FÓLKASKÚLIN FØROYSKT 9. FLOKKUR

Relaterede dokumenter
DANSK Danskt sum 1., 2. og 3. mál. Olly Poulsen, Sarita Eriksen og Solveig Debess

Ein livandi Kristus til ein doyggjandi heim

Kirkjuligt Missiónsblað

Fólkaheilsukanning Hvussu hevur tú tað 2015

Kirkjuligt Missiónsblað

Givið út 30. mai 2017

forbindelse med både ansættelse, ændring i ansættelsesforhold og ved afslutning af ansættelsen.

Inklusión, Relatiónir og Felagsskapurin. Rógvi Thomsen, cand.ped., pedagogiskur ráðgevi Hósdagur 16. januar 2014

- Webundersøgelse, Fólkaskúlaráðið, oktober Fólkaskúlaráðið. Undersøgelse om læreres og skolelederes syn på

Kirkjuligt Missiónsblað

Kirkjuligt Missiónsblað

Kirkjuligt Missiónsblað

Jesus biður fyri okkum Joh. 17, 20-26

Kirkjuligt Missiónsblað

Færøerne for så vidt angår danskerne Kanning um hvat danir vita og halda um Føroyar og føroyingar

Kvinnan við Sikarsbrunn Partur II Joh. 4, 1-43

Sigurd fekk medalju fyri sigling í krígstíð í Íslandi


Børn og doyving Kunning til foreldur

Kirkjuligt Missiónsblað

Kirkjuligt Missiónsblað

Kirkjuligt Missiónsblað

Kvinnurnar við grøvina

Kirkjuligt Missiónsblað

DANSK Danskt sum 1., 2. og 3. mál

9.1 Windows Vista Windows Windows XP Privatkundar sum fáa trupulleika við sperring av Netbanka... 12

Kirkjuligt Missiónsblað

Kirkjuligt Missiónsblað

Heilsu- og innlendismálaráðið

Søgan um "Vesturhavið Blíða"

Heilsu- og innlendismálaráðið

Út á Fagranes, har 7 fiskimenn mistu lívið í 1927

Ríki maður og Lázarus Luk. 16,

Svenskur elitusvimjivenjari

samstarva At veita eina um skjóta hettar og tilboðið: goða viðgerð til kvinnur við burðartunglyndi.

Magni Laksáfoss. Magni Laksáfoss, Fróðskaparsetur Føroya

Klagan til TV2. Hvat kann gerast. Upplivdi illveðrið í 1932, ið beindi fyri formanni í FF. Livravirkið á Eiði. Frásøgn hjá Andrew Godtfred:

Minni um teir, sum sigldu og teir, sum doyðu undir krígnum Ferðin hjá "Johannu" eitt rimmar tiltak.

Sagsøgeren har påstået sagsøgte dømt til at betale kr. med procesrente fra den 26. juni 2003, subsidiært procesrente fra den 22. april 2008.

Konference om affald på havet

Kirkjuligt Missiónsblað

Tine Færch Jørgensen. Til Trafik- og Byggestyrelsen

Kirkjuligt Missiónsblað

Enok maðurin, sum gekk við Gudi

Advokatskrivstovan Fr. Petersensgøta

Hvussu kunnu vit liva sum trúgvandi í dag?

Tryggingartreytir fyri Bólkalívstrygging

Námsferð 25. mai 5. juni 2017

Nr mai árg. Lívsins orð

Tøl um royking í Føroyum

Kirkjuligt Missiónsblað

HEVUR JESUS NAKRAN TÝDNING

Gott at vita við útskriving & heimavitjan

Kirkjuligt Missiónsblað

Kirkjuligt Missiónsblað

Mest støðuga fiskavirkið er í Vági

Men størstur av teimum er kærleikin

Bekendtgørelse om arbejdsløshedsforsikring ved arbejde mv.m.v. inden for EØS, Færøerne og i det øvrige udland

Kirkjuligt Missiónsblað

Aftaná eitt misálit Tað hjálpir einki bert at seta nýggjan landsstýrismann. Tað, sum ræður um, er ein fullkomilig umskipan av fiskimálaráðnum.

Kirkjuligt Missiónsblað

Kirkjuligt Missiónsblað

Lívsins salt. Vit hava verið í Ibiza og hugt eftir saltframleiðslu. Neptun og Nólsoy

Liðugfráboðan til eftirlits av Brunaávaringarskipan

Vegleiðing at dagføra GPS-kort. Tillukku við tínum keypi av GPS-korti. Kortið fevnir um Føroyar.

Nr. 1 Februar árið

ATLANTIC AIRWAYS KAPPINGIN H71 - NEISTIN. Sunnudagin 28. september kl Hoyvíkshøllin

Føroyskur saltfiskur væl umtóktur

Hvat hendi við russarunum?

LØGTINGSINS UMBOÐSMAÐUR

Marius smíðar bát í Íslandi. ALS 10 ár. Stór frásøgn frá hátíðarhaldinum. Bjarni Djurholm má steðgast og fiskimonnum má vera tryggjað rættindi.

hægri útbúgvingartilboð í Føroyum er tað møguligt? Hannes Gislason, Prof., PhD., deildarleiðari, Náttúruvísindadeildin

Fakturablanketten virk.dk. 1 At senda elektroniskar rokningar við fakturablanketten

Fiskimaðurin Andrias í Tarti. Vit ynskja honum tillukku og hava 5. part av hansara lívssøgu. M.a. eru vit í barsil hjá Georg L. Samuelsen í 1911.

Viðvíkjandi klagu um hækking av gjaldi fyri løggilding av elinnleggjarum

Verkið liðugt hjá Líggjasi

Orðið eigur í føroyskari felagsverklóg 1

"Okkara maður" í Sandoynni fyllir runt. Sigmund verður 75. Vit dokumentera, at sjónvarpstíðindini vóru fupp. Úr Syðrugøtu til Aberdeen

Leiðarans leiklutur og samskifti í broytingum

ICES viðurkennir. Bjargingarroynd í Vágsbotni. Fiskaren vitjar FF. Bernhard 5. partur. Løgtingsins umboðsmaður setir kærarar í gapistokk.

FF-blaðið í Frankaríki Vit vóru bæði á fiskivinnuvitjan og til fótbólt. Drúgv og øðrvísi frásøgn

Nám. Í læraravegleiðingini er eisini eyka tilfar, sum nýtast kann, um tíð er til tess og uppgávur eru á

Brúdleypið hjá kongssoninum. Matt. 22, 1-14.

Ledelses- information og sundhedsinformatik

Strongdkanning av limum hjá Starvsmannafelagnum. Gjørd av Fegin Ábyrgdari: Niclas Heri Jákupsson

DOM. Under denne sag, der er anlagt den 16. august 2010, har sagsøgerne, A, B, C, D, E, F, H, I, J og K, nedlagt påstand om:

Gazet í Kirkjubø staðfesti gullaks fyri 100 árum síðani

Føddur undir Hitler, vaksin upp undir Stalin

Um sjónleikir og sjónleikarar á Strondum og eina forkunnuga vitjan í Heygsstøð í 1959

Bátastevnu- sanghefti

Kirkjuligt Missiónsblað

Íslendingasøgur. Um íslendingasøgur. Bólkar

Dreymurin um at sleppa við júst

2012 BLAÐ NR. 44 HAVNAR HANDVERKARAFELAG

Blákrossheimið Ársfrágreiðing 2017

Ferðamannaskip í 1844

Tvær kvinnur leggjast afturat stóra skaranum av einkjum á Strondum

Nr. 321 Hósdagur 8. juli ,- Síða 17 Baksíðan Síða 9 Síða 3 Síða 14

HAVNAR KLUBBI oktober Endurgerð av minnisriti Havnar Klubba, tá hann fylti 160 ár.

TÁ IÐ TIT... Kirkjuligt Missiónsblað. Nr juni árið

Transkript:

FÓLKASKÚLIN FØROYSKT 9. FLOKKUR M E N T A M Á L A R Á Ð I Ð Mánadagur 27. mai 2013 kl. 08.30-12.30 Mynd: Gulakur Zachariasen Loyvdir hjálparmiðlar: Orðabøkur 1

Vel eitt av hesum evnunum og skriva um tað: 1. Nýggjar tíðir...s. 3 Greina og tulka lýsingina Greið frá tí týdningi, lýsingar hava í okkara samfelagi Yvirskrift: Nýggjar tíðir 2. Leygarkvøld...s. 4-5 Greina og tulka stuttsøguna Leygarkvøld Lýs skiftið í huglagnum áðrenn og aftaná, barnið er føtt Hvussu tulkar tú endan á stuttsøguni? Sig tína hugsan um tað at gerast foreldur sum tannáringar Yvirskrift: Leygarkvøld 3. Sólsetur...s. 6-7 Greina og tulka yrkingina Áh, kundi á tíðarhavi Greina og tulka myndina Sólsetur Ber saman yrking og mynd Yvirskrift: Sólsetur 4. Rúnarbundin...s. 8 Greið í stuttum frá skaldskapi av mannamunni Skriva vísuna um til eina kærleikssøgu Yvirskrift: Rúnarbundin 5. Hvussu var tað fyrstu ferð?...s. 9 Hvat lýsingarslag er talan um? Hvat er endamálið við lýsingini? Hvør er sendari/móttakari? Hvørjar málsligar snildir eru nýttar í lýsingini? Hvussu røkkur lýsingin sínum endamáli? Hvat hugsar tú um, tá ið tú hyggur at lýsingini? Sig tína hugsan um tílíkar talgildar lýsingar Yvirskrift: Hvussu var tað fyrstu ferð? 2

1 Nýggjar tíðir Greina og tulka lýsingina Greið frá tí týdningi, lýsingar hava í okkara samfelagi At hava í huga, tá ið tú greinar og tulkar: Lýsingarslag Endamál/boðskapur við lýsingini Sendari og móttakari Bygnaður t.d. miðsýni, forsýni og baksýni Frásjón: erva-, neðra- og miðfrásjón Litir, eygnariv, ímyndir Sambandið millum tekst og mynd Eydnast tað lýsingini at fáa sín boðskap fram? Hvussu? 3

2 Leygarkvøld Greina og tulka stuttsøguna Leygarkvøld Lýs skiftið í huglagnum áðrenn og aftaná, barnið er føtt Hvussu tulkar tú endan á stuttsøguni? Sig tína hugsan um tað at gerast foreldur sum tannáringar 1 5 10 15 20 25 30 Hon hevði verið so glað, so hjartans himmalska fegin! Hevði havt hug at fevnt alt fjøllini, himmalin og sjógvin, sum lá so vinaligur og glitraði framman fyri henni. Hon hevði hug at kína hvørjum lyktapela, hon kom framvið, hevði hug at dansa og syngja. Men hon noyddist at leggja band á seg, vera vanlig, vera sum hini her úti á gøtuni, millum øll hesi fólkini, húsini og bilarnar. Men ringt var at sissa seg, hon kendi á sær, hvussu alt kókaði og hoppaði inni i bringuni á sær; tað var, sum hon mátti trýsta eitt lok niður á alt hetta, meðan hon enn var úti. Tá ið hon endiliga kom brestandi inn í køkin henda sólskinsmorgunin, kókaði púrasta yvir inni í bringuni, og alt kom raplandi burtur úr henni millum hvin og látur. Og hvat hendi so? Mamman fór at gráta. Hon brast i sjóðheitan grát, mitt sum hon stóð uppi yvir køksvaskinum og flusti eplir. Tirna hvakk við. Mintist ongantíð at hava sæð hana grátið. Mamman fór yvir at vegginum, setti seg á ein stól og læt tárini rulla oman eftir kjálkunum. Hon hevði enn eplaflisaran í hondini. Hetta helt Tirna síggja so løgið út saman, tárini og eplaflisaran, at hon mundi farið at flent, men beit seg i vørrina og fekk hildið sær. So kvikaði hon sær yvir til mammuna, setti seg hjá henni, tók um hana og uggaði:»men góða mamma, hví grætur tú? Er tað ikki stuttligt?«mamman hugdi upp á hana:»harra Gud, barnið, tú ert so ung, so blaðung. Stuttligt! Sjálvandi er tað stuttligt, men tað er sanniliga ikki bara stuttligt á, eg hevði unnað tær at verið leys nøkur ár aftrat, bert nøkur ár...tvætl, mamma, eg leggi einki í hatta at vera leys eg eri glað so øgiliga glað er so ikki alt gott ha? «Mamman hugdi upp á hana; Tirna helt knappliga, mamman tóktist so ung, so ógvuliga ung, tá ið hon áhaldandi og eitt sindur syrgin hugdi at henni við reyðum, grátutum eygum. Endiliga suffaði hon og segði»kanska«. So varð ikki meir tosað ella grenjað á henda hátt. Øll tóktust so glað og væl nøgd. Alt gekk so skjótt, helt Tirna tey fingu eina lítla íbúð, giftust og fluttu inn í sítt egna lítla heim, hon og Kjartan. Tirna var so upp í loft um alt: At hugna inni, læra seg hetta og hatta, alt var so nýtt og stuttligt. 4

35 40 45 50 55 60 Men tá ið tað allarnýggjasta og allarstuttligasta, barnið, kom, var næstan Tirnu ovboðið... Hon var glað, eydnusæl, ja, takksom. Men hon var móð, so ræðuliga móð. Og nú var ikki at vera móð, tí nú hevði hon úr at gera alla somlu tíðina. Matur, klæðir, matur, rudding vasking, ruring, naning mating. Onkuntíð settist hon á ein stól og undraðist á, at hon ongantíð hevði givið sær far um, hvat tað var at eiga eitt barn. Hon hevði bert staðið so hugtikin og hugt at fittum sýnisgluggum við strákurvum, smábarnaklæðum og ranglum. Løgið, at hon ongantíð yvirhøvur hevði hugsað um ábyrgdina, um arbeiðið rundan um eitt pinkubarn. Hon kendi tað, sum dagarnir fóru framvið, hvør líkur øðrum. Og aftast í nakkanum var høvuðstankin hesin: Sleppa at sova, sova... Tíðin leið, og hon hevði tað eitt sindur frægari, orkaði at vera uppi eina løtu aftan á, at tað lítla var sovnað. Sum í kvøld, nú hon varliga læt kamarshurðina aftur og kom inn í stovuna. Har inni var so undarliga stilt og tómligt. Hetta var eitt vakurt ljóst várkvøld. Hon var einsamøll inni. Nógv var at gjalda, so Kjartan hevði eisini kvøldarbeiði. Hon var einsamøll, knappliga so ræðuliga einsamøll. Hevði nú onkur verið at prátað við, flent saman við... Útvarpið var spakuliga frá. Harmonikuløg. Hetta var eitt leygarkvøld. Kjartan var niðri í býnum og her sat hon! Ein sovorðin ófriður kom á hana. Kvøldið var so ljóst, so vakurt, men hon slapp ikki út í tað, var innilæst. Hon mátti lata vindeygað upp eitt sindur longri uppi sá hon nøkur ungfolk fara spákandi í bólki omaneftir, smáflennandi í býin. Hon helti seg upp móti vegginum. Blundaði. Kendi seg so løgna. Knappliga kom hon at hugsa um mammuna hin dagin hon mintist, at mamman hevði grátið orðini runnu fram fyri hana aftur eymkandi orðini»á, eg hevði unnað tær at verið leys nøkur ár aftrat, bert nøkur ár...«hon var bara átjan átjan, tað var ikki so ógvuliga nógv, var tað? Tár vermdu eyguni. Hon vendi sær móti vindeyganum, gardinurnar flákraðu eitt pinkalitið sindur. Tirna hugdi niður á ein urtapott, sá eitt blað, sum var følnað, og pilkaði tað av. www.fsid.org.uk www.faroepodcast.blogspot.com www.gepsychmikefrancisco.blogspot.com 5

3 Sólsetur Greina og tulka yrkingina Áh, kundi á tíðarhavi Greina og tulka myndina Sólsetur Ber saman yrking og mynd Áh, kundi á tíðarhavi 1 5 10 Áh, kundi á tíðarhavi, vit akker kasta ein dag, tá vit hava eydnuna vunnið, so hon ikki rýmdi av stað. Tíðin, legg tínar veingir saman bert hesa stund, meðan eg sælur kyssi mítt sólfagra ástarsprund. Og løtan hin signaða, ríka, á kvirru, ástheitu nátt, - áh, lat meg í kossinum doyggja, tá hvíli eg æviga gott. Pól F. Joensen, 1898-1970 Til ber at hoyra yrkingina her: www.snar.fo/progv/2013/for/9fl/fila3 6

Frimod Joensen: Sólsetur, 1970 7

4 Rúnarbundin Greið í stuttum frá skaldskapi av mannamunni Skriva vísuna um til eina kærleikssøgu Nykurs vísa er náttúrukvæði: 1 5 1. Nykurin letur sær klæði skera, Harra mín, tí hann vildi ein riddari vera. Um summarið, teir allir fuglar syngja væl. 2. Nykurin gongur í kirkjuna inn, prestar hildu messur fimm. 13. Nykurin leyp í vatnið kátur, hálvur maður og hálvur bátur. 14. Skundaði hon so snarliga heim, Harra mín, hon takkaði Gudi, hon fekk ikki mein. Um summarið, teir allir fuglar syngja væl 40 45 10 3. Nykurin gongur á kirkjugólv, prestar hildu messur tólv. 4. Elsa lítla smílir undir lín: Krist gevi, tann riddari hann var mín! 15 5. Han trådte over skamler en og to: Else lille, giv mig tro! 20 6. Else lille, troloves mig! otte borger giver jeg dig. 7. Else lille rækker hånden fra sig: jeg giver dig tro og følger dig. 25 30 8. Der de komme i rosenlund, da lyster Else lille at hvile en stund. 9. Hør du, ridder, hvad jeg spør dig: hvor ere de borge, du lovede mig? 10. Eitt er í vatni, annað er í sjógv, fært tú meg, tá hevur tú nógv. Nykurin býr í vøtnum, men hann fer ofta upp á land, og stundum er hann á at líkna einum vøkrum hesti, sum tykist at vera góður og spakur. Hann lokkar fólk at nærkast sær, og tá ið tey nerta við halan, eru tey áføst við hann, og hann dregur tey við sær til botns í vatninum. Kelda: kunning.fo 50 35 11. Elsa lítla lítur seg upp í fjøll: Eg meini, tú ert eitt nykartrøll. 12. Nykurin leyp í vatnið út; - eftir stóð Elsa lítla við sorg og sút. Til ber at hoyra vísuna her: www.snar.fo/progv/2013/for/9fl/ fila4 8

5 Hvussu var tað fyrstu ferð? www.snar.fo/progv/2013/for/9fl/fila5 Í tíni viðgerð skalt tú m.a. hugsa um: Hvat lýsingarslag er talan um? Hvat er endamálið við lýsingini? Hvør er sendari/móttakari? Hvørjar málsligar snildir eru nýttar í lýsingini? Hvussu røkkur lýsingin sínum endamáli? Hvat hugsar tú um, tá ið tú hyggur at lýsingini? Sig tína hugsan um tílíkar talgildar lýsingar 9

10

11

12 Føroyaprent