað Nr. 4 juni. 2010 63. árið Kirkjuligt Missiónsblað FRIÐ VIÐ GUD Nógvir spurningar eru átrokandi fyri okkum, og vit nýta stóra orku til at svara hesum spurningum. Onkur hugsar um, hvussu hann verður betri

Læs mere

Inklusión, Relatiónir og Felagsskapurin. Rógvi Thomsen, cand.ped., pedagogiskur ráðgevi Hósdagur 16. januar 2014

Inklusión, Relatiónir og Felagsskapurin. Rógvi Thomsen, cand.ped., pedagogiskur ráðgevi Hósdagur 16. januar 2014 Inklusión, Relatiónir og Felagsskapurin Rógvi Thomsen, cand.ped., pedagogiskur ráðgevi Hósdagur 16. januar 2014 Integration og eksklusión versus inklusión Integratión merkir at vera so normalur, sum gjørligt,

Læs mere

Kirkjuligt Missiónsblað

Kirkjuligt Missiónsblað Nr. 8 dec. 2013 66. árið Kirkjuligt Missiónsblað BORGARSKAPUR OKKARA ER Á HIMNUM Borgaraskapur okkara er á himnum. Fil. 3, 20. Trýrt tú á Jesus, ert tú borgari í Guðs ríki. Tað er so lætt at gloyma tað.

Læs mere

Minni um teir, sum sigldu og teir, sum doyðu undir krígnum Ferðin hjá "Johannu" eitt rimmar tiltak.

Minni um teir, sum sigldu og teir, sum doyðu undir krígnum Ferðin hjá Johannu eitt rimmar tiltak. Nr. 345 Hósdagur 23. juni 2005 12,- Baksíðan Býráðslimurin av Trøllanesi Signhild kann greiða frá hvussu útoyggjapoltikkur kann skipast. Mynd: Kristian M. Petersen Minni um teir, sum sigldu og teir, sum

Læs mere

Út á Fagranes, har 7 fiskimenn mistu lívið í 1927

Út á Fagranes, har 7 fiskimenn mistu lívið í 1927 Nr. 300 Hósdagur 28. august 2003 10,- Síða 10 Umboð fyri Tony Blair á fund við FF Tony Blair hevur sovæl Irak sum føroysku fiskidagaskipanina í huganum. Seinasti partur av Onnu Evensen Út á Fagranes, har

Læs mere

Kirkjuligt Missiónsblað

Kirkjuligt Missiónsblað Nr. 5 aug. 2012 65. árið Kirkjuligt Missiónsblað MORGUNROÐIN Sálm.108,2-3: Trygt er hjarta mítt, Guð, syngja eg vil og leika, o, tú sál mín vakna! Vakna saltur og harpa, eg morgunroðan vil vekja! Morgunroðin

Læs mere

forbindelse med både ansættelse, ændring i ansættelsesforhold og ved afslutning af ansættelsen.

forbindelse med både ansættelse, ændring i ansættelsesforhold og ved afslutning af ansættelsen. Retningslinie Uppgávu- og ábyrgdarbýtið ímillum og eindir/leiðarar á LS, tá ið byrjar í starvi, broytir starv innanhýsis ella fer úr starvi / Opgave og ansvarsfordeling mellem medarbejdere og afdelinger

Læs mere

Leiðarans leiklutur og samskifti í broytingum

Leiðarans leiklutur og samskifti í broytingum Leiðarans leiklutur og samskifti í broytingum Jóhannes Miðskarð og Marin G. Petersen Samandráttur Í hesi grein greiða vit frá týdninginum, ið leiðarans leiklutur og samskifti hava undir broytingum. Vit

Læs mere

http://www.vagaportal.fo/pages/posts/oli-jacobsen-skrivar-v...

http://www.vagaportal.fo/pages/posts/oli-jacobsen-skrivar-v... Page 1 of 9 Mikudagur 26 August 2009 Set til startsíðu Lýsingar Um Vágaportalin Forsíða Vágatíðindi Onnur tíðindi Mentan Bøkur Tónleikur Framsýningar Ólavur í Beiti tann 06/06/2009 kl. 18:34 Tiltøk Krutl

Læs mere

Vegleiðing at dagføra GPS-kort. Tillukku við tínum keypi av GPS-korti. Kortið fevnir um Føroyar.

Vegleiðing at dagføra GPS-kort. Tillukku við tínum keypi av GPS-korti. Kortið fevnir um Føroyar. Vegleiðing at dagføra GPS-kort Sp/f Munin Dalavegur 47 FO-100 Tórshavn Føroyar www.munin.fo E-mail : munin@munin.fo Tlf. +298 35 36 00 Fax +298 35 36 01 Tórshavn tann 25-11-2013 Tillukku við tínum keypi

Læs mere

Kirkjuligt Missiónsblað

Kirkjuligt Missiónsblað Nr. 7 nov. 2011 64. árið Kirkjuligt Missiónsblað TEKINI Í JÓHANNES EVANGELIIÐ Jesus gjørdi hitt fyrsta tekinið í einum brúdleypi (Jóh. 2). Hetta brúdleypið var í Kána í Gallilea. Mamma Jesu var boðin við,

Læs mere

Børn og doyving Kunning til foreldur

Børn og doyving Kunning til foreldur Børn og doyving Kunning til foreldur Børn og doyving Barnið skal fasta við skurðviðgerð.. 3 Kravið viðikjandi at fasta er Áðrenn skurðviðgerð 4 Hvør er leikluturin hjá foreldrunum? Doyving Ymiskir hættir

Læs mere

EFTIR TÍNUM ORÐI! Kirkjuligt Missiónsblað. Nr februar árið. Jákup Olsen skrivar. Fiskiveiða Pæturs, Luk

EFTIR TÍNUM ORÐI! Kirkjuligt Missiónsblað. Nr februar árið. Jákup Olsen skrivar. Fiskiveiða Pæturs, Luk Nr. 1 1. februar 2007 60. árið Kirkjuligt Missiónsblað EFTIR TÍNUM ORÐI! Jákup Olsen skrivar Fiskiveiða Pæturs, Luk. 5.1-11. Mangt kundi verið skrivað um fiskiveiðu Pæturs, men eg fari at avmarka meg til

Læs mere

Bakstøði Ynski var: - At lýsa teir møguleikar og tær treytir eldri fólk í Føroyum hava fyri einum góðum lívi í eldri árum - At lýsa hvørji átøk kunnu

Bakstøði Ynski var: - At lýsa teir møguleikar og tær treytir eldri fólk í Føroyum hava fyri einum góðum lívi í eldri árum - At lýsa hvørji átøk kunnu URININKONTINENS HJÁ KVINNUM MILLUM 60 OG 65 ÁR Í FØROYUM Títtleiki og ávirkan á gerandislivið Ása Róin, Sjúkrarøktarfrøðingur og Master í professiónsmenning Hildur við Høgadalsá, Sjúkrarøktarfrøðingur

Læs mere

Klagan til TV2. Hvat kann gerast. Upplivdi illveðrið í 1932, ið beindi fyri formanni í FF. Livravirkið á Eiði. Frásøgn hjá Andrew Godtfred:

Klagan til TV2. Hvat kann gerast. Upplivdi illveðrið í 1932, ið beindi fyri formanni í FF. Livravirkið á Eiði. Frásøgn hjá Andrew Godtfred: Nr. 323 Hósdagur 5. august 2004 12,- Síða 13 Livravirkið á Eiði Nýggj roynd at gagnnýta livrina og aðrar úrdráttir. Vit hava verið á Eiði og hitt virkisleiðaran Onnu Katrin Matras. Síða 9 Frásøgn hjá Andrew

Læs mere

Aftaná eitt misálit Tað hjálpir einki bert at seta nýggjan landsstýrismann. Tað, sum ræður um, er ein fullkomilig umskipan av fiskimálaráðnum.

Aftaná eitt misálit Tað hjálpir einki bert at seta nýggjan landsstýrismann. Tað, sum ræður um, er ein fullkomilig umskipan av fiskimálaráðnum. Nr. 285 Hósdagur 23. januar 2003 10,- Grønlandstíðindi frá Kára við Stein Síða 23 Síða 21 Aftaná eitt misálit Tað hjálpir einki bert at seta nýggjan landsstýrismann. Tað, sum ræður um, er ein fullkomilig

Læs mere

Søgan um "Vesturhavið Blíða"

Søgan um Vesturhavið Blíða Síða 28 Nr. 284 Hósdagur 9. januar 2003 10,- Føroysk kirkjufólk á Filippinunum Grønlandstíðindi frá Kára við Stein Síða 23 Gamlar Havnarmyndir Carolina Heinesen greiðir m.a. frá, tá gamli Rubek, f. 1816,

Læs mere

Nám. Í læraravegleiðingini er eisini eyka tilfar, sum nýtast kann, um tíð er til tess og uppgávur eru á

Nám. Í læraravegleiðingini er eisini eyka tilfar, sum nýtast kann, um tíð er til tess og uppgávur eru á Formæli Kristni 8 er grundbók í kristni til 8. flokk. Kristni 8 byrjar við ymsum skapanarsøgum og viðger síðani Ápostlasøguna við serligum atliti til Pætur og Paulus. Ein kapittul er um einglar í skriftini,

Læs mere

Viðvíkjandi klagu um hækking av gjaldi fyri løggilding av elinnleggjarum

Viðvíkjandi klagu um hækking av gjaldi fyri løggilding av elinnleggjarum Johan Dahl, landsstýrismaður Vinnumálaráðið Tinganes FO-100 Tórshavn Landsstýrismálanevndin 01.06.2011 j. nr. 7.13-20110005 14 bl/td (at tilskila í svari) Viðvíkjandi klagu um hækking av gjaldi fyri løggilding

Læs mere

Skiparin sum virkaði sum tannlækni

Skiparin sum virkaði sum tannlækni Síða 6 Hanna 80 ár Hanna Lisberg er eisini partur av okkara fakfelagssøgu Nr. 374 Hósdagur 24. august 2006 15,- Sjómannadagurin Vit hava øðrvísi frásagnir frá sjómannadegnum Síða 4, 12, 20 & baksíðan 100

Læs mere

Kann søgukritiska háttalagið brúkast til bíbliugransking?

Kann søgukritiska háttalagið brúkast til bíbliugransking? Kann søgukritiska háttalagið brúkast til bíbliugransking? Eftir Jonhard Jógvansson, stud. theol. Í hesi grein ætli eg mær at viðgera spurningin, um hitt søgukritiska háttalagið kann brúkast til bíbliugransking.

Læs mere

ATLANTIC AIRWAYS KAPPINGIN H71 - NEISTIN. Sunnudagin 28. september kl. 16.00 Hoyvíkshøllin

ATLANTIC AIRWAYS KAPPINGIN H71 - NEISTIN. Sunnudagin 28. september kl. 16.00 Hoyvíkshøllin KAPPINGARÁRIÐ 2014-15 HEIMA Í HOYVÍK ATLANTIC AIRWAYS KAPPINGIN H71 - NEISTIN Sunnudagin 28. september kl. 16.00 Hoyvíkshøllin Pensjón Betri at hava gott í væntu 1. januar 2014 kemur nýggja pensjónslógin

Læs mere

Mest støðuga fiskavirkið er í Vági

Mest støðuga fiskavirkið er í Vági Nr. 338 Hósdagur 17. mars 2005 12,- Síða 17 Einki hendir í rækjumálinum Tveir mánaðar eftir freistina hjá løgmanni er einki hent. Small is beautiful kunnu teir eisini siga í Vági. Vit hava vitjað JMA.

Læs mere

Kirkjuligt Missiónsblað

Kirkjuligt Missiónsblað Nr. 5 aug. 2010 63. árið Kirkjuligt Missiónsblað AVBJÓÐINGAR Í MISSIÓNSARBEIÐNUM Jesus kallaði lærusveinarnar til at boða evangeliið um allan heimin. Fólk mugu hoyra, at Jesus er vegurin, sannleikin og

Læs mere

Nýggj stjórnarskipan má fyrst og fremst verja borgaran

Nýggj stjórnarskipan má fyrst og fremst verja borgaran Nr. 360 Hósdagur 9. februar 2006 15,- Baksíðan Føroyingurin Jón fingið heiðursbræv í Kanada Føroyingar seta okkara land á heimskortið. Ein av hesum er Jón. Vit hava frásøgn frá livrafundinum í seinastu

Læs mere

Lívsins salt. Vit hava verið í Ibiza og hugt eftir saltframleiðslu. Neptun og Nólsoy

Lívsins salt. Vit hava verið í Ibiza og hugt eftir saltframleiðslu. Neptun og Nólsoy Nr. 327 Hósdagur 7. oktober 2004 12,- Síða 5 Frá fiskimanni til trúboðara Herfyri kom út bókin "Johan" við undirheitinum "Fra fisker til menneskefisker". Lívsins salt Vit hava verið í Ibiza og hugt eftir

Læs mere

Fakturablanketten virk.dk. 1 At senda elektroniskar rokningar við fakturablanketten

Fakturablanketten virk.dk. 1 At senda elektroniskar rokningar við fakturablanketten Fakturablanketten virk.dk At senda fakturar til kunda via teldupost, har fakturin er viðheftur sum t.d. pdf-skjal, er ikki at rokna sum elektronisk fakturering (talgild fakturering) í hesum sambandi. Talgild

Læs mere

Námsferð 25. mai 5. juni 2017

Námsferð 25. mai 5. juni 2017 Námsferð 25. mai 5. juni 2017 7.a og b - Sankta Frans skúli Foreldrakunning 10. mai 2017 ...líka... Tá ið vit eru liðug í kvøld stápla stólarnar saman Hettutroyggjur við prent Myndatøka juni floksmynd

Læs mere

Frágreiðing frá Skipaeftirlitinum um arbeiðsvanlukku umborð á Túgvusteini hin

Frágreiðing frá Skipaeftirlitinum um arbeiðsvanlukku umborð á Túgvusteini hin P/f Thor Bryggjan 5 420 Hósvík Miðvágur, hin 05. januar 2009 Mál: 20030532-33 Viðgjørt: JS Frágreiðing frá Skipaeftirlitinum um arbeiðsvanlukku umborð á Túgvusteini hin 19-09-2008 Frágreiðing um skipið

Læs mere

Prát um rúsdrekka. Undirvísingartilfar um ung og rúsdrekka

Prát um rúsdrekka. Undirvísingartilfar um ung og rúsdrekka Prát um rúsdrekka Undirvísingartilfar um ung og rúsdrekka ROYNDARÚTGÁVA Prát um rúsdrekka Við tilfarinum Prát um rúsdrekka royna vit at styrka kjakið um rúsdrekka í skúlunum. Tað skal ikki vera ein rúsfokuserað

Læs mere

Nr. 321 Hósdagur 8. juli ,- Síða 17 Baksíðan Síða 9 Síða 3 Síða 14

Nr. 321 Hósdagur 8. juli ,- Síða 17 Baksíðan Síða 9 Síða 3 Síða 14 Nr. 321 Hósdagur 8. juli 2004 12,- Karl verið í sama reiðarí í 25 ár Góð reiðarí fáa fiskimenn at støðast. Karl hevur verið í sama reiðarí í 25 ár. Síða 17 Lorraine við skriviborðið hjá Anettu, har hon

Læs mere

Skipari kláraði tað, sum læknar ikki kundu! Læknarnar vildi taka beinið av Palla, men hann noktaði.

Skipari kláraði tað, sum læknar ikki kundu! Læknarnar vildi taka beinið av Palla, men hann noktaði. Nr. 357 Hósdagur 22. desember 2005 12,- FF-blaðið og Føroya Fiskimannafelag ynskja øllum okkara sjófólki, lesarum og føroyingum annars ein gleðilig jól og eitt av Harranum signað nýggjár. Síða 14 Atlantic

Læs mere

Gamlar myndir úr Norðuroyggjum

Gamlar myndir úr Norðuroyggjum Nr. 289 Hósdagur 20. mars 2003 10,- Síða 20 Símun Johan Wolles 70 ár Løgtingsmál viðvíkjandi fiskivinnu og -monnum Vit greiða frá teimum framløgdu tingmálunum, sum viðvíkja fiskimonnum. Síða 6-9 FF hevur

Læs mere

2. ÁRSFJÓRÐINGUR 2004 BLAÐ NR. 11 HAVNAR HANDVERKARAFELAG

2. ÁRSFJÓRÐINGUR 2004 BLAÐ NR. 11 HAVNAR HANDVERKARAFELAG 2. ÁRSFJÓRÐINGUR 2004 BLAÐ NR. 11 HAVNAR HANDVERKARAFELAG Ein var maður, ið úti stóð Handverkarar sunnan fyri Hórisgøtu Síðani 1997 hava umleið 2 /3 av føroyskum handverkarum verið hildnir uttanfyri alla

Læs mere

Mikudagin TANN 15. apríl verður ráðstevna á Hotel Føroyum um multiresistentar bakteriur og antibiotikaresistens

Mikudagin TANN 15. apríl verður ráðstevna á Hotel Føroyum um multiresistentar bakteriur og antibiotikaresistens Mikudagin TANN 15. apríl verður ráðstevna á Hotel Føroyum um multiresistentar bakteriur og antibiotikaresistens Átøkini, ið verða framd til tess at fyribyrgja spjaðing av MRSA (Methicillin resistente Staphylococcus

Læs mere

Strongdkanning av limum hjá Starvsmannafelagnum. Gjørd av Fegin Ábyrgdari: Niclas Heri Jákupsson

Strongdkanning av limum hjá Starvsmannafelagnum. Gjørd av Fegin Ábyrgdari: Niclas Heri Jákupsson Strongdkanning av limum hjá Starvsmannafelagnum Gjørd av Fegin Ábyrgdari: Niclas Heri Jákupsson Svarað: 711 Kyn Aldur Hjúnarbandsstøða Hvussu leingi hevur tú starvast á núverandi arbeiðsplássi? 45% 42%

Læs mere

Hugburður til føroysk yrkisorð

Hugburður til føroysk yrkisorð JÓGVAN Í LON JACOBSEN Hugburður til føroysk yrkisorð Endamálið við hesi grein er at siga eitt sindur um hugburð føroyinga til føroysk yrkisorð og um yrkisorðafrøði yvirhøvur. Grundarlagið undir greinini

Læs mere

FF-blaðið í Frankaríki Vit vóru bæði á fiskivinnuvitjan og til fótbólt. Drúgv og øðrvísi frásøgn

FF-blaðið í Frankaríki Vit vóru bæði á fiskivinnuvitjan og til fótbólt. Drúgv og øðrvísi frásøgn Nr. 350 Hósdagur 8. september 2005 12,- FF-blaðið í Frankaríki Vit vóru bæði á fiskivinnuvitjan og til fótbólt. Drúgv og øðrvísi frásøgn Síða 11 Petrea: Droymdi lagnuna hjá manningini á Nólsoynni Víst

Læs mere

DOM. Under denne sag, der er anlagt den 16. august 2010, har sagsøgerne, A, B, C, D, E, F, H, I, J og K, nedlagt påstand om:

DOM. Under denne sag, der er anlagt den 16. august 2010, har sagsøgerne, A, B, C, D, E, F, H, I, J og K, nedlagt påstand om: DOM Afsagt den 14. juni 2011 i sag nr. BS 1270/2010: A, B, C, D, E, F, G, H, I, J og K mod TAKS Under denne sag, der er anlagt den 16. august 2010, har sagsøgerne, A, B, C, D, E, F, H, I, J og K, nedlagt

Læs mere

9.1 Windows Vista Windows Windows XP Privatkundar sum fáa trupulleika við sperring av Netbanka... 12

9.1 Windows Vista Windows Windows XP Privatkundar sum fáa trupulleika við sperring av Netbanka... 12 Brúkaravegleiðing Innihaldsyvirlit Hvussu kemur tú inn á netbankan?... 2 Java trupulleiki... 3 Lykil liggur ikki á røttum stað... 4 6 Hvussu loggar tú teg á netbankan?... 7 Hvussu gert tú Hópflytingar?...

Læs mere

Bekendtgørelse om arbejdsløshedsforsikring ved arbejde mv.m.v. inden for EØS, Færøerne og i det øvrige udland

Bekendtgørelse om arbejdsløshedsforsikring ved arbejde mv.m.v. inden for EØS, Færøerne og i det øvrige udland Bekendtgørelse om arbejdsløshedsforsikring ved arbejde mv.m.v. inden for EØS, Færøerne og i det øvrige udland I medfør af 41, stk. 6, 53, stk. 8, og 95 i lov om arbejdsløshedsforsikring m.v., jf. lovbekendtgørelse

Læs mere

Løgmaður um fiskivinnuna

Løgmaður um fiskivinnuna Nr. 348 Hósdagur 11. august 2005 12,- Ein einastandandi frásøgn um persónligar royndir av nasismuni, sum endaðu við ferðaseðil til Auschwitz. Hanna - týskur jødi undir nasismuni: Fyrst tóku teir pápan,

Læs mere

samstarva At veita eina um skjóta hettar og tilboðið: goða viðgerð til kvinnur við burðartunglyndi.

samstarva At veita eina um skjóta hettar og tilboðið: goða viðgerð til kvinnur við burðartunglyndi. November 2014 Til allar kommunulæknar í Føroyum November 2014 Til allar kommunulæknar í Føroyum Viðgerðartilboð til kvinnur við burðartunglyndi - Psykiatriski depilin Viðgerðartilboð Hettar brævið er til

Læs mere

Gazet í Kirkjubø staðfesti gullaks fyri 100 árum síðani

Gazet í Kirkjubø staðfesti gullaks fyri 100 árum síðani Nr. 306 Hósdagur 27. november 2003 10,- Síða 2 Skeljaráðstevnan Víst hava gomlu føroyingarnir etið agn! Óli Samró granskar í Hollandi Óli skipar fyri altjóða ráðstevnu komandi ár. Síða 21 Gazet í Kirkjubø

Læs mere

Heilsan hjá langfarafiskimonnum

Heilsan hjá langfarafiskimonnum Nr. 307 Hósdagur 11. desember 2003 10,- Síða 3 Søgan um John Dam John Dam var ein megnarmaður. Vit ummæla bókina og hava frásøgn frá móttøkuni, tá bókin varð handað. Bátasøgan á Eiði Vit hava fyrsta av

Læs mere

hægri útbúgvingartilboð í Føroyum er tað møguligt? Hannes Gislason, Prof., PhD., deildarleiðari, Náttúruvísindadeildin

hægri útbúgvingartilboð í Føroyum er tað møguligt? Hannes Gislason, Prof., PhD., deildarleiðari, Náttúruvísindadeildin Fjarlestur frá topp 16 til 100 hægri útbúgvingartilboð í Føroyum er tað møguligt? g Hannes Gislason, Prof., PhD., deildarleiðari, Náttúruvísindadeildin 2 Fjarlestur skrá Evnir Hví fjarlestur? Fjarlestur

Læs mere

Happing á dagstovni - ella - tá ið smábørn happa ella verða happaði

Happing á dagstovni - ella - tá ið smábørn happa ella verða happaði Happing á dagstovni - ella - tá ið smábørn happa ella verða happaði Dagstovnurin við Løgmannabreyt Mikudagur 28. oktober 2015 Rógvi Thomsen, cand. ped., pedagogiskur ráðgevi Sernám 2 Der er imidlertid

Læs mere

Ársins studentur. Áhugaverd frásøgn frá meslingagrindini, sum var í Gøtu í Vit hava myndir frá grindini, sum ikki fyrr hava verið alment kendar.

Ársins studentur. Áhugaverd frásøgn frá meslingagrindini, sum var í Gøtu í Vit hava myndir frá grindini, sum ikki fyrr hava verið alment kendar. Síða 2 Nr. 272 Hósdagur 4. juli 2002 10,- Ársins studentur Lesið søguna um Áka sum hóast sera skerdan førleika kortini fekk studentsprógv. Vitjan á Sjóbjargingarstøðini Neyðug kunning fyri øll siglandi.

Læs mere

Orðið eigur í føroyskari felagsverklóg 1

Orðið eigur í føroyskari felagsverklóg 1 Orðið eigur í føroyskari felagsverklóg 1 Snorri Fjallsbak 2 Tað er stórur munur á einari kanin og einari kanón. Tí er tað sera umráðandi, at vit gera okkum ómak, tá ið vit skriva orðini, og at vit stava

Læs mere

Altjóða fiskivinnuserfrøðingurin Ben Yami kemur aftur Vænta at fáa íkast til at meta um okkara fiskivinnuskipanir.

Altjóða fiskivinnuserfrøðingurin Ben Yami kemur aftur Vænta at fáa íkast til at meta um okkara fiskivinnuskipanir. Síða 11 Nr. 365 Hósdagur 20. apríl 2006 15,- 120 ára gamli handilin við Gjógv opnar aftur Kanska eru glottar fyri Gjógv. Síða 9 Síða 6 Tummas fór til Suðurgeorgia Tummas á Skipanesi fór til heimsins enda

Læs mere

Verkið liðugt hjá Líggjasi

Verkið liðugt hjá Líggjasi Nr. 325 Hósdagur 2. september 2004 12,- Síða 9 Barbistovusøgan Naena Danielsen skrivar um Barbistovuættina í Syðrugøtu. Í Lopra hittu vit Jákup Joensen, sum ikki hevur givið skarvin yvir hóast pensjónistaaldur.

Læs mere

Vegleiðing um krøv í løgtingslóg um tryggingarvirksemi til nevndarlimir og stjórnarlimir um førleika og heiðursemi (fit & proper)

Vegleiðing um krøv í løgtingslóg um tryggingarvirksemi til nevndarlimir og stjórnarlimir um førleika og heiðursemi (fit & proper) Nr. 1 28. juni 2018 Vegleiðing um krøv í løgtingslóg um tryggingarvirksemi til nevndarlimir og stjórnarlimir um førleika og heiðursemi (fit & proper) (Vejledning om krav i forsikringsloven til bestyrelsesmedlemmers

Læs mere

"Okkara maður" í Sandoynni fyllir runt. Sigmund verður 75. Vit dokumentera, at sjónvarpstíðindini vóru fupp. Úr Syðrugøtu til Aberdeen

Okkara maður í Sandoynni fyllir runt. Sigmund verður 75. Vit dokumentera, at sjónvarpstíðindini vóru fupp. Úr Syðrugøtu til Aberdeen Nr. 352 Hósdagur 6. oktober 2005 12,- "Okkara maður" í Sandoynni fyllir runt. Síða 3 Sigmund verður 75 Fupp og fakta um tilfeingisgjald og -rentu Vit dokumentera, at sjónvarpstíðindini vóru fupp Síða 6

Læs mere

Advokatskrivstovan Fr. Petersensgøta

Advokatskrivstovan Fr. Petersensgøta Advokatskrivstovan Fr. Petersensgøta Fr. Petersensgøta 9 Postboks 6 110 Tórshavn Telefon: (298) 11145 Telefax: (298) 11525 Tórshavn, tann 26.11.1997 970823 kj Oljufyrisitingin Debesartrøð att. Herálvur

Læs mere