Kirkjuligt Missiónsblað

Relaterede dokumenter
Kirkjuligt Missiónsblað

Kirkjuligt Missiónsblað

DANSK Danskt sum 1., 2. og 3. mál. Olly Poulsen, Sarita Eriksen og Solveig Debess

Kirkjuligt Missiónsblað

Kirkjuligt Missiónsblað

Ein livandi Kristus til ein doyggjandi heim

Kirkjuligt Missiónsblað

HEVUR JESUS NAKRAN TÝDNING

Kirkjuligt Missiónsblað

- Webundersøgelse, Fólkaskúlaráðið, oktober Fólkaskúlaráðið. Undersøgelse om læreres og skolelederes syn på

Enok maðurin, sum gekk við Gudi

Nr. 1 Februar árið

Kirkjuligt Missiónsblað

Kirkjuligt Missiónsblað

Kirkjuligt Missiónsblað

Kirkjuligt Missiónsblað

Kirkjuligt Missiónsblað

Kirkjuligt Missiónsblað

Kirkjuligt Missiónsblað

Kirkjuligt Missiónsblað

Kirkjuligt Missiónsblað

Jesus biður fyri okkum Joh. 17, 20-26

Færøerne for så vidt angår danskerne Kanning um hvat danir vita og halda um Føroyar og føroyingar

Námsferð 25. mai 5. juni 2017

Kirkjuligt Missiónsblað

Kvinnan við Sikarsbrunn Partur II Joh. 4, 1-43

Ríki maður og Lázarus Luk. 16,

Kirkjuligt Missiónsblað

Kirkjuligt Missiónsblað

Kirkjuligt Missiónsblað

forbindelse med både ansættelse, ændring i ansættelsesforhold og ved afslutning af ansættelsen.

Nr mai árg. Lívsins orð

Men størstur av teimum er kærleikin

Brúdleypið hjá kongssoninum. Matt. 22, 1-14.

Kirkjuligt Missiónsblað

Hvussu kunnu vit liva sum trúgvandi í dag?

Inklusión, Relatiónir og Felagsskapurin. Rógvi Thomsen, cand.ped., pedagogiskur ráðgevi Hósdagur 16. januar 2014

Kirkjuligt Missiónsblað

Kirkjuligt Missiónsblað

Kirkjuligt Missiónsblað

Til minnis um Elsa Jacobsen, kristniboðara

Kvinnurnar við grøvina

TÁ IÐ TIT... Kirkjuligt Missiónsblað. Nr juni árið

Kirkjuligt Missiónsblað

Søgan um "Vesturhavið Blíða"

Kirkjuligt Missiónsblað

Sagsøgeren har påstået sagsøgte dømt til at betale kr. med procesrente fra den 26. juni 2003, subsidiært procesrente fra den 22. april 2008.

Kirkjuligt Missiónsblað

Sigurd fekk medalju fyri sigling í krígstíð í Íslandi

DANSK Danskt sum 1., 2. og 3. mál

Børn og doyving Kunning til foreldur

Fólkaheilsukanning Hvussu hevur tú tað 2015

Út á Fagranes, har 7 fiskimenn mistu lívið í 1927

EFTIR TÍNUM ORÐI! Kirkjuligt Missiónsblað. Nr februar árið. Jákup Olsen skrivar. Fiskiveiða Pæturs, Luk

Givið út 30. mai 2017

Tryggingartreytir fyri Bólkalívstrygging

Minni um teir, sum sigldu og teir, sum doyðu undir krígnum Ferðin hjá "Johannu" eitt rimmar tiltak.

Bekendtgørelse om arbejdsløshedsforsikring ved arbejde mv.m.v. inden for EØS, Færøerne og i det øvrige udland

Vegleiðing at dagføra GPS-kort. Tillukku við tínum keypi av GPS-korti. Kortið fevnir um Føroyar.

Klagan til TV2. Hvat kann gerast. Upplivdi illveðrið í 1932, ið beindi fyri formanni í FF. Livravirkið á Eiði. Frásøgn hjá Andrew Godtfred:

Frágreiðing frá Skipaeftirlitinum um arbeiðsvanlukku umborð á Túgvusteini hin

Svenskur elitusvimjivenjari


Marius smíðar bát í Íslandi. ALS 10 ár. Stór frásøgn frá hátíðarhaldinum. Bjarni Djurholm má steðgast og fiskimonnum má vera tryggjað rættindi.

Leiðarans leiklutur og samskifti í broytingum

hægri útbúgvingartilboð í Føroyum er tað møguligt? Hannes Gislason, Prof., PhD., deildarleiðari, Náttúruvísindadeildin

Mest støðuga fiskavirkið er í Vági

Liðugfráboðan til eftirlits av Brunaávaringarskipan

Tine Færch Jørgensen. Til Trafik- og Byggestyrelsen

Fakturablanketten virk.dk. 1 At senda elektroniskar rokningar við fakturablanketten

Skiparin sum virkaði sum tannlækni

samstarva At veita eina um skjóta hettar og tilboðið: goða viðgerð til kvinnur við burðartunglyndi.

Advokatskrivstovan Fr. Petersensgøta

Orðið eigur í føroyskari felagsverklóg 1

Bakstøði Ynski var: - At lýsa teir møguleikar og tær treytir eldri fólk í Føroyum hava fyri einum góðum lívi í eldri árum - At lýsa hvørji átøk kunnu

Nám. Í læraravegleiðingini er eisini eyka tilfar, sum nýtast kann, um tíð er til tess og uppgávur eru á

Lívsins salt. Vit hava verið í Ibiza og hugt eftir saltframleiðslu. Neptun og Nólsoy

ATLANTIC AIRWAYS KAPPINGIN H71 - NEISTIN. Sunnudagin 28. september kl Hoyvíkshøllin

Strongdkanning av limum hjá Starvsmannafelagnum. Gjørd av Fegin Ábyrgdari: Niclas Heri Jákupsson

Almannastovan. Almannastovan. Skjal 11. Dagur J. nr I. Almanna- & Heilsumálastýrið Fyrisitingardeildin Eirargarður Tórshavn

MENNINGARÆTLAN FYRI DAGSTOVNIN Í ØKSNAGERÐI

HAVNAR KLUBBI oktober Endurgerð av minnisriti Havnar Klubba, tá hann fylti 160 ár.

LØGTINGSINS UMBOÐSMAÐUR

Aftaná eitt misálit Tað hjálpir einki bert at seta nýggjan landsstýrismann. Tað, sum ræður um, er ein fullkomilig umskipan av fiskimálaráðnum.

Nýggj stjórnarskipan má fyrst og fremst verja borgaran

ICES viðurkennir. Bjargingarroynd í Vágsbotni. Fiskaren vitjar FF. Bernhard 5. partur. Løgtingsins umboðsmaður setir kærarar í gapistokk.

Mikudagin TANN 15. apríl verður ráðstevna á Hotel Føroyum um multiresistentar bakteriur og antibiotikaresistens

Føddur undir Hitler, vaksin upp undir Stalin

DOM. Under denne sag, der er anlagt den 16. august 2010, har sagsøgerne, A, B, C, D, E, F, H, I, J og K, nedlagt påstand om:

Kann søgukritiska háttalagið brúkast til bíbliugransking?

Nr. 321 Hósdagur 8. juli ,- Síða 17 Baksíðan Síða 9 Síða 3 Síða 14

SAMNORDISK PENSIONÄRSKULTUR Tórshavn, Føroyar 3-10 august 2014

Gamlar myndir úr Norðuroyggjum

Viðvíkjandi klagu um hækking av gjaldi fyri løggilding av elinnleggjarum

Heilsu- og innlendismálaráðið

Konference om affald på havet

9.1 Windows Vista Windows Windows XP Privatkundar sum fáa trupulleika við sperring av Netbanka... 12

2. ÁRSFJÓRÐINGUR 2004 BLAÐ NR. 11 HAVNAR HANDVERKARAFELAG

Málsgongd Við skrivi, dagfest 12. desember 2008, sendi Mentamálaráðið soljóðandi uppsøgn til klagaran:

Mette stange Lena Jacobsen týddi OG FLOKSLEIÐSLA

Transkript:

Nr. 4 juni. 2010 63. árið Kirkjuligt Missiónsblað FRIÐ VIÐ GUD Nógvir spurningar eru átrokandi fyri okkum, og vit nýta stóra orku til at svara hesum spurningum. Onkur hugsar um, hvussu hann verður betri til at íðka ítrótt. Onkur spyr, hvørjum hann skal giftast við. Onkur spyr, hvussu tað fíggjarliga skal hanga saman. Ja, vit kunnu spyrja um nógv ymiskt. Men ein spurningur er meiri átrokandi enn allir aðrir spurningar. Tað er spurningurin: Hvussu fái eg frið við Gud? Hetta er spurningur, sum kann fáa ævigan týdning. Hesin spurningur avger, hvar tú kemur at vera í allar ævir. Her á jørð kunnu vit taka nógvar avgerðir, sum hava týdning nógv ár fram. Hvørja útbúgving skal eg fáa mær? Hvørjum skal eg giftast við? Hvar skulu vit búgva? Hetta eru stórir spurningar, men teir fána burtur í mun til spurningin um, hvar vit skulu liva um ævir, tá lívið her á jørð er at enda komið. Hvussu fært tú frið við Gud? Ella hvussu kemur títt samfelag við Gud í rætt lag? At fáa hetta samfelag í rætt lag, krevur at tú veitst, at tú ert ein syndari. Gud er fullkomin. Og hann krevur tað fullkomna av tær. Onki minni er nógv gott, um tú vilt hava samfelag við hann. Tann minsta ónda hugsanin ella gerðin er nokk til, at tú ikki kanst hava samfelag við hann. Ja, faktiskt er tað nokk, at tú ert tú. Tú ert føddur í synd. Syndin er ein partur av okkum menniskjum. Øll hava syndað. Men tað er vón fyri framman. Gud sigur gjøgnum profetin Jesaja (1,18): Komið, latum okkum fara fyri rættin, sigur Harrin. Um syndir tykkara eru sum skarlak, kunnu tær verða hvítar sum mjøll; um tær eru reyðar sum purpur, kunnu tær verða hvítar sum ull. Hetta talar Gud ikki til fullkomin fólk, men til syndarar, sum áttu at fingið sera harðan dóm fyri teirra synd. Ja, Jesaja sigur, at hetta er tala til fólk, sum vóru líka sum tey í Sodoma og Gomorra full av synd og ólevnaði. Hetta vísir okkum, at

vit eisini kunnu koma, soleiðis sum vit eru. Vit skulu ikki óttast at vera so syndafull, at Gud ikki vil hava við okkum at gera. Um vit koma til hann og játta okkara synd alla okkara synd so vil hann tváa okkum. Kanska hevur tú játtað tína synd og veruliga ynskir at liva satt yvirfyri Gud? Men tó kennir tú ongan frið? At liva sum kristin gevur tær bara iva, um tú ert nógv góður. Til hetta er at siga, at tú mást síggja, hvat umvending er. At vera umvendur og at trúgva á Jesus er tað sama. Tó hugsa nógv, at umvending er tað sama sum at gevast við øllum tí skeiva og í staðin gera tað, sum Gud ynskir. Men umvending er ikki, at tú av øllum alvi roynir at liva eftir Guds boðum. Ì Mark. 1,15 lesa vit: Vendið um og trúgvi gleðiboðskapinum. Hetta kann eisini skiljast soleiðis: Vendið um við at trúgva gleðiboðskapinum. Umvending og trúgv ganga út uppá tað sama. Trýrt tú, so ert tú umvendur! Trúgv elvir til umvending. Trúgv er at líta á Jesus. Í Sálm. 37,40 lesa vit: Harrin teimum hjálpir og teimum bjargar, hann teimum frá gudleysum bjargar og teir frelsir, tí til hansara høvdu teir lít. Gud lovar at hjálpa og bjarga teimum, sum líta á hann. Um tú lítur á hann, so trýrt tú. Um tú kemur til hansara við allari synd tíni, so trýrt tú. Og so veitst tú, at tú skalt vera við, tá Jesus skjótt kemur aftur, fyri at taka tey frelstu heim til sín. Tá Jesus kemur aftur, gongur hetta orðið í Sálmi 37 fult út. Tá eru vit um ævir bjargað frá øllum teimum gudleysu. At hava álit á Jesusi er eisini at missa álitið á seg sjálvan. Paulu skrivar í Róm. 7,9f soleiðis um sínar royndir av at liva í trúnni: Eg livdi einaferð uttan lóg; men tá ið boðorðið kom, livnaði syndin við, men eg doyði; og boðorðið, sum var til lívs, tað royndist mær at vera til deyða. Tí at syndin tók sær tilevni av boðorðinum og tøldi meg og drap meg við tí. Paulus gert varur við, at hann vil øvugta av Guds boðum. Tá boðini siga, at vit ikki mugu gera hetta ella hatta, so fáa vit hug at gera júst hetta. Hetta er støðan hjá einum trúgvandi. Tú skilir ikki teg sjálvan. Tú kennir Gud og ynskir at liva eftir hansara vilja og hava frið við hann. Men samstundis vilt tú tað púra øvugta. Tú fært hug til alt tað, sum tú veitst er skeivt. Tá boðini ANDAKT Gud enn á trónuni er Jákup Olsen Allir lutir eru skapaðir við honum og til hansara; og sjálvur er hann fyrr enn allir lutir, og allir lutir standa við í honum. (Kol 1,16b-17) Tað, sum her verður sagt, snýr seg um Jesus Kristus, sum er 2. persónur í trýeindini. Tað eru ikki smáting, ið her verða søgd um hann! Men tað, sum eg hugsaði at taka fram í hesi stuttu andakt, er seinasti parturin, har tað stendur, at allir lutir standa við í honum. Í donsku bíbliuni stendur: Og alt består ved ham. Tað eru tey, ið halda, at í fyrstuni skapaði Gud himmalin og jørðina, men síðani hevur hann latið jørðina ansa sær sjálvari. Soleiðis talar Guds orð ikki, tí vit lósu, at allir lutir standa við í honum. Vit eiga at leggja til merkis, at ørindið stendur í nútíð: Allir lutir standa við í honum. Hetta merkir, at Gud er hjástaddur her og nú! Um hann ikki var tað, hevði einki staðið við. Paulus sigur eisini í Áps 17,28a: Tí at í honum liva vit og rørast vit og eru vit. Vit hugsa kanska, at heimurin er sterkur og støðigur og at Gud er óveruligur og trupul at koma í samband við. Veruleikin er tó tann øvugti. Tí um Gud ikki helt øllum uppi, so var heimurin ikki til! Tí nýtist ongum at óttast fyri, at heimurin av tilvild fer til grundar. Tað hendir einki við Guds skaparverki uttan við hansara góðkenning! Gud enn á trónuni er, syngur yrkjarin. Hetta skal ikki skiljast so, at ein dag er Gud ikki á trónuni meira. Nei, Gud verður altíð á trónuni, tí at Gud er ævigur! Gud enn á trónuni er, og hann minnist børn síni her. Um freistingar herja, vil hann meg tó verja, og varða meg á míni ferð. Gud enn á trónuni er, og hann minnist børn síni her, og hans orð stendur fast, um enn alt annað brast. Gud enn á trónuni er! MS 763 2 Nr. 4 juni. 2010 63. árið

biðja teg gera okkurt, tímir tú ikki, og tá boðini nokta okkurt, so hevur tú hug til júst hetta. Paulus kallar hetta í Gal 2,19: Tí at eg eri við lógini deyður frá lógini, fyri at eg kann liva fyri Guði. Eg haldi sjálvur, at hetta er trupult at skilja. Lógin hevur dripið meg, so eg ikki longur eri livandi yvirfyri lógini. Tískil eri eg fríur til at liva fyri Gudi. Tað stutta av tí langa er, at eg skal missa álitið á mær sjálvum. Eg skal síggja, at eg onki megni í mær sjálvum. Í mær sjálvum er syndin altíð vundin uppí, og eg kann ikki flýggja undan syndini. Hetta merkir eisini, at Gud ikki kann gera nakað gott burtur úr mær. Eg má missa álitið á, at eg klári at gera tað góða, bara Gud veitir mær mátt. Gjøgnum lógina fáa eg ikki kraft til at liva eftir henni. Eg má missa alt álit á mær sjálvum. Eg havi slett ikki tað tilfar í mær, sum skal til fyri at vera ein kristin. So kann eg lætt hugsa, at ongin vón er. Og tað er rætt, um tað at vera kristin var, at Gud veitti okkum mátt til at liva eftir lógini og boðunum, sum hann krevur. Í Róm 8,3 lesa vit: Tí at tað, sum var ómøguligt hjá lógini, av tí at hon var máttleys av holdinum at gera okkum rættvís. Vi klára ikki at liva eftir Guds vilja. Óansæð um vit kenna hansara vilja ella ikki. Vit hava bara ikki kraftina til tað. Og júst tí vit eru sum vit eru, sendi Gud sín egna son í heimin. Um til vilt hava frið við Gud hava títt samfelag við hann í rætt lag so hevur tú tørv á at hoyra evangeliið um Jesus. So kemur tá trúgvin av tí, sum verður hoyrt; men tað, sum verður hoyrt, kemur gjøgnum orð Krists. Rom 10,17 Evangeliið ber Jesus við sær inn í hjarta títt. Trúgvin kemur av tí, sum verður hoyrt; men tað, sum verður hoyrt, kemur gjøgnum orðið um Kristsus soleiðis kann tað eisini umsetast. Orðið skapar álit á Jesus og vendir hjartanum móti honum. Við at hyggja eftir tær sjálvum, hvussu væl títt lív eydnast og hvussu tú hevur tað, so finnur tú ikki frið. Bara við at hyggja eftir Jesusi hoyra um hann, syngja um hann, samtala um hann og tað, hann hevur gjørt fyri at frelsa okkum. Frelsan er heilt og fult grundað á Jesus og ikki á okkum. Tað er onki hjá tær sum skal broytast ella verða øðrvísi, áðrenn tú kanst blíva frelstur. Tú hevur brúk fyri Jesusi júst nú, tí tú ert sum tú ert. Gleðiboðskapurin er, at Jesus og vit hava býtt um pláss. Jesus kom til jarðar og var viðfarin sum var hann eg og tú. Fyrst og fremst í tí, at hann fór inn undir Guds vreiði yvir syndina. Hvør einasta synd er uppreistur móti Gudi. Tað er at háða Gud hin Heilaga. Hetta hevur revsing við sær. Men Jesus tók hesa revsing. Tann, sum ikki visti um synd, gjørdi hann til synd okkara vegna, fyri at vit skulu verða Guðs rættvísi í honum. 2. Kor 5,21 Jesus bleiv gjørdur til synd. Jesus bleiv viðfarin sum ein syndari, fyri at vit ikki skulu verða viðfarin sum hann. Hann var gjørdur til tað, sum eg og tú eru, og vit fáa tilroknað alt tað hann er. Jesus tók ábyrgdina fyri okkara syndir. Eina ábyrgd sum vit ikki eru før at bera. Hann er Guds lamb, sum ber burtur okkara synd (Joh. 1,29). Hann tekur ikki syndina úr okkara náttúru, kenslum ella ásannan okkara. Vit kenna syndina dagliga og vit ásanna, at vit eru syndarar hvønn dag. Og Gud vil, at vit skulu ásanna okkara synd. Vit skulu liva av náði. Vit skulu hava brúk fyri syndanna fyrigeving í okkara andaliga lívi, líka sum okkara likam hevur brúk fyri vatni og mati hvønn dag. Men syndin, sum skilir okkum frá Gud, hon er burturbeind av Jesusi. Mín rokniskapur við Gud var goldin á krossinum úti á Golgatha, tá ið Jesus rópti: Tað er fullgjørt! Silas K.K. Olofson 3

Nærkontaktbrev nr. 23 d. 5/6-2010 Anne-Lene og Peter Olofson skriva Elsker du bananer? Sprogene er mange, og på Det teologiske Seminar i Sumbawanga er det reelt kun to af de studerende, der kan tale engelsk og så en del af lærerne. Anne-Lene har en stor udfordring som engelsklærer. Hvis nogle af dem nemlig kan lære så meget, at de kan ane noget af betydningen, når de kigger i f.eks. biblioteks engelske opslagsbøger, så åbner der sig en meget større verden for dem. Det kan være en stor hjælp i deres studier. Præsterne, hvoraf nogle nok kan lidt mere engelsk end evangelisterne, giver gang på gang udtryk for deres dybe taknemmelighed over, at de får lært engelsk. Hvis der har været en dag, hvor Anne-Lene ikke har været frisk, så har Peter blot taget hendes timer og som regel blot fortsat undervisningen i engelsk, men i mandags foreslog han evangelisterne på første år, at de blot tog fire dogmatiktimer den dag, ligesom i sidste uge, da Anne-Lene var ramt af den helt store snot-tur, som også var på omgang blandt de studerende. Men nej. De ville have engelsk. Sprog, det hjælper til forståelse, så engelsk fik de. Goddag, goddag kan de dog alle sige på dansk. Og børnesangen om den lille frø der sad i mosen, har de også alle fået lært at synge på dansk i musik, og de kan kvakke, så det er en lyst. Og sangen om skomagerdrengen ledsaget af fagter og dans, er de blevet helt vilde med de sidste par uger. Forståelse gennem musik, leg og sprog, giver et godt fællesskab. Og når det gælder kiswahili, som er vort fælles sprog, så kunne vi ikke være det foruden. Men elsker du bananer? Ja, når det bliver sagt på et af de lokale sprog, som en pæn del af de studerende har som modersmål, watemwa nkonde, så er vi virkelig på bølgelænge. Om det så også lykkes at få lært dette sprog kimambwe eller det der ligger tæt på kilungu, må tiden vise. Men de studerende prøver ihærdigt at lære fra sig. Og nogle sætninger hist og pist på et lokalsprog, kan nogle gange give en god indgang, selvom der må fortsættes på kiswahili. Glade fodboldsspillere med sko fra KMF Hvilket sprog taler vi bibelsk set? Nogle gang må vi erkende, at vi ikke forstår hinanden, og det skyldes ikke blot den babyloniske sprogforvirring, men også at vi tror, at vi taler det samme sprog, men rent faktisk ikke gør det. Elsker Gud dem, der øver homo-seksualitet? spurgte Peter efter morgengudstjenesten i sidste uge, og det klare svar fra en studerende var: Nej!. Som vi tidligere har skrevet om, så har det samme svar lydt, når det gjaldt dem, der stjal, dem, der talte usandt om andre, dem, der er muslimer, osv. Og lejligheden blev da benyttet til igen at få understreget, at Gud hader synden, men elsker synderen. Gud hader synden, for resultatet af synd er død, og hvem vil dog død over den, han elsker? Derfor siger Gud nej til synden. Gud elsker os syndere, derfor blev Jesus sendt for at frelse os. Derfor missionerer vi. Når de studerende denne morgen blev spurgt om homoseksualitet, så var det fordi, at Den lutherske Kirke i Tanzania offentliggjorde en pressemeddelelse d. 29/4-2010, hvor de meget klart og utvetydigt sagde fra overfor udviklingen i nogle vestlige kirker, hvor nogle allerede har fået og andre er på vej til at få et såkaldt kønsneutralt ægteskab. Den lutherske Kirke i Tanzania tager ikke blot afstand fra homoseksualitet samliv med ord, og lader det blive ved ordene. Ord uden praksis bliver jo nemlig tomme ord. Kirken følger op med at fastslå, at dem, der støtter en sådan praksis, ikke er velkomne 4 Nr. 4 juni. 2010 63. árið

til at arbejde i kirken, og at man forkaster deres indflydelse på kirken her i enhver form, herunder deres penge og støtte. Ikke blot siges der nej med ord, men man er også villig til at bryde fællesskabet for sandhedens skyld og lide økonomisk tab i form af mindre tilskud udefra. Det er tydeligt, at Den lutherske Kirke i Tanzania ikke taler samme sprog som Den danske Folkekirke, selvom begge siges at være lutherske kirker. Hvor kirken i Tanzania stadig taler det bibelske sprog, så har kirken i Danmark valgt at forlade dette sprog, med alle de praktiske konsekvenser det nu har. Og når man ikke længere taler det samme sprog åndeligt talt, så forstår man ikke længere hinanden, og fællesskabet tabes. Det kristne fællesskab kan ikke bygges på usandhed. Vi er dybt taknemmelige for den tanzaniske lutherske kirkes udmelding. Jo, Gud elsker dem, der øver homoseksualitet, og det skal kirken også, og derfor må vi sige nej til synden. Hvor en del vestlige kirker mere og mere blot er kristne af navn, så må vi dagligt glæde os over at kunne være med til at opbygge kirker, der ikke blot vil være det af navn. Ingen tvivl om: Set fra et menneskeligt synspunkt, så er det de afrikanske kirker, der åndeligt set, må komme de vestlige kirker til hjælp i disse dage. Arbejdets sprog Arbejdets sprog er også svedens sprog. Og svedt i en eller anden forstand har vi nok alle dette semester, som nu lakker mod enden. Ca. 50 studerende og 4 klasser uden forøgelse af lærerstaben. 4 kvinder, der til daglig leder kvindearbejdet i provstierne, har fået et tre måneders kursus, som Anne-Lene har organiseret. Og hun underviser dem selv i engelsk og strikning. Peter har undervist dem i dogmatik og musik. Kærlig hilsen og Guds fred Anne-Lene og Peter PS: Samme dag som det meste af ovenstående blev skrevet, kunne vi både fejre grundlovsdag og mindes at det i dag var præcis 21 år siden, vi forlod Danmark for at bo og arbejde på Færøerne. Så det blev også historiens sprog og mindernes sprog, der blev ihukommet. Nu er det blevet søndag og Anne-Lene skriver. Blandt de studerende er der blevet dannet en kvintet, som synger meget fint og på en humoristisk og underholdende måde. De kom for nogle dage siden og spurgte Peter, om han ville køre for dem i dag, for de var inviteret til at synge i en kirke ca. 40 km. herfra. Peter sagde ja og syntes at så kunne de lige så godt fylde bilen, så yderligere 5 andre også kunne komme med og få lejlighed til at besøge deres familier og prædike andre steder. Jeg blev også inviteret med, men foretrak at blive hjemme og pleje resterne af min forkølelse. Efter gudstjenesten herhjemme tog jeg derfor en ordentlig morfar, for jeg arbejdede til sent i går aftes med at forberede opgaverne til de studerendes skriftlige eksaminer. Det kvindekursus, som jeg står for i tre måneder, har studerende, der er mellem 24 og 50 år. De er ledere af deres lokale kvindearbejde der-hjemme og er så her for at dygtiggøre sig yderligere. Det er nogle gæve piger, som jeg har fået et godt og tæt forhold til. De suger til sig, alt hvad de kan og beklager, at de ikke kan blive her endnu længere. Gennem længere tid har jeg hver torsdag inviteret stedets kvinder, dvs. de kvindelige studerende og lærere, lærerkonerne, sekretæren og vores kokke m.fl. til te og samtale om bibelske kvindeskikkelser. Den ny kvindeklasse blev selvfølgelig også inviteret med og det har været rigtig godt og berigende for alle parter. Da kvindeklassen så det skema, som jeg havde udarbejdet til dem, syntes de godt om det, men de ville gerne også have undervisning i madlavning og bagning. Det talte jeg så med vores hushjælp, Emma, om. Hun ville gerne stå for undervisningen. Men Emma syntes ikke at de skulle undervises i mit køkken, hvor der er el-komfur og alskens hjælpemidler. Hvis de skulle kunne bruge det hjemme, så måtte det foregå på tanzanisk manér, udendørs og med trækul, og det har hun jo fuldstændig ret i. Først lærte Emma dem at lave maandazi, som jeg nærmest vil betegne som en krydsning mellem æbleskiver og berliner van kuchen. De smagte skønt. Jeg havde bedt dem lave en stor portion, så de selv kunne dele halvdelen og så kunne vi spise resten til næste dags kvindemøde. Jeg har nemlig æren af at bidrage med diverse ingredienser i vores skolekøkken. Hver anden uge lærer Emma dem en ny ret. Og ugen efter skal de så selv prøve at lave den, mens Emma overvåger deres madlavning. Ja, Emma er meget praktisk anlagt i sin måde at lære fra sig og det er kun godt. 5

Mit eget største bidrag til nyskabelser i tanzanisk madlavning er risengrød. Mange har nemlig en halv (deler med naboen) eller hel ko, men ikke noget køleskab, så det gælder om at få mælken solgt, drukket eller brugt i madlavningen, inden den bliver ubrugelig. Og her kommer risengrøden ind som supplement til den daglige ugali (majsgrød). Jeg har endnu ikke mødt en afrikaner, som ikke kunne lide risengrød. Og børnene er også helt vilde med den. Kvindemøde i vores hjem Kvindeklassen er også med i min strikkeklub hver mandag eftermiddag. Da det kan være temmelig fodkoldt på denne årstid, er jeg ved at lære dem at lave færøske strikkede hjemmesko efter en let model, som jeg har fået af Hanna, Doris Heinesens søster, i Klaksvig. Kvinderne er meget lærenemme og ivrige efter at blive dygtige til at strikke. Og det er jo kun godt. Men mit lager af strikkepinde, hæklenåle og garn er ved at være brugt op, så hvis der er nogen af jer, der har garnrester eller et overskud af strikkepinde, så vil jeg tage imod det med stor glæde, når vi kommer hjem til sommer. Da vi boede i Fuglefjord, gik jeg de to kilometer ud til mit gymnasium, hvis vejret var til det. På vejen mødte jeg en masse får, der stod i hver deres indhegninger. Efterhånden kendte de mig og kom for at hilse, når jeg kom forbi. Og når de havde fået lam, kunne man se stoltheden i deres øjne, når de kom og viste mig de nyfødte. Her i Tanzania har Peter anskaffet geder. Jeg har aldrig tidligere haft særlig kontakt med geder, men nu har jeg opdaget, at de er lige så søde og imødekommende som de færøske får. Det giver mig et tosset problem, for nu ved jeg ikke, om jeg kan få mig selv til at sætte tænderne i dem, når de en dag skal slagtes. Der skal i al fald overvindelse til. En studerende skal hentes hjem efter vellykket operation, som han ikke selv havde råd til, men som han fik råd til via støtte fra KMF Nu er der kun tre uger til graduation med fest og overrækkelse af eksamensbeviser. Men inden skal jeg stå for et seminar i 11 dage for evangelisternes koner. Det er konerne til dem fra afgangsklassen, der kommer sammen med 12-13 af deres mindste børn. Programmet har jeg lavet. Vi skal bl.a. have bibeltimer, lære at lave batik og sy på symaskine, dvs. først laver de batik på et stykke stof, som de derefter syr hver en slå-om nederdel og et tørklæde af. Om aftenen har vi program hjemme 6 Nr. 4 juni. 2010 63. árið

Um tað er soleiðis, at menniskju bara kunnu velja at vera gudloysingar og gudshos os sammen med mændene. Vi skal bl.a. se en dokumentarudsendelse fra DR om overgrebene på albinoer. Det meste af filmen er på swahili og resten oversætter vi. Om søndagen skal vi efter gudstjenesten og middag lave sjove konkurrencer (sækkeløb og den slags) for hele familien. Og en aften skal vi spille bingo, hvor de kan vinde forskelligt fra vores gavelager. Så programmet er en god blanding af alvor og leg og læring. Og sådan skal det være, synes jeg. Umiddelbart efter graduation går turen til Danmark og Færøerne, men først skal vi i løbet af et par dage køre de 1200 km til Dar Es Salaam på mere eller mindre god vej. Vi glæder os til at se så mange af jer som muligt. Kærlig hilsen Anne-Lene Guds kærleiki Við jøvnum millumbilum verður kjakast um glatanina. Er tað nøkur glatan til ella ikki? Hetta heystið hevur ikki verið nakað undantak í so máta. Kendar og ókendar røddir halda seg vera betri skikkaðar at svara hesum spurningi enn Harrin sjálvur, og tey seta eina tjúkka striku yvir tað, Jesus segði um teir báðar vegirnar og tey bæði portrini, sum føra til tvær ymiskar útgongdir úr lívinum. Tað skilst av øllum brøgdum, at nútíðar menniskjað heldur, at møguleikin at nakar kann glatast, er ósambæriligur við trúnna á ein kærleiksfullan Gud. Fyri meg er tað beint øvugt. Tað má vera ein gudgivin mannarættur at kunna velja seg burtur frá Gudi. Annars kann Gud ikki vera kæreliki. Soleiðis sum eg síggi tað, er kærleikin treytaður av møguleikanum at glatast. Tað, sum eyðkennir kærleikan, er, at hann setir tann í frælsi, sum hann elskar. Kærleikin søkir ikki sítt egna, hann elskar við opnum hondum og noyðir ongan. Gud er kærleiki, og hann vil heldur, at vit venda honum bakið av fríum vilja, enn at vit verða verandi hjá honum av tvingsli. Vit kunnu ikki forða nøkrum í at elska okkum; men vit kunnu sýta fyri at taka ímóti kærleikanum. Um Gud er kærleiki, má ein møguleiki vera fyri at vraka hann. Tá hevur Gud mist okkum. Tað er kærleikans glatan. 7

noktarar eina tíð, men at Gud kortini tekur tey til sín, tá ið lívið endar, so skilji eg tað sum brot á kærleikans fría val. Hugsa um øll tey, sum bera ein ólukkuligan kærleika, ein kærleika, sum ikki verður tikin ímóti ella svaraður. Man nakað vera meira pínufult? Kortini nýtir kærleikin eingi amboð at noyða nakran. Til himmelen kan ingen tvinges, bare ringes. Henda trongdin, til at avlýsa møguleikan at glatast, hon er eitt aftursvar til myndina av einum hevndarhugaðum Gudi, sum revsar syndarar í einari ævigari pínu. Ein slíkur Gud kan ikki vera kærleiki. Har er Bíblian samd. Tann hevndarhugaði Gud er ikki gudsmyndin í evangeliunum. Har møta vit tí náðiga Gudi, sum í Kristi Jesusi ber allar menniskjans syndir og sjálvur tekur revsingina. Tað er kærleiki. Guds hjarta verður orðað í Tí lítlu Bíbliuni : Tí at so elskaði Gud heimin, at hann gav son sín, hin einborna, til tess at ein og hvør, sum trýr á hann, ikki skal glatast, men hava ævigt lív. Kanska er tað ein samanblanding av lóg og náði í boðanini, sum leiðir til ta kámu fatan, at tað ber til at glatast? Vit synda, tá ið vit bróta Guds boð, og avleiðingarnir føra til Guds dóm. Men hetta er ikki ein kristin dómur. Evangeliið er gott nýtt fyri syndarar av øllum slagi. Dómadagur liggur ikki framman fyri okkum. Hann hevur Gud lagt aftan fyri okkum. Tá ið Jesus varð dømdur, vórðu vit fríkend. Gud hevur tikið ímóti sáttargerðini, sum Kristus vann okkum við offurdeyða sínum. Evangeliið er eitt frælsisbræv. Tað er bara ein orsøk til, at vit menniskju sleppa inn í Himmalin: Jesus Kristus. Tí er tað eisini bara ein orsøk til, at nøkur kunnu glatast: Tey sýta fyri at taka ímóti Guds kærleika og náði í Jesusi Kristi. Kærleikans frælsi inniheldur møguleikan at glatast. Effie Campbell umsetti. Nýggir haldarar Eg ynski at halda Kirkjuligt Missiónsblað. Navn: Bústaður: Postnr. og bygd/býur: Undirskrift: At senda til: Kirkjuligt Missiónsblað, Undir Klakki 39, FO-700 Klaksvík 8 Nr. 4 juni. 2010 63. árið

Hyggið at himmalsins fuglum! - teir sáa ikki, ei heldur teir heysta og bera ei heldur saman í løður, og himmalski faðir tykkara føðir teir; eru tit ikki mikið meir verdir enn teir? Matt 6,26 Jesus biður okkum hyggja at himmalsins fuglum. Teir hava okkurt at læra okkum. Guds verk er bæði at skapa og endurloysa. Endurloysingin er, at Jesus tók okkara synd á seg, tá ið hann doyði á Golgata. Tað er tað týdningarmiklasta í okkara trúgv. Hetta kann bringureyðin minna okkum á tann lítli fuglurin, sum í søgnini royndi at toga naglarnar úr Jesusi, meðan hann hekk á krossinum. Bringureyðin bleiv raktur av einum blóðdropa, sum litaði bringuna. Lat hetta minna teg á, at blóðið er runnið, eisini fyri tína skuld. Bringureyði fuglar undir himli. Teir ger okkum lítillátin. So hvørja ferð tú hoyrir ein fugl, lurtar tú eftir einum framúrskarandi prædikumanni. Tað tykist, sum hann sigur: Eg vil vera í Harrans húsarhaldi. Hann hevur skapt himmal og jørð, og hann er sjálvur kokkur og vertur. Hvønn dag gevur Tó er Gud eisini skaparin. Í viðmerkingunum til Matt. 6,4 sigur Luther: Tit skilja, at Jesus ger fuglarnar til okkara lærarar. Tað er stór skomm og vanvirðing fyri okkum, tá evangeliið ger ein hjálparsleysan spurv til teolog og prædikumann hjá teimum vísu Tað eru líka nógvir lærarar og prædikumenn, sum tað eru Gráspurvasteggi gevur unga at eta 9

hann óteljandi fuglum at eta. Vit menniskju eru ikki bara fuglar. Vit eru skapað í Guds mynd. Vit hava fingið eitt heilt serligt pláss í Guds eygum. Men hóast Bíblian á allar mátar vísir, at vit eru í eini serligari støðu yvir fyri Gudi, og at vit eru krúnan á skapanarverkinum, so hava vit lyndi til at stúra. Hvussu skal tað ganga? Hvussu skulu vit fáa mat, klæði, arbeiði, heim? Hvussu skulu vit fáa endarnar at røkka saman? Her eru fuglarnir ein prædika fyri okkum. Teir leita sær føði dag um dag, og Gud gevur teimum tað, teimum tørvar. Minst til tað, tá stúran vil stinga seg upp. Hugsa um fuglarnar, sum taka hvønn einasta dag úr Harrans hond og enntá kunnu hoyrast syngja, sjálvt tá kuldi og myrkur gera um seg. Hetta merkir tó ikki, at vit ikki skulu vera umhugsin. Vit skulu hugsa um dagin í morgin, men ikki stúra fyri honum. Tað er onki skeivt í at gera ætlanir fyri, hvussu vit best klára dagin í morgin. Tað gera summir fuglar eisini. Gnelliskjóran kann t.d. goyma fleiri 1000 nøtur og annað um heystið, so hon hevur okkurt at liva av, tá ið einki er. Somuleiðis mugu vit brúka okkara vit og skil og leggja okkara lív til rættis, so vit taka atlit fyri framtíðini. Stórt krossnev etur úr grannkonglu Men Gud gevur ikki fuglunum, sum vit geva hønunum. Hetta krossnevið má arbeiða fyri at fáa føðina úr konglinum. Ja, nógvir fuglar brúka mest sum alla teirra tíð til at leita sær føði. Gud gevur fuglunum møguleika at finna sær føði. Hann hevur innrættað náttúruna soleiðis, at fuglarnir kunnu finna tað, teimum tørvar. Hetta vísir okkum, at eisini vit skulu arbeiða fyri føðina. Vit skulu ikki vænta, at alt verður givið okkum, men at vit mugu arbeiða fyri tað. Tó er tað Gud, sum gevur okkum umstøður til at fáa mat á borðið og eitt stað at búgva. So samstundis sum vit við fullum rætti kunnu njóta fruktina av okkara arbeiði, so mugu vit eisini takka Gudi fyri evni og umstøður fyri at kunna gera hetta arbeiðið. Silas K.K. Olofson 10 Nr. 4 juni. 2010 63. árið

Summarstevnan 2010 í missiónshúsinum við Landavegin 1. til 4. juli Tað er við gleði at innboðið verður til summarstevnu hjá Kirkjuliga Missiónsfelagnum í missiónshúsinum við Landavegin í Tórshavn frá 1. til 4. juli. Høvuðstalari verður Hans Erik Nissen, sum áður hevur vitja okkum í Føroyum. Hann er fyrrverðandi rektari á Luthersk Missionsforenings Højskole í Hillerød. Yvirlit yvir møtini sæðst niðanfyri. Ein fullfíggja skrá fyri summarstevnuna verður kunngjørd á www.kmf.fo Stýrið Hósdagur 1. juli: Kl. 20: Møti v/ Hans Erik Nissen Fríggjadagur 2. juli: Kl. 16: Bíbliutími v/ Hans Erik Nissen Kl. 20: Møti v/ Hans Erik Nissen Leygardagur 3. juli: Kl. 9.30: Morgunmatur, bønarløta og Bíbliutími Kl. 16: Møti v/ Hans Erik Nissen Kl. 20: Møti v/ Hans Erik Nissen Sunnudagur 4. juli: Kl. 18: Møti v/ Hans Erik Nissen 11

Ester Vit kunnu býta Esterarbók upp í trý: 1. Lyklapersónurin. 2. Forsjón. 3. Í Guds tíma. Ester er lyklapersónurin, og lyklaversið í bókini stendur í 4. kap., vers 14:... hvør veit, um tað ikki er fyri hesa somu stund, at tú ert komin til drotningartignar? Forsjón merkir sambært Føroysku Orðabókina guddómlig umsorgan og leiðsla. Ofta er forsjónin fjald, vit síggja tað ikki fyrr enn seinni, hvussu Gud var uppií og stýrdi øllum. Jósef man ikki hava sæð, at Gud var uppií og stýrdi hendingunum, tá ið brøðurnir seldu hann, og hann síðani endaði í fangahúsi. Men seinni kundi hann vitnað: Gud sendi meg higar undan tykkum til tess at bjarga mannalívum. ( 1. Mós. 45,5) Í Guds tíma, í hansara tíma hendir tað. Vit mugu vera tolin og bíða eftir honum. Tað er, sum tað verður sungið í einum sangi: In His time, in His time, in His time, He makes all things beautiful In His time Lord, Please show me every day As You re teaching me Your way That... Guds navn finst ikki í Esterarbók; men fýra ferðir kemur tað fyri fjalt. Jahveh er Guds navn. Á hebraiskum verður tað stavað JHVH. Sjálvljóðini duttu burtur, teir brúktu bara hjáljóðini. Esterarbók virkar ævintýrakend. Hetta er sum í 1001 nátt, og tú heldur teg næstan vera komnan inn í holuna hjá Aladdin. Inni hjá kongi var hvítt lín og blátt purpur bundið við festum av fínum líni og reyðum purpuri upp á silvurringar og marmorsúlur. Legubeinkir av gulli og silvuri stóðu á gólvinum, sum var alsett við alabastri, hvítum marmori, perlumóðursteini og svørtum marmori. Har vóru drykkjuskálir úr gulli, og eingin skálin var lík aðrari. (Est. 1,6-7) Samstundis luktar tú gasskømrini hjá Hitleri. (Est. 3,6-11) Ríkið hjá kongi er ógvuliga stórt, tað fevnir um 127 lond og strekkir seg frá Etiopia til India. (Est. 1,1) Alt, sum fer fram í Esterarbók er so ógvisligt, t.d. heldur kongur eina veitslu, sum varir í 180 dagar (Est. 1,4), og Ester skal fríðka holdið við myrruolju í seks mánaðir og við balsamsmyrslum í aðrar seks mánaðir. Tað er týdningarmikið, at vit bíða eftir Gudi og ikki renna framum, tí tá missa vit signingina. Tríggjar ferðir kundi Ester sagt við kong, hvat ið hon vildi; men hon bíðaði og bjóðaði staðin fyri tvær ferðir kongi og Hámani til veitslu hjá sær. Um vit vóru stødd í hennara skóm, mundu flestu okkara sagt, hvat ið vit vildu millum fyrru og seinnu veitsluna. Men hon bíðaði, og tað var rætt, tí tað var Guds timing. Í hesum tíðarskeiði liggur kongur nevniliga í andvekri og fær lisið upp úr árbókini, og har hoyrir hann, hvussu Mordokai bjargaði lívi hansara. Mordokai verður nú heiðraður, og øll søgugongdin verður snarað á. Les Esterarbók, hon er stutt, hevur bara 10 kapitlar. Bøn: Gud, lat meg tiga, tá ið tú vilt, og tala, tá ið tú vilt. Effie Campbell. 12 Nr. 4 juni. 2010 63. árið

Eitt vandamikið mistak Á einum búplássi við Nyassa-vatnið í Afrika høvdu tey innføddu bygt sær ein lítlan skúla. Annars er navn mítt Gustav Nyander og eg var tá kristniboðari, útsendur til fólkið sum búði har. Skúlabygningurin var liðugur, men enn restaðu borð og stólar og tí var skúlagongdin ikki byrjað. Nú stóð eg í skúlastovuni og setti møblarnar saman, sum vóru komnir higar í smáum. Ferðin hevði verið drúgv og síðsta teinin vórðu teir fluttir við einum prámi. Meðan eg arbeiddi, hoyrdi eg knappliga ein av mínum hjálparmonnum rópa: - Nyoka! Nyoka! Eg fór yvir til vindeygað og uttanfyri sá eg eina 2 metrar langa slangu ringja seg fram við húsavegginum. Eg roknaði við, at hetta var ein pytonslanga. Visti at tær vóru nógvar har um vegir. Fullvaksnar kunnu tær vera frá 5 til 7 metrar langar, so hetta var helst bara ein lítil ungi. Mær nýttist ikki at vera bangin. Vápnaður við einum stavi fór eg út fyri at taka lívið av henni. Fyri at vissa meg um, at hon doyði, ripaði eg til av øllum alvi. Men stavurin brotnaði í helvt og har stóð eg við einum lítlum træstubba í hondini. Slangan varð í øðini. Alt í einum reistist hon og kom ímóti mær við tunguni úti til reiðar at høgga. Lukkutíð vóru tveir av mínum hjálparmonnum komnir aftaná mær, hvør við sínum múrsteini í hondini sum vápn. Áðrenn slangan náddi at høgga, varð hon rakt av einum steini og fall til jarðar við brotnum ryggi. So var vandin av og eg hugsaði ikki meira um hasa hendingina. Eg tók skinnið av henni at hava til minnis. Tað var tá, at eg varnaðist, at eg hevði mistikið meg stórliga! Hetta var ikki ein vandaleys pytonslanga, men ein ómetaliga stór kobraslanga. Ein av vandamiklastu og mest eitrandi í Afrika! Hevði eg verið bitin av henni, hevði eg helst doyð innan ein hálvan tíma og eg hevði endað mínar dagar við Nyassavatnið. Men eg var jú í tænastu hjá tí allmáttuga Gudi og undir hansara undurfullu vernd. Ætlan hansara var sostatt, at eg skuldi liva víðari! Henda uppliving minnir meg um ein vanda, vit øll kenna til: Tað er syndin! Eg helt ikki, at slangan var so vandamikil. Ikki fyrrenn langt aftaná uppdagaði eg, hvussu vandamikil og eitrandi hon í veruleikanum var. Soleiðis kann syndin tykjast at vera meinaleys, men har mistaka við okkum. Hon er ikki at spæla við. Hon førir til deyða. Sum innføddu vinir mínir hjálptu mær, mega vit eisini hjálpa hvørjum øðrum at standa ímóti syndini. Men fram um alt mega vit trúgva á Jesus, sum doyði fyri okkum. Hann stríddist og vann sigur á deyðanum. (Lea Juul týddi úr 7x7.) 13

Kornakurin Tað er eitt ævintýr, ið indianarar plaga at siga frá, sum snýr seg um eina sera vakra prinsessu, sum øll vóru so góð við. Ein dagin, tá ið hon spældi tætt við ein stóran kornakur, kom ein heks yvir til hennara og beyð henni góðan dag. Heksin vísti henni á stóra kornakurin og segði, at um hon vildi, so skuldi hon sleppa at ganga gjøgnum akurin og henta so mong øks, sum henni lysti. Hon lovaði prinsessuni, at tá ið hon kom yvir um akurin, so skuldi hon standa har og taka ímóti henni. Taka øksini frá henni, rista kjarnarnar úr og gera teir til gimsteinar. Prinsessan játtaði beinanvegin, tí sum hon segði, so fór hon at gerast ríkari, enn hon longu var, um hon hentaði so nógv øks, sum hon var før fyri at bera. Hesum játtaði heksin, men legði tvær treytir við, og tær vóru, at prinsessan bert eina ferð slapp at ganga ígjøgnum akurin, og at hon bert slapp at henta øks, sum vuksu framman fyri hana og ikki kundi venda við aftur eftir øksum. Prinsessan fór so spent til gongu gjøgnum akurin, og heksin ynskti henni alt tað besta. Stutt frammanfyri sá hon eitt stórt aks og hugsaði, at hatta vildi hon henta, tí hatta mundi hava nógvar kjarnar, so at hon kundi fáa nógvar gimsteinar burtur úr tí. Men júst sum hon skuldi henta aksið, sá hon eitt uppaftur størri longri frammi og helt, at hon heldur skuldi henta tað og fáa enn fleiri gimsteinar. Soleiðis gekst henni, hon sá alla tíðina okkurt aks longur frammi, sum hon helt vera størri enn hini, og áðrenn hon visti av, var hon komin gjøgnum akurin og hevði ikki hentað eitt einasta aks. Hinumegin stóð heksin til reiðar at taka ímóti øksunum, men prinsessan møtti henni tómhent. Tá gjørdist prinsessan sera kedd, at hon hevði verið so býtt at gingið fram við nógvum øksum uttan at henta tey og bara hugsað um at henta so stór øks sum møguligt. Hon fór at gráta, tí hon visti, at eingin møguleiki var at venda við aftur og henta øks av nýggjum. Boðskapurin í hesum ævintýrinum er, at kornakurin er lív okkara. Øksini eru møguleikarnir, vit menniskju fáa at gera væl ímóti okkara næsta. Sovorðnar møguleikar fáa vit óivað hvønn dag. Men kanska útseta vit og halda, at lívið er so langt, at vit altíð fara at fáa møguleika at hjálpa og bíða eftir einum møguleika, tá ið vit rættiliga eru før fyri at gera ein stóran mun. Men lívið er stutt, og hjálpa vit ikki øðrum, meðan vit hava møguleika til tess, ber kanska ikki til seinni at venda aftur við hjálpini. Jesus talaði ofta um, at vit áttu at brúka tíðina, meðan vit høvdu hana, og tað gjørdu lærusveinar Jesu eisini. Apostulin Paulus skrivaði eisini til samkomuna í Efesus, at teir skuldu brúka ta lagaligu løtuna. Latið okkum fylgja Jesu boðum og hjálpa okkara næsta. Okkara hjálpsemi verður tá til gimsteinar í lívi okkara og í lívinum hjá teimum, sum vit veita eina hjálpandi hond. Leysliga umsett, Petra Gregersen 14 Nr. 4 juni. 2010 63. árið

BARNASÍÐAN Gullkálvurin Eftir at Guð steig niður til fólkið á Sinai, fóru Jósva og Móses niðan á Sinai fjall og vóru haruppi saman við Guði í fjøruti dagar. Tá Móses, leiðari fólksins, ikki kom oman aftur, gjørdist fólkið ótrygt. Tey vórðu bangin fyri, at hann ikki fór at koma afturíaftur. Tey bóðu tí Áron gera teimum ein avgud, so at tey kundu kenna seg trygg á ferðini víðari til Kánaansland. Áron lurtaði eftir teimum og gjørdi ein gullkálv burtur úr gullinum, sum fólkið átti. Tá ið gullkálvurin varð liðugur, helt fólkið veitslu og dansaði um gullkálvin. Tá ið Móses og Áron eftir fjøruti døgum komu oman aftur og sóu, at fólkið dansaði um gullkálvin, gjørdist Móses óður og tveitti steintalvurnar frá sær, so at tær brotnaðu. Gullkálvin brendi hann og koyrdi dustið av honum út í vatnið, sum ísraelsfólk skuldi drekka. Hann bað tey, sum hildu við Harranum, koma yvir til sín, og levittarnir fóru yvir til hansara. Móses bað teir tá drepa so mong av ísraelsfólki, sum teir kláraðu, tí tey høvdu syndað móti Guði, og teir drupu 3000 mans tann dagin. Afturfyri at levittarnir vóru Gudi lýdnir, vórðu teir valdir út at verða prestar hjá fólkinum. Móses fór so niðan aftur á fjallið og hevði tvær nýggjar steintalvur við sær. Uppi á fjallinum skrivaði Guð umaftur tey tíggju boðini á tær. Áron var av Levi ætt. Hann gjørdist tann fyrsti høvuðspresturin og eftir hann, sonur hansara Eliazar. Soleiðis arvaðist høvuðsprestagerningurin. Aðrir levittar gjørdust prestar ella hjálparfólk hjá prestunum. Prestarnir skuldu eisini vera dómarar hjá fólkinum og læra tey lógina. 15

Her er ein mynd av Mósesi, -tá ið hann er óður og tveitir steintalvurnar. Litið myndina. Umbróting: Brandur Petersen Prent: Estra Ábyrgd: Silas K.K. Olofson Útgevari: Kirkjuliga Missiónsfelagið Undir Klakki 39 FO-700 Klaksvík Tlf.: 286968 T-postur: kmf@kmf.fo Heimasíða: www.kmf.fo Konta: 9181-495.337.3 Kirkjuligt Missiónsblað kemur út 8 ferðir um árið ( feb, mar, mai, jun, aug, sep, nov, og des) Haldaragjald: kr. 150,- 16 Nr. 4 juni. 2010 63. árið