Dátueftirlitið Tinganes - Postboks Tórshavn Telefonnr:

Størrelse: px
Starte visningen fra side:

Download "Dátueftirlitið Tinganes - Postboks Tórshavn Telefonnr:"

Transkript

1 Fíggjarmálaráðið Traðargøta 39 FO-160 Argir Tórshavn, tann 19. apríl 2007 J. nr.: Viðgjørt: KJ/IE Viðvíkjandi Lov om forebyggende foranstaltninger mod hvidvask af udbytte og finansiering af terrorisme Dátueftirlitið hevur tann 21. mars 2007 fingið omanfyrinevndu lóg til hoyringar. Fíggjarmálaráðið hevur í hesum samband upplýst, at talan er um at seta hesa lógina í gildi í staðin fyri verandi lóg um hvíttvask (Bekendtgørelse nr. 779 frá 7. juli 2004 for Færøerne af lov om forebyggende foranstaltninger mod hvidvasking af penge), og at lógarbroytingin útyvir at verja ímóti hvíttvaski og terrorfígging, eisini er neyðug fyri at fíggjarliga samskiftið við ES-lond kann vera so smidligt sum gjørligt. Fíggjarmálaráðið upplýsir somuleiðs, at lógarbroytingin hevur bæði við yvirtikin og ikki-yvirtikin málsøki at gera, og tí verða tvær nýggjar lógir gjørdar at leggja fyri Løgtingið, ein føroysk og ein donsk. Av tí at hesi lógaruppskot ikki eru liðug, hevur Fíggjarmálaráðið gjørt av at senda galdandi donsku lóg til hoyringar. Endaligu lógaruppskotini verða síðani send til hoyringar tíðliga í heyst. Dátueftirlitið varðar av persónsupplýsingarlógini (Løgtingslóg nr. 73 frá 8. mai 2001 um viðgerð av persónsupplýsingum, sum broytt við løgtingslóg nr. 24 frá 17. mai 2004), og skal sambært 37, nr. 4, geva ummæli til ætlaða lóggávu, sum viðvíkur persónsupplýsingum. Viðmerkjast skal, at við persónsupplýsing skal skiljast einhvør upplýsing og meting knýtt at einum ávísum likamligum persóni. Upplýsingar um løgfrøðiligar persónar eru ikki fevndar av persónsupplýsingarlógini, tó eru einmansfyritøkur í ávísan mun fevndar av persónsupplýsingarlógini. Orsakað av at lógaruppskotini, sum skulu leggjast fyri Løgtingið ikki eru liðug, metir Dátueftirlitið hetta vera eina fyribils hoyring, og væntar at endaligu lógaruppskotini eisini verða send Dátueftirlitinum til hoyringar. Dátueftirlitið hevur sostatt bara viðgjørt lógina í høvuðsheitum og kannað eftir, um prinsippini í lógini viðvíkjandi viðgerð av persónsupplýsingum eru sambærilig við prinsippini í persónsupplýsingarlógini. Generellar viðmerkingar: Dátueftirlitið hevur viðgjørt lógaruppskotið í mun til ásetingarnar í persónsupplýsingarlógini og hevur fyribils hesar viðmerkingar:

2 Dátueftirlitið meitr, at lógaruppskotið hevur við sær fleiri sera umstríddar spurningar so sum at halda eyga við kundum (yvirváka), og at melda hesar til løgregluna, uttan at kundin fær kunning um hetta. Dátueftirlitið metir somuleiðis, at lógin hevur sera víttfevnandi reglur um m.a. fráboðanarskyldu, og samleikaeftirlit í sambandi við hvíttvasking av pengum. Harumframt verður tað skylda hjá fyritøkum og persónum, sum eru fevnd av lógini at yvirváka, skráseta, varðveita og kanna illgrunaverdar ella óvanliga stórar transaktiónir og at lata hesar upplýsingar víðari til løgregluna. Í Danmark eru reglurnar settar í gildi sum ein avleiðing av ES-reglum, sum Danmark hevur skildu at seta í gildi. Dátueftirlitið metir reglurnar sum heild vera sera skerjandi fyri persónliga frælsið hjá einstaka borgaranum, og av tí at Føroyar ikki eru bundnar av at seta ES-reglur í gildi, mælir Dátueftirlitið til, at metast skal um, hvørt tað er neyðugt at seta hesar sera víttfevnandi reglur í gildi í Føroyum. Viðgerð av persónsupplýsingum, sum er fevnd av lógarøkinum hjá persónsupplýsingarlógini skal hava heimild í viðgerðarreglunum í persónsupplýsingarlógini. Sambært 4 í persónsupplýsingarlógini, víkur persónsupplýsingarlógin fyri ásetingum um viðgerð av persónsupplýsingum í aðrari lóggávu, sum hava við sær, at tann skrásetti fær eina betri rættartrygd. Sambært viðmerkingunum skal hetta skiljast á tann hátt, at persónsupplýsingarlógin er ein general lóg, og serlógir kunnu tí hava ásetingar, sum hava við sær, at tann skrásetti fær eina verri rættartrygd, tá hetta er tilætlað og serstakliga grundgivið. Dátueftirlitið mælir tískil til, at tað í lógaruppskotinum er ein neyv lýsing av, hví tað er neyðugt at seta hesar reglur í gildi fyri Føroyar, og um bágin tann einstaki skal tola er lutfallsligur í mun til tann ágóðan, ið stendst av uppskotinum. Viðmerkingar til einstøku reglurnar: Innihaldið í lógini, sum Dátueftirlitið ger viðmerkingar til, kann í høvuðsheitum bólkast á henda hátt: 1. Samleikaeftirlit av kundum 2. Skráseting og varðveitsla av upplýsingum 3. Halda eygað við illgrundaverd viðurskifti (yvirvákan) 4. Víðarilata upplýsingar 5. Kunning og innlit Ad. 1. Samleikaeftirlit av kundum Ì sambandi við samleikaeftirlitið verður í 12 lagt upp til, at persónstalið kann krevjast sum liður í samleikaeftirlitiðnum. Dátueftirlitið skal í hesum sambandi vísa til 11 í persónsupplýsingarlógini: 11. Almennir myndugleikar kunnu viðgera upplýsingar um persónstalið til eintýdda eyðmerking ella sum skránummar. Stk. 2. Privat kunnu viðgera upplýsingar um persónstalið um: 1) Viðgerðin er heimilað í lóg, 2) skrásetti nágreiniliga hevur givið sítt samtykki, ella 3) viðgerðin bert fer fram til søgulig, vísindalig ella hagfrøðilig endamál. Stk. 3. Viðgerðin í stk. 2, nr. 1 og 2 fevnir ikki um víðarigeving, sum bert er loyvd, um:

3 1) Víðarigevingin er heimilað í lóg, 2) skrásetti nágreiniliga hevur givið sítt samtykki til víðarigevingina, 3) víðarigevingin er kravd av einum almennum myndugleika, ella 4) víðarigevingin er ein nattúrligur liður í regluliga virkseminum hjá virkjum o.ø. av tílíkum slagi og er altýðandi fyri eina eintýdda eyðmerking av skrásetta. Dátueftirlitið metir tað vera ógreitt um tað við lógaruppskotinum er tilætlað at privat uttan samtykki frá skrásetta - kunnu viðgera upplýsingar um persónstalið. Um so er at fyritøkur, persónar o.o. sum eru fevnd av lógaruppskotinum verða áløgd eina rættarliga skyldu til at viðgera upplýsingar um m.a. persónstalið, so metir Dátueftirlitið, at henda viðgerð kann fara fram sambært 9, stk. 1, nr. 2 jf. 11, stk. 2, nr. 1 í persónsupplýsingarlógini. Dátueftirlitið mælir tó til, at hesin spurningur verður gjølliga umhugsaður, tí hetta kann møguliga hava við sær, at persónstalið kann latast víðari av landinum. Hugsast kann, at øll lond ikki neyðturviliga hava somu vernd av persónstalinum, sum tann føroyska persónsupplýsingarlógin hevur. Ad. 2. Skráseting og varðveitsla av upplýsingum Sambært persónsupplýsingarlógini skal skráseting og varðveitsla av persónsupplýsingum hava heimild í viðgerðarreglunum í persónsupplýsingarlógini Dátueftirlitið metir tað vera ógreitt í hvønn mun ætlanin er at víkja frá hesum reglum fyri serlógar reglur, og mælir til, at støða verður tikin til um viðgerðareglurnar í persónsupplýsingarlógini eru galdandi ella verða setta til viks av serlógarásetingunum. Dátueftirlitið mælir til, at varðveitsla av hesum upplýsingum í skráum hjá fyritøkum, privatum o.ø., sum lógin fevnir um, sum tað minsta er fevnd av trygdarreglunum í trygdarkunngerðini, kunngerð nr. 28 frá 27. februar 2003 um trygd í sambandi við viðgerð av persónsupplýsingum. Ad. 3. Halda eygað við illgrundaverd viðurskifti (yvirvákan) Í 6 verða fyritøkur og persónar, sum eru fevnd av lógini, áløgd eina skyldu at fylgja við í transaktiónum, sum kunnu hava við sær mistanka um, at okkurt illgrunavert fer fram. At privat á henda hátt skulu kanna eftir um illgrunaverd viðurskifti eru til staðar, metir Dátueftirlitið kann sammetast við kanningarabeiðið, sum er ein uppgáva, sum løgreglan vanliga tekur sær av í demokratiskum samfeløgum. Mett verður at reglan er sera víð og hevur nógva meting í sær, og hetta kann hava við sær, at fólk verða ymiskt viðgjørt alt eftir hvør tað er, sum kannar tey. (líkskapargrundsetningurin). Dátueftirlitið metir tað vera ivasamt um tey starvsfólkini, sum hava fráboðanarskyldu um illgrunaverd/revsiverd viðurskifti, hava neyðuga førleikan til tess at meta um hesi viðurskifti. Ein skeiv meting kann fáa álvarsligar fylgjur fyri viðkomandi, sum tað snýr seg um. Ein avleiðing kann vera, at alt ov nógvar upplýsingar vera savnaðar saman bara so at ongin ivi skal vera, og hetta kann hava við sær upphópan av óneyðugum upplýsingum. Dátueftirlitið metir, at tað sæð út frá einum dátuverndar sjónarmiði tykist sera víttfevnt, at í útgangsstøðinum skal ansast eftir øllum kundaviðurskiftum (yvirvákan), og Dátueftirlitið loyvir sær

4 at seta spurnartekin við, um hetta er proportionalt í mun til sannlíkindini fyri at einstakir kundar royna at hvíttvaska pening. Dátueftirlitið mælir tískil til, at tað møguliga í viðmerkingunum verður nágreinað nær ella í hvørjum førum hendan skyldan um uppmerksemi við kundunum er mest relevant. Ad. 4. Víðarilata upplýsingar Fráboðanarskyldan í 7 verður knýtt at einari ávísari revsirammu. Dátueftirlitið metir, at eitt starvsfólk, sum er fevnt av fráboðanarskylduni í hesi lóg, vanliga ikki hevur ítøkiligan kunnleika til revsiásetingar og revsirammur í føroyskari lóggávu. Mett verður tískil at neyðugt er at nágreina hesa áseting nærri. Dátueftirlitið skal viðmerkja, at skulu upplýsingar latast av landinum krevst í onkrum føri loyvi frá Dátueftirlitinum sbrt. 35 í persónsupplýsingarlógini, og í onkrum føri skal hetta fráboðast Dátueftirlitinum sbrt. reglunum í kunngerð nr. 33 frá 11. apríl 2005 um at flyta persónsupplýsingar av landinum uttan loyvi frá Dátueftirlitinum. Ad. 5. Kunning og innlit Í lógini verður í stóran mun vikið frá teimum grundleggjandi meginreglunum í dátuverndarrættinum (kapittul 6 í persónsupplýsingarlógini) um, at tann skrásetti skal hava kunning um og innlit í upplýsingar, sum verða skrásettar um viðkomandi. Samanumtikið Samanuntikið kann sigast, at Dátueftirlitið metir, at eitt tílíkt uppskot skerjir persónliga frælsið hjá einstaka borgaranum munandi, og tí metir Dátueftirlitið at sera týdningarmiklar grundgevingar skulu tala fyri at seta hesar reglur í gildi. Eitt tílíkt uppskot hevur somuleiðis við sær, at fyritøkur, persónar o.o. sum eru fevnd av uppskotinum fáa munandi størri arbeiðsuppgávur álagdar, tey skulu m.a. gera: Kundaprofilar nýggjar mannagongdir skipanartillagingar, váðametingarskipanir, nýggjar eftirlits skráir/skipanir, og útbúgva og vegleiða starvsfólkini. Dátueftirlitið metir, at hóast lógin er at meta sum ein serlóg á einum ávísum øki, so víkur lógin frá grundleggjandi verndarreglum í dátuverndarrættinum. Samanuntikið kann sigast at ymisku skrásetingarnar, sum lógin leggur upp til hava við sær, at dátuábyrgdarin (skrásetarin) verður fevndur at ávísum reglum í persónsupplýsingarlógini, og Dátueftirlitið metir ikki, at nóg greið støða er tikin til, um ætlanin er, at lógin skal víkja frá krøvunum í persónsupplýsingarlógini ella ikki. Dátueftirlitið metir, at tað er best um lógaruppskotið sum eitt minimun hevur somu vernd, sum reglurnar í persónsupplýsingarlógini geva tí skrásetta, og at tað bara í heilt serligum føum verður vikið frá hesum reglum. Tá frávik verða gjørd, skal tað gjølliga grundgevast fyri, hví tað er neyðugt, og í hesum sambandi skal í størsta mun verða roynt at avmarka bágan, sum tann einstaki má tola.

5 Dátueftirlitið metir somuleiðis, at tað ikki nóg greitt framgongur, í hvønn mun skráir hjá fyritøkum og privatum, sum eru fevndar av lógini, eru undantiknar frá loyvis- og fráboðanarkrøvunum til Dátueftirlitið í persónupplýsingarlógini. Dátueftirlitið ger vart við at trygdarreglurnar í trygdarkunngerðini, eru galdandi fyri hesar skrásetingar, og í hesum sambandi verður dentur lagdur á tað hevur stóran týdning at hava logg mannagongdir, sum m.a. kunnu avdúka óneyðuga nýtslu. Vegna Dátueftirlitið Ingunn Eiriksdóttir stjóri

ES-fyriskipanin um persónsdátuvernd

ES-fyriskipanin um persónsdátuvernd ES-fyriskipanin um persónsdátuvernd Galdandi frá fríggjadegnum 25. mai 2018 í Evropeiska Samveldinum ES HENT VITAN Á INTERNETINUM ES-fyriskipanin: https://eur-lex.europa.eu/legal-content/da/txt/?uri=celex:32016r0679

Læs mere

Givið út 30. mai 2017

Givið út 30. mai 2017 Givið út 30. mai 2017 Nr. 78 29. mai 2017 Løgtingslóg um broyting í ymiskum lógum á málsøkinum persóns-, húsfólka- og arvarætti (Myndugleikaflyting vegna yvirtøku av málsøkinum) Samsvarandi samtykt Løgtingsins

Læs mere

Sagsøgeren har påstået sagsøgte dømt til at betale 42.400 kr. med procesrente fra den 26. juni 2003, subsidiært procesrente fra den 22. april 2008.

Sagsøgeren har påstået sagsøgte dømt til at betale 42.400 kr. med procesrente fra den 26. juni 2003, subsidiært procesrente fra den 22. april 2008. DOM Afsagt af retten på Færøeme den 22. december 2009 IBS-sagnr. 619/2008 Skatteyderi mod TAKS Samandráttur: Málið snýr seg partvís um saksøkjarin, skattagjaldari, skal rinda mvg av skrásetingaravgjaldinum

Læs mere

Løgtingsmál nr. 84/2010: Uppskot tilríkislógartilmæli um gildiskomu í Føroyum av lóg um Fólkatingsumboðsmann. U p p s k o t. til

Løgtingsmál nr. 84/2010: Uppskot tilríkislógartilmæli um gildiskomu í Føroyum av lóg um Fólkatingsumboðsmann. U p p s k o t. til Løgtingið 14. februar 2011 Mál: 0420-01-004/10 Løgtingsmál nr. 84/2010: Uppskot tilríkislógartilmæli um gildiskomu í Føroyum av lóg um Fólkatingsumboðsmann U p p s k o t til ríkislógartilmæli um gildiskomu

Læs mere

Løgtingið. Tórshavn, tann 24. februar 2009 Vmr J.Nr.:

Løgtingið. Tórshavn, tann 24. februar 2009 Vmr J.Nr.: Løgtingið. Tórshavn, tann 24. februar 2009 Vmr J.Nr.: 200900059 Viðgjørt: ABD Løgtingsmál nr. 149/2008: Uppskot til løgtingslóg um at broyta ymsar vinnufelagalógir (fylgibroytingar til grannskoðaralógina)

Læs mere

Løgtingið Tórshavn, tann 9.juni 2015 J.nr.: 12/ Løgtingsmál nr. / 2015: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar søloven

Løgtingið Tórshavn, tann 9.juni 2015 J.nr.: 12/ Løgtingsmál nr. / 2015: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar søloven Løgtingið Tórshavn, tann 9.juni 2015 J.nr.: 12/00004 Løgtingsmál nr. / 2015: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar søloven Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri

Læs mere

forbindelse med både ansættelse, ændring i ansættelsesforhold og ved afslutning af ansættelsen.

forbindelse med både ansættelse, ændring i ansættelsesforhold og ved afslutning af ansættelsen. Retningslinie Uppgávu- og ábyrgdarbýtið ímillum og eindir/leiðarar á LS, tá ið byrjar í starvi, broytir starv innanhýsis ella fer úr starvi / Opgave og ansvarsfordeling mellem medarbejdere og afdelinger

Læs mere

DÁTUEFTIRLITIÐ ÁRSFRÁGREIÐING 2007

DÁTUEFTIRLITIÐ ÁRSFRÁGREIÐING 2007 DÁTUEFTIRLITIÐ ÁRSFRÁGREIÐING 2007 Innihald 1. Fororð... 3 2. Dátueftirlitið, Ráðið og skrivstovan.... 5 2.1 Játtanin á løgtingsfíggjarlógini... 6 2.2 Lógargrundarlagið hjá Dátueftirlitinum... 7 2.3 Stovnurin

Læs mere

Fíggjarmálaráðið. Løgtingið Dagfesting: 7. februar 2018 Mál nr.: 17/ Málsviðgjørt: JEK

Fíggjarmálaráðið. Løgtingið Dagfesting: 7. februar 2018 Mál nr.: 17/ Málsviðgjørt: JEK Fíggjarmálaráðið Løgtingið Dagfesting: 7. februar 2018 Mál nr.: 17/00489-2 Málsviðgjørt: JEK Løgtingsmál nr. 84/2017: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tollsatsir (Toll- og vøruskráin)

Læs mere

Heilsu- og innlendismálaráðið

Heilsu- og innlendismálaráðið Heilsu- og innlendismálaráðið Løgtingið Dagfesting: 5. januar 2018 Mál nr.: 17/00573-14 Málsviðgjørt: MHR Løgtingsmál nr. xx/2017: Uppskot til løgtingslóg um broyting í Anordning om ikrafttræden for Færøerne

Læs mere

Landsstýrismálanevndin hevur viðgjørt málið á fundum 30. oktober 2012, 22. januar, 21. mars og 11. apríl 2013.

Landsstýrismálanevndin hevur viðgjørt málið á fundum 30. oktober 2012, 22. januar, 21. mars og 11. apríl 2013. Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, Fíggjarmálaráðið Aksel V. Johannesen, løgtingsmaður, Maritugøta 79, Hoyvík Eyðgunn Samuelsen, løgtingskvinna, Jørundsgøta 40, Klaksvík Kristina Háfoss, løgtingskvinna,

Læs mere

LØG M A N S S K R I V S T O V A N. P r i m e M i n i s t e r s O f f i c e

LØG M A N S S K R I V S T O V A N. P r i m e M i n i s t e r s O f f i c e Løgtingið 100 Tórshavn 24. februar 2014 Mál: 0696-001/13-28 Viðgjørt: NF Lógatænastan Løgtingsmál nr. 124/2013: Uppskot til ríkislógartilmæli um broyting í rættargangslógini fyri Føroyar og í lov nr. 560

Læs mere

11. december (Indsendelsesbekendtgørelsen) Kapitel 1 Anvendelsesområde

11. december (Indsendelsesbekendtgørelsen) Kapitel 1 Anvendelsesområde Nr. 1385 11. december 2007 Bekendtgørelse for Færøerne om indsendelse og offentliggørelse af årsrapporter m.v. hos den færøske registreringsmyndighed, sum broytt við kunngerð nr. 32 frá 22. apríl 2014

Læs mere

Uppskot. til. løgtingslóg um rættindi løntakaranna í sambandi við, at landsstýrið yvirtekur mál og málsøki frá ríkismyndugleikunum

Uppskot. til. løgtingslóg um rættindi løntakaranna í sambandi við, at landsstýrið yvirtekur mál og málsøki frá ríkismyndugleikunum FÍGGJARMÁLARÁÐIÐ Argir, 26. apríl 2005 Løgtingið Løgtingsmál nr. 97/2004: Uppskot til løgtingslóg um rættindi løntakaranna í sambandi við, at landsstýrið yvirtekur mál og málsøki frá ríkismyndugleikunum

Læs mere

Løgmansskrivstovan. Løgtingið Dagfesting: 11. november 2016 Mál nr.: /16 Málsviðgjørt: GJ

Løgmansskrivstovan. Løgtingið Dagfesting: 11. november 2016 Mál nr.: /16 Málsviðgjørt: GJ Løgmansskrivstovan Løgtingið Dagfesting: 11. november 2016 Mál nr.: 0627-001/16 Málsviðgjørt: GJ Løgtingsmál nr. xx/2016: Uppskot til løgtingslóg um broyting í lov om forsikringsaftaler. (Bann móti nýtslu

Læs mere

Heilsu- og innlendismálaráðið

Heilsu- og innlendismálaráðið Heilsu- og innlendismálaráðið Løgtingið Dagfesting: 5. mars 2018 Mál nr.: 17/00573-95 Málsviðgjørt: MHR Løgtingsmál nr. 109/2017: Uppskot til løgtingslóg um broyting í anordning om ikrafttræden for Færøerne

Læs mere

Viðvíkjandi klagu um hækking av gjaldi fyri løggilding av elinnleggjarum

Viðvíkjandi klagu um hækking av gjaldi fyri løggilding av elinnleggjarum Johan Dahl, landsstýrismaður Vinnumálaráðið Tinganes FO-100 Tórshavn Landsstýrismálanevndin 01.06.2011 j. nr. 7.13-20110005 14 bl/td (at tilskila í svari) Viðvíkjandi klagu um hækking av gjaldi fyri løggilding

Læs mere

Løgtingsmál nr. xx/2008: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tænastumenn landsins. Uppskot. til

Løgtingsmál nr. xx/2008: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tænastumenn landsins. Uppskot. til Tórshavn, tann 19.februar 2008 J.Nr.: 8201-73-0003/2007 (at tilskila í svari) Viðgjørt: sn Løgtingið Løgtingsmál nr. xx/2008: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tænastumenn landsins.

Læs mere

LØGMANSSKRIVSTOVAN LØGDEILDIN

LØGMANSSKRIVSTOVAN LØGDEILDIN Løgtingið Tórshavn, tann 14-12-00 J.Nr.: 627-0002/2000 (at tilskila í svari) Viðgjørt: RJ/nb/pm Tygara skriv Løgtingsmál nr. 42/2000: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Anordning

Læs mere

Løgtingið Argir, 29. februar Løgtingsmál nr. 70/2015: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tollsatsir.

Løgtingið Argir, 29. februar Løgtingsmál nr. 70/2015: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tollsatsir. Løgtingið Argir, 29. februar 2016 Løgtingsmál nr. 70/2015: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tollsatsir (Toll- og vøruskráin) (Broyting av vørunumrum) Uppskot til Løgtingslóg um broyting

Læs mere

V I N N U M Á L A R Á Ð I Ð. Løgtingið Tórshavn, tann 1. desember 2014 Vmr. J.Nr.: 14/

V I N N U M Á L A R Á Ð I Ð. Løgtingið Tórshavn, tann 1. desember 2014 Vmr. J.Nr.: 14/ Løgtingið Tórshavn, tann 1. desember 2014 Vmr. J.Nr.: 14/00083-2 Viðgjørt: RJ Løgtingsmál nr. 60/2014: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Anordning om ikrafttræden for Færøerne

Læs mere

Under arbejdet med kunngerðini er jeg blevet opmærksom på 3 områder i loven, jeg mener vi lige må tænke over en ekstra gang.

Under arbejdet med kunngerðini er jeg blevet opmærksom på 3 områder i loven, jeg mener vi lige må tænke over en ekstra gang. Fra: Gunnvør Eriksen [mailto:gunnvore@mmr.fo] Sendt: 9. februar 2006 14.23 Til: Løgtingið Emne: Skjal 5 HEILSUSKÚLIN - Ummæli av lógaruppskoti Vinarliga / Best Regards Gunnvør Eriksen Mentamálaráðið ':

Læs mere

Uppskot. til. Mælt verður ríkismyndugleikunum til at seta í gildi fyri Føroyar soljóðandi lóg:

Uppskot. til. Mælt verður ríkismyndugleikunum til at seta í gildi fyri Føroyar soljóðandi lóg: FÍGGJARMÁLARÁÐIÐ Argir, 26. apríl 2005 Løgtingið Løgtingsmál nr. 98/2004: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Lov om personalemæssige spørgsmål i forbindelse med de færøske myndigheders

Læs mere

Tryggingartreytir fyri Bólkalívstrygging

Tryggingartreytir fyri Bólkalívstrygging Tryggingartreytir fyri Bólkalívstrygging Galdandi frá 1. januar 2016 1. Tryggingaravtalan Stk. 1. Tryggingaravtalan fevnir um bólkalívsavtaluna og niðanfyristandandi tryggingartreytir. Stk. 2. Frávik til

Læs mere

Løgtingsmál nr. 59/2014: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar

Løgtingsmál nr. 59/2014: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Løgtingið. Tórshavn, tann 1. desember 2014 Vmr J.Nr.:14/00085 Viðgjørt: RJ Løgtingsmál nr. 59/2014: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Anordning om ikrafttræden for Færøerne

Læs mere

INNIHALD. 1. Fororð 5

INNIHALD. 1. Fororð 5 Ársfrágreiðing 2009 1. Fororð 5 2. Dátueftirlitið, Ráðið og skrivstovan 6 2.1. Játtanin á løgtingsfíggjarlógini 6 2.2. Lógargrundarlagið hjá Dátueftirlitinum 7 2.3. Uppgávurnar hjá Dátueftirlitinum 7

Læs mere

V I N N U M Á L A R Á Ð I Ð

V I N N U M Á L A R Á Ð I Ð V I N N U M Á L A R Á Ð I Ð Løgtingið. Tórshavn, tann 6. mars 2013 Vmr. J.Nr.: 11/ 00314 Viðgjørt: BjD Løgtingsmál nr. 84/2012: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi Anordning om ikrafttræden

Læs mere

Løgtingsmál nr. 126/2007: Uppskot til løgtingslóg um havnir. Uppskot. til. løgtingslóg um havnir

Løgtingsmál nr. 126/2007: Uppskot til løgtingslóg um havnir. Uppskot. til. løgtingslóg um havnir Fólkaflokkurin Sambandsflokkurin Sjálvstýrisflokkurin Løgtingið Løgtingsmál nr. 126/2007: Uppskot til løgtingslóg um havnir Uppskot til løgtingslóg um havnir Kapittul 1 Øki og allýsingar 1. Lógin er galdandi

Læs mere

- Webundersøgelse, Fólkaskúlaráðið, oktober 2013. Fólkaskúlaráðið. Undersøgelse om læreres og skolelederes syn på

- Webundersøgelse, Fólkaskúlaráðið, oktober 2013. Fólkaskúlaráðið. Undersøgelse om læreres og skolelederes syn på Fólkaskúlaráðið Undersøgelse om læreres og skolelederes syn på og erfaringer med ressourcentre på skolerne 2013 Udarbejdet af Scharling Research for bestyrelsen i Fólkaskúlaráðið, oktober 2013 Scharling.dk

Læs mere

Løgmansskrivstovan. Løgtingið Dagfesting: 16. februar 2017 Mál nr.: /16 Málsviðgjørt: GJ/NF

Løgmansskrivstovan. Løgtingið Dagfesting: 16. februar 2017 Mál nr.: /16 Málsviðgjørt: GJ/NF Løgmansskrivstovan Løgtingið Dagfesting: 16. februar 2017 Mál nr.: 0627-001/16 Málsviðgjørt: GJ/NF Løgtingsmál nr. 61/2016: Uppskot til løgtingslóg um broyting í lov om forsikringsaftaler (Bann fyri nýtslu

Læs mere

V I N N U M Á L A R Á Ð I Ð

V I N N U M Á L A R Á Ð I Ð Løgtingið. Tórshavn, tann 15. apríl 2014 Vmr J.Nr.: 14/00191 / Viðgjørt: RJ Løgtingsmál nr. 149/2013: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar lov om ændring af lov for Færøerne om

Læs mere

Løgtingið Tórshavn, tann 7. mars 2016 J.nr.: 15/00233

Løgtingið Tórshavn, tann 7. mars 2016 J.nr.: 15/00233 Løgtingið Tórshavn, tann 7. mars 2016 J.nr.: 15/00233 Løgtingsmál nr. 85/ 2015: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Anordning om ikrafttræden for Færøerne af søloven Uppskot til

Læs mere

INNANHÝSIS. Uppskot til. Ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Anordning om ikrafttræden for Færøerne af ændringslove til lov om luftfart

INNANHÝSIS. Uppskot til. Ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Anordning om ikrafttræden for Færøerne af ændringslove til lov om luftfart UTTANRÍKIS - OG V INNUMÁLARÁÐIÐ INNANHÝSIS Løgtingið Tórshavn, tann 1. februar 2017 Vmr. J.Nr.: 16/00801-4 Viðgjørt: EFR Løgtingsmál nr. xx /2016: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri

Læs mere

HEILSU- OG INNLENDISMÁLARÁÐIÐ

HEILSU- OG INNLENDISMÁLARÁÐIÐ 18. november 2015 Mál: 15/00865-3 Viðgjørt: SJH Løgtingsmál nr. XX/2015: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almenna heilsutrygd (Heilsutrygdarlógin) (Broyting av reglum um gjald, kostískoyti,

Læs mere

Uppskot til. ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar partar av broytingum í hjúnabandslógini og rættarvirknaðarlógini

Uppskot til. ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar partar av broytingum í hjúnabandslógini og rættarvirknaðarlógini Sonja J. Jógvansdóttir Bjørt Samuelsen Hanna Jensen Kristianna Winther Poulsen løgtingskvinnur Løgtingið Løgtingsmál nr. 19/2015: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar partar av

Læs mere

Heilsu- og innlendismálaráðið

Heilsu- og innlendismálaráðið Heilsu- og innlendismálaráðið Dagfesting: 29. januar 2018 Mál nr.: 17/00573-45 Málsviðgjørt: MHR Fylgiskjal 1 Javntekstur og lykil Galdandi orðingar í løgtingslógini samanbornar við broyttu orðingarnar

Læs mere

Heilsu- og innlendismálaráðið. Løgtingið Dagfesting: 02. nov Mál: 16/

Heilsu- og innlendismálaráðið. Løgtingið Dagfesting: 02. nov Mál: 16/ Heilsu- og innlendismálaráðið Løgtingið Dagfesting: 02. nov. 2018 Mál: 16/01015-84 Løgtingsmál nr. 77/2018: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Anordning om ikrafttræden for Færøerne

Læs mere

Uppskot. til. Mælt verður ríkismyndugleikunum til at seta soljóðandi uppskot til kongliga fyriskipan í gildi fyri Føroyar:

Uppskot. til. Mælt verður ríkismyndugleikunum til at seta soljóðandi uppskot til kongliga fyriskipan í gildi fyri Føroyar: Bjørt Samuelsen Rigmor Dam Poul Michelsen løgtingsfólk Løgtingið Løgtingsmál nr. 51/2013: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar partar av broytingum í hjúnabandslógini og rættarvirknaðarlógini

Læs mere

Børn og doyving Kunning til foreldur

Børn og doyving Kunning til foreldur Børn og doyving Kunning til foreldur Børn og doyving Barnið skal fasta við skurðviðgerð.. 3 Kravið viðikjandi at fasta er Áðrenn skurðviðgerð 4 Hvør er leikluturin hjá foreldrunum? Doyving Ymiskir hættir

Læs mere

1. Fororð Dátueftirlitið 3. Virksemi í Ávís útvald mál í Altjóða samstarv 6. Eftirlit í 2016

1. Fororð Dátueftirlitið 3. Virksemi í Ávís útvald mál í Altjóða samstarv  6. Eftirlit í 2016 Ársfrágreiðing 2016 1. Fororð 5 2. Dátueftirlitið 8 2.1 Játtanin á løgtingsfíggjarlógini 8 2.2 Lógargrundarlagið 9 2.3 Uppgávan hjá Dátueftirlitinum 9 3. Virksemi í 2016 11 3.1 Eftirlit 12 3.2 Hagtøl 12

Læs mere

Samandráttur av øllum uppskotunum

Samandráttur av øllum uppskotunum Fylgiskjal 3 Samandráttur av øllum uppskotunum Lov om restrukturering og afvikling af visse finansielle virksomheder (afviklingsloven) Lov nr. 333 af 31. marts 2015 Uppskotið snýr seg í stóran mun um arbeiðs-

Læs mere

Grannskoðaraeftirlitið. Grannskoðaraeftirlitið. Ársfrágreiðing. Almannakunngjørd 23. juni 2017

Grannskoðaraeftirlitið. Grannskoðaraeftirlitið. Ársfrágreiðing. Almannakunngjørd 23. juni 2017 Grannskoðaraeftirlitið Ársfrágreiðing 2016 Almannakunngjørd 23. juni 2017 Skrivstovuhald: Skráseting Føroya Sigmundargøta 13 Boks 264 110 Tórshavn Tlf.: +298356010 E-mail: skr@skraseting.fo Innihaldsyvirlit

Læs mere

INNIHALD. 1. Fororð 5

INNIHALD. 1. Fororð 5 Ársfrágreiðing 2010 1. Fororð 5 2. Dátueftirlitið, Ráðið og skrivstovan 6 2.1. Játtanin á løgtingsfíggjarlógini 6 2.2. Lógargrundarlagið hjá Dátueftirlitinum 6 2.3. Uppgávurnar hjá Dátueftirlitinum 7 INNIHALD

Læs mere

Uppskot til. Ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar

Uppskot til. Ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Løgtingið 26. oktober 2017 Mál nr: 16/00009 Málsviðgjørt: JPP Løgtingsmál nr. 42/2017: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Anordning om ikrafttræden for Færøerne af dele af 2

Læs mere

INNIHALD. 1. Fororð Dátueftirlitið Játtanin á løgtingsfíggjarlógini Lógargrundarlagið Uppgávan hjá Dátueftirlitinum 9

INNIHALD. 1. Fororð Dátueftirlitið Játtanin á løgtingsfíggjarlógini Lógargrundarlagið Uppgávan hjá Dátueftirlitinum 9 Ársfrágreiðing 2017 INNIHALD 1. Fororð 5 2. Dátueftirlitið 8 2.1 Játtanin á løgtingsfíggjarlógini 9 2.2 Lógargrundarlagið 9 2.3 Uppgávan hjá Dátueftirlitinum 9 3. Virksemi í 2017 11 3.1 Eftirlit 12 3.2

Læs mere

Uppskot. til. Viðmerkt verður, at í sambandi við hesa fyriskipan hevur verið roynt at gera tær tillagingar, sum serligu føroysku viðurskiftini krevja.

Uppskot. til. Viðmerkt verður, at í sambandi við hesa fyriskipan hevur verið roynt at gera tær tillagingar, sum serligu føroysku viðurskiftini krevja. F ÍGGJARMÁLARÁÐIÐ Argir, 10. apríl 2008 Løgtingsmál nr. 194/2007: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar lov om forebyggende foranstaltninger mod hvidvask af udbytte og finansiering

Læs mere

LØG M A N S S K R I V S T O V A N. P r i m e M i n i s t e r s O f f i c e

LØG M A N S S K R I V S T O V A N. P r i m e M i n i s t e r s O f f i c e Løgtingið Tinghúsvegur 3 100 Tórshavn 19. oktober 2015 Mál: 0695-010/15-23 Viðgjørt: NF Lógartænastan Løgtingsmál nr. 13 /2015: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar lóg um broyting

Læs mere

F Í G G J A R M Á L A R Á Ð I Ð M I N I S T R Y O F F I N A N C E. Løgtingið

F Í G G J A R M Á L A R Á Ð I Ð M I N I S T R Y O F F I N A N C E. Løgtingið Løgtingið Argir, 26. februar 2015 J.Nr.: 080507-003/13-17 (at tilskila í svari) Tygara skriv: Viðgjørt: JPP/KJ/nb Løgtingsmál nr. 115/2014: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar

Læs mere

LØGTINGSINS UMBOÐSMAÐUR

LØGTINGSINS UMBOÐSMAÐUR Tórshavn, tann 5. november 2007 J.Nr.: 200700058 (at tilskila í svari) Viðgjørt: Álit viðvíkjandi avgerð hjá Løgmansskrivstovuni um noktan av almennum innliti í skjøl viðvíkjandi føroysku sendistovuni

Læs mere

Javntekstur og lykil. Galdandi orðingar í ættleiðingarlógini samanbornar við broyttu orðingarnar í uppskotinum til ættleiðingarlógarlóg

Javntekstur og lykil. Galdandi orðingar í ættleiðingarlógini samanbornar við broyttu orðingarnar í uppskotinum til ættleiðingarlógarlóg Dagfesting: 8. januar 2018 Mál nr.: 17/00573-17 Málsviðgjørt: MHR Fylgiskjal 1 Javntekstur og lykil Galdandi orðingar í ættleiðingarlógini samanbornar við broyttu orðingarnar í uppskotinum til ættleiðingarlógarlóg

Læs mere

Bekendtgørelse om arbejdsløshedsforsikring ved arbejde mv.m.v. inden for EØS, Færøerne og i det øvrige udland

Bekendtgørelse om arbejdsløshedsforsikring ved arbejde mv.m.v. inden for EØS, Færøerne og i det øvrige udland Bekendtgørelse om arbejdsløshedsforsikring ved arbejde mv.m.v. inden for EØS, Færøerne og i det øvrige udland I medfør af 41, stk. 6, 53, stk. 8, og 95 i lov om arbejdsløshedsforsikring m.v., jf. lovbekendtgørelse

Læs mere

Mentamálaráðið. Løgtingið Dagfesting: Mál nr.: 16/ Málsviðgjørt: BB/TVR

Mentamálaráðið. Løgtingið Dagfesting: Mál nr.: 16/ Málsviðgjørt: BB/TVR Mentamálaráðið Løgtingið Dagfesting: 02.02.2017 Mál nr.: 16/01435-57 Málsviðgjørt: BB/TVR Løgtingsmál nr. xx/2016: Uppskot til løgtingslóg um broyting í anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om

Læs mere

LØG M A N S S K R I V S T O V A N. P r i m e M i n i s t e r s O f f i c e

LØG M A N S S K R I V S T O V A N. P r i m e M i n i s t e r s O f f i c e Løgtingið Tinghúsvegur 3 100 Tórshavn 20. september 2016 Mál: 0692-001/16 Viðgjørt: NF Lógartænastan Løgtingsmál nr. 14/2016: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Anordning om

Læs mere

HEILSUMÁLARÁÐIÐ. Til: hoyringspartar

HEILSUMÁLARÁÐIÐ. Til: hoyringspartar HEILSUMÁLARÁÐIÐ Til: hoyringspartar Tórshavn, 01.06.2011.2011 Mál: 09/00691-6262 Tygara skriv: Viðgjørt: JS Viðvíkjandi uppskoti til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar lov om klage- og erstatningsadgang

Læs mere

Uttanríkis- og vinnumálaráðið

Uttanríkis- og vinnumálaráðið Uttanríkis- og vinnumálaráðið Løgtingið Dagfesting: 22. februar 2019 Mál nr.: 19/00012 Málsviðgjørt: EFR Eftirkannað: 8. februar 2019 Løgtingsmál nr. 104/2018: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta

Læs mere

Bókhaldsvegleiðing. Elektronisk varðveitsla av roknskapartilfarið og atgongd hjá almennum mynduleikum til roknskapartilfar

Bókhaldsvegleiðing. Elektronisk varðveitsla av roknskapartilfarið og atgongd hjá almennum mynduleikum til roknskapartilfar Bókhaldsvegleiðing Elektronisk varðveitsla av roknskapartilfarið og atgongd hjá almennum mynduleikum til roknskapartilfar - Eitt ískoyti til galdandi bókhaldsvegleiðing Skráseting Føroya Oktober 2018 1

Læs mere

Færøerne for så vidt angår danskerne Kanning um hvat danir vita og halda um Føroyar og føroyingar

Færøerne for så vidt angår danskerne Kanning um hvat danir vita og halda um Føroyar og føroyingar Færøerne for så vidt angår danskerne Kanning um hvat danir vita og halda um Føroyar og føroyingar OLE WICH 2013 Javnaðarflokkurin á Fólkatingi Færøerne for så vidt angår danskerne Kanning um hvat danir

Læs mere

Kanning av Eik Grunninum og grunnaeftirlitinum

Kanning av Eik Grunninum og grunnaeftirlitinum Kanning av Eik Grunninum og grunnaeftirlitinum LØGTINGIÐ 19 nevndin Kanning av Eik Grunninum og grunnaeftirlitinum 19 nevndin: Joen Magnus Rasmussen, formaður Kristina Háfoss, næstforkvinna Helgi Abrahamsen

Læs mere

Løgtingið. Tórshavn, tann 7. mars 2016

Løgtingið. Tórshavn, tann 7. mars 2016 U T T A N R Í K I S - OG V I N N U M Á L A R Á Ð I Ð Løgtingið. Tórshavn, tann 7. mars 2016 Vmr. J.Nr.: 15/00029 Viðgjørt: SPS/JD Løgtingsmál nr. 91/2015: Uppskot til løgtingslóg um broyting í anordning

Læs mere

Løgtingið 26. oktober 2017 Mál nr: 16/00009 Málsviðgjørt: JPP

Løgtingið 26. oktober 2017 Mál nr: 16/00009 Málsviðgjørt: JPP Løgtingið 26. oktober 2017 Mál nr: 16/00009 Málsviðgjørt: JPP Løgtingsmál nr. 44/2017: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Anordning om ikrafttræden for Færøerne af dele af 14

Læs mere

Álit. viðvíkjandi klagu um manglandi svar upp á innlitsumbøn

Álit. viðvíkjandi klagu um manglandi svar upp á innlitsumbøn Tórshavn, tann 10. september 2013 J.Nr.:11/ 201300043 / 25 Álit viðvíkjandi klagu um manglandi svar upp á innlitsumbøn Við teldubrævi, dagfest 29. mai 2013, hevur A, Oyggjatíðindi sent umboðsmanninum soljóðandi

Læs mere

Álit. Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum 1., 10. og 15. desember 2015, 19., 21. og 26. januar, 9., 16., 23. og 25. februar, 1. og 7. mars 2016.

Álit. Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum 1., 10. og 15. desember 2015, 19., 21. og 26. januar, 9., 16., 23. og 25. februar, 1. og 7. mars 2016. Álit í løgtingsmáli nr. 19/2015: Uppskot til ri kislo gartilmæli um at seta i gildi fyri Føroyar partar av broytingum i hju nabandslo gini og rættarvirknaðarlo gini Sonja J. Jógvansdóttir, Bjørt Samuelsen,

Læs mere

Gamlar myndir úr Norðuroyggjum

Gamlar myndir úr Norðuroyggjum Nr. 289 Hósdagur 20. mars 2003 10,- Síða 20 Símun Johan Wolles 70 ár Løgtingsmál viðvíkjandi fiskivinnu og -monnum Vit greiða frá teimum framløgdu tingmálunum, sum viðvíkja fiskimonnum. Síða 6-9 FF hevur

Læs mere

Løgtingsmál nr. 115/2011: Uppskot til løgtingslóg um havnaloðsing (loðslógin) Uppskot. til. løgtingslóg um havnaloðsing (loðslógin)

Løgtingsmál nr. 115/2011: Uppskot til løgtingslóg um havnaloðsing (loðslógin) Uppskot. til. løgtingslóg um havnaloðsing (loðslógin) Løgtingið. Tórshavn, tann 9. januar 2012 VMR j.nr.: 11/00401 Viðgjørt: ABD Løgtingsmál nr. 115/2011: Uppskot til løgtingslóg um havnaloðsing (loðslógin) Uppskot til løgtingslóg um havnaloðsing (loðslógin)

Læs mere

Løgtingið Tórshavn, tann 3. mars 2015 VMR j.nr.: 15/00009 Viðgjørt: SPS

Løgtingið Tórshavn, tann 3. mars 2015 VMR j.nr.: 15/00009 Viðgjørt: SPS Løgtingið Tórshavn, tann 3. mars 2015 VMR j.nr.: 15/00009 Viðgjørt: SPS Løgtingsmál nr. 105/2014: Uppskot til løgtingslóg um broyting í ársroknskaparlógini (Víðkað gjøgnumgongd) Uppskot til løgtingslóg

Læs mere

Vegleiðing um krøv í løgtingslóg um tryggingarvirksemi til nevndarlimir og stjórnarlimir um førleika og heiðursemi (fit & proper)

Vegleiðing um krøv í løgtingslóg um tryggingarvirksemi til nevndarlimir og stjórnarlimir um førleika og heiðursemi (fit & proper) Nr. 1 28. juni 2018 Vegleiðing um krøv í løgtingslóg um tryggingarvirksemi til nevndarlimir og stjórnarlimir um førleika og heiðursemi (fit & proper) (Vejledning om krav i forsikringsloven til bestyrelsesmedlemmers

Læs mere

Álit um stýrisskipanarviðurskifti Føroya

Álit um stýrisskipanarviðurskifti Føroya Álit um stýrisskipanarviðurskifti Føroya Álit um stýrisskipanarviðurskifti Føroya Álit frá nevndini, landsstýrið setti 1. apríl 1993, at kanna stýrisskipanarviðurskifti Føroya. Sjúrður Rasmussen, adv.

Læs mere

INNIHALD. 5. Altjóða samstarv Triðjalandsgóðkenning frá ES nevndini Norðurlond 27

INNIHALD. 5. Altjóða samstarv Triðjalandsgóðkenning frá ES nevndini Norðurlond 27 Ársfrágreiðing 2014 1. Fororð 5 2. Dátueftirlitið, Ráðið og skrivstovan 6 2.1. Játtanin á løgtingsfíggjarlógini 6 2.2. Lógargrundarlagið hjá Dátueftirlitinum 7 2.3. Uppgávurnar hjá Dátueftirlitinum 7 INNIHALD

Læs mere

BORNE- OG SOCIALMINISTERIET HEILSU- OG INNLENDISMÅLARÅDID. Felags yvirlysing i sambandi vid yvirtøku av målsøkinum "persons-, husf61ka- og arvarætti"

BORNE- OG SOCIALMINISTERIET HEILSU- OG INNLENDISMÅLARÅDID. Felags yvirlysing i sambandi vid yvirtøku av målsøkinum persons-, husf61ka- og arvarætti ~ - ---~ BORNE- OG SOCIALMINISTERIET ~ HEILSU- OG INNLENDISMÅLARÅDID Fælleserklæring i forbindelse med de færøske myndigheders overtagelse af sagsområdet "person-, familie- og arveretten" Landsstyret har

Læs mere

Uttanríkis- og vinnumálaráðið

Uttanríkis- og vinnumálaráðið Uttanríkis- og vinnumálaráðið Løgtingið Dagfesting: 1. november 2018 Mál nr.: 17/00276 Málsviðgjørt: jd Løgtingsmál nr. 70/2018: Uppskot til løgtingslóg um matstovuvirksemi og gistingarhúsvirksemi o.a.

Læs mere

Grannskoðaraeftirlitið. fghjklæøzxcvbnmqwertyuiopåasdfghj. Ársfrágreiðing og 2010

Grannskoðaraeftirlitið. fghjklæøzxcvbnmqwertyuiopåasdfghj. Ársfrágreiðing og 2010 qwertyuiopåasdfghjklæøzxcvbnmqw ertyuiopåasdfghjklæøzxcvbnmqwert yuiopåasdfghjklæøzxcvbnmqwertyui opåasdfghjklæøzxcvbnmqwertyuiopå asdfghjklæøzxcvbnmqwertyuiopåasd Grannskoðaraeftirlitið fghjklæøzxcvbnmqwertyuiopåasdfghj

Læs mere

ALMANNA- OG HEILSUMÁLARÁÐIÐ

ALMANNA- OG HEILSUMÁLARÁÐIÐ Almanna- og heilsumálaráðiðalmanna- og heilsumálaráðiðalmanna- og heilsumálaráðið ALMANNA- OG HEILSUMÁLARÁÐIÐ Løgtingið Tórshavn, tann 25. februar 2005 J.Nr.: 0.21-200400540/35 (at tilskila í svari) Viðgjørt:

Læs mere

Frágreiðing. frá. fráboðaðum eftirlitsvitjanum

Frágreiðing. frá. fráboðaðum eftirlitsvitjanum Tórshavn, tann 14. november 2008 J. nr.: 20080106-22 Viðgjørt: ie/rs/kj Frágreiðing frá fráboðaðum eftirlitsvitjanum 29. og 30. oktober 2008 2 Innihaldsyvirlit Inngangur. 3 1. Eftirlitsvitjan á REX. 4

Læs mere

Nr desember 2008

Nr desember 2008 Nr. 3 15. desember 2008 Kunngerð um grannskoðan av tryggingarfeløgum og haldfelagsskapum (Bekendtgørelse om revisionens gennemførelse i forsikringsselskaber samt finansielle koncerner) Við heimild í 127,

Læs mere

Løgtingsmál nr. 19/1998. Uppskot til ríkislógartilmæli um lov om videnskabsetisk komitésystem og behandling af biomedicinske forskningsprojekter

Løgtingsmál nr. 19/1998. Uppskot til ríkislógartilmæli um lov om videnskabsetisk komitésystem og behandling af biomedicinske forskningsprojekter Tórshavn, tann 29-10-98 J.Nr.: 687-3/98 (at tilskila í svari) Viðgjørt: BP/pm Føroya Løgting. Tygara skriv Løgtingsmál nr. 19/1998. Uppskot til ríkislógartilmæli um lov om videnskabsetisk komitésystem

Læs mere

Kunngerð. grannskoðaraváttanir v.m.

Kunngerð. grannskoðaraváttanir v.m. Uppskot til Kunngerð um grannskoðaraváttanir v.m. Við heimild í 15, stk. 4 og 51, stk. 2 í løgtingslóg nr. 45 frá 11. mai 2009 um góðkendar grannskoðarar og grannskoðanarvirkir, sum seinast broytt við

Læs mere

Álit. viðvíkjandi klagu um vantandi innlit í mál um keyp av heimasíðu hjá Kringvarpi Føroya

Álit. viðvíkjandi klagu um vantandi innlit í mál um keyp av heimasíðu hjá Kringvarpi Føroya Tórshavn, tann 7. juni 2010 J.nr.: 201000006 / 26. Álit viðvíkjandi klagu um vantandi innlit í mál um keyp av heimasíðu hjá Kringvarpi Føroya Við skrivi, móttikið 15. januar 2010, hevur A, blaðmaður á

Læs mere

Konference om affald på havet

Konference om affald på havet Konference om affald på havet Miljøtilsyn lavet af Skipaeftirlitið Skipaeftirlitið (maritime( myndigheder) Tilsyn som er krævet efter bekendtgørelse nr. 122 fra den 25. november 2005 / 11 stk. 3 og aftale

Læs mere

Vegleiðing at dagføra GPS-kort. Tillukku við tínum keypi av GPS-korti. Kortið fevnir um Føroyar.

Vegleiðing at dagføra GPS-kort. Tillukku við tínum keypi av GPS-korti. Kortið fevnir um Føroyar. Vegleiðing at dagføra GPS-kort Sp/f Munin Dalavegur 47 FO-100 Tórshavn Føroyar www.munin.fo E-mail : munin@munin.fo Tlf. +298 35 36 00 Fax +298 35 36 01 Tórshavn tann 25-11-2013 Tillukku við tínum keypi

Læs mere

ALMANNAMÁLARÁÐIÐ. Uppskot. til

ALMANNAMÁLARÁÐIÐ. Uppskot. til Løgtingið 28. februar 2013 Mál: 12/00564-34 Viðgjørt: Løgtingsmál nr. 115/2012: Uppskot til løgtingslóg um broyting í lóg um almenna forsorg (forsorgarlógin bú- og viðgerðarstovnar og stovnslíknandi fyriskipanir)

Læs mere

Givið út 25. oktober 2018

Givið út 25. oktober 2018 Givið út 25. oktober 2018 Nr. 144 23. oktober 2018 Kunngerð um fráboðan, skráseting og almannakunngering o.a. hjá Skráseting Føroya Við heimild í 56, stk. 3, 60, stk. 2-5, 61, stk. 3 og 63, stk. 6 í anordning

Læs mere

LØGTINGSINS UMBOÐSMAÐUR

LØGTINGSINS UMBOÐSMAÐUR Tórshavn, tann 24. oktober 2007 J.Nr.: 200700050 (at tilskila í svari) Viðgjørt: Álit viðvíkjandi klagu frá A um, at Búnaðargrunnurin hevur givið alment innlit í mál viðvíkjandi klagaranum B, adv. hevur

Læs mere

Løgmansskrivstovan. Løgtingsmál nr. xx/201x: Uppskot til broyting í lovbekendtgørelse om straffeloven

Løgmansskrivstovan. Løgtingsmál nr. xx/201x: Uppskot til broyting í lovbekendtgørelse om straffeloven Løgmansskrivstovan Løgtingið Dagfesting: 30.05.2016 Mál nr.: Skrivið her Málsviðgjørt: GMN/Lógartænastan Løgtingsmál nr. xx/201x: Uppskot til broyting í lovbekendtgørelse om straffeloven Uppskot til Løgtingslóg

Læs mere

Bygnaðarbroytingar, tænastumenn og grundgevingar

Bygnaðarbroytingar, tænastumenn og grundgevingar Bjarni Mortensen Bygnaðarbroytingar, tænastumenn og grundgevingar Bjarni Mortensen 1 Úrtak. Greinin er skrivað sum partur av próvtøkuni á skeiði í føroyskum kollektivum arbeiðsrætti. Greinin viðger støðuna

Læs mere

Løgtingsmál nr. 174/2007: Uppskot til løgtingslóg um marknaðarføring. Uppskot. til. løgtingslóg um marknaðarføring

Løgtingsmál nr. 174/2007: Uppskot til løgtingslóg um marknaðarføring. Uppskot. til. løgtingslóg um marknaðarføring Løgtingið. Tórshavn, tann 27. februar 2008 Vmr J.Nr.: 200600186 / Viðgjørt: JT Løgtingsmál nr. 174/2007: Uppskot til løgtingslóg um marknaðarføring Uppskot til løgtingslóg um marknaðarføring Kapittul 1

Læs mere

Tinganes - Fo-100 Tórshavn Faroes Tel: (+298) Fax: (+298)

Tinganes - Fo-100 Tórshavn Faroes Tel: (+298) Fax: (+298) Løgtingið 10. februar 2015 Mál: 0626-003/14-57 Viðgjørt: JSS/NF Lógartænastan Løgtingsmál nr. 95/2014: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vápn v.m. (Trygdarátøk og vápnaprógv) Uppskot

Læs mere

Málsgongd Við skrivi, dagfest 12. desember 2008, sendi Mentamálaráðið soljóðandi uppsøgn til klagaran:

Málsgongd Við skrivi, dagfest 12. desember 2008, sendi Mentamálaráðið soljóðandi uppsøgn til klagaran: Tórshavn, tann 23. apríl 2013 J.Nr.:28/ 201200015 / 13 (at tilskila í svari) Tykkara J.nr. Álit viðvíkjandi klagu um skikkaða eftirløn hjá tænastumanni Við skrivi, dagfest 6. februar 2012, hevur A sent

Læs mere

DANSK Danskt sum 1., 2. og 3. mál. Olly Poulsen, Sarita Eriksen og Solveig Debess

DANSK Danskt sum 1., 2. og 3. mál. Olly Poulsen, Sarita Eriksen og Solveig Debess DANSK 1-2-3 Danskt sum 1., 2. og 3. mál Olly Poulsen, Sarita Eriksen og Solveig Debess Hvat halda næmingar um danskt og undirvísing í donskum / Hvad synes eleverne om dansk og danskundervisningen? Spørgeskemaundersøgelse

Læs mere

Viðvíkjandi: P/f Tryggingarfelag Føroyar yvitekur virkisøkið frá P/f Trygd

Viðvíkjandi: P/f Tryggingarfelag Føroyar yvitekur virkisøkið frá P/f Trygd Advokatskrivstovan Tórshavn, tann 19. desember 2008 Frúutrøð 4 Postboks 6 J.nr.: K600-2008063 FO-110 Tórshavn Viðgjørt: S.R Att: Christian F. Andreasen Tygara ref: Viðvíkjandi: P/f Tryggingarfelag Føroyar

Læs mere

Almannastovan. Almannastovan. Skjal 11. Dagur J. nr I. Almanna- & Heilsumálastýrið Fyrisitingardeildin Eirargarður Tórshavn

Almannastovan. Almannastovan. Skjal 11. Dagur J. nr I. Almanna- & Heilsumálastýrið Fyrisitingardeildin Eirargarður Tórshavn Skjal 11 Dagur 28-11-99 J. nr. 95.50.I Almanna- & Heilsumálastýrið Fyrisitingardeildin Eirargarður 2 100 Tórshavn Hjálagda tilfar verður við hesum sent til stýrið sum Almannastovunar viðmerkingar til ætlanirnar

Læs mere

Álit. løgtingsmáli nr. 79/2008: Uppskot løgtinglóg um avtøku av løgtingslóg um altjóðarættarligu sáttmálar Føroya landsstýris at gera

Álit. løgtingsmáli nr. 79/2008: Uppskot løgtinglóg um avtøku av løgtingslóg um altjóðarættarligu sáttmálar Føroya landsstýris at gera Álit løgtingsmáli nr. 79/2008: Uppskot løgtinglóg um avtøku av løgtingslóg um altjóðarættarligu sáttmálar Føroya landsstýris at gera Sjálvstýrisflokkurin legði uppskotið fram 21. februar 2009 og eftir

Læs mere

(Uppskot til) Løgtingslóg um djóravælferð (Djóravælferðarlógin) Kapittul 1 Almennar ásetingar

(Uppskot til) Løgtingslóg um djóravælferð (Djóravælferðarlógin) Kapittul 1 Almennar ásetingar (Uppskot til) Løgtingslóg um djóravælferð (Djóravælferðarlógin) Kapittul 1 Almennar ásetingar 1. Lógin hevur til endamáls at fremja djóravælferð, djóravernd og virðing fyri tomum sum villum djórum. 2.

Læs mere

ALMANNA- OG HEILSUMÁLASTÝRIÐ

ALMANNA- OG HEILSUMÁLASTÝRIÐ ALMANNA- OG HEILSUMÁLASTÝRIÐ Tórshavn, tann 23-11-98 J.Nr.: 687-4/98 (at tilskila í svari) Føroya Løgting Viðgjørt: BP/pm Tygara skriv Løgtingsmál nr. 60/1998: Uppskot til ríkislógartilmæli um lov om patientforsikring

Læs mere

Løglisti * Partur II F RÁGREIÐING LØGMANS Á ÓLAVSØKU 2009

Løglisti * Partur II F RÁGREIÐING LØGMANS Á ÓLAVSØKU 2009 Løglisti * Partur II * Har * er sett eftir eitt lógaruppskt, merkir hetta, at uppsktið er partur av ólavsøkupakkanum hjá landsstýrinum. Løgmansskrivstvan Uppskt til løgtingslóg um bryting í løgtingslóg

Læs mere

Álit. viðvíkjandi. víðkan av føroysku útbúgvingarstuðulsskipanini til allar lesandi føroyingar uttanlands

Álit. viðvíkjandi. víðkan av føroysku útbúgvingarstuðulsskipanini til allar lesandi føroyingar uttanlands Álit viðvíkjandi víðkan av føroysku útbúgvingarstuðulsskipanini til allar lesandi føroyingar uttanlands 1. Inngangur Í løgmansrøðuni fyri hesa tingsetuna segði løgmaður m.a., at landsstýrið fyrireikar

Læs mere

Inklusión, Relatiónir og Felagsskapurin. Rógvi Thomsen, cand.ped., pedagogiskur ráðgevi Hósdagur 16. januar 2014

Inklusión, Relatiónir og Felagsskapurin. Rógvi Thomsen, cand.ped., pedagogiskur ráðgevi Hósdagur 16. januar 2014 Inklusión, Relatiónir og Felagsskapurin Rógvi Thomsen, cand.ped., pedagogiskur ráðgevi Hósdagur 16. januar 2014 Integration og eksklusión versus inklusión Integratión merkir at vera so normalur, sum gjørligt,

Læs mere

Heilsu- og innlendismálaráðið

Heilsu- og innlendismálaráðið Heilsu- og innlendismálaráðið Løgtingið Dagfesting: 6. mars 2017 Mál: 16/00444-56 Viðgjørt: EM Løgtingsmál nr. 108/2016: Uppskot til løgtingslóg um broyting í ymiskum lógum á málsøkinum persóns-, húsfólka-

Læs mere

Advokatskrivstovan Fr. Petersensgøta

Advokatskrivstovan Fr. Petersensgøta Advokatskrivstovan Fr. Petersensgøta Fr. Petersensgøta 9 Postboks 6 110 Tórshavn Telefon: (298) 11145 Telefax: (298) 11525 Tórshavn, tann 26.11.1997 970823 kj Oljufyrisitingin Debesartrøð att. Herálvur

Læs mere

Løgtingsmál nr. 148/2008: Uppskot til løgtingslóg um góðkendar grannskoðarar og grannskoðanarvirkir (grannskoðaralógin) Uppskot.

Løgtingsmál nr. 148/2008: Uppskot til løgtingslóg um góðkendar grannskoðarar og grannskoðanarvirkir (grannskoðaralógin) Uppskot. Løgtingið. Tórshavn, tann 3. februar 2009 Vmr J.Nr.: 200800319 Viðgjørt: ABD/SPS Løgtingsmál nr. 148/2008: Uppskot til løgtingslóg um góðkendar grannskoðarar og grannskoðanarvirkir (grannskoðaralógin)

Læs mere

Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om visse erhvervsdrivende virksomheder, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 43 frá 6.

Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om visse erhvervsdrivende virksomheder, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 43 frá 6. Nr. 1114 20. september 2007 Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om visse erhvervsdrivende virksomheder, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 43 frá 6. mai 2016 1) (Vinnufyritøkulógin) 2) Kapitel

Læs mere