Grikkar Evropeisku lærararnir

Relaterede dokumenter
DANSK Danskt sum 1., 2. og 3. mál. Olly Poulsen, Sarita Eriksen og Solveig Debess

- Webundersøgelse, Fólkaskúlaráðið, oktober Fólkaskúlaráðið. Undersøgelse om læreres og skolelederes syn på

MÅLESTOKSFORHOLD HFB 2012 / 13. Målestoksforhold OP SL AG. Byggecentrum

Færøerne for så vidt angår danskerne Kanning um hvat danir vita og halda um Føroyar og føroyingar

DANSK Danskt sum 1., 2. og 3. mál

Inklusión, Relatiónir og Felagsskapurin. Rógvi Thomsen, cand.ped., pedagogiskur ráðgevi Hósdagur 16. januar 2014

Ein livandi Kristus til ein doyggjandi heim

Fólkaheilsukanning Hvussu hevur tú tað 2015

Kirkjuligt Missiónsblað

Fakturablanketten virk.dk. 1 At senda elektroniskar rokningar við fakturablanketten

Kirkjuligt Missiónsblað

Sigurd fekk medalju fyri sigling í krígstíð í Íslandi

Vegleiðing at dagføra GPS-kort. Tillukku við tínum keypi av GPS-korti. Kortið fevnir um Føroyar.

Sagsøgeren har påstået sagsøgte dømt til at betale kr. med procesrente fra den 26. juni 2003, subsidiært procesrente fra den 22. april 2008.

forbindelse med både ansættelse, ændring i ansættelsesforhold og ved afslutning af ansættelsen.

Frágreiðing frá Skipaeftirlitinum um arbeiðsvanlukku umborð á Túgvusteini hin

HEVUR JESUS NAKRAN TÝDNING

Námsferð 25. mai 5. juni 2017

Konference om affald på havet

Marius smíðar bát í Íslandi. ALS 10 ár. Stór frásøgn frá hátíðarhaldinum. Bjarni Djurholm má steðgast og fiskimonnum má vera tryggjað rættindi.

Leiðarans leiklutur og samskifti í broytingum

Kirkjuligt Missiónsblað

Kirkjuligt Missiónsblað

Viðvíkjandi klagu um hækking av gjaldi fyri løggilding av elinnleggjarum

Søgan um "Vesturhavið Blíða"

Magni Laksáfoss. Magni Laksáfoss, Fróðskaparsetur Føroya


Klagan til TV2. Hvat kann gerast. Upplivdi illveðrið í 1932, ið beindi fyri formanni í FF. Livravirkið á Eiði. Frásøgn hjá Andrew Godtfred:

Kirkjuligt Missiónsblað

Út á Fagranes, har 7 fiskimenn mistu lívið í 1927

Minni um teir, sum sigldu og teir, sum doyðu undir krígnum Ferðin hjá "Johannu" eitt rimmar tiltak.

Aftaná eitt misálit Tað hjálpir einki bert at seta nýggjan landsstýrismann. Tað, sum ræður um, er ein fullkomilig umskipan av fiskimálaráðnum.

Kirkjuligt Missiónsblað

Hvussu kunnu vit liva sum trúgvandi í dag?

Kirkjuligt Missiónsblað

hægri útbúgvingartilboð í Føroyum er tað møguligt? Hannes Gislason, Prof., PhD., deildarleiðari, Náttúruvísindadeildin

Men størstur av teimum er kærleikin

U l m æruna hjá Darwini í undirvísin i gi i

Mette stange Lena Jacobsen týddi OG FLOKSLEIÐSLA

Børn og doyving Kunning til foreldur

HAVNAR KLUBBI oktober Endurgerð av minnisriti Havnar Klubba, tá hann fylti 160 ár.

Tryggingartreytir fyri Bólkalívstrygging

Kirkjuligt Missiónsblað

Jesus biður fyri okkum Joh. 17, 20-26

Ríki maður og Lázarus Luk. 16,

Enok maðurin, sum gekk við Gudi

Kirkjuligt Missiónsblað

Kirkjuligt Missiónsblað

LØGTINGSINS UMBOÐSMAÐUR

Álit um stýrisskipanarviðurskifti Føroya

Miðøld. Mál. Uppgávur

Kirkjuligt Missiónsblað

Orðið eigur í føroyskari felagsverklóg 1

Nr. 1 Februar árið

Nám. Í læraravegleiðingini er eisini eyka tilfar, sum nýtast kann, um tíð er til tess og uppgávur eru á

Kann søgukritiska háttalagið brúkast til bíbliugransking?

Bakstøði Ynski var: - At lýsa teir møguleikar og tær treytir eldri fólk í Føroyum hava fyri einum góðum lívi í eldri árum - At lýsa hvørji átøk kunnu

Strongdkanning av limum hjá Starvsmannafelagnum. Gjørd av Fegin Ábyrgdari: Niclas Heri Jákupsson

Kirkjuligt Missiónsblað

MENNINGARÆTLAN FYRI DAGSTOVNIN Í ØKSNAGERÐI

Kirkjuligt Missiónsblað

Givið út 30. mai 2017

Svenskur elitusvimjivenjari

Nýggj skip. 70 ár síðan Nólsoy gekk burtur Søgan um ringin sum kom aftur. Svenskari vitjað í Føroyum í 56 ár

Hugburður til føroysk yrkisorð

Kirkjuligt Missiónsblað

2. ÁRSFJÓRÐINGUR 2004 BLAÐ NR. 11 HAVNAR HANDVERKARAFELAG

FF-blaðið í Frankaríki Vit vóru bæði á fiskivinnuvitjan og til fótbólt. Drúgv og øðrvísi frásøgn

Nr. 321 Hósdagur 8. juli ,- Síða 17 Baksíðan Síða 9 Síða 3 Síða 14

ATLANTIC AIRWAYS KAPPINGIN H71 - NEISTIN. Sunnudagin 28. september kl Hoyvíkshøllin

Kirkjuligt Missiónsblað

Gamlar myndir úr Norðuroyggjum

HAPPING Í FÓLKASKÚLANUM

Kirkjuligt Missiónsblað

Kvinnan við Sikarsbrunn Partur II Joh. 4, 1-43

Lívsins salt. Vit hava verið í Ibiza og hugt eftir saltframleiðslu. Neptun og Nólsoy

Kirkjuligt Missiónsblað

Bekendtgørelse om arbejdsløshedsforsikring ved arbejde mv.m.v. inden for EØS, Færøerne og i det øvrige udland

Kvinnurnar við grøvina

Málsgongd Við skrivi, dagfest 12. desember 2008, sendi Mentamálaráðið soljóðandi uppsøgn til klagaran:

Mest støðuga fiskavirkið er í Vági

Skiparin sum virkaði sum tannlækni

Frágreiðing um grundlógararbeiði

TÁ IÐ TIT... Kirkjuligt Missiónsblað. Nr juni árið

9.1 Windows Vista Windows Windows XP Privatkundar sum fáa trupulleika við sperring av Netbanka... 12

Ársins studentur. Áhugaverd frásøgn frá meslingagrindini, sum var í Gøtu í Vit hava myndir frá grindini, sum ikki fyrr hava verið alment kendar.

samstarva At veita eina um skjóta hettar og tilboðið: goða viðgerð til kvinnur við burðartunglyndi.

Hvat hendi við russarunum?

Vælkomin til Byggivirkið KBH Sp/f

Grindadráp í Tjukotka í Siberia

Kirkjuligt Missiónsblað

Kommunusamanlegging - hvat siga suðringar?

Heilsan hjá langfarafiskimonnum

Smiðjan á Skipanesi Brot úr okkara smiðjusøgu. Okkara maður í Nambia. Er prískappingin í vanda? Børn á Sanatoriinum

Jarðarferðin hjá Morning Star

Kirkjuligt Missiónsblað

Tine Færch Jørgensen. Til Trafik- og Byggestyrelsen

Føddur undir Hitler, vaksin upp undir Stalin

Heilsu- og innlendismálaráðið

Føroyskur saltfiskur væl umtóktur

Transkript:

Grikkar Evropeisku lærararnir 3 Í lærugreinini søga í skúlanum verður hugt at menniskjanum og samfelagnum bæði frá politiskum, sosialum, búskaparligum, mentanarligum og hugmyndafrøðiligum sjónarhornum. Evnini taka støði í tí, sum myndar samleikan hjá einstaklinginum og felags søguliga samleikan. Mál Eftir at hava gingið gjøgnum henda kapittulin skulu næmingarnir kenna til elstu evropeisku søguna, úr Kreta til Aleksandur Mikla. vita at fólkaræðið hevur sín uppruna í Athen, har valdið lá hjá einum fólkatingi. kenna til korini í trælasamfelagnum, t.e. grikska samfelagið í antikk ini vera tilvitandi um mentanararv okkara, t.e. okkara samband við bókmentir, list, tónleik og náttúruvísindi í antikkini. Uppgávur Uppgávurnar til partin um grikkarnar fevna víða, og tær ment anarsøgu ligu uppgávurnar spenna víðari enn bert tað politiska. Tankin er, at kapittulin skal kunna vera knýttur saman við øðrum lærugreinum, sum t.d. føroyskum, myndlist og kristni/átrúnað og at tað tá skulu vera mong støð, ið knýta lærugreinirnar saman. Fagurbókmentir: Courtauld, Sarah: Søgan um trælahaldið, 2011 Grønur krabbi - 1. partur og tíðartalva aftast. Gaarder, Jostein: Heimurin hjá Sofíu Henriksen, Jeffrei: Odysseus, 1982 McCaughrean, Geraldine: Daidalos og Ikaros, Kong Midas McCaughrean, Geraldine: Persefone og granatæblekernerne, Kapløbet mod Atalante Rasmussen, Vang: Herakles, 1975 Rasmussen, Vang: Jason, 1975 Fakbókmentir: Adams, Simon: Arkæologi detektiver Hull, Robert: Grækenland (Den gamle verden) Ikoner : kunst i det antikke Grækenland Murrell, Deborah: Græsk kriger Simpson, Judith: De gamle grækere Filmar: Sofies verden Alexander 300 1

Kreta 1. Hvussu kunnu vit vita nakað um elstu søguna hjá Kreta? 2. Stórur partur av tekstinum um Kreta snýr seg um Knossosborgina. Greið frá um Knossos. 3. Finn dømi um sumt úr elstu søguni hjá Kreta, sum vit kenna úr fornfrøðiligum fundum. 4. Hvør var Arthur Evans? 5. Hví var einki frárensl í baðikarinum í Knossosborgini? 6. Fá tær pappír og litir. Tekna Minotaurus! 2

Søgn ella sannleiki? Set striku undir tey orð, tú ikki skilir og fá greiðu á, hvat orðini merkja. Brúka orðabøkur ella leita á netinum. Tarvaspælið Heimssøga Fram til 1700 s. 36 Tarvurin hevði ein stóran leiklut í trúnni hjá kretabúgvum. Knossosborgin var t.d. prýtt við tarvshornum úr steini. Funnar eru eisini myndir av fólki, sum leypa um bukk upp um tarvar. Á myndunum sær tað út, sum tikið verður í hornini á rennandi tarvi og bóltað rút um rygg in á honum og lent aftur standandi á fót unum. Mundi tað vera soleiðis tað gekk fyri seg? Ja, tað er ein spurningur, sum granskarar ikki fáa samst um. Tvey ástøði finnast, ið hvør í sínum lag geva boð uppá, hvat myndirnar vísa. Sambært fyrra ástøðinum er tarvurin knýtt ur at veiðu. Teir avmyndaðu eru ungir dreingir, sum skulu gerast vaksnir veiðimenn. Myndirnar eru symbolskar og vísa ikki veruleik an tað er ógjørligt sjálvt hjá akrobatum at gera hetta kynstrið. Sambært seinna ástøðinum hevur tarvurin við fruktbari at gera. Hann var dyrkaður sum gudur, og tarvslopini fóru veruliga fram. Fólk blivu enntá ofrað til tarvsgudin, fyri at skurðurin skuldi gerast góður. Borgin Grevstur í Knossosborgini vísir, at bygningurin hevði fleiri hæddir við til samans 1500 rúmum og mongum, longum gongum. Her vóru innigarð ar, pela-gongir, trappur, offurstøð, matargoymsl ur, skjól og makligar íbúðir. Í út grevstrinum vórðu funnar leivdir av fleiri veggja málning um, og Arthur Evans, fornfrøðingur, sum gróv Knossos fram fyrst í 1900-talinum, lat nakrar teirra restaurera. Fleiri granskarar halda, at borgin var bústað ur kongs; her helt hann til. Eftirsum kongur var ovasti leiðarin á Kreta, samstundis sum hann var hægsti prestur, var borgin miðstøð bæði fyri politikk og trúgv. Roknskapirnir, sum funnir eru, eru kanska yvirlit yvir skattin frá jarðarbrúkinum har nærhendis. Allur skatt ur varð goldin við vøru, t.d. sáðkornum og olju úr oljuberjum, sum vórðu goymd í stórum krukkum. Eingi verndarvirki standa kring Knossos, og verður tað tikið sum tekin um, at fólkini í Kreta livdu í friði. At tey livdu væl av handli og jarðarbrúki, sæst av fund u num, ið eru gjørdir í útgrevstri. Aðrir granskarar vilja vera við, at borgin er eitt stórt gravstað, sum var ætlað teimum deyðu og ikki teimum livandi. Prógv fyri hesum skal m.a. vera, at baðikarið í borgini einki frárensl hevur. Trappustigini eru heldur ikki heil, og stórir partar av borgini tykjast vera læst við stórum steinum. Arthur Evans fann enntá eina kongatrúnu úr alabasti, og stólarnir í Altjóða dómstólinum í Haag hava fingið sama skap sum hon. Hugsan in við hesum er, at dómararnir skulu hava hin rættvísa Minos kong úr søgnini í huga og brúka hann sum fyrimynd í arbeiði sínum. Eing in veit, um Minos kongur hevur verið til í veruleikanum, men í frásagnunum verður hann lýstur sum ein góður, rættvísur og friðarelskandi kongur. 1. Myndin av tarvsspælinum í Knossos verður tulkað ymiskt. Í tekstinum omanfyri eru nevnar tvey ástøði viðvíkjandi myndini. Set striku undir lykilorðini í teim ymsu ástøðunum. 2. Í tekstinum verður víst á tvær frá greið ingar, sum geva hvør sítt boð, hvat borgin varð brúkt til. Set striku undir lykilorðini í teim ymsu frágreiðingunum. 3. Søgn ella sannleiki? Hvat heldur tú? 3

Søgnin um Minotaurus Set striku undir tey orð, tú ikki skilir og fá greiðu á, hvat orðini merkja. Brúka orðabøkur ella leita á netinum. Tá ið kongasonurin Theseus kom til Athen og frætti, at sjey ungar gentur og sjey ungir dreingir úr býnum júst skuldu umborð á eitt skip við kós móti Kreta, har tey skuldu verða ofrað til ódjórið Minotaurus, beyð hann sær til at fylgjast við teimum og lovaði at beina fyri beistinum. Minotaurus hevði tarvshøvd og mannakropp og varð hildin fangi í villiniborgini í Knossos. Níggjunda hvørt ár noyddust atenbúgvar at senda ungdómar út í Kreta, har teir skuldu verða ofraðir til Minotaurus hetta var avleiðingin av friðaravtalu millum Minos kong á Kreta og pápa Theseusar, Aigeus kongur í Athen. Aigeus royndi til fánýtis at forða soni sínum at fara við á ferðina, og Theseus lovaði at seta hvít segl í staðin fyri tey svørtu, sum báturin bar á vegnum hagar, um royndin skuldi eydnast sær. Tí so visti gamli kongurin, hvussu hevði gingist, longu tá ið skipið hómaðist í havsbrúnni. Framkomnir vóru atenbúgvarnir tveittir í fangahol at bíða eftir næsta fullmána, tá ið Minotaurus skuldi fáa avbjóðingina. Men tað eydnaðist Theseus at fáa samband við ta vøkru Ariadnu, sum var dóttir Minos kong, gjøgnum eitt vindeyga í fongslinum. Tá ið hon hoyrdi, at Theseus bað um at sleppa fyrstur og einsamallur inn til ódjórið í villiniborgini, fekk hon mikl an alsk til djarva unglingin. Hon vildi gera alt fyri, at hann skuldi bjarga lívinum, og í loynd um gav hon honum eitt noða, sum skuldi hjálpa honum at finna vegin út aftur. Minotaurus, sum var langt inni í villiniborg ini, kom rennandi og brølaði ørur eftir Theseusi. Tá ið Theseus kendi ramliga roykin av andadráttinum hjá Minotaurusi, rendi hann svørðið inn í liðina á ódjórinum og fekk soleið is lívið av tí. Hjálptur av noðanum hjá Ariadnu fann Theseus sær leiðina út aftur, og saman við fríaðu ungdómunum og Ariadnu lætti hann akker at sigla aftur til Athen. Tey gistu á oynni Naxos, men tá ið Ariadna vaknaði um morgunin, sá hon fjara skipið stevna móti Athen. Theseus hevði latið hana sitið eftir! Aigeus kongur hevði ongan frið kent á sær, síðan skipið var farið. Nú stóð hann og skimað ist út móti havsbrúnni, har ein lítil prikkur gjørdist alsamt størri og vísti seg at vera vælkenda skipið. Men seglini vóru svørt. Theseus hevði gloymt lyfti sítt at seta hvít segli, og í vónloysi sínum kastaði kongur seg í havið og druknaði. Tað er haðani Egeahav fekk navn sítt. Theseus gjørdist kongur í Athen eftir pápa sín, og tá ið hin svikna Ariadna á oynni Naxos royndi at drukna seg, kom gudurin Dionysos og bjargaði henni. Tey giftust og búðu síðani í heimi gudanna, á Olympus fjalli. 1. Tekna eina ordiliga fløkta villiniborg við nógvum blindum gongum (gongir, sum enda) á eitt puntut pappír. Skriva M (Minotaurus) í miðjuna. Být um villiniborg við ein floksfelaga og vita, hvør tykkara er fyrstur at finna Minotaurus! 2. Ímynda tær, at tú ert Ariadna. Hvat hevði tú sagt við Theseus, um tú hitti hann aftur? 3. Hvør er Dionysos? Brúka internetið at finna fleiri upplýsingar um hann. 4. Eitt tað fyrsta telduspælið, ið gjørdist vælumtókt um allan heimin, æt PacMan. Skriva PacMan og online í eini leitiskipan á telduni. Spæl eitt spæl. Hvat minnir spælið teg um úr tekstinum, tú akkurát hevur lisið? Veggjamálningur í Knossosborgini. Foto: Tomsisch, Gustavo/Corbis/Scanpix 4

Fólkaræðið demokrati Set striku undir tey orð, tú ikki skilir og fá greiðu á, hvat orðini merkja. Brúka orðabøkur ella leita á netinum. Býarstatirnir vóru vanliga stýrdir av kongum ella teimum ríkastu aðalsmonnunum, men í Athen varð demokratiið innført tað er grikska orðið fyri fólkaræði. Soleiðis var fólkaræðið í Athen skip að: Allar týðandi avgerðir vóru tiknar í fólkatinginum, og har vóru eisini allar lógir samtyktar. Fólkatingið hittist hvønn tíggjunda dag á einum bakka, sum eitur Pnyx. Á fundinum vóru allir við, sum vóru partur av fólkatingið, t.e. allir frælsir menn, sum vóru yvir 20 ár og borgarar í Athen. Eftirsum fólkatingið harumframt býtti øll týðandi embæti millum limir sínar, fekk tað avgerandi týdning at duga at málbera seg, um tú vildi vera valdur og harvið fáa ávirkan á politikkin. Men kvinnur, tilflytarar og trælir sluppu ikki við á fundirnar í fólkatinginum og høvdu tí ongan kjans at ávirka politisku avgerðirnar. Hálvthundrað atenskir menn skiftust at sita í stýrinum. Allir í fólkatinginum høvdu møguleika at fáa eina politiska uppgávu, men orsaka av mongu kríggjunum fingu hernaðarleiðararnir størst vald av øllum embætismonnunum. Hetta komst av, at menn ikki vildu hava hvønn sum helst at vera strategur (generalur), og tí valdu teir best egnaðu. Av hesum viknaði fólkaræðið, samstundis sum strategarnir gjørdust alsamt meiri máttmiklir. 1. Set upp eitt yvirlit við tí, sum tú heldur vera gott og tí, sum tú heldur vera ringt við fólkaræðinum í Athen; altso eina talvu við eini pluss-røð og einari minus-røð. 2. Samanber fólkaræðið í Athen fyri 2.500 árum síðani við fólkaræðið í Føroyum í dag, soleiðis sum tú heldur tað riggar. Ger ein lista við tí, sum er líka og tí, sum ikki er líka. 5

Chiton: Griksk kvinnuklæði 1. Ímynda tær, at ein grikskt kvinna kemur inn í flokshølið, sum er ílatin eina chiton. Hvat heldur tú, hon hevði hildið um klæðini, tú og vinfólkini ganga í? 2. Sniðgev tína egnu chiton. Tú kanst brúka litblýantar ella klippa mynstur og bíløt úr gomlum bløðum og klistra uppá. Brúka hugflogið. Her verða stykkini fest Tekning: Eva Levén 6

Trælirnir Mangir av trælunum vóru upprunaliga krígsfangar. Trælir vórðu keyptir á marknaðinum, á júst sama hátt sum húsdýr, og vóru mang an brúktir í námsarbeiði, jarðarbrúki og í húsarhaldinum. Men har vóru eisini trælir, ið vóru handverkarar, dansarar ella tónleikarar. Hvussu nógv kostaði ein trælur? Jú, prísirnir vóru ymiskir. Ein dugnaligur handverkari kundi kosta 600 drakmur, ein hústrælur millum 100 og 200 og ein barnatrælur minni enn 100 drakmur. Til samanberingar kann nevnast, at eitt borð kostaði 4 og ein sofa 17 drakmur. Eftirsum ein frælsur atenbúgvi í miðal tjenti millum 300 og 400 drakmur um mánaðin, mátti hann vera hampiliga ríkur fyri at hava ráð at hava trælir. 1. Ímynda tær, at tú ert trælur í býarstatinum Athen fyri umleið 2.500 árum síðani. Fortel eitt sindur um teg sjálva/n og um ein vanligan dag í lívinum. Hvussu gjørdist tú trælur? Arbeiðir tú sum hústrælur? Ella í náminum? Er harri tín ella formaðurin fittur ella óreinur móti tær? Hvussu leingi arbeiðir tú um dagarnar? Hvørjar eru uppgávurnar hjá tær? Hvat fært tú at eta? Hvar svevur tú? 2. Ímynda tær, at tú hittir ein frælsan atenskan man, sum tjenar 340 drakmur um mánaðin. Hvussu nógvar sofur fær hann keypt sær fyri eina mánaðarløn? Hvussu nógv borð kann hann keypa fyri somu upphædd? Brúka upphæddirnar, sum standa nevndar í tekstinum. 7

Í skúlanum Orðið skúli kemur upprunaliga úr grikskum, skholé, og merkti upp runaliga leysur. Hvussu skal tað skiljast, hugsar tú helst. Jú, tað vóru jú bert tey børn og teir ungdómar, sum høvdu ráð at ganga leys frá arbeiði, ið kundu fylla sína frítíð við slíkum sum skriving, lesing, rokning, sangi og fimleiki! Grikska stavraðið Tá ið griksk børn lærdu seg at skriva, brúktu tey eina trætalvu, sum var smurd við voksi og ein spískan penn. Høgrumegin sært tú, hvussu grikska stavraðið, tey skuldu læra seg, sá út. Hin stóri og hin lítil stavurin standa síð um síð. Hvør stavur hevur eitt navn, sum byrjar við ljóðvirðinum hjá stavinum. 1. Hvat vilt tú helst: ganga í skúla ella arbeiða? Grundgev fyri svarinum. 2. Hvussu hevði tú vilja betra skúlan hjá tær? Gev trý boð! 3. Skriva fyrst títt egna navn við grikskum stavum og týð síðani hesi orðini til bókstavirnar, vit plaga at brúka. ΣΠΑΡΤΑ Grikska stavraðið Α α alfa Β β beta Γ γ gamma Δ δ delta Ε ε epsilon Ζ ζ zeta Η η eta Θ θ theta Ι ι jota Κ κ kappa Λ λ lambda Μ μ my Ν ν ny Ξ ξ xi Ο ο omikron Π π pi Ρ ρ rho Σ σ ς sigma Τ τ tau Υ υ ypsilon Φ φ phi Χ χ chi Ψ ψ psi Ω ω omega ΑΘΗΝΗ ΔΕΜΟΣΤΕΝΗΣ ΑΚΙΛΛΗΣ ΔΕΜΟΚΡΑΤΙΑ ΟΔΥΣΣΕΥΣ 4. Skriva eina stutta frágreiðing um hvørt orðið omanfyri (tey eru øll at finna í tekstinum, tú higartil hevur lisið um grikkarnar). 8

Tón- og sjónleikur 1. Akkurát sum við Olympisku leikunum, ið hildnir vóru at heiðra Zeus, vóru sjónleikir framførdir at heiðra ein ávísan gud. Hvør er gudurin? 2. Kennir tú aftur tey griksku leikhús-orðini á myndini? Er merkingarmunur millum hesi og okkara týdning av somu orðum? Hvør er munurin? 3. Teir báðir gekkaskortarnir eru tiknir frá teimum ymsum sløgum av leiki. Hvørjum? Hvør er munurin teirra millum? Lýs skortarnar báðar. Brúka litblýantar og lita skort arnar. 4. Ger eina samanbering millum leikhús og leikyrkið í forna Grikkalandi og hjá okkum nú á døgum. Hvussu líkjast tey og hvar er munur á? 5. Prýð krukkuna! Hvørja mynd velur tú at tekna? Ein av griksku gudunum? Eitt ítrótta fólk? Eitt ella fleiri fólk? Kanska okkurt heilt annað? Brúka hugflogið! Tekning: Eva Levén 9

Hvør eri eg? Vel rætta svarið og set bókstavin í rútin. 1. Eg ferðist nógv, bæði í Grikkalandi og í øðrum londum. Sagt verður, at eg eri faðir at allari søguskriving. Tað er smikrandi! 2. Hvussu kanst tú spyrja, hvør eg eri? Um tú ert komin til mín, so veitst tú, hvør eg eri. Tú undrast á framtíðina. Kom innar, so skal eg vita, um eg fái svarað tær! 3. Bíða eitt bil, meðan eg taki smásteinarnar úr munninum. Tú mást tosa harðari eg hoyri teg ikki fram um stormin og aldudunið! 4. Nei, eg komi ikki í skúla í næstu viku. Eg eri fyltur sjey. Nú er tíðin komin hjá mær at fara upp í herliðið! 5. Lív mítt er ræðuligt. Eg havi í seinastuni arbeitt í einum kornakri, men eri akkurát blivin seldur og havi ikki ánilsi fyri, hvat eg nú fari at verða tvingaður til. Vónandi verði eg ikki líka illa bukaður av mínum nýggju eigarum. A. Zeus Á. Ein drongur í Sparta B. Demokrit D. Herodot Ð. Oraklið í Delfi E. Homer F. Anaximandros G. Ein trælur H. Demosthenes I. Sokrates 6. So eg skal eitast at lokka ungdómin? Eg haldi, at øll áttu at farið at hugsa sjálvi. Heldur tú ikki eisini tað? 7. Hvørjum verðin er gjørd av, spyrt tú? Tað er lætt at svara hon er gjørd úr smáum, ósjónligum atomum. 8. Hvat billar tú tær inn at spyrja meg, hægsta grikska gudin, hvør eg eri? 9. Kom og set teg nærri. Eg eri blindur, veitst tú, lukkan. Nú skal eg siga tær søguna um Odysseus. Tað er eitt ótrúligt ævintýr. Vónandi situr tú væl tí tað er ein long frásøgn. 10. Hvaðani menniskjuni stava? Tað er lætt at svara vit komu frá fiskunum. 10

Minnist tú? 1. Hvussu kallast tíðin millum ár 500 f.kr. og ár 500 e.kr.? 1) Miðøld X) Antikkin 2) Rútmikkin 1 X 2 2. Hvussu kallaðist ódjórið í Kreta? 1) Dionysos X) Hulk 3) Minotaurus 3. Hvat var nýtt við grikska stavraðnum? 1) at prikkar vórðu X) bókstavurin Ð 2) sjálvljóð fingu egin tekin settir yvir i 4. Hvussu langt verður runnið í maraton-renningini? 1) uml. 30 km X) uml. 42 km 2) uml. 55 km 5. Í Sparta ráddu nakrir fáir ríkir góðseigarar. Hvat kallast henda stýrisskipanin? 1) Oligarki X) Monarki 2) Demokrati 6. Hvat av hesum orðum er IKKI komið úr grikskum? 1) Radio X) Kaffi 2) Kirkja 7. Hvør býur kann berast saman við London, París ella New York í okkara tíð? 1) Athen X) Sparta 2) Alexandria 8. Hvør ítrótt var IKKI millum kappingarnar í fyrstu olympisku leikunum? 1) Klingrukast X) Fótbóltur 2) Renning 9. Hvussu kallast griksku hermenninir? 1) Hoplittar X) Hobbar 3) Heterur 10. Hvussu kallast kynstrið at tosa? 1) Tosikkur X) Retorikkur 2) Praktikkur 11

LÆRARAVEGLEIÐING Svar: Hvør eri eg? 1. D 2. Ð 3. H 4. Á 5. G 6. I 7. B 8. A 9. E 10. F Svar: Minnist tú? 1 X 2 1. X 2. 2 3. 2 4. X 5. 1 6. X 7. 2 8. X 9. 1 10. X 12