Skaldskapur av manna munni

Størrelse: px
Starte visningen fra side:

Download "Skaldskapur av manna munni"

Transkript

1 Skaldskapur av manna munni Mynd: Elinborg Lützen Framsýning á Landsbókasavninum september - oktober 2015

2 Í stovu still og um víðan vøll Hósdagin 3. september 2015 læt upp framsýning á Landsbókasavninum, sum Søvn Landsins skipa fyri. Framsýningin hevur heitið Skaldskapur av manna munni siðbundna upploysnin, og hon skal vísa, hvussu kvæði, sagnir, ævintýr og skjaldur støðugt verða endurnýtt, tulkað og latin í nýggjan búna. Siðbundni skaldskapurin av manna munni broytist og fær annan týdning í endurnýtsluni, tá ið hann verður framborin á nýggjan hátt, í nýggjum miðlum og í nýggjum høpi. Her er talan um samspæl millum fortíð og nútíð, og eisini um eina leitan aftur til røturnar eftir íblástri í tráanini eftir samleika og sereyðkennum í alheimsgerðini. Frá at hava verið inngrógvin partur av gerandislívi okkara í øldir verða kvæði, sagnir, ævintýr og skjaldur frá fyrst í 19. øld við romantikkini gjørd til tekin um eina meira sanna fólksliga mentan, sum tá varð hótt av nýggjum modernaðum fatanum og lívshátti. Stig vórðu longu tá tikin til at varðveita og fáa lív í aftur hesa upprunamentan. Sum partur av tjóðskaparrørsluni verður henda mentan síðan tikin fram sum nakað sermerkt, sum eitt, ið eyðmerkir okkum sum fólk og tjóð. Hóast tað, er tað mangan møtimikið at halda fast um hesa mentan í upprunalíki, tá ið so nógv annað dregur. Við 21. øld kemur ein nýggj tíð við alheimsgerð, og vit fáa alt fleiri dømi um, at eldri skaldskapurin kann brúkast í royndunum at fáa fastatøkur á eini alheimsligari fjøld, sum leitar eftir tí ser-merkta, tí sum víkir frá mentanarliga høvuðsstreyminum. Í nútímans sonevnda netverkssamfelagnum, sum er lýst í verkunum hjá eitt nú samfelags-frøðingunum Anthony Giddens og Manuel Castells, fær samleiki, bæði hjá einstaklingi og tjóðini, alt størri týdning í politikki og mentan. Samleiki er ikki longur givin, men skal skapast. Samleiki kann tó brúkast sum avbyrging, men eisini í stríðnum fyri viðurkenning, ella sum ein máti at vísa á tað fjølbroytta og marglitta lívið. Tað kann tykjast sum ein andsøgn, men í alheimsgerðini fær tað staðbundna størri týdning, enn tað hevði áður. Á hesi framsýningini á Landsbókasavninum verða tey fýra sløgini av skaldskapi sagnir, ævintýr, kvæði og skjaldur lýst hvørt fyri seg. Men felags er tó, at vit í øllum fýra førunum síggja dømi um uppruna og uppskriftir, og vit síggja, hvussu hesin fólksligi skaldskapurin serliga í seinnu helvt av farnu øld og í 21. øld verður fluttur víðari í upprunalíki ella broyttur. Tað ber til at fylgja hesi gongdini við einstøkum dømum. Vit kunnu fyrst nevna útgávuna Í skýmingini - skjaldur og ævintýr, sum Sofía Petersen savnaði og gav út á egnum forlagi í Útgávan var prýdd við sermerktu skurðmyndunum hjá listakvinnuni Elinborg Lützen. Annað dømi kundi verið relieffini við myndevnum úr Sjúrðarkvæðinum, sum William Heinesen saman við soninum Zachariasi gjørdi í 1956 til samkomuhøllina í tí tá nýggja Kommunuskúlanum í Havn. Hesi relieffini eru nú tey flestu til skjals á Listasavninum í Havn, sum í summar sýndi tey fram á framsýningini Kvæði í list. Framsýningin var sett upp í sambandi við altjóða kvæðaráðstevnuna, sum var í Havn dagarnar juli í samstarvi millum H. N. Jacobsens Bókhandil, Fróðskaparsetur Føroya og Norðurlandahúsið. Í 1971 gav tónleikabólkurin Harkaliðið út LP við sama heiti. Umframt yrkingar, sum løg vóru sett til, vóru eisini innspælingar av kvæðum á plátuni, m.a. eitt nútímans rytmiskt lag, ið var brot úr kvæðinum Ólavur Riddararós. Hetta var hildið at vera brot á hevd og slapp ikki undan at verða átalað. Síðan hava bæði bólkarnir Valravn og Týr givið út sínar útleggingar av sama kvæði.

3 Skaldskapur av manna munni hevur eisini verið nýtulkaður av okkara kendu tónlistafólkum, eitt nú bólkinum Enekk, Eivør Pálsdóttir og Sunleifi Rasmussen. Grindavísan eftir Christian Pløyen kom út sum teknisøga í Hetta var skúlabók við tekningum eftir Óla Petersen, sum Paulivar Andreasen og Ása Magnussen løgdu til rættis. Hetta kann síggjast sum dømi um útgávu, sum knýtir læring saman við undirhaldslesnaði, sum børn kenna frá teimum væl dámdu altjóða teknisøguútgávunum. Í hesum døgum stendur annars harðligt stríð, um grindadrápið skal kunna halda fram sum partur av okkara vinnu- og siðmentan, og hetta gevur afturljóð í miðlum víða um heim. Hetta ger okkum meira varin ikki at brúka grindadrápið ov nógv í okkara marknaðarføring av Føroyum sum ferðamannalandi. Tað hevur leingi verið vanligt at geva út kvæðabøkur. Av nýggjari útgávum kann nevnast skúlabókin Vinmenn, sum Árni Dahl legði til rættis. Edward Fuglø teknaði myndir og Bókadeildin hjá Lærarafelagnum gav út í Í hesi útgávu stóðu kvæðini Brestis kvæði, Sigmundur og Tórir, Bjarnabani, Sigmunds kvæði yngra og Leivs kvæði. Árini gav forlagið Bókagarður út stóru heildarútgávuna av kvæðum, Føroya kvæði, sum kom sum fólkaútgáva í 37 skreytbindum. Tungmálmbólkurin Týr hevur spælt kvæði ella brot úr kvæðum fyri eini altjóða fjøld av tónleikaáhugaðum. Fleiri av áhoyrarunum kenna helst onki til siðbundna føroyska dansin. Á útgávuni Eric the Red (Tutl, 2003) spælir Týr brot úr táttinum Regin smiður úr Sjúrðarkvæðinum. Hetta eru ikki upptøkur av dansi, sum eitt nú tær, ið eru at hoyra í útvarpinum, men tónleikur spældur við kvæðarútmu, men leysur av sjálvum dansinum. Hetta er tónleikur at lurta ella dansa eftir. Tað kann nevnast her, at Færøiske Qvæder om Sigurd Fofnersbane og hans Æt, savnað og týdd av Hans Christian Lyngbye og við inngangi eftir P.E. Müller, sum kom út 1822, er fyrsta bók útgivin á føroyskum. Og nú vit tosa um at endurnýta kvæðini í nýggjum líki, eiga vit eisini at nevna stóru skaldsøguna eftir Jens Paula Heinesen, Frænir eitur ormurin (1973), sum er leysliga bygd yvir hendingar í Sjúrðarkvæðinum. Føroysk ævintýr eru útkomin í fleiri útgávum. Av nýggjari útgávum kunnu nevnast savnið Einaferð var tað - 15 føroysk ævintýr, sum Bókadeildin hjá Lærarafelagnum gav út í 2014, 150 ár eftir, at Jákup Jakobsen varð borin í heim. Savnið varð givið út at minnast arbeiðið at savna og útgeva føroysk ævintýr, sum serliga Jákup Jakobsen stóð fyri. Hesi 15 ævintýrini koma út í nýggjum hami, sum forlagið tekur til í tíðindaskrivi. Fýra rithøvundar, Arnbjørn Ó. Dalsgarð, Lydia Didriksen, Oddfríður M. Rasmussen og Oddvør Johansen, hava endursagt ævintýrini og givið teimum ein nútímans málbúna, og fýra listafólk, Ann-Mari Egholm, Edward Fuglø, Herdis Jakobsen og Jón Sonni Jensen, hava myndprýtt ævintýrini. Hetta er útgáva sum eins og aðrar tílíkar útgávur fyrst og fremst vendir sær til okkara børn og til skúlanæmingar at gera tey meira varug við og vekja teirra áhuga fyri okkara mentanararvi. Marianne Clausen hevur skipað stóra útgávu av føroyskum skjaldrum í verkinum Skjaldur, rímur og ramsur - orð og løg upptikin (Hoyvík, Stiðin, 2012). Nevnast kann, at svenska Birgitta Hylin, ið er ein av teimum týdningarmestu savnarunum av føroyskum skjaldrum, eigur ikki færri enn 110 av teimum gott 300 løgunum í hesum verkinum. Landsbókasavnið fekk annars í apríl 2015 granskingartilfarið, sum lá eftir Marianne Clausen, tá ið hon andaðist í september í fjør.

4 Rithøvundurin Oddvør Johansen skrivaði barnasøgu, Kongsdóttirin í Nólsoy, sum Bókadeildin hjá Lærarafelagnum gav út í Søgan, sum er prýdd við tekningum eftir Edward Fuglø, byggir á stuttu søgnina við sama heiti (Kongadóttirin í Nólsoy), sum Jakob Jakobsen skrivaði upp (søgn nr. 30 í Færøske folkesagn og eventyr, ). Kópakonan man vera ein tann mest viðgjørda føroyska søgnin. Søgnin stendur í Færøsk Anthologi, sum V.U. Hammershaimb gav út í Kvívíks Jógvan yrkti eisini Kópakvæði um søgnina. Hetta er søga um alkend menniskjalig viðurskifti, sum eru kend í øllum strandalondum í Norðuratlantshavi. *) Evni sum kærleiki, svik, illgerð og deyði gera søgnina viðkomandi og hugtakandi. Søgnin snýr seg, sum so mangar aðrar sagnir, eisini um sambandið og munin millum menniskju og náttúru og gevur okkum ábendingar um, hvat kann henda, fara vit ikki nóg væl um náttúruna. Hesi árini eru tað einamest veðurlagsbroytingar og alheimslig upphiting, ið hótta, tí vit fara ikki nóg væl um náttúruna, og sambært teimum mest dapurskygdu kann endin væl gerast mangar ferðir ræðuligari enn hevndin frá kópakonuni í Mikladali. Kanska kundi tað verið eitt hugskot at tikið hesa føroysku søgn sum hugagrundarlag hjá teimum, ið føra sítt góða stríð fyri reinari umhvørvi og størri fyriliti mótvegis náttúruni í dagsins heimi. **) Vandarnir við veðurlagsbroytingum vóru kanska ikki so áleikandi, tá ið sjónleikabólkurin Gríma, sum varð stovnaður í 1977, gjørdi sjónleik um kópakonuna, har dentur meira varð lagdur á tað samfelagskritiska í søguni. ***) Søgan um kópakonuna er útkomin í fleiri útgávum, og hon er eisini týdd til onnur mál. Nevnast kann eitt nú Kópakonan eftir Michel Nielsen (Kbh., Mallings, 1984). Teknað til hesa útgávuna hevur Bente Sivertsen. Í stuttsøguni Kópakona lýsir Marjun Kjelnæs hugaheimin hjá eini sjúkrasystur, sum kennir seg innistongda í hami, tá ið hon er til arbeiðis á einum sjúkrahúsi. Við at vísa til søgnina um kópakonuna gevur hon eini nútímans arbeiðsstøðu ein mýtiskan dám. ****) Á sumri 2014 var nýggj standmynd av kópakonuni avdúkað í Mikladali. Standmyndin, sum Hans Pauli Olsen, myndahøggari, hevur evnað til, stendur ytst úti á helluni í logn og í brimi. Tey, ið fyrireika Sjómannadagin í Klaksvík, hava tikið stig til at fáa reist hesa standmyndina. Endamálið við standmyndini er at blása nýtt lív í søgnina um kópakonuna og menna ferðavinnuna í Norðuroyggjum. Á framsýningini á Landsbókasavninum ber til at síggja bøkur, skjøl, handrit, fløgu- og plátuútgávur og ymsar lutir. Í stovuni er stórskíggi, har til ber at síggja ein hóp av videobrotum, sum hava tilknýti til evnið og lýsa tað á ymsan hátt. Tað eru tær tríggjar Annika Smith, Laura Vinther og Heiðrún Hödd Guðmundsdóttir, sum saman við øðrum starvfólkum á Landsbókasavninum og Søvnum Landsins hava lagt framsýningina til rættis. Framsýningin er opin í september og oktober, tá ið Landsbókasavnið er opið. Erhard Jacobsen, leiðari *) Anna Brimnæs: Forestillingen om sælkvinden i vestnordisk tradition, í: UNIFOL Tema-hefti: Folklore på Færøerne, 1991/1992, s Enna Garðshorn Mikkelsen og Elsa Heinesen: Kópakonan, Vestmanna, Sprotin, 2015 **) Frímerkjaútgáva Eyðun Andreassen: Kópakonan. http//: ***) Ummæli: C.J.J. í 14. September. Mikudagin, 23. november 1977, s. 6. ****) Mjørki í heilum. 14 stuttsøgur. Tórshavn, Bókadeildin, 2001, s

5 Nakrar bókmentir Eyðun Andreassen: Úr søgn og søgu. Tórshavn, Føroya Skúlabókagrunnur, Eyðun Andreassen: Ævintýr. Tórshavn, Fróðskapur, Joshua John Green: Music-making in the Faroes. The experience of music-making in the Faroes and making metal Faroese. Vestmanna, Sprotin, (Making metal Faroese s ) Sólfinn Hansen: Endurreisn kvæðanna. Tórshavn, Fróðskapur, (Útgáva av próvritgerð hansara við Fróðskaparsetur Føroya) Birgitta Hylin: Skjaldur. En studie över barnvisan och barnramsan på Färöarna. Í: Fra Færøerne. Úr Føroyum. Bd. 6. Kbh., 1972, s Jakob Jakobsen: Færøsk sagnhistorie. Med en indledende oversigt over øernes almindelige historie og literatur. Tórshavn/Kbh., H. N. Jacobsen/Vilhelm Prior, Bjørn Kalsø. Røða, sum landsstýrismaðurin helt, tá ið standmyndin av kópakonuni í Mikladali varð avdúkað 1. august ( Christian Matras: Skaldskapur av manna munni. Í: Føroyar II. Kbh., Dansk-Færøsk Samfund, 1958, s Norðlýsið nr. 25, mikudagin 30. juli Serblað um standmyndina Kópakonan, sum varð avdúkað í Mikladali fríggjadagin 1. august. Katrin Reinert: Um menn so góðar og trøll so ill. Skaldskapur av manna munni við serligum atliti at endurnýtslu av munnbornum tilfari í øðrum munnbornum tekstum og í nýggjum tekstum. Tórshavn, Fróðskaparsetur Føroya, (MAritgerð við Føroyamálsdeildina, Fróðskaparsetur Føroya) Turið Sigurðardóttir: Føroyskar barnabókmentir. Søguligt umhvarv og greiningar. Vestmanna, Sprotin, (Setursrit nr. 7) (Skaldskapur av manna munni nýtulkaður s )

DANSK Danskt sum 1., 2. og 3. mál. Olly Poulsen, Sarita Eriksen og Solveig Debess

DANSK Danskt sum 1., 2. og 3. mál. Olly Poulsen, Sarita Eriksen og Solveig Debess DANSK 1-2-3 Danskt sum 1., 2. og 3. mál Olly Poulsen, Sarita Eriksen og Solveig Debess Hvat halda næmingar um danskt og undirvísing í donskum / Hvad synes eleverne om dansk og danskundervisningen? Spørgeskemaundersøgelse

Læs mere

forbindelse med både ansættelse, ændring i ansættelsesforhold og ved afslutning af ansættelsen.

forbindelse med både ansættelse, ændring i ansættelsesforhold og ved afslutning af ansættelsen. Retningslinie Uppgávu- og ábyrgdarbýtið ímillum og eindir/leiðarar á LS, tá ið byrjar í starvi, broytir starv innanhýsis ella fer úr starvi / Opgave og ansvarsfordeling mellem medarbejdere og afdelinger

Læs mere

Færøerne for så vidt angår danskerne Kanning um hvat danir vita og halda um Føroyar og føroyingar

Færøerne for så vidt angår danskerne Kanning um hvat danir vita og halda um Føroyar og føroyingar Færøerne for så vidt angår danskerne Kanning um hvat danir vita og halda um Føroyar og føroyingar OLE WICH 2013 Javnaðarflokkurin á Fólkatingi Færøerne for så vidt angår danskerne Kanning um hvat danir

Læs mere

Sagsøgeren har påstået sagsøgte dømt til at betale 42.400 kr. med procesrente fra den 26. juni 2003, subsidiært procesrente fra den 22. april 2008.

Sagsøgeren har påstået sagsøgte dømt til at betale 42.400 kr. med procesrente fra den 26. juni 2003, subsidiært procesrente fra den 22. april 2008. DOM Afsagt af retten på Færøeme den 22. december 2009 IBS-sagnr. 619/2008 Skatteyderi mod TAKS Samandráttur: Málið snýr seg partvís um saksøkjarin, skattagjaldari, skal rinda mvg av skrásetingaravgjaldinum

Læs mere

- Webundersøgelse, Fólkaskúlaráðið, oktober 2013. Fólkaskúlaráðið. Undersøgelse om læreres og skolelederes syn på

- Webundersøgelse, Fólkaskúlaráðið, oktober 2013. Fólkaskúlaráðið. Undersøgelse om læreres og skolelederes syn på Fólkaskúlaráðið Undersøgelse om læreres og skolelederes syn på og erfaringer med ressourcentre på skolerne 2013 Udarbejdet af Scharling Research for bestyrelsen i Fólkaskúlaráðið, oktober 2013 Scharling.dk

Læs mere

Givið út 30. mai 2017

Givið út 30. mai 2017 Givið út 30. mai 2017 Nr. 78 29. mai 2017 Løgtingslóg um broyting í ymiskum lógum á málsøkinum persóns-, húsfólka- og arvarætti (Myndugleikaflyting vegna yvirtøku av málsøkinum) Samsvarandi samtykt Løgtingsins

Læs mere

DANSK Danskt sum 1., 2. og 3. mál

DANSK Danskt sum 1., 2. og 3. mál DANSK 1-2-3 Danskt sum 1., 2. og 3. mál Olly Poulsen, Sarita Eriksen og Solveig Debess Hvat halda føroyskir lærarar um danskt og undirvísing í donskum / Hvad synes færøske lærere om dansk og danskundervisningen?

Læs mere

Fólkaheilsukanning Hvussu hevur tú tað 2015

Fólkaheilsukanning Hvussu hevur tú tað 2015 Fólkaheilsukanning 2015 - Hvussu hevur tú tað 2015 Fólkaheilsuráðið juni 2016 Sálarheilsa Sálarheilsa Perceived Stress Scale Í hesi kanningini verður PSS (Perceived Stress Scale) nýtt fyri at meta um sálarheilsuna

Læs mere

U l m æruna hjá Darwini í undirvísin i gi i

U l m æruna hjá Darwini í undirvísin i gi i Um læruna hjá Darwini i í undirvísingini i i i Eyðfinn Magnussen 12. februar 2009 Fróðskaparsetur Føroya Hvat er evolutión? Evolutión er læran um, hvussu livandi verur broytst í náttúruni. 2 Nakrir av

Læs mere

Mikudagin TANN 15. apríl verður ráðstevna á Hotel Føroyum um multiresistentar bakteriur og antibiotikaresistens

Mikudagin TANN 15. apríl verður ráðstevna á Hotel Føroyum um multiresistentar bakteriur og antibiotikaresistens Mikudagin TANN 15. apríl verður ráðstevna á Hotel Føroyum um multiresistentar bakteriur og antibiotikaresistens Átøkini, ið verða framd til tess at fyribyrgja spjaðing av MRSA (Methicillin resistente Staphylococcus

Læs mere

MENNINGARÆTLAN FYRI DAGSTOVNIN Í ØKSNAGERÐI

MENNINGARÆTLAN FYRI DAGSTOVNIN Í ØKSNAGERÐI MENNINGARÆTLAN FYRI DAGSTOVNIN Í ØKSNAGERÐI 2010 Innleiðing Børn hava altíð lært og menniskju halda áfram at læra alt lívið. Tað er við hesum í huga, at rammurnar fyri námsætlanina eru gjørdar. At seta

Læs mere

Klagan til TV2. Hvat kann gerast. Upplivdi illveðrið í 1932, ið beindi fyri formanni í FF. Livravirkið á Eiði. Frásøgn hjá Andrew Godtfred:

Klagan til TV2. Hvat kann gerast. Upplivdi illveðrið í 1932, ið beindi fyri formanni í FF. Livravirkið á Eiði. Frásøgn hjá Andrew Godtfred: Nr. 323 Hósdagur 5. august 2004 12,- Síða 13 Livravirkið á Eiði Nýggj roynd at gagnnýta livrina og aðrar úrdráttir. Vit hava verið á Eiði og hitt virkisleiðaran Onnu Katrin Matras. Síða 9 Frásøgn hjá Andrew

Læs mere

Sigurd fekk medalju fyri sigling í krígstíð í Íslandi

Sigurd fekk medalju fyri sigling í krígstíð í Íslandi Síða 4 Ættarliðsskifti í Realinum Nr. 344 Hósdagur 9. juni 2005 12,- Mynd: Kristian M. Petersen Síða 9 Sigurd fekk medalju fyri sigling í krígstíð í Íslandi Sigurd Joensen sum umboðar FF við Johannu, fekk

Læs mere

Bekendtgørelse om arbejdsløshedsforsikring ved arbejde mv.m.v. inden for EØS, Færøerne og i det øvrige udland

Bekendtgørelse om arbejdsløshedsforsikring ved arbejde mv.m.v. inden for EØS, Færøerne og i det øvrige udland Bekendtgørelse om arbejdsløshedsforsikring ved arbejde mv.m.v. inden for EØS, Færøerne og i det øvrige udland I medfør af 41, stk. 6, 53, stk. 8, og 95 i lov om arbejdsløshedsforsikring m.v., jf. lovbekendtgørelse

Læs mere

Viðvíkjandi klagu um hækking av gjaldi fyri løggilding av elinnleggjarum

Viðvíkjandi klagu um hækking av gjaldi fyri løggilding av elinnleggjarum Johan Dahl, landsstýrismaður Vinnumálaráðið Tinganes FO-100 Tórshavn Landsstýrismálanevndin 01.06.2011 j. nr. 7.13-20110005 14 bl/td (at tilskila í svari) Viðvíkjandi klagu um hækking av gjaldi fyri løggilding

Læs mere

Inklusión, Relatiónir og Felagsskapurin. Rógvi Thomsen, cand.ped., pedagogiskur ráðgevi Hósdagur 16. januar 2014

Inklusión, Relatiónir og Felagsskapurin. Rógvi Thomsen, cand.ped., pedagogiskur ráðgevi Hósdagur 16. januar 2014 Inklusión, Relatiónir og Felagsskapurin Rógvi Thomsen, cand.ped., pedagogiskur ráðgevi Hósdagur 16. januar 2014 Integration og eksklusión versus inklusión Integratión merkir at vera so normalur, sum gjørligt,

Læs mere

Tryggingartreytir fyri Bólkalívstrygging

Tryggingartreytir fyri Bólkalívstrygging Tryggingartreytir fyri Bólkalívstrygging Galdandi frá 1. januar 2016 1. Tryggingaravtalan Stk. 1. Tryggingaravtalan fevnir um bólkalívsavtaluna og niðanfyristandandi tryggingartreytir. Stk. 2. Frávik til

Læs mere

Bakstøði Ynski var: - At lýsa teir møguleikar og tær treytir eldri fólk í Føroyum hava fyri einum góðum lívi í eldri árum - At lýsa hvørji átøk kunnu

Bakstøði Ynski var: - At lýsa teir møguleikar og tær treytir eldri fólk í Føroyum hava fyri einum góðum lívi í eldri árum - At lýsa hvørji átøk kunnu URININKONTINENS HJÁ KVINNUM MILLUM 60 OG 65 ÁR Í FØROYUM Títtleiki og ávirkan á gerandislivið Ása Róin, Sjúkrarøktarfrøðingur og Master í professiónsmenning Hildur við Høgadalsá, Sjúkrarøktarfrøðingur

Læs mere

http://www.vagaportal.fo/pages/posts/oli-jacobsen-skrivar-v...

http://www.vagaportal.fo/pages/posts/oli-jacobsen-skrivar-v... Page 1 of 9 Mikudagur 26 August 2009 Set til startsíðu Lýsingar Um Vágaportalin Forsíða Vágatíðindi Onnur tíðindi Mentan Bøkur Tónleikur Framsýningar Ólavur í Beiti tann 06/06/2009 kl. 18:34 Tiltøk Krutl

Læs mere

Under arbejdet med kunngerðini er jeg blevet opmærksom på 3 områder i loven, jeg mener vi lige må tænke over en ekstra gang.

Under arbejdet med kunngerðini er jeg blevet opmærksom på 3 områder i loven, jeg mener vi lige må tænke over en ekstra gang. Fra: Gunnvør Eriksen [mailto:gunnvore@mmr.fo] Sendt: 9. februar 2006 14.23 Til: Løgtingið Emne: Skjal 5 HEILSUSKÚLIN - Ummæli av lógaruppskoti Vinarliga / Best Regards Gunnvør Eriksen Mentamálaráðið ':

Læs mere

Liðugfráboðan til eftirlits av Brunaávaringarskipan

Liðugfráboðan til eftirlits av Brunaávaringarskipan Síða 1 av 5 Til Brunaumsjón landsins, Tinghúsvegi 5, 100 Tórshavn Liðugfráboðan til eftirlits av Brunaávaringarskipan Anleggseigari Navn: Bústaður: Att.: Anlaggsadressa Navn: Bústaður: Kontaktpersónur:

Læs mere

Vegleiðing at dagføra GPS-kort. Tillukku við tínum keypi av GPS-korti. Kortið fevnir um Føroyar.

Vegleiðing at dagføra GPS-kort. Tillukku við tínum keypi av GPS-korti. Kortið fevnir um Føroyar. Vegleiðing at dagføra GPS-kort Sp/f Munin Dalavegur 47 FO-100 Tórshavn Føroyar www.munin.fo E-mail : munin@munin.fo Tlf. +298 35 36 00 Fax +298 35 36 01 Tórshavn tann 25-11-2013 Tillukku við tínum keypi

Læs mere

Gamlar myndir úr Norðuroyggjum

Gamlar myndir úr Norðuroyggjum Nr. 289 Hósdagur 20. mars 2003 10,- Síða 20 Símun Johan Wolles 70 ár Løgtingsmál viðvíkjandi fiskivinnu og -monnum Vit greiða frá teimum framløgdu tingmálunum, sum viðvíkja fiskimonnum. Síða 6-9 FF hevur

Læs mere

Skrá. Vælkomin Malan Johansen, orðstýrari. Talgildar Tænastur Durita Tausen, varastjóri á Gjaldstovuni

Skrá. Vælkomin Malan Johansen, orðstýrari. Talgildar Tænastur Durita Tausen, varastjóri á Gjaldstovuni Skrá Vælkomin Malan Johansen, orðstýrari Um talgilding í Føroyum higartil, tørvin á eini strategi og Talgildu Føroyar Leif Abrahamsen, stjóri á Gjaldstovuni Talgilding og e-governance í einum altjóða høpi

Læs mere

Føroyskur saltfiskur væl umtóktur

Føroyskur saltfiskur væl umtóktur Nr. 294 Hósdagur 29. mai 2003 10,- Landsstýrið hevur sjálvt gjørt fakfeløg til mótpartar Síða 24 Søgan hjá Onnu Evensen Anna Evensen var dóttir tann fyrsta Lützen í Føroyum og mamma A. C. Evensen, sum

Læs mere

Fíggjarmálaráðið. Løgtingið Dagfesting: 7. februar 2018 Mál nr.: 17/ Málsviðgjørt: JEK

Fíggjarmálaráðið. Løgtingið Dagfesting: 7. februar 2018 Mál nr.: 17/ Málsviðgjørt: JEK Fíggjarmálaráðið Løgtingið Dagfesting: 7. februar 2018 Mál nr.: 17/00489-2 Málsviðgjørt: JEK Løgtingsmál nr. 84/2017: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tollsatsir (Toll- og vøruskráin)

Læs mere

11. december (Indsendelsesbekendtgørelsen) Kapitel 1 Anvendelsesområde

11. december (Indsendelsesbekendtgørelsen) Kapitel 1 Anvendelsesområde Nr. 1385 11. december 2007 Bekendtgørelse for Færøerne om indsendelse og offentliggørelse af årsrapporter m.v. hos den færøske registreringsmyndighed, sum broytt við kunngerð nr. 32 frá 22. apríl 2014

Læs mere

Blákrossheimið Ársfrágreiðing 2017

Blákrossheimið Ársfrágreiðing 2017 Blákrossheimið Ársfrágreiðing 2017 Innihald Um stovnin 2 Nevndin 2 Starvsfólk 2 Játtan 2 Rakstur 3 Samstarv 3 Bíðilisti 3 Ástøði í heildarviðgerðini 4 Hagtøl 5 Viðgerð býtt eftir slagi 5 Viðgerð - býtt

Læs mere

ATLANTIC AIRWAYS KAPPINGIN H71 - NEISTIN. Sunnudagin 28. september kl. 16.00 Hoyvíkshøllin

ATLANTIC AIRWAYS KAPPINGIN H71 - NEISTIN. Sunnudagin 28. september kl. 16.00 Hoyvíkshøllin KAPPINGARÁRIÐ 2014-15 HEIMA Í HOYVÍK ATLANTIC AIRWAYS KAPPINGIN H71 - NEISTIN Sunnudagin 28. september kl. 16.00 Hoyvíkshøllin Pensjón Betri at hava gott í væntu 1. januar 2014 kemur nýggja pensjónslógin

Læs mere

Minni um teir, sum sigldu og teir, sum doyðu undir krígnum Ferðin hjá "Johannu" eitt rimmar tiltak.

Minni um teir, sum sigldu og teir, sum doyðu undir krígnum Ferðin hjá Johannu eitt rimmar tiltak. Nr. 345 Hósdagur 23. juni 2005 12,- Baksíðan Býráðslimurin av Trøllanesi Signhild kann greiða frá hvussu útoyggjapoltikkur kann skipast. Mynd: Kristian M. Petersen Minni um teir, sum sigldu og teir, sum

Læs mere

Hugburður til føroysk yrkisorð

Hugburður til føroysk yrkisorð JÓGVAN Í LON JACOBSEN Hugburður til føroysk yrkisorð Endamálið við hesi grein er at siga eitt sindur um hugburð føroyinga til føroysk yrkisorð og um yrkisorðafrøði yvirhøvur. Grundarlagið undir greinini

Læs mere

Út á Fagranes, har 7 fiskimenn mistu lívið í 1927

Út á Fagranes, har 7 fiskimenn mistu lívið í 1927 Nr. 300 Hósdagur 28. august 2003 10,- Síða 10 Umboð fyri Tony Blair á fund við FF Tony Blair hevur sovæl Irak sum føroysku fiskidagaskipanina í huganum. Seinasti partur av Onnu Evensen Út á Fagranes, har

Læs mere

Tine Færch Jørgensen. Til Trafik- og Byggestyrelsen

Tine Færch Jørgensen. Til Trafik- og Byggestyrelsen Tine Færch Jørgensen Fra: Per Henriksen Sendt: 16. november 2015 13:22 Til: ts Info Cc: Tine Færch Jørgensen Emne: Bemærkninger til udkast til gebyrbekendtgørelser for den civile luftfart

Læs mere

Marius smíðar bát í Íslandi. ALS 10 ár. Stór frásøgn frá hátíðarhaldinum. Bjarni Djurholm má steðgast og fiskimonnum má vera tryggjað rættindi.

Marius smíðar bát í Íslandi. ALS 10 ár. Stór frásøgn frá hátíðarhaldinum. Bjarni Djurholm má steðgast og fiskimonnum má vera tryggjað rættindi. Síða 13 Nr. 282 Hósdagur 5. desember 2002 10,- Marius smíðar bát í Íslandi Sigurd Simonsen, seinasti partur. Síða 25 Fiskivunnuráðið: Noktað er fiskimanni sjúkraviðbót hóast lógarheimild Rættarstøðan hjá

Læs mere

Aftaná eitt misálit Tað hjálpir einki bert at seta nýggjan landsstýrismann. Tað, sum ræður um, er ein fullkomilig umskipan av fiskimálaráðnum.

Aftaná eitt misálit Tað hjálpir einki bert at seta nýggjan landsstýrismann. Tað, sum ræður um, er ein fullkomilig umskipan av fiskimálaráðnum. Nr. 285 Hósdagur 23. januar 2003 10,- Grønlandstíðindi frá Kára við Stein Síða 23 Síða 21 Aftaná eitt misálit Tað hjálpir einki bert at seta nýggjan landsstýrismann. Tað, sum ræður um, er ein fullkomilig

Læs mere

Íslendingasøgur. Um íslendingasøgur. Bólkar

Íslendingasøgur. Um íslendingasøgur. Bólkar Íslendingasøgur Um íslendingasøgur Íslendingasøgur eru partur av íslendska fornskaldskapinum. Granskarar meta, at um aldarskiftið 1200 var farið undir at skriva tað, sum vit í dag nevna íslendingasøgur.

Læs mere

Kirkjuligt Missiónsblað

Kirkjuligt Missiónsblað Nr. 7 nov. 2012 65. árið Kirkjuligt Missiónsblað VIT MUGU HAVA HEILAGA ANDAN. Uttan halgan skal eingin síggja Harran! (Heb.12,14) Tað er ein sannleiki, sum nógv kenna, men sum fá veruliga hugsa um. Hvussu

Læs mere

Kirkjuligt Missiónsblað

Kirkjuligt Missiónsblað Nr. 3 mai. 2012 65. árið Kirkjuligt Missiónsblað BÍBLIAN - KELDA TIL LJÓS OG FATAN Tá ið Sun Yat-sen, sum var ein politiskur oddamaður í Kina í 1912, einaferð varð spurdur, nær stóra vekingin í Kina byrjaði,

Læs mere

Strongdkanning av limum hjá Starvsmannafelagnum. Gjørd av Fegin Ábyrgdari: Niclas Heri Jákupsson

Strongdkanning av limum hjá Starvsmannafelagnum. Gjørd av Fegin Ábyrgdari: Niclas Heri Jákupsson Strongdkanning av limum hjá Starvsmannafelagnum Gjørd av Fegin Ábyrgdari: Niclas Heri Jákupsson Svarað: 711 Kyn Aldur Hjúnarbandsstøða Hvussu leingi hevur tú starvast á núverandi arbeiðsplássi? 45% 42%

Læs mere

Konference om affald på havet

Konference om affald på havet Konference om affald på havet Miljøtilsyn lavet af Skipaeftirlitið Skipaeftirlitið (maritime( myndigheder) Tilsyn som er krævet efter bekendtgørelse nr. 122 fra den 25. november 2005 / 11 stk. 3 og aftale

Læs mere

SAMNORDISK PENSIONÄRSKULTUR Tórshavn, Føroyar 3-10 august 2014

SAMNORDISK PENSIONÄRSKULTUR Tórshavn, Føroyar 3-10 august 2014 SAMNORDISK PENSIONÄRSKULTUR Tórshavn, Føroyar 3-10 august 2014 Góðu norðurlendsku vinir, Tórshavn hin 10 December 2013 Tað er okkum ein gleði at bjóða tær til Føroya í samband við Samnordisk Pensionärskultur

Læs mere

OVERENSKOMST FÍGGJARMÁLARÁÐIÐ FARMAKONOMFORENINGEN MELLEM

OVERENSKOMST FÍGGJARMÁLARÁÐIÐ FARMAKONOMFORENINGEN MELLEM 2010 OVERENSKOMST MELLEM FÍGGJARMÁLARÁÐIÐ og FARMAKONOMFORENINGEN 1 Ansættelse... 3 2 Løn... 3 Farmakonomer og defektricer... 3 Mellemledere... 3 Ledende farmakonom/souschef... 3 Systemansvarlige og undervisere...

Læs mere

hægri útbúgvingartilboð í Føroyum er tað møguligt? Hannes Gislason, Prof., PhD., deildarleiðari, Náttúruvísindadeildin

hægri útbúgvingartilboð í Føroyum er tað møguligt? Hannes Gislason, Prof., PhD., deildarleiðari, Náttúruvísindadeildin Fjarlestur frá topp 16 til 100 hægri útbúgvingartilboð í Føroyum er tað møguligt? g Hannes Gislason, Prof., PhD., deildarleiðari, Náttúruvísindadeildin 2 Fjarlestur skrá Evnir Hví fjarlestur? Fjarlestur

Læs mere

LØGTINGSINS UMBOÐSMAÐUR

LØGTINGSINS UMBOÐSMAÐUR Tórshavn, tann 5. november 2007 J.Nr.: 200700058 (at tilskila í svari) Viðgjørt: Álit viðvíkjandi avgerð hjá Løgmansskrivstovuni um noktan av almennum innliti í skjøl viðvíkjandi føroysku sendistovuni

Læs mere

Heilsu- og innlendismálaráðið

Heilsu- og innlendismálaráðið Heilsu- og innlendismálaráðið Løgtingið Dagfesting: 5. mars 2018 Mál nr.: 17/00573-95 Málsviðgjørt: MHR Løgtingsmál nr. 109/2017: Uppskot til løgtingslóg um broyting í anordning om ikrafttræden for Færøerne

Læs mere

SÁTTMÁLI MILLUM FARMAKONOMFORENINGEN OG FÍGGJARMÁLARÁÐIÐ

SÁTTMÁLI MILLUM FARMAKONOMFORENINGEN OG FÍGGJARMÁLARÁÐIÐ SÁTTMÁLI MILLUM FARMAKONOMFORENINGEN OG FÍGGJARMÁLARÁÐIÐ 1 Ansættelse Stk. 1. Denne overenskomst omfatter farmakonomer og defektricer ansat i det færøske apotekervæsen. Stk. 2. Apoteket er forpligtet til

Læs mere

HEVUR JESUS NAKRAN TÝDNING

HEVUR JESUS NAKRAN TÝDNING HEVUR JESUS NAKRAN TÝDNING - nú talan um synd og frelsu er avoldað? Missiónsvika á Argjum 13. februar 2016 Alt hevur hann gjørt lagaligt til sína tíð, eisini ævina hevur hann lagt í hjørtu teirra, men

Læs mere

FF-blaðið í Frankaríki Vit vóru bæði á fiskivinnuvitjan og til fótbólt. Drúgv og øðrvísi frásøgn

FF-blaðið í Frankaríki Vit vóru bæði á fiskivinnuvitjan og til fótbólt. Drúgv og øðrvísi frásøgn Nr. 350 Hósdagur 8. september 2005 12,- FF-blaðið í Frankaríki Vit vóru bæði á fiskivinnuvitjan og til fótbólt. Drúgv og øðrvísi frásøgn Síða 11 Petrea: Droymdi lagnuna hjá manningini á Nólsoynni Víst

Læs mere

Løgtingið. Tórshavn, tann 24. februar 2009 Vmr J.Nr.:

Løgtingið. Tórshavn, tann 24. februar 2009 Vmr J.Nr.: Løgtingið. Tórshavn, tann 24. februar 2009 Vmr J.Nr.: 200900059 Viðgjørt: ABD Løgtingsmál nr. 149/2008: Uppskot til løgtingslóg um at broyta ymsar vinnufelagalógir (fylgibroytingar til grannskoðaralógina)

Læs mere

Heilsu- og innlendismálaráðið

Heilsu- og innlendismálaráðið Heilsu- og innlendismálaráðið Løgtingið Dagfesting: 5. januar 2018 Mál nr.: 17/00573-14 Málsviðgjørt: MHR Løgtingsmál nr. xx/2017: Uppskot til løgtingslóg um broyting í Anordning om ikrafttræden for Færøerne

Læs mere

OVERENSKOMST 2011 til 2015

OVERENSKOMST 2011 til 2015 OVERENSKOMST 2011 til 2015 MELLEM FÍGGJARMÁLARÁÐIÐ og FARMAKONOMFORENINGEN 1 Ansættelse... 3 2 Løn... 3 Farmakonomer og defektricer... 3 Mellemledere... 3 Ledende farmakonom/souschef... 3 Systemansvarlige

Læs mere

Vegleiðing um krøv í løgtingslóg um tryggingarvirksemi til nevndarlimir og stjórnarlimir um førleika og heiðursemi (fit & proper)

Vegleiðing um krøv í løgtingslóg um tryggingarvirksemi til nevndarlimir og stjórnarlimir um førleika og heiðursemi (fit & proper) Nr. 1 28. juni 2018 Vegleiðing um krøv í løgtingslóg um tryggingarvirksemi til nevndarlimir og stjórnarlimir um førleika og heiðursemi (fit & proper) (Vejledning om krav i forsikringsloven til bestyrelsesmedlemmers

Læs mere

Kanning av Eik Grunninum og grunnaeftirlitinum

Kanning av Eik Grunninum og grunnaeftirlitinum Kanning av Eik Grunninum og grunnaeftirlitinum LØGTINGIÐ 19 nevndin Kanning av Eik Grunninum og grunnaeftirlitinum 19 nevndin: Joen Magnus Rasmussen, formaður Kristina Háfoss, næstforkvinna Helgi Abrahamsen

Læs mere

Mars Føroyskt bátasmíð. Álit um at skapa føroyskum bátasmíði livilíkindi ME NTAM ÁLARÁÐIÐ

Mars Føroyskt bátasmíð. Álit um at skapa føroyskum bátasmíði livilíkindi ME NTAM ÁLARÁÐIÐ Mars 2012 Føroyskt bátasmíð Álit um at skapa føroyskum bátasmíði livilíkindi ME NTAM ÁLARÁÐIÐ Innihald 1. Til landsstýrismannin í mentamálum... 3 2. Tilmælið samanumtikið... 4 3. Grundarlag fyri álitinum...

Læs mere

Leiðarans leiklutur og samskifti í broytingum

Leiðarans leiklutur og samskifti í broytingum Leiðarans leiklutur og samskifti í broytingum Jóhannes Miðskarð og Marin G. Petersen Samandráttur Í hesi grein greiða vit frá týdninginum, ið leiðarans leiklutur og samskifti hava undir broytingum. Vit

Læs mere

Børn og doyving Kunning til foreldur

Børn og doyving Kunning til foreldur Børn og doyving Kunning til foreldur Børn og doyving Barnið skal fasta við skurðviðgerð.. 3 Kravið viðikjandi at fasta er Áðrenn skurðviðgerð 4 Hvør er leikluturin hjá foreldrunum? Doyving Ymiskir hættir

Læs mere

Søgan um "Vesturhavið Blíða"

Søgan um Vesturhavið Blíða Síða 28 Nr. 284 Hósdagur 9. januar 2003 10,- Føroysk kirkjufólk á Filippinunum Grønlandstíðindi frá Kára við Stein Síða 23 Gamlar Havnarmyndir Carolina Heinesen greiðir m.a. frá, tá gamli Rubek, f. 1816,

Læs mere

BORNE- OG SOCIALMINISTERIET HEILSU- OG INNLENDISMÅLARÅDID. Felags yvirlysing i sambandi vid yvirtøku av målsøkinum "persons-, husf61ka- og arvarætti"

BORNE- OG SOCIALMINISTERIET HEILSU- OG INNLENDISMÅLARÅDID. Felags yvirlysing i sambandi vid yvirtøku av målsøkinum persons-, husf61ka- og arvarætti ~ - ---~ BORNE- OG SOCIALMINISTERIET ~ HEILSU- OG INNLENDISMÅLARÅDID Fælleserklæring i forbindelse med de færøske myndigheders overtagelse af sagsområdet "person-, familie- og arveretten" Landsstyret har

Læs mere

Enok maðurin, sum gekk við Gudi

Enok maðurin, sum gekk við Gudi Enok maðurin, sum gekk við Gudi Les ið: 1. Mós. 5,21-23; Hebr. 11,5-6 og Judas v. 1-1 UMSKIFTIÐ. Bíbliulesarar kenna helst Enok sum mannin, sum gekk saman við Gudi. Eitt umskifti kom í lívi Enoks, tá ið

Læs mere

Úr: Føroyar The New Millennium Series 2000: Føroyskar bókmentir

Úr: Føroyar The New Millennium Series 2000: Føroyskar bókmentir Føroyar The New Millennium Series 2000: Føroyskar bókmentir Kvæðini Fyrsti skaldskapur føroyinga varð borin munn av munni, frá ættarliði til ættarlið. Stóri kvæðaskattur føroyinga er fremsta eyðkenni fyri

Læs mere

Heilsulýsing Landslæknans 2011-2012

Heilsulýsing Landslæknans 2011-2012 ISSN 0903-7772 Heilsulýsing Landslæknans 2011-2012 Greitt úr hondum hevur Høgni Debes Joensen, landslækni Medical Report 2011-2012 from the Chief Medical Officer in the Faroes 1 2 Heilsulýsing Landslæknans

Læs mere

Stamps Føroyar. Nr. 31. Februar 2017

Stamps Føroyar. Nr. 31. Februar 2017 Stamps Føroyar Nr. 31 Februar 2017 ISSN 1603-0036 0036 - Kongaligt gullbrúdleyp - Europa 2017: Borgir - H. C. Lyngbye 1817-1200 sjómíl í kajak á opnum havi - 40 ára framsýning hjá Posta Myndin verður avdúkað

Læs mere

Frágreiðing um grundlógararbeiði

Frágreiðing um grundlógararbeiði Grundlógarnevndin Frágreiðing um grundlógararbeiði frá formanninum í grundlógarnevndini til landsstýrismannin í sjálvsstýrðismálum Latin 31. desember 2001 Løgfrøðiliga kannað og rættað 14. mars 2002 GRUNDLÓGARNEVNDIN

Læs mere

HAVNAR KLUBBI oktober Endurgerð av minnisriti Havnar Klubba, tá hann fylti 160 ár.

HAVNAR KLUBBI oktober Endurgerð av minnisriti Havnar Klubba, tá hann fylti 160 ár. Endurgerð av minnisriti Havnar Klubba, tá hann fylti 160 ár. 1799-27.oktober - 1959 Teksturin er ikki broyttur, bert innskannaður, og tí sæst týðiliga, hvussu nógv skriftmálið hevur broytt seg tey seinastu

Læs mere

Nr. 1 Februar árið

Nr. 1 Februar árið Fællesbrev nr. 126 Arusha 20/1 2016 1 Når vi det? Julebrevet blev skrevet, men sidste fællesbrev har et stykke tid på bagen. I december tog vi endnu en tur til YMCA i Moshi, hvor vi tog en uges ferie.

Læs mere

Føroyskt Kap Verdiskt Mexicanskt brúdleyp Seinastu tvær vikurnar hava verið tvey brúdleyp sum úrslit av, at Logos vitjaði í Føroyum í 2001.

Føroyskt Kap Verdiskt Mexicanskt brúdleyp Seinastu tvær vikurnar hava verið tvey brúdleyp sum úrslit av, at Logos vitjaði í Føroyum í 2001. Nr. 296 Hósdagur 26. juni 2003 10,- Síða 3 Bjargið rækjuflotanum! FF hevur heitt á landsstýrið um at taka stig til at bjarga rækjuflotanum. Anna Evensen 3. partur Síða 11-12, 17-18 Søgan um persónsupplýsingar

Læs mere

Bygnaðarbroytingar, tænastumenn og grundgevingar

Bygnaðarbroytingar, tænastumenn og grundgevingar Bjarni Mortensen Bygnaðarbroytingar, tænastumenn og grundgevingar Bjarni Mortensen 1 Úrtak. Greinin er skrivað sum partur av próvtøkuni á skeiði í føroyskum kollektivum arbeiðsrætti. Greinin viðger støðuna

Læs mere

Uppskot. til. Mælt verður ríkismyndugleikunum til at seta í gildi fyri Føroyar soljóðandi lóg:

Uppskot. til. Mælt verður ríkismyndugleikunum til at seta í gildi fyri Føroyar soljóðandi lóg: FÍGGJARMÁLARÁÐIÐ Argir, 26. apríl 2005 Løgtingið Løgtingsmál nr. 98/2004: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Lov om personalemæssige spørgsmål i forbindelse med de færøske myndigheders

Læs mere

Løgtingið Argir, 29. februar Løgtingsmál nr. 70/2015: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tollsatsir.

Løgtingið Argir, 29. februar Løgtingsmál nr. 70/2015: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tollsatsir. Løgtingið Argir, 29. februar 2016 Løgtingsmál nr. 70/2015: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tollsatsir (Toll- og vøruskráin) (Broyting av vørunumrum) Uppskot til Løgtingslóg um broyting

Læs mere

YVIRLIT. Anne Malmström Hilde Mugaas Sara Lundberg Martin Mohr Olsen, Jacob Mellåker

YVIRLIT. Anne Malmström Hilde Mugaas Sara Lundberg Martin Mohr Olsen, Jacob Mellåker YVIRLIT 03 04 06 09 11 11 14 16 17 17 18 Vælkomin til Norðurlendsku Bókasavnsvikuna Årsins evni: Vinalag í Norðurlondum Sólarris Skýmingarløtan Hugskotslisti Hugskot til Sólarris Hugskot til Skýmingarløtuna

Læs mere

Fakturablanketten virk.dk. 1 At senda elektroniskar rokningar við fakturablanketten

Fakturablanketten virk.dk. 1 At senda elektroniskar rokningar við fakturablanketten Fakturablanketten virk.dk At senda fakturar til kunda via teldupost, har fakturin er viðheftur sum t.d. pdf-skjal, er ikki at rokna sum elektronisk fakturering (talgild fakturering) í hesum sambandi. Talgild

Læs mere

LØGTINGSINS UMBOÐSMAÐUR

LØGTINGSINS UMBOÐSMAÐUR Tórshavn, tann 24. oktober 2007 J.Nr.: 200700050 (at tilskila í svari) Viðgjørt: Álit viðvíkjandi klagu frá A um, at Búnaðargrunnurin hevur givið alment innlit í mál viðvíkjandi klagaranum B, adv. hevur

Læs mere

Stamps Føroyar. Nr. 18 November 2013

Stamps Føroyar. Nr. 18 November 2013 Stamps Føroyar Nr. 18 November 2013 ISSN 1603-0036 0036 Tríggjar nýggjar frímerkjaútgávur Vel ársins frímerki 2013 Ársins endasøla Nýggj postgjøld 1. januar 2014 FO 776-778 Royndarprent Húsfrúgvin í Húsavík

Læs mere

Løgmansskrivstovan. Løgtingið Dagfesting: 11. november 2016 Mál nr.: /16 Málsviðgjørt: GJ

Løgmansskrivstovan. Løgtingið Dagfesting: 11. november 2016 Mál nr.: /16 Málsviðgjørt: GJ Løgmansskrivstovan Løgtingið Dagfesting: 11. november 2016 Mál nr.: 0627-001/16 Málsviðgjørt: GJ Løgtingsmál nr. xx/2016: Uppskot til løgtingslóg um broyting í lov om forsikringsaftaler. (Bann móti nýtslu

Læs mere

Veiðihagtøl fyri lunda Bergur Olsen og Jens-Kjeld Jensen

Veiðihagtøl fyri lunda Bergur Olsen og Jens-Kjeld Jensen Veiðihagtøl fyri lunda Bergur Olsen og Jens-Kjeld Jensen 24.1.211 Her verður ein samandráttur skrivaður um tey fyrstu úrslitini. Seinni verður ein nágreinilig frágreiðing skrivað sum eitt smárit til Havstovuna,

Læs mere

Kirkjuligt Missiónsblað

Kirkjuligt Missiónsblað Nr. 3 mai. 2010 63. árið Kirkjuligt Missiónsblað KALLIÐ Legg tú á Harran tínar leiðir, og lít tú á hann, hann man tað útinna. Sálm. 37,5. Kallið, til at arbeiða í Guds ríki, er Guds gáva til hvørt einstakt

Læs mere

Skiparin sum virkaði sum tannlækni

Skiparin sum virkaði sum tannlækni Síða 6 Hanna 80 ár Hanna Lisberg er eisini partur av okkara fakfelagssøgu Nr. 374 Hósdagur 24. august 2006 15,- Sjómannadagurin Vit hava øðrvísi frásagnir frá sjómannadegnum Síða 4, 12, 20 & baksíðan 100

Læs mere

MENTAN OG MENNING Mentanarpolitisk ætlan

MENTAN OG MENNING Mentanarpolitisk ætlan MENTAN OG MENNING MENTAN OG MENNING Mentanarpolitisk ætlan 2002-2006 Mentamálastýrið 2002 Mentan og menning Mentanarpolitisk ætlan 2002-2006. Útgevari: Mentamálastýrið, 2002 Perma: Stephanssons hús Umbróting,

Læs mere

Grannskoðaraeftirlitið. Grannskoðaraeftirlitið. Ársfrágreiðing. Almannakunngjørd 23. juni 2017

Grannskoðaraeftirlitið. Grannskoðaraeftirlitið. Ársfrágreiðing. Almannakunngjørd 23. juni 2017 Grannskoðaraeftirlitið Ársfrágreiðing 2016 Almannakunngjørd 23. juni 2017 Skrivstovuhald: Skráseting Føroya Sigmundargøta 13 Boks 264 110 Tórshavn Tlf.: +298356010 E-mail: skr@skraseting.fo Innihaldsyvirlit

Læs mere

Smiðjan á Skipanesi Brot úr okkara smiðjusøgu. Okkara maður í Nambia. Er prískappingin í vanda? Børn á Sanatoriinum

Smiðjan á Skipanesi Brot úr okkara smiðjusøgu. Okkara maður í Nambia. Er prískappingin í vanda? Børn á Sanatoriinum Síða 4 Nr. 372 Hósdagur 27. juli 2006 15,- Hvussu minka við gapið millum fiskimenn og fiskifrøði? Frásøgn frá fundi við Menakhem Ben Yami Eru vit við at fara aftur í 80-ini? Síða 26 Er prískappingin í

Læs mere

Integrasjónsálit INNLENDISMÁLARÁÐIÐ

Integrasjónsálit INNLENDISMÁLARÁÐIÐ Integrasjónsálit INNLENDISMÁLARÁÐIÐ Innihald Integrasjónsálit 1. Formæli 4 2. Um integrasjónsálitið 5 3. Samandráttur 7 4. Integrasjónsavbjóðingin í dag 9 5. Integrasjónspolitikkur 11 6. Royndirnar aðrastaðni

Læs mere

13 Uttanríkis- og vinnumálaráðið

13 Uttanríkis- og vinnumálaráðið U T T A N R Í K I S - O G VINNUMÁL A R Á Ð I Ð Fíggjarnevndin Tinghúsvegur 1-3, postboks 208 110 Tórshavn Føroyar Tórshavn, tann 24. november 2016 J.nr.: 16/00200-34 At tilskila í svari Svar til spurningar

Læs mere

Tá møguleiki gerst veruleiki

Tá møguleiki gerst veruleiki 4 Evropameistarin úr Vági vil umboða Føroyar í OL Summary, page 12 14 900 år gammel kulturskat og verdens bedste lammekølle 22 Føroyingar útflyta grønan sjómsskap Summary, page 28 30 Fjepparar á ævintýrferð

Læs mere

Innihald INNGANGUR UM KANNINGINA UM BMI-KANNINGAR AV BØRNUM KANNING AV BMI HJÁ BØRNUM Í 1. FLOKKI...11

Innihald INNGANGUR UM KANNINGINA UM BMI-KANNINGAR AV BØRNUM KANNING AV BMI HJÁ BØRNUM Í 1. FLOKKI...11 2 Innihald INNGANGUR... 4 HAGTØLINI ERU TØK... 4 1. UM KANNINGINA... 5 2. UM BMI-KANNINGAR AV BØRNUM... 6 2.1. UM BMI... 6 2.2. BMI Í HESARI FRÁGREIÐINGINI... 8 3. KANNING AV BMI HJÁ BØRNUM Í 1. FLOKKI...11

Læs mere

DOM. Under denne sag, der er anlagt den 16. august 2010, har sagsøgerne, A, B, C, D, E, F, H, I, J og K, nedlagt påstand om:

DOM. Under denne sag, der er anlagt den 16. august 2010, har sagsøgerne, A, B, C, D, E, F, H, I, J og K, nedlagt påstand om: DOM Afsagt den 14. juni 2011 i sag nr. BS 1270/2010: A, B, C, D, E, F, G, H, I, J og K mod TAKS Under denne sag, der er anlagt den 16. august 2010, har sagsøgerne, A, B, C, D, E, F, H, I, J og K, nedlagt

Læs mere

Kann søgukritiska háttalagið brúkast til bíbliugransking?

Kann søgukritiska háttalagið brúkast til bíbliugransking? Kann søgukritiska háttalagið brúkast til bíbliugransking? Eftir Jonhard Jógvansson, stud. theol. Í hesi grein ætli eg mær at viðgera spurningin, um hitt søgukritiska háttalagið kann brúkast til bíbliugransking.

Læs mere

Landsstýrismálanevndin hevur viðgjørt málið á fundum 30. oktober 2012, 22. januar, 21. mars og 11. apríl 2013.

Landsstýrismálanevndin hevur viðgjørt málið á fundum 30. oktober 2012, 22. januar, 21. mars og 11. apríl 2013. Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, Fíggjarmálaráðið Aksel V. Johannesen, løgtingsmaður, Maritugøta 79, Hoyvík Eyðgunn Samuelsen, løgtingskvinna, Jørundsgøta 40, Klaksvík Kristina Háfoss, løgtingskvinna,

Læs mere

Sólskinssøga á heilsuøkinum

Sólskinssøga á heilsuøkinum Malmberg farin Malmberg var tann seinasti frá Tór 2. Síða 19 Nr. 330 Hósdagur 18. november 2004 12,- Síða 4 Okkurt hendir á heilsuøkinum. Sólskinssøga á heilsuøkinum Bluffið hjá løgmansskrivstovuni Politiska

Læs mere

Kirkjuligt Missiónsblað

Kirkjuligt Missiónsblað Nr. 7 nov. 2009 62. árið Kirkjuligt Missiónsblað VIT BOÐA KRIST KROSSFESTAN 1. Kor. 1,19-25: Tí at skrivað stendur:»eg vil týna vísdóm vísmanna, og vitsku vitra manna vil eg gera til einkis.«hvar er vísmaður?

Læs mere

Námsferð 25. mai 5. juni 2017

Námsferð 25. mai 5. juni 2017 Námsferð 25. mai 5. juni 2017 7.a og b - Sankta Frans skúli Foreldrakunning 10. mai 2017 ...líka... Tá ið vit eru liðug í kvøld stápla stólarnar saman Hettutroyggjur við prent Myndatøka juni floksmynd

Læs mere

Fiskimaðurin sum gjørdist dýnukongur

Fiskimaðurin sum gjørdist dýnukongur Nr. 362 Hósdagur 9. mars 2006 15,- Síða 18 Er løgmaður sjálvur forðing fyri egnari visjón? Fiskimaðurin sum gjørdist dýnukongur Vit fara aftur um Jákup á Dul Jacobsen. Síða 12 Villleiddi Útvarpið danska

Læs mere

LØGMANSSKRIVSTOVAN LØGDEILDIN

LØGMANSSKRIVSTOVAN LØGDEILDIN Løgtingið Tórshavn, tann 14-12-00 J.Nr.: 627-0002/2000 (at tilskila í svari) Viðgjørt: RJ/nb/pm Tygara skriv Løgtingsmál nr. 42/2000: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Anordning

Læs mere

Heilsan hjá langfarafiskimonnum

Heilsan hjá langfarafiskimonnum Nr. 307 Hósdagur 11. desember 2003 10,- Síða 3 Søgan um John Dam John Dam var ein megnarmaður. Vit ummæla bókina og hava frásøgn frá móttøkuni, tá bókin varð handað. Bátasøgan á Eiði Vit hava fyrsta av

Læs mere

Men størstur av teimum er kærleikin

Men størstur av teimum er kærleikin Nr. 19 17. september 2017 77. árg. Men størstur av teimum er kærleikin 1. Kor.13,13. Vitið góðtekur ikki altíð arbeiðsháttin hjá kærleikanum, og lívið hevði verið fátækt, um tað var soleiðis. Meðan vitið

Læs mere

AÐALFUNDUR HJÁ KOMMUNUFELAGNUM

AÐALFUNDUR HJÁ KOMMUNUFELAGNUM AÐALFUNDUR HJÁ KOMMUNUFELAGNUM 2018 Brúgvin við Streymin Innihaldsyvirlit Vælkomin................................................ 4 Føroyska samfelagið í stórum vøkstri............................ 5 Nýskipanir...............................................

Læs mere

HEILSUMÁLARÁÐIÐ. Til: hoyringspartar

HEILSUMÁLARÁÐIÐ. Til: hoyringspartar HEILSUMÁLARÁÐIÐ Til: hoyringspartar Tórshavn, 01.06.2011.2011 Mál: 09/00691-6262 Tygara skriv: Viðgjørt: JS Viðvíkjandi uppskoti til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar lov om klage- og erstatningsadgang

Læs mere

Vilja styrkja norðurlendsku fyrimyndina. Spennandi ferðatilboð. Tvørfaklig útbúgving. Privat er privat

Vilja styrkja norðurlendsku fyrimyndina. Spennandi ferðatilboð. Tvørfaklig útbúgving. Privat er privat Vilja styrkja norðurlendsku fyrimyndina Tvørfaklig útbúgving Spennandi ferðatilboð Privat er privat Blað nr. 2 - apríl 2005 Oddagrein Gunnleivur Dalsgarð ALHEIMSGERÐIN HVAR ERU VIT, OG HVAT ER TIL RÁÐA

Læs mere

Nr. 321 Hósdagur 8. juli ,- Síða 17 Baksíðan Síða 9 Síða 3 Síða 14

Nr. 321 Hósdagur 8. juli ,- Síða 17 Baksíðan Síða 9 Síða 3 Síða 14 Nr. 321 Hósdagur 8. juli 2004 12,- Karl verið í sama reiðarí í 25 ár Góð reiðarí fáa fiskimenn at støðast. Karl hevur verið í sama reiðarí í 25 ár. Síða 17 Lorraine við skriviborðið hjá Anettu, har hon

Læs mere

Tórshavn 3. apríl Viðmerkingar til byggilógina v/petur Olsen

Tórshavn 3. apríl Viðmerkingar til byggilógina v/petur Olsen 1 Viðmerkingar til byggilógina v/petur Olsen Tórshavn 3. apríl 2011 Næstan allar viðmerkingarnar siga, at lógin er ógreið á fleiri økjum. Talan er um avmarkað økið innan bygging talan er um økta byggiumsiting

Læs mere

Málsgongd Við skrivi, dagfest 12. desember 2008, sendi Mentamálaráðið soljóðandi uppsøgn til klagaran:

Málsgongd Við skrivi, dagfest 12. desember 2008, sendi Mentamálaráðið soljóðandi uppsøgn til klagaran: Tórshavn, tann 23. apríl 2013 J.Nr.:28/ 201200015 / 13 (at tilskila í svari) Tykkara J.nr. Álit viðvíkjandi klagu um skikkaða eftirløn hjá tænastumanni Við skrivi, dagfest 6. februar 2012, hevur A sent

Læs mere